týsdagur 4. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 209 - 4. november 2003
Nr. 209 - 4. november 2003
11
Á Norðurlandaráðsfundinum í Oslo nú um dagar-
nar var ein fyri Føroyar sera áhugaverdur og
álvarsligur spurningur umrøddur. Tað var Anfinn-
ur Kallsberg, løgmaður, sum tók spurningin upp.
Tað snýr seg um einki minni enn um trygdina og
umhvørvi í Norðuratlantshavi, ja í veruleikanum
um okkara tilverugrundarlag. Ikki bert okkara
men eisini tað hjá grannatjóðum okkara í útnorði,
Íslandi og Grønlandi.
Løgmaður sær stórar vandar hótta, tá umræður
føroyska havumhvørvið í framtíðini. Ein orsøkin
er økti flutningurin av kolvetnum úr Barentshav-
inum til Amerka, tvs. framvið Føroyum, og hin
hóttanin kemur frá eini aljtóða samtykt, sum hev-
ur við sær, at allur sjógvur frá Gibraltar til Bret-
lands fær serstøðu sum vart øki. Løgmaður vísti í
samrøðu við Sjónvarp Føroya í farnu viku á, at
hetta kann hava við sær, at vandamikla ferðslan
verður trýst norðureftir ímóti Føroyum. Løg-
maður segði við sjónvarpið, at talan kann vera um
skip við vandamiklum farmi, oljuskip, skip við
kemikalum, sum kanska ikki lúka tey allarstørstu
trygdarkrøvini og harvið kunnu stey verða ein
stór hóttan móti umhvørvinum í føroyskum
sjógvi.
Anfinnur Kallsberg bar sum sagt hetta uppá mál í
Norðurlandaráðnum herfyri. Hann segði við sjon-
varpið, at nýggju altjóða reglurnar mugu eisini
fevna um okkara øki og fekk løgmaður fulla
undirtøku frá hinum norðurlondunum at fremja
eitt átak, soleiðis at okkara havøki i Norður-
atltanshavi fær somu trygd sum øki aðrastaðni.
Løgmaður sigur, at hendir ein stór vanlukka so
eru vit neyvan før fyri at tacla hana optimalt men
vit eru betri før fyri tí í dag enn fyri 10 árum
síðani. – Sjálvandi verða vit ongantíð fult út til-
reiðar at taka okkum av eini vanlukku skuldi hon
hent í føroyskum sjógvi og tí er tað so umráðandi,
at vit eiisni hava skipað viðurskifti um tað saml-
aðu trygdina i hesum havumhvørvinum sum vit
eru í.
Uppskotið hjá løgmanni er nú latið umhvørivs-
ráðharrunum í Norðurlandahráðnum at arbeiða
víðari við. Eitt skilagott og sera viðkomandi upp-
skot, sum okkara løgmaður her nemur við og sum
vónandi eisini fer at fylla nógv í Oljumálaráð-
num, nú tað eftir ætlanini í framtíðini fer at leggja
seg enn meira eftir at umrøðu umhvørvismál. Ein
uppløgd uppgáva hjá – hvør veit – kanska tí
»nýggja« umhvørvismálaráðnum at taka sær av.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Mugu betra um trygdina
í Norðuratlanshavi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Undirritaði bleiv av Her-
geiri Nielsen lagdur undir
at birta uppundir enn størri
samfelagsligan rakstur, –
neyvan kann nakað vera
meira skeivt.
At blanda løgu og rakstur
saman er kanska í huga-
heimi Hergeirs eitt feitt,
men ikki hjá mær.
Tað er nevniliga ikki
íløgurnar, sum gjørdar eru
sum koma at hvølva sam-
felagsskútina, men tann al-
samt økti vøksturin í rakstr-
arútreiðslum landskassans.
Eisini kappingarføri okk-
ara er versnað ca. 25%
seinastu árini m.a. orsakað
av nógv øktu lønarútreiðsl-
unum á privata arbeiðs-
marknaðinum og spurning-
urin er um ikki hetta er ein
av orsøkunum til stóru út-
flutningsnøgdirnar av rund-
um feskum fiski?
Sambært uppgerð frá
Hagstovuni eru vøksturin í
Almennu fyrisitingini frá
1998 til og við 2002 fylgj-
andi í krónum:
Almenna
nýtslan
er
vaksin við 790 milliónum
frá 1998 til 2002. Almenna
nýtslan vil siga nýtslan hjá
landið, kommununum, al-
mennum grunnum og ríkis-
stovnum í Føroyum. Hetta
er ein vøkstur á í miðal 9%
um árið.
Meginparturin av vøkstr-
inum eru lønir. Tær vuksu
tilsamas við 515 mió. krón-
um í tíðarskeiðnum, sí talv-
una niðanfyri:
Vøkstur í lønar-
útreiðslunum
1998-1999
98 mió.
1999-2000
122 mió.
2000-2001
119 mió.
2001-2002
176 mió.
Tilsamans
515 mió.
Siga vit at 3,5 størv eru
uppá milliónina svarar tað
til at tað almenna hevur sett
185 nýggj størv um árið frá
1998 til 2002.
Yvirlitið niðast vísir løn-
arútreiðslurnar í landsfyri-
sitingini frá 1998-2002:
Ein vøkstur uppá í miðal
knapt 129 mió. krónir um
árið, ella í miðal 8,7% um
árið.
Aðalfyrisitingin
hevur
sett í meðal 24 nýggj størv
um ári frá 1998-2002.
Lønarútgjaldingar innan
privata sektorin, fiskivinnu,
og servicuvinnuna minka
støðugt í løtuni, meðan
kruvin fyri almennar lønir
bert gongur ein veg nevni-
liga
støðugt
uppeftir.
Økingin í almennu lønarút-
reiðslunum í komandi ári
verða umleið 100 mió.
krónur.
Tað er rímiliga lætt at
minka og stýra kostnaðum í
samb. við íløgur sum ikki
hava rakstarútreiðslur við
sær framhaldandi.
Hinvegin er tað, at man
letur
rakstarútreiðslunar
ótálmandi økjast innan al-
mennu umsitingina ein
sera stórur trupuleiki, tí tað
er nærmast vónleyst at
minka henda aftur.
Hvør tosaði um sjálvber-
andi búskap?
Himmalfluktin í almennu
rakstrarútreiðslunum heldur fram
Vøkstur
Veruligi
í lønarútr.
Miðal
miðal lønar-
Størv
Heimastýrið
1998-2002
lønarvøkstur
vøkstur
um árið
Aðalfyrisiting
56.746.478
14.186.620
6.978.648
24,4
Rættarmál
1.160.615
290.154
256.191
0,9
Vinnubúskaparlig mál
44.006.930
11.001.733
6.865.536
24,0
Umhvørvisvernd
-23.640
-5.910
-20.820
-0,1
Heilsumál
74.482.614
18.620.654
3.367.576
11,8
Mentamál
8.944.631
2.236.158
1.178.743
4,1
Undirvísingarmál
100.376.781
25.094.195
6.793.925
23,8
Almannamál
65.620.081
16.405.020
4.413.681
15,4
Tilsamans
351.314.490
87.828.623
29.802.772
104,3
Kelda: Vinnuhúsið
TÍÐINDASKRIV
Tórshavnar Bátafelag
Tórshavnar Bátafelag hevði
ársaðalfund tann 8. okt
2003 í hølum felagsins.
Øll nevndin bleiv aftur-
vald.
Á nevndarfundi tann 27.
nov. skipaði nevndin seg
soleiðis:
Kartni Olsen,
formaður
Øssur Hjalt,
næstformaður
Alvi Nielsen,
kassameistari
Páll Klein,
skrivari
Erhard Mortensen,
nevndarlimur.
Eyðkalimir:
Petur Jensen
Jegvan Bæk
Felagið veksur alsamt, og
hevur nú meiri enn 600
limir.
Hugnaligu felagshølini
niðri í Vágsbotni eru opin
mánakvøld og mikukvøld
kl. 20.00 til 22.00, og
leygardag kl. 10.00 til
12.00. Tá hittast limirnir
til ein kaffimunn og
hugnaligt prát um alt, sum
hevur við bátar og sigling
at gera, og mangt, mangt
annað.
Bátafelagið heldur fram við somu nevnd
VIÐMERKINGAR
Kai Vágfjall
Tað sær út sum, at javnað-
arflokkurin er rættuliga far-
in í hernað mótvegis tjóð-
veldisflokkinum, og serliga
formanninum Høgna Hoy-
dal. Vápnini eru ongantíð
nóg ljót ella skitin. Hampa-
fólk øtast og undrast, og
mong hava tikið til pennin,
eins og undirritaði.
Ein kann spyrja, hvat er
gali hjá javnaðarflokk-
inum? Haldi bara eg kann
taka undir við øðrum, sum
eru komin við boðum uppá
hendan spurningin, at tað er
»frustratión«, sum fær tey
at bera seg so at. Flokkurin
stendur bara á síðulinjuni
uttan ávirkan og rópar
ókvæmisorð. Hesa støðu
hevur hann bara sær sjálv-
um at takka sær fyri, við
sínum afturhaldandi og
tvøra politikki, ella rættari
sagt tørvandi boð uppá
politik, og sum handlangari
fyri fremmant yvirvald.
Orð sum nasistar, fasist-
ar, krýstallnáttin, Hitler,
Stalin, bølmenni í Albania
og hvat veit eg, verða brúkt
um formann floksins. Tá so
Høgni Hoydal, sum enn
ikki hevur stevnt nøkrum
fyri ærumeiðing, mælir til
siðiligheit, og at vanda sær
um orðini, gerðast hesi fólk
púrasta frá sær sjálvum av
øði, og í blindum haturi og
illsinnisherðindum halda
tey á at kalla, útspilla og
dálka hann og flokkin.
Ringasta orðavæl, sum ein
helt bara var at finna úti á
gøtuni, draga tey inn á okk-
ara fyrr so tignaliga løg-
ting.
Nú eina náttina varð
hakakrossurin hjá týsku
nasistunum málaður uppá
ein samkomubygning í
Klaksvík. Um tað er ein av-
leiðing av hesari javnaðar-
øsing veit eg ikki, men tað
er nærliggjandi at hugsa so.
Frammferð og øsing javn-
aðarmanna elir í hvussu so
er ikki til tað øvugta, so eg
spyrji, hvat verður tað
næsta?
Í eini grein í bløðunum í
síðstu viku misbrúkar for-
maður
javnaðarfloksins
undir heitinum »Tey reinu
– tey røttu – tey rættvísu«,
sjálvt Orð Guds. Hann
samanlíknar Høgna við
farisearan í templinum og
seg sjálvan við tann neyð-
ars tollaran. Eisini mis-
brúkar hann myndina um
flísina og bjálkan. At tveita
hetta eftir Høgna, heldur
enn at brúka tað uppá seg
sjálvan er skelkandi. Ein og
hvør eigur fyrst og fremst
at rannsaka seg sjálvan, um
viðkomandi sjálvur hevur
nakran bjálka ella flís í egn-
um eyga. Men kanska fari
eg skeivur. Jóannes hevur
kanska
rannsakað
seg
sjálvan, og bara ongan
bjálka ella flís funnið hjá
sær sjálvum? Hvør er tá
farisearin og hvør er tollar-
in? Hetta kunnu lesararnir
sjálvir meta um. Lat okkum
sleppa undan slíkari guds-
spottan.
Í somu grein skrivar
Jóannes: »Ikki tí, Høgni
Hoydal er í orðavali og
framburði vanliga sera
hampuligur...«. Her er okk-
urt, sum ikki samsvarar í
nevndu grein. Í øllum før-
um hevur formaður javnað-
arfloksins givið »bølmenn-
inum« í tjóðveldisflokk-
inum besta skotsmál. Er tað
hetta sum innast inni pínir
javnaðarfólk, at tey ikki
liva upp til at brúka eitt
hampuligt orðaval og fram-
burð, og so fær tey at gart-
era so í av reinari øvund?
Annars er greinin sera
óndsinnað og full av lygn-
um, haturi og á allan hátt
ósømulig. At hugsa sær, at
greinin er skrivað av einum
sum bjóðar seg fram sum
løgmannsevni. Neyðars før-
oyingar.
Øsingarherferðin mikla
Kim Simonsen
Regin Eikhólm skrivar eitt
svar til mín um greinar um
Erasmus Montanus, ið nær-
um kundi líkst einum veru-
ligum bókmentakjaki, men
til endans enda vit aftur í
føroyska kjakflórinum, har
eg skal svínast til (sum eg
eri vanur við). Sjónarmiðið
hjá Eikhólm, var sum so, at
eg ikki havi skilt ella virði
dualitetin
í
figurinum
Erasmusi, at hesin bæði
hevur rætt og í støðum tek-
ur feil. Hetta kom fram, tí
eg setti meg at rokna hvat
Erasmus Montanus hevur
verið brúktur til í føroysk-
um kjaki, ella meiri hvussu
hann hevur verið (mis)brúkt-
ur. Í hesi leitan kom eg
fram á eitt stað, har Eik-
hólm samanber varaløg-
mann við hendan Erasmus,
sum so ómetaliga nógv
onnur. Hetta er ikki tað
minsta originalt og er gjørt
tíggju túsund ferðir fyrr.
