Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 209 - 4. november 2003 Nr. 209 - 4. november 2003 7 Tað er skjótt, at teir hava felt so mikið, sum tyrlan tekur hvørja ferð. Alt verð- ur lagt niður í búrini,og tyrlan fer við fyrsta sleng- inum. Teir gera skjótt av og fella restina, so ikki skal bíðast eftir tí, tá tyrlan kem- ur aftur. Og tað er bara ein løta, so er hon aftur. Tekur næsta slengið og er burtur við tað sama. Vit, sum eftir er, hava nú tíð at práta eitt sindur. Mest um seyð. Eitt sindur spyrja fremmandamenninir um landið, vit síggja, og um hvussu nógv skorið verður. Her verður alt tikið í einum. Skurður og klipping. Lítil gonga er. 49 seyðir verða fluttir heim. Vit fara inn í húsið, teir hava her eysturi. Barmslon. Og her liggur gestabók, sum ikki ber til at ganga frá soleiðis uttan at hava skriv- að í. Tað veðru so løgd ein heilsa frá Sosialinum eftir her í Barmi. So er tyrlan aftur, og seinastu seyðirnir og tað mesta av fjallskipanini sleppa heim við. Tríggir verða teir eftir, sum skulu ganga heim. Men tað gong- ur skjótt í fjallið hjá teimum. Samgongumaður- in er longu farin. Hann fór hinveg móti Árnafirði. Hesir halda móti Norðoyri. Vit koma aftur til Klaks- víkar og seta seyðin frá okkum við tyrlupallin. Har eru menn við bilum og taka frá. Gamli bóndin er komin at síggja gonguna. Her er okkurt at minnast afturá, og meta um, hvussu stór broyt- ingin er. Teir fara við gonguni. Brennievni verður fylt á tryluna, og vit halda leiðini aftur móti flogvøllinum. Hetta hevði ikki nógv upp á seg, at fara úr Vágum á fjall eystantil á Borð- oynni. Tó vit ikki vóru við til raksturin. Fýra tímar tók hetta alt í alt. Nýggja tíðin er eisini farin at merkjast í so gomlum siðbundnum verki sum fjallgongu. Eysturi í Barmi á Borðoynni eru teir farnir at brúka tyrlu at flyta seyðin heim við FJALLGONGA Orð: Edvard Joensen Myndir: Bárður Lydersen Eysturi í Barmi: Tað, sum fyrr tók eitt sjóvarfall at fáa til hús, tekur nú umleið ein hálvan tíma soleiðis alt í alt. Vit tosa um skurðin Eysturi í Barmi á Borð- oynni, sum fyrr skuldi rek- ast um fjøll, men í dag veðru flogin við tyrlu at húsum. Vit fáa fjallboð á redak- tiónini í Vágum um mid- dagsleitið. Eru bodnir á fjall Eysturi í Barmi á Borðoynni. Tað man so vera í morgin, verður hild- ið. – Nei, nei Tað er nú um ein hálvan tíma. Tit fúgva við tyrlu av flogvøllinum. Skulu vera við til at flúgva seyðin heim aftur til Klaks- víkar, verður sagt í hinum endanum. Tað er alt í einum, at vit eru á flogvøllinum og so við tyrlu á fjall. Høvdu gomlumenninir vitað. Fyrst verður farið til Klaksvíkar eftir búrunum, sum seyðurin skal flytast í. Bíða eina løtu á tyrlupall- inum, tí teir, fjallmenninir skulu ringja og siga frá, tá klárt er at flyta. Nýggj tíð er komin. Men samband er einki í Barmi, so maðurin má ganga nakað langt, áðrenn hann fær samband um far- telefonina. Hetta dregur út, og vit halda so at enda, at nú man vera so væl áleiðis komið hjá teimum, at vit fara at royna. Og rætt er. Tá vit koma eystur, er maðurin farin at ringja, og hinir gera klárt at taka úr. Á fjalli við tyrlu Meðan seyðurin verður lagdur í búrini, fer tyrlan burturfrá og kemur so aftur, tá klárt er at krøkja í Fjallskipanin Eysturi í Barmi hendan dagin Tá komið er at húsum aftur, verður borðið til búgvið borð hjá bóndafólkunum. Stovan er nevnd eftir húsinum í barmi, Barmslon Kristmar tekur úr Rættin eysturi í barmi. Teir fella seyðin á slættanum hinumegin ánna. Har lættari er hjá tyrluni at sleppa til Seyðurin verður flogin í búrum, sum gjørd eru til endamálið Neyðugt er at fella seyðin, áðrenn hann verður lagdur í búrini, sum tyrlan skal flyta C M Y K 7 6