Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 4. november 2003 15 Fara at byggja stórt mentanarhús í Runavík Sambært ætlanini hjá Mentanarhúsfelagnu m, verður ætlaða mentanarhúsið í Runavík einar 800 fermetrar stórt. Runavíkar kommuna hevur víst felagnum á eitt øki, og gongst sum ætlað, er hugs- andi, at spaki verður settur í um hálvt annað ár ella so BYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnudagin hevði Mentan- arhúsfelagið í Runavíkar kommunu aðalfund í bý- ráðssalinum í Saltangará. Umframt nevndina, vóru eini 20 fólk møtt á fundin- um, har formaðurin, Kári Thorsteinsson, legði fram ársfrágreiðing og roknskap felagsins. Eitt modell av ætlaða mentanarhúsinum, sum Eyðun Petersen, verk- frøðingur, hevur gjørt, varð eisini víst fram. Nývald í nevndina varð Doris Djurhuus, og nýggir tiltakslimir eru Nina Peter- sen og Bárður Højgaard. Hini í nevndini eru Kári Thorsteinsson, formaður, Hans Olsen, Eyðun Gaard- bo og Kenneth Rasmussen. Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg enn, men væntandi er, at Kári Thor- steinsson heldur fram sum formaður. Tað verður greitt í hesi vikuni. Endurstovnað Málið hjá Mentanarhúsfel- agnum er, sum tað liggur í navninum, at byggja eitt mentanarhús í kommununi. Felagið aftanfyri hesa ætlan hevur sína søgu. Tað var í 1975, at eitt bygdar- húsfelag varð stovnað í kommununi við sama enda- máli. Fyrst í áttatiárunum datt felagið niðurfyri, men varð seinni endurstovnað undir nýggja navninum, Mentanarhúsfelagið. Longu, meðan bygdar- húsfelagið var virkið, savn- aði felagið nakað av pen- ingi til endamálið, og hesin peningur er so fallin til nýggja felagið, sum eisini hevur havt ymiskt tiltøk, eitt nú fyrilestrar, kvøldset- ur, sjónleikir og konsertir. Í dag eigur felagið nakað av peningi at arbeiða við. Ætlanin nærkast Í nøkur ár hevur Mentanar- húsfelagið saman við kommununi leitað eftir einum øki, har húsið kann byggjast. Nógv økir hava verið uppi og vent, men nú er hendan leitanin eftir øll- um at døma komin undir land. Mentanarhúsfelagið og Runavíkar kommuna eru samd um, at best egnaða økið til bygging av einum slíkum húsi er vestanfyri skúlan í Runavík – á leiðini millum skúlan og húsini hjá Meinhardi. Kommunan eigur hetta økið og hevur víst felagn- um á, at her kann húsið hóskandi byggjast. Enn er lendið ikki keypt, og sam- ráðingarnar við kommun- una eru ikki lidnar. Nevnd- in í felagnum heldur, at júst hetta økið er sera væl egnað. Ætlanin er at útbyggja skúlan í Runavík, og tí verður hugsað, at eitt frukt- argott samstarv kundi verið millum skúlan og mentan- arhúsið, tá ið bygningarnir koma at liggja so tætt uppat hvørjum øðrum. Byggja samstundis Kenneth Rasmussen, sum situr í nevndini í Mentanar- húsfelagnum, dugir ikki at siga, nær byggingin av mentanarhúsinum byrjar, men óhugsandi er ikki, at spakin verður settur í um hálvt annað ár ella so. – Vit miðja eftir at byrja um somu tíð, sum Runa- víkar skúli verður útbygdur. Vit hugsa okkum, at hetta kundi verið praktiskari og kanska eisini nakað bíligari við tað, at amboðini tá eru á staðnum. Hann vísir á, at enn er eingin endalig kostnaðar- meting gjørd. – Higartil eru bara høv- uðslinjurnar lagdar í rími- liga fastar rammur, men ar- beiðast má víðari við ym- isku detaljunum. Kenneth sigur, at felagið hevur ikki søkt um nakra fígging. Áðrenn tað verður gjørt, mugu øll viðurskifti við grundøkinum og tekn- ingum verða komin uppá pláss. Sjónligur bygningur Ætlandi verður mentanar- húsið í Runavík einar 800 fermetrar stórt – í einari hædd og onkustaðni í tveimum. – Vit hugsa okkum, at mentanarhúsið fer at skipa fyri ymiskum tiltøkum, ið líkjast teimum, sum eru í mentanarhúsinum í Fugla- firði. Her verða tiltøk fyri øll, og somuleiðis er ætl- anin, at onnur skulu kunna leiga húsið til ymiskar aktivitