týsdagur 4. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 209 - 4. november 2003
Nr. 209 - 4. november 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Fríggjadagin 31.
oktober, varð mót-
tøka hjá P/F Havnar
Timburhandli á Hálsi
í sambandi við at 75
ár eru liðin síðan fyri-
tøkan var stovnað.
Umleið 250 fólk
stukku inn á gólvið
hendan dagin
Fyri at markera at 75 ár
vóru liðin, síðan P/F Havn-
ar
Timburhandil
varð
stovnaður tann 8. august
1928, var móttøka í Hálsi
seinasta fríggjadag.
Eisini eru 25 ár liðin
síðan fyritøkan flutti av
keiini og niðan á Háls.
Eftir størsta eldibrandin í
Føroya søgu, 19. desember
1987, tá Havnar Timbur-
handil brann í grund, reist-
ist fyritøkan aftur og er í
dag ein stór fyriutøka við
fleiri deildum og døttur-
feløgum.
Í øllum deildum og
dóttirfeløgum eru í dag um-
leið 70 starvsfólk. Stjórar í
P/F Havnar Timburhandli
eru Heini Fosaa og Jógvan
Jørgensen.
Til móttøkunu seinasta
fríggjadag komu viðskifta-
fólk, samstarvsfelagar og
onnur inn á gólvið.
P/F Havnar Timburhandil 75 ár:
Reistist aftur úr øskuni
Jan á Argjum, frá Havnar Timburhandli, saman við Bent á Lava og Eyðun Hansen frá Balslevs
Timburhandli
Mynd: Jens Kr. Vang
Pauli Ellefsen, Sverri Hansen og Heini Fosaa
Mynd: Jens Kr. Vang
Magnus Magnussen, el-innleggjari og Jógvan Jørgensen, stjóri í Havnar Timurhandli
Mynd: Jens Kr. Vang
Jenny Fosaa, kona fyrrverandi stjóran, Eivind Fosaa, og
mamma núverandi stjóran Heina Fosaa
Mynd: Jens Kr. Vang
Heini Fosaa, stjóri í
Havnar Timburhandli og
Jørn Astrup Hansen, stjóri
í Føroya Banka
Mynd: Jens Kr. Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
4. november. Otto. Ivingarsamt er hvør hesin Otto er, men líkt er til, at sipað verður til
biskupin Otto úr Bamburg, sum doyði í 1139.
Navnið et týskt og merkir ríkidømi.
Thomas Lenvig 80
ár
Sunnudagin 2. nov. fylti
Thomas Lenvig í Klaksvík
80 ár. Thomas er lærara-
lærdur, og hann var lærari í
Klaksvík fram til í 1987, tá
ið hann fór úr starvi. Hann
er framvegis byrgur og sæst
ofta við súkkluni á veg
heim í býin ella út eftir
Oyravegnum. Ofta er hann
eisini á ferð til og úr
høvuðsstaðnum, har hann
vitjar í sambandi við skriv-
ligt arbeiði, sum hann
framvegis fæst við.
Thomas Lenvig er ættað-
ur úr Hesti. Foreldrini vóru
Hans Frederik Lenvig í
Hesti, og Súsanna Malena,
sum var fødd Joensen og
ættað úr Nólsoy. Thomas
leyk
prógv
á
Føroya
Læraraskúla í 1946. Tvey
tey fyrstu árini var hann
lærari í Bø og í Gásadali,
eitt stutt skifti var hann lær-
ari í Leynum, og frá 1950
og til í 1956 starvaðist hann
í Norðdepli. 1. september í
1956
varð
hann
settur í fast starv í
Klaksvík, har hann
eisini hevði verið
1948-49.
Síðani
Thomas
legði lærarastarvið
frá sær í 1987, hevur
hann ikki ligið á tí
løtu síðuni. Hann
hevur hildið fram
við mentunararbeið-
num, sum hann
hevði fingist við,
meðan hann var lær-
ari. 1977-78 hevði
hann verið á árs-
skeiði
á
Føroya
málsdeildini, og síð-
ani las hann til exam. art í
norðurlendskum,
serliga
føroyskum máli og bók-
mentum. Seinni fór hann
undir høvuðsgreinalestur á
Føroyamálsdeildini, og í
1991, tá ið hann var 68 ára
gamalur,
tók
hann
cand.phil prógv. Í 1995 gav
hann út ritgerðina Fyrsta
føroyska skaldsøgan. Regin
í Líð: Bábelstornið, og í
sambandi við ritgerðina læt
hann keldusavnið Fræls-
mannamál – blaðgreinir,
fólkafundir, røður prentað
og geva út.
