týsdagur 4. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 209 - 4. november 2003
Nr. 209 - 4. november 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Sum væntað hækkaðu partabrøv
og lánsbrævarentur í farnu viku,
og nú flestu virkini í USA og
Evropa hava kunngjørt roknskap,
varð tað serliga búskaparligar
uppgerðir sum ávirkaðu.
Týdningarmesta uppgerðin var
yvir búskaparvøksturin í USA.
Hendan vísti, at búskapurin í 3.
ársfjórðingi vaks 7,2%, og hetta
er hægsti vøkstur síðani 1984.
Búskaparvøksturin verður dag-
førdur aftur í seinast í novembur
og desembur, og roknast kann
við, at vøksturin tá endar á einum
lægri stigi enn 7,2%. Orsøkin er,
at millum annað lánsumlegging-
ar eiga stóran lut í høga vøkstrin-
um, og møguleikin fyri fleiri um-
leggingum er um at vera av.
Samanumtikið má sigast, at
stór framgongd er staðfest í USA
seinastu mánaðirnar, men mett
verður stundum, at ov skjótt hev-
ur gingið. Hóast lítil ivi er um, at
amerikanski búskapurin er á
rættari leið, skal roknast við, at
búskaparligar uppgerðir til tíðir
kunnu vísa á eina meira hóvliga
gongd. Hetta kann stundum fáa
lánsbrævarentur og partabrøv at
fella aftur.
Týdningarmestu kunngerðir-
nar hesa vikuna verða vinnuálitið
og arbeiðsmarknaðarfrágreiðing-
in (báðar úr USA), ið verða
kunngjørd mánadagin og fríggja-
dagin. Mett verður, at báðar upp-
gerðirnar verða bjartar og kunnu
føra við sær, at lánsbrævarentur
halda stigið ella hækka.
Hósdagin hevur evropiski mið-
bankin mánaðarliga rentufundin.
Marknaðarrák metur ikki, at
ECB broytir evropiska rentustig-
ið. Áhugavert verður kortini,
hvat ECB fer at siga um evrop-
iska búskapin á tíðindafundinum.
Hetta er fyrsti fundur, ið verður
leiddur av nýggja formanninum
Trichet.
Roknskapirnir kunngjørdir í
farnu viku vóru flest allir góðir.
Millum góðu roknskapirnar vóru
teir hjá Ericsson, Danske Bank
og Nordea. Flestu áhugaverdu
roknskapirnir er sum kunnugt
kunngjørdir. Tó er onkur eftir, ið
kann flyta marknaðin. Ein av
hesum er roknskapurin frá Cisco,
ið verður kunngjørdur hósdagin.
Onnur virkir, ið kunngerða hesa
vikuna eru TDC, GN og Lund-
beck, men hesir fara ikki at
ávirka marknaðinar.
Aftur hesa vikuna verður mett,
at partabrøv og lánsbrævarentur
fara at hækka ella halda stigið.
Stigið á marknaðunum er tó
hækkað nógv í seinastuni, so
sannlíkindi er allatíðina fyri
vinningsstaðfestingum, og hetta
kann føra við sær eina øvuta
gongd.
Búskaparliga framgongdin í USA økist
Vika 45, 2003
www.kaupthing.fo
Norðurbryggjan letur upp 27. November:
Portur til Útnorður
MENTANARHÚS
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað gongur eftir ætlan at
innrætta fleiri hundrað ára
gamla pakkhúsið á Grøn-
landsbrygge i Keypmanna-
havn, soleiðis at nýggju
mentanarhúsið fyri londini
í Útnorði, Føroyar, Grøn-
land og Ísland verður latin
upp hósdagin 27. Novem-
ber. Tá verða til steðar
Margretha drotning, danski
forsætisráðharrin og annars
umboð fyri londini í Út-
norði.
Norðurbryggjan
verður annars latin upp fyri
almenninginum leygadagin
29. november.
Talan er um eina sera
spennandi og áhugaverda
verktætlan, sum verður
fíggjað av einum grunni hjá
A.P. Møller og av myndug-
leikunum í Danmark, Før-
oyum, Grønlandi og Ís-
landi. Ætlanin er at Norður-
byggjan skal hýsa mentan-
arligum tiltøkum av ymisk-
um slag úr luttakaralondun-
um og kemur hon harvið
eisini at virka sum eitt port-
ur til Útnorður. Danir og út-
lendingar, sum vilja hava
eina kenslu av, hvat hesi trý
oyggjalondini í Norðurat-
lantshavi hava at bjóða
kunnu við at vitja Norður-
bryggjuna, fáa eina fatan
av, hvat stendur teimum í
boði við at vitja londini.
