týsdagur 4. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 209 - 4. november 2003
Nr. 209 - 4. november 2003
5
Guðrun og Jacob í Føroyum
TÍÐINDASKRIV
Guðrun Sólja Jacobsen er
kendasta føroysku song-
kvinnan í Danmark. Eftir at
hon vann sangkappingina
»Stjørna í eitt kvøld«, sum
Danmarks Radio skipaði
fyri, varð hon landskend
bæði í Føroyum og í
Danmark.
Nú hevur Guðrun givið
fløgu út í Danmark, og
henda fløga seldi beinan-
vegin heilt væl. Sangirnir
av fløguni eru nógv at
hoyra á útvarpsrásum í
Danmark, og ein av sang-
unum stendur seg væl á
kenda hitlistanum, Tjek-
listen, sum P3 hjá Dan-
marks Radio ger.
Í november mánaði kem-
ur Guðrun til Føroya at
hava konsertir í sambandi
við nýggju útgávuna hjá
sær. Í fylginum, sum kemur
hendan vegin, eru eini 12
fólk. Ein bólkur við dugna-
ligum donskum yrkistón-
leikarum fer at spæla undir.
Jacob Andersen, sum rættu-
liga gjørdi um seg í vár á
palli í Føroyum, verður
eisini við á konsertunum.
Jacob hevur júst givið eina
fløgu út, so tað verður
spennandi at hoyra tey bæði
á palli saman aftur.
Fríggjadagin. 21. nov. kl.
21.30 verður sitikonsert í
Ítróttarhøllini í Trongis-
vági. Leygardagin 22. nov.
kl. 19.30 verður sitikonsert
í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði og kl. 23.30
verður konsert og dansur í
Mentanarhúsinum. Buss-
samband er til hetta til-
takið. Sunnudagin verður
farið til Klaksvíkar har
sitikonsert verður kl. 20.00
í KÍ-Høllini.
Atgongumerkir til til-
tøkini eru at fáa í forsølu
frá mánadegnum 3. nov.
Ikki okkara borð
Útvarpsstjórin, Jógv-
an Jespersen, sigur
seg ikki kunna gera
nakað fyri at betra
hoyrilíkindini í
Sundalagnum. Føroya
Tele umsitir sendi-
netið, og trupulleikin
liggur tískil á teirra
borði, sigur hann
HOYRILÍKINDI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í Sosialinum leygardagin
høvdu vit eina grein um
vánaligu hoyrilíkindi við
Sundalagið. Sigurd Jo-
hannesen ilskaðist um, at
Útvarp Føroya hoyrist so
illa, og tað var bert spurn-
ingur um tíð, áðrenn hann
noktaði at gjalda útvarps-
gjald.
– Tú hoyrir útvarpið, men
um ein bilur verður parker-
aður beint við húsini, so
noyðist tú út at flyta bilin,
segði Sigurd Johannesen
millum annað í leygardags-
sosialinum
Ikki okkara
trupulleika
Jógvan Jespersen, útvarps-
stjóri, harmast um støðuna.
Hann ger vart við, at í
Útvarpi Føroya eru tey full-
greið yvir trupulleikan.
– Vit vita, at tað er ein
trupulleiki við hoyrilíkind-
unum í Sundalagnum, men
vit fáa einki gjørt, tí tað er
Føroya Tele, sum umsitir
sendinetið, sigur Jógvan
Jespersen
Hann vísir okkum til
Føroya Tele, sum vegna
Vinnumálaráðið, umsitir
sendinetið. Spurdur um
hoyrilíkindi eru líka vána-
lig aðrastaðni í landinum,
svarar Jógvan Jespersen, at
sjálvt í Havn eru hoyrilík-
indi ikki nøktandi.
Hann vísir á, at íløtuni er
ein arbeiðsbólkur, við fólki
millum annað frá Vinnu-
málaráðnum, SVF, ÚF og
Fjarskiftiseftirlitinum, sett-
ur at arbeiða við trupulleik-
anum
Jógvan Jespersen sigur
seg at enda, at hann vónar
at hoyrilíkindini fara at
batna í framtíðini.