Har eg so seinni í frøðlig-
um greinum í Sosialinum
vísti á, at hesin Montanus
er ein kompleksur persón-
ur, ið tí mest av øllum altíð
hevur verið misskiltur og
misbrúktur, av einari svart-
ari og hvítari hugsan. Hetta
tikist Eikhólm at vilja góð-
taka nú, og vísir seg nú
(gjøgnum
nærum
alla
greinina) sum ein gløggur
lesari
av
sjónlekinum
Erasmus Montanus, men til
endans dugir hann tó ikki at
lesa og fasthalda hvat eg
(og hann sjálvur) júst segði
um Montanus, at hann um-
boðar bæði tað rætta og
hevur síni hábrøgd, tí nú er
tað eg sum havi eitt Mont-
anus kompleks, t.v.s. at
hann mótsigur síni egnu
tulking og mínari, ið hann
ikki vil skilja ella dugir at
lesa, nú er Montanus ein
slíkur, ið man bert kann
hava eitt kompleks yvir at
líkjast og her er hansara
gamla tulking tí undir
skinninum.
Vit taka hetta einaferð
enn, tí hesin logikkur er so
avanserður, at vit noyðast at
lesa Eikhólm í slowmotion,
sum við øllum sjálvmálum
er stuttligt at síggja tey
aftur og aftur. Tað løgna við
svarinum hjá Eikhólm er
sum so, at vit (fyrst) eru so
rørandi samdir, nærum
gjøgnum alt svarið, har
hann so at enda hálar ikki
eina hálva syllogismu úr
hattinum sum Montanus,
men hvat verri er ein fúlan
ræstan føroyskan ad hom-
inem (eftir manninum ikki
bóltinum) slutning ella
konklusión, tí nú er tað eg,
ið havi eitt Erasmus Mont-
anus kompleks. Hetta er
veruligani
logikkur
og
argumentatión á høgum
støði, har allar hvítar kanin-
ir gerast gráir fressar, um
hesin maðurin annars tímir
at sveiggja sín gandastav, tí
nú fastheldur hann eina
tulking av Montanusi, sum
hvørki eg ella hann sjálvur
standa inni fyri. Eg líði
altso ikki undir mínari egnu
tulking av Montanusi, ið
Søren Kierkegaard, Henrik
Stangerup og Georg Brand-
es eisini komu við, men
undir henni hjá Eikhólm,
sum han sigur seg ikki
hava! Hetta má vera tað
sum Derrida kallar dekon-
struktión, at man finnur
fram til mótsetningar í ein-
um argumenti, sum man so
upploysir, fyri at stilla alt
upp aftur har alt er vent á
180 stig á høvdið. Glaðar
søgur eru í veruleikanum
tristar og tristar eru innast
inni glaðar. Eikhólm de-
konstruerar tí sítt egna
argument við ákæruni um
eitt Montanuskompleks.
Eg tími ikki at (ill)gita,
sum Eikhólm ger um meg,
um hvat feilar hesum Eik-
hólm, ella at psykoanalys-
era hann fyri kompleks,
paranoia ella ótta fyri býar-
bussum, tað er eins absurd
sum tað hann ger við meg,
t.v.s. stillar eina diagnosu
um at eg havi eitt løgið
kompleks, at eg líði undir
hansara feiltulking av ein-
um 200 ára gomlum sjón-
leiki eftir Holberg gamla.
Fingu tit hatta við?
Tað er enn langt frá at de-
konstruera seg sjálvan til
veruliga
rekonstruktión,
realismu og perspektiv. Tað
er torført at liva við kom-
plementariteti, sum tað eis-
ini var hjá Bohr og Ein-
stein. Hvørjaferð teir møtt-
ust ella skrivaðu saman
vísti Bohr á, hvat næming-
urin Heisenberg hevði lært
hann, at partiklar í einum
atomi vera ávirkaðir av
hvussu tú roynir at mála
teir. Tað er tí ógjørligt fyri
Eikhólm, fyrst at vera Bohr
eina løtu og so Einstein til
endans og kanska Bohr
restina av tíðini.
Eg dámi annars væl nógv
at tí Eikhólm hevur skriva
og havi ikki klipt heilt fáar
greinar út eftir hann, serlig-
ani um mál, ið mangan um-
boða fleiri góð sjónarmið
enn føroyskir málfrøðingar,
teir slóknaðu vitar, annars
hava tvætla um í eini 80 ár.
Eitt sjálvmal í slowmotion
– at dekonstruera seg sjálvan
Heðin Mortensen
formaður í
mentanarnevndini
Skilji væl, at Leivur Han-
sen hevur stórar trupul-
leikar í politikki. Tað má
vera møtumikið at standa
uttan fyri alla ávirkan, tá
ið talan er um at taka av-
gerðir.