Umframt at ein partur av
tí
gamla
pakkhúsinum
verður brúktur til mentan-
arlig tiltøk, so fer hon eisini
at vera karmur um so nógv
annað virksemi eisini. Eitt
nú fer íslendska sendistov-
an at halda til har og somu-
leiðis føroyska Viðskifta-
stovan og tann grønlendska
við. Tvs. at húsini verða eitt
slag av umboðstovu fyri øll
londini í Útnorði. Tað verða
so eisini aðrir stovnar og
feløg úr Útnorðurlondun-
um, sum fara at hava inni-
vist í nýggja mentanar-
húsinum í Keypmanna-
havn.
Fyrstu tiltøkini í Norður-
bryggjuni eru m.a. fram-
sýningin "Veiðumentan í
Útnorði", Hasr verða so
eisini mong listalig tiltøk.
Nevdarformaðurin
fyri
Norðurbryggjuna er eingin
mætari enn fyrrv. íslendski
forsetin, Vigdis Finnboga-
dóttir.
Í hesum søguliga og stórbara húsinum fer m.a. føroyska Viðskiftastovan í Keypmannahavn at húsast í framtíðini
Mynd Jan Müller
Elektron-
málið tikið
upp í
samgonguni
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
– Hetta ber í øllum før-
um ikki til. Nú verða
Elektron og Gjaldskip-
anin steðgað mitt í ein-
ari brekku, og tað kann
eingin liva við.
Soleiðis sigur Jógvan
á Lakjuni, formaður í
Rættarnevndini hjá løg-
tinginum, nú Dátueftir-
litið hevur tikið avgerð
í málinum um Gjald-
skipanina hjá Elektron,
sum er steðgað.
Turið Debes Hentze,
forkvinna í Dáturáðn-
um hevur gjørt greitt, at
talan ikki er um pers-
ónsverju, sum er enda-
málið við lógini, men
um vinnupolitikk, sum
hevur til endamáls at
verja føroysk arbeiðs-
pláss og know-how.
– Tað er ivaleyst rætt,
at talan er um pro-
tektionismu. Tað hava
vit ongantíð fjalt, men
tað er sjálvandi ein
spurningur um, hvørt
tað er rætt at hava
vinnuforðingar í eini
lóg um vernd av per-
sónsupplýsingum.
Byrjanin til alt málið
stavar heilt frá fyrst í
90-árunum, tá vandi
var fyri at peninga-
stovnarnir fluttu alt
edv-samskifti av land-
inum. Tað forðaði løg-
tingið fyri tá, og hesin
parturin hekk við, tá
lógin frá 2001 kom fyri
tingið, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Spurningurin er so,
um tað var í løgtingin-
um, at upprunin til alt
rumblið byrjaði. Tað
heldur Jógvan á Lakj-
uni, men hann heldur,
at málið nú er komið ov
langt, og hann ætlar at
taka tað upp í Fólka-
flokkinum á fundi í
dag.
– Eg havi alla tíðina
verið ógvuliga ivinga-
samur í hesum málin-
um. Vit mugu gjarna
verja arbeiðspláss og
servitan í Føroyum, so
hon ikki verður avreitt
av landinum. Men tað
ber ikki til at steðga
allari menning í sam-
felagnum, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Fyrr í ár var málið
aftur fyri tinginum,
men tá bleiv løgtingið
ikki liðugt at viðgera
málið, tí tað fall fyri
tíðarfreistini. Jógvan á
Lakjuni er ógvuliga
misnøgdur
við,
at
Høgni Hoydal kortini
skar ígjøgnum ta ferð-
ina.
Tað er avgerandi
neyðugt, at vit varð-
veita persónsupplýs-
ingar undir føroysk-
um lóggávuvaldi, og
tí var neyðugt at
skera ígjøgnum, sigur
Høgni Hoydal, nú
Elektron og peninga-
stovnarnir hava
stevnt bæði honum
og Dáturáðnum, tí
teir ikki sleppa at
halda fram við at út-
byggja Gjaldskipan-
ina
RÆTTARMÁL
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Síðsta orðið er ikki sagt í
málinum millum Elektron
og løgmálaráðið. Seinna-
partin fríggjadagin stevndi
Elektron bæði Dátueftir-
litið og Løgmálaráðið eftir
10 milliónum krónum í
endurgjaldi í sambandi við,
at
Dátueftirlitið
hevur
steðgað
Gjaldskipanini,
sum verður framd í sam-
starvi við danska PBS.
Sostatt hevur Elektron í
grundini stevnt sær sjálv-
um, tí landið eigur 40 pros-
ent í Elektron. Peninga-
stovnarnir eiga restina.
Elektron stevnir við kravi
um, at Dátueftirlitið verður
dømt at viðurkenna, at av-
gerðin, sum eftirlitið tók í
síðstu viku um persónsupp-
lýsingar, var ólóglig. Har-
afturat verður ført fram, at
kunngerðin um persóns-
upplýsingar, ikki samsvarar
við løgtinglógina.