Umframt at undirvísa í
fólkaskúlanum, undirvísti
Thomas Lenvig 1958-68 í
Klaksvíkar Handilsskúla,
og hann luttók í mentunar-
lívinum í Klaksvík. Eitt nú
hevur hann spælt sjónleik.
Seinasta ferðin, hann stóð á
palli, mundi vera, tá ið
klaksvíkingar miðskeiðis í
seksti
árunum
spældu
Magnus á loftinum í Før-
oya Banka. Saman við øðr-
um tók Thomas Lenvig í
1959 stig til at geva Hugna-
lig jól út. Umframt hann
vóru tað John Reid Bjarta-
líð, Óli Dahl, Alex Sólstein
og Johan Nielsen, sum tá
var prestur í Klaksvík, ið
stóðu fyri útgávuni av jóla-
blaðnum, ið kom út 25
ferðir.
Í 1965 kom Aftursagnar-
bókin, sum Thomas hevði
fyrireikað saman við øðr-
um, og í 1972 gav hann út
savnið eftir S. M. Zacharia-
sen: Ein yrkjari á útoyggj. Í
1994 skrivaði hann minn-
ingarritið Norðoya Spari-
kassi 75 ár.
Thomas Lenvig giftist í
1949 við Maluni, fødd
Zachariasen. Hon var úr
Klaksvík. Foreldrini vóru
Símun Petur Zachariasen,
sum var ættaður av Kirkju
og var lærari í Klaksvík,
fyrsti stjórin í Norðoya
Sparikassa og løgtingsmað-
ur, og Cathrine Maria, sum
var av Dalinum í Klaksvík.
Malan og Thomas bygdu
omanfyri hjá foreldrum
hennara úti í Grøv. Tey
fingu tvær døtrar – Súsanna
og Mildrid. Tað var ein
dyggur smeitur hjá Thom-
asi, tá ið hann fyrst misti
konuna og síðani yngru
dóttrina. Súsanna er gift við
Bjørn Kastalag, og tey
búgva í Klaksvík.
Verfaðirin var ein av
fleiri brøðrum, sum vóru
frammarlaga í Sjálvstýris-
flokkinum. Thomas hevur
altíð verið og er framvegis
íðin sjálvstýrismaður. Hann
hevur verið virkin í Sjálv-
stýrisflokkinum.
Tá
ið
flokkurin 1963-66 var part-
ur av sjálvstýrissamgong-
uni, sum fyrsta samgongan
millum Fólkaflokkin, Tjóð-
veldisflokkin, Sjálvstýris-
flokkin
og
Framburðs-
flokkin hjá Kjartani Mohr
varð nevnd, var Thomas
Lenvig blaðstjóri á Tinga-
krossi, umframt at hann var
lærari.
Magnus Kjelnæs
heiðraður av
drotningini
Í sambandi við at Magnus
Kjelnæs í Klaksvík tann 1.
november 2003 hevði ar-
beitt hjá Føroya Bjór í 50
ár, var samkoma hildin á
fyritøkuni
saman
við
starvsfólkunum
seinasta
fríggjadag.
Á samkomuni helt Magn-
us sjálvur talu, har hann
segði frá um tíðina, hann
hevði arbeitt á fyritøkuni
og tær ómetaliga stóru
broytingarnar, sum vóru
farnar fram hesi árini.
Stjórin á Føroya Bjór,
Einar Waag, segði eisini
nøkur orð og handaði hon-
um gávu frá fyritøkuni og
eina »belønningsmedalje«
sum hann hevði fingið frá
drotningini fyri langa og
trúgva tænastu.
Magnus fekk eisini gávur
og heilsanir frá starvsfólk-
unum.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, hevur her handað Magnusi Kjelnæs »belønningsmedaljen« frá
Margrethu drotning fyri langa og trúgva tænastu
C
M
Y
K
13
12