Leivur hevði møgu-
leikan at gera seg gald-
andi í samband við
skúla- og hallarbygging-
ina í Kollafirði, men
hann gjørdi onki, lat bara
standa til. Nú má so sam-
gongan taka upp eftir
honum og føra út í lívið
brotin lyftir frá Leivi;
men hetta megna vit eis-
ini, sum víst hevur verið
á.
Tað kann ikki burtur-
forklárast, at Leivur í
fíggjarnevndini
gjørdi
eina tilráðing, sum gekk
ynskinum hjá kollfirð-
ingum beint ímóti, og at-
kvøddi hann eisini ímóti
hesi ætlan á opnum bý-
ráðsfundi. At Leivur fekk
kaldar føtur, tá ið allir
kollfirðingarnir sótu í
býráðssalinum og fylgdu
við orðaskiftinum, er ein
onnur søga, sum eg ikki
skal koma inn á her.
Leivur sigur í greinini
hjá sær, at sjálvandi
hevði besta og ruddilig-
asta loysnin verið, at
samanlagda kommunan
tók við, har sum Kolla-
fjarðar Kommuna slepti,
tá samanleggingin fór
fram
á
nýggjárinum
2001.
Eftir hesum úttalisi
uppá skrift, so tekur
Leivur ikki udir við nú-
verandi ætlan hjá Hallar-
stuðulsnevndini, so er tað
skorið út í papp.
Nei Leivur, ætlanin hjá
tær hevði í fyrsta lagi
kostað Tórshavnar Komm-
unu eina íløguætlan, sum
kom uppá 40 mió kr.
Ongin íløguætlan hevði
klárað hetta, og komm-
unurnar hava jú eitt
íløguloft. Nær heldur
Leivur, at hetta ynski-
projekt hevði kunnað
verið gjøgnumført? Í
øðrum lagi leyk sjálv
ætlanin ikki á nakran hátt
ásetingunum í nýggju
fólkaskúlalógini, og vit
høvdu framvegis eina
fimleika- og venjingar-
høll og ein skúla undir
jørð.
Sera áhugavert er at
síggja øll referatini, sum
vísir kostnaðin og gongd-
ina í málinum um skúla-,
fimleika- og venjingar-
hallarbyggingina. Her er
Leivur eisini við sum
kunningarmaður á øki-
num. Hetta er ætlanin,
sum Leivur saman við
kollafjarðarnevndini vil
hava. Sig so ikki, at her
er
fíggjarstýring
og
visiónir, tá talan er um
skúla- og venjingarhall-
arbygging.
Á forfundi til býráðs-
fund á vári 2001 segði
Leivur Hansen hesi orð
»Henda byggiætlan er
nakað, sum ein nevnd
samansett av fólki í
Kollafirði hevur arbeitt
við, og hetta má metast at
vera eitt ørvidisprojekt,
ynskidreymar, sum koma
at kosta 40 mió kr. Bý-
ráðið
kundi
kanska
moralskt tikið undir við
hesum uppskoti um so
varð, at bæði skúli og
høll kostaði 20 mió kr«.
Sostatt vildi Leivur
Hansen ikki kennast við
sítt egna barn.
Tvær
ferðir
hevur
Leivur
nú
mótmælt
byggiætlanini í Kolla-
firði. Nú fáa vit at síggja,
hvussu
verður
triðju
ferð?
Haldi, at Leivur skal
greiða kollfirðingum frá,
hví onki orð stóð í saman-
leggingaravtaluni
um
skúla og ítróttarhøll?
Hvat tú sigur, heldur ikki
í politikki. Talan var jú
um at leggja tvær stórar
kommunur saman, og tá
eiga skrivligu avtalurnar
at verða greiðar, ella
hvat? Her hevur Leivur
eitt forkláringsproblem.
Kollfirðingar
skulu
ikki hava nakra lappa-
loysn frá tær. So gott er,
at tú onga ávirkan hevur
á avgerðir, sum verða
tiknar í dag. Teir skulu
hava ein framtíðarskúla
frá 1. til 9. flokk og eina
Ítróttar- og Samkomu-
høll, sum lúkar øll sam-
felagskrøv í dag.
Vit ganga ynskinum
hjá kollfirðingum á møti,
og nú hendir nakað á øki-
num.
Heðin bakkar ikki frá
givnum
lyftum,
sum
Leivur Hansen.
Eg meini tað Leivur
C
M
Y
K
11
10