Turið Debes Hentze, for-
kvinna í Dátueftirlitinum,
segði við Sosialin hósdag-
in, at Dátueftirlitið kundi
ikki handlað øðrvísi. Tí
kunngerðin, sum Høgni
Hoydal lýsti 16. juni í ár, er
ætlað at raka Gjaldskipan-
ina hjá peningastovnum, og
Høgni Hoydal hevði fulla
heimild í lógini at lýsa
kunngerðina. Hon viðgong-
ur, at tað einki hevur við ta
trygd at gera, sum lógin um
persónsupplýsingar
frá
2001 snýr seg um. Hetta er
reinur vinnupolitikkur, sig-
ur hon, tí upplýsingarnar
eru ikki viðkvæmar og
landið, tær fara til, er trygt.
Protektionisma
Sostatt
er
talan
um
protektionismu, sum helst
hevur til endamáls at varð-
veita arbeiðspláss og vitan í
Føroyum. Trupulleikin er
bara, at Elektron ikki vil
verjast.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður við lógarmálum,
vil ikki gera stórvegis við-
merkingar til málið, nú tað
er eitt rættarmál, har hann
stendur fyri skotum. Hann
vísir bara á, at talan er um
ein part í einum nýggjum
lógarkompleksi, sum hevði
til endamáls at verja ein-
staklingin í KT-samfelagn-
um.
Uppi í lógini hekk ein
løgtingsavgerð frá 1994,
sum hevði til endamáls at
forða peningastovnunum at
flyta sítt samskifti av land-
inum, vísir Høgni Hoydal
á.
– Undir viðgerðini legði
Løgtingið dent á, at per-
sónsupplýsingar sum meg-
inregla skulu varðveitast í
Føroyum, og Rættarnevnd-
in nevndi beinleiðis pen-
ingastovnarnar. Tað avger-
andi er, at vit varðveita per-
sónsupplýsingar undir før-
oyskum lóggávuvaldi. Tað
gera vit neyvan, um alt so
líðandi fer av landinum. Tí
løgdu vit upp til, at tú
skuldi hava undantak fyri at
flyta persónsupplýsingar av
landinum. Men tað broytti
Rættarnevndin, sum kravdi
eina herðing í lógini, tí hon
vildi forða peningastovnun-
um at flyta sítt samskifti av
landinum,
sigur
Høgni
Hoydal.
Ivingasamt løgting
Landsstýrismaðurin vísir
sostatt til løgtingið. Men
tað er ein sannroynd, at tað
er ógvuliga ivasamt, hvat
løgtingið heldur um málið.
Fyrr í ár fekk løgtingið
málið til viðgerðar, tí lands-
stýrismaðurin vildi hava
tað ásett í lóg, hvat var
galdandi, so hann slapp
undan at seta tað í kunn-
gerð. Men løgtingið av-
greiddi ikki málið, áðrenn
tingsetan var av, og tískil
datt málið burtur. Eftir tað
skar Høgni Hoydal ígjøgn-
um og lýsti kunngerðina
16. juni, sum steðgaði
Gjaldskipanin.
– Løgtingið súltaði mál-
ið, og tí varð eg noyddur at
gera eina kunngerð. Tað
stendur løgtinginum frítt at
taka málið uppaftur, og tí
havi eg ikki tikið valdið frá
løgtinginum í hesum mál-
inum. Tað er mín ábyrgd at
syrgja fyri, at rættarstøðan
samsvarar við lógina, og tí
kundi eg ikki bara bíða í
ævir eftir løgtinginum,
sigur Høgni Hoydal.
Noktar fyri avbyrging
Eftir stendur spurningurin,
hvørjum Elektron skal verj-
ast ímóti.
– Eg vil ikki verja Elek-
tron ímóti nøkrum. Lógin
forðar ikki fyri samskifti
úteftir, og tað stendur Elek-
tron frítt at samskifta við
PBS. Ætlanin er bara, at
upplýsingar um peningalig-
ar flytingar millum fólk og
stovnar í Føroyum verða
goymdar í føroyskum skip-
anum og ikki uttanlands,
sigur Høgni Hoydal.
Hann óttast ikki rættar-
málið, sum kemur, tí hann
er sannførdur um, at hann
hevur gjørt soleiðis, sum
løgtingið hevur álagt hon-
um. Hinvegin sigur hann
seg vera ógvuliga harman
um, at tað er komið so vítt.
Ein roynd at varðveita vald
Brot úr kunngerð nr. 94 frá juni 2003:
§ 1. Kunngerðin fevnir um persónsupplýsingar og
viðgerð av persónsupplýsingum hjá peninga-
stovnum
§ 2. Persónsupplýsingar og viðgerð av persóns-
upplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høv-
uðsinnihald og –nýtsla eru peningaligar trans-
aktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virk-
semi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í
Føroyum, kunnu ikki flytast av landinum.
Heldur ikki kann ein partur av hesum flytast av
landinum.
Fakta
Høgni Hoydal er komin í rættiliga ódnarveður. Elektron hevur stevnt bæði Dátueftirlitinum og
løgmálaráðnum og sigur, at Høgni Hoydal hevði ikki heimild í lógini at lýsa kunngerðina, sum
steðgar Gjaldskipanini
Myndagerð: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8