Nýggj fløga
við bólkinum
Run
FLØGUÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Plátufelagið Tutl gevur í
hesum døgum fløgu út
við nýggja bólkinum Run.
Fløgan varð innspæld í
Studio Bunkern í Stock-
holmi í juni mánaða í ár,
og inniheldur 10 løg.
Løgini verða øll sungin av
Unn Paturson. Tónleikar-
arnir eru Anders Jormin
(kontrabass),
Hilmar
Jensson (gittar) og Rógvi
á Rógvu (trummur og
slagverk).
Tónleikurin á fløguni er
fólksligur og jassutur. 8
nýggj løg eru á fløguni,
og tey hevur Unn Patur-
son gjørt, tað eina saman
við Rógva á Rógvu. 2
coverløg eru á fløguni.
Tey eru »Fragile« hjá
Sting og »Róund Mid-
night« hjá Thelonious
Monk.
Tekstirnir eru á enskum
og føroyskum, og eru
skrivaðir av Unn Patur-
son. Lív Mariu Róardótt-
ir, Annfinni Zachariasseni
og Róa Patursson. Eisini
er lag sett til yrkingina
»Lívi« hjá H.A. Djur-
huus.
Run verða næstum at
hoyra á vertshúsinum í
Havn og á Café Natúr. Tá
verður bólkurin mannað-
ur av Unn Paturson,
Rógva á Rógvu, Arnold
Ludvig og Heðin Ziska
Davidsen.
Manningin í Run: F.v Unn Patursson, Rógvi á Rógvu,
Anders Jormin og Hilmar Jensson
Sigurd Johannesen og onnur við honum ilskast um vánaligu hoyrilíkindini við Sundalagið. Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sigur,
at Útvarp Føroya kann ikki gera nakað við trupulleikan, tí tað er Føroya Tele, ið umsitir sendinetið
Tekniski stjórin á
Føroya Tele ásannar,
at sendinetið treingir
til ábøtur. Føroya Tele
og Útvarp Føroya
arbeiða í løtuni sam-
an við at staðfesta á
hvørjum økjum neyð-
ugt er við ábøtum
HOYRILÍKINDI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Páll Vesturbúð, tekniski
stjórin hjá Føroya Tele,
sigur seg vera fullgreiðan
yvir, at í støðum kring
landið eru hoyrilíkindi ikki
nøktandi. Hann greiðir frá,
at Útvarp Føroya og
Føroya Tele arbeiða í løtuni
saman við at staðfesta á
hvørjum økjum neyðugt
við ábøtum á sendinetinum.
Hann leggur eisini afturat,
at í nógvum førum er
loysnin til vánaligu hoyri-
líkindunum at finna í eini
betri antennu hjá einstøku
húsarhaldunum
kring
landið
Spurdur, um Føroya Tele
fær nógvar klagur um vána-
lig hoyrilíkindi, svarar Páll
Vesturbúð, at hann er ikki
fullgreiðir yvir, um stovn-
urin fær nógvar klagur,
men hann hevur varhugað
av, at kring landið eru
hoyrilíkindi ikki av teimum
bestu hjá øllum. – Tá vit
eru lidnir at kortleggja,
hvar í landinum neyðugt er
við ábøtum, verður lættari
at fremja neyðugu broyt-
ingarnar, sigur Páll Vestur-
búð
Sendinetið treingir til ábøtur
Rætting
Í grein um P/F Wenzel í blaðnum leygardagin er ein
villa komin í. Nevnt verður, at Reyni Service hevði
størsta yvirskotið í fjør upp á góðar 28 mio. krónur.
Rætta talið skal verða 5,8 mio krónur í yvirskoti, og 28
mio. í eginpeningi. Vit biðja orsaka mistakið.
blðm
C
M
Y
K
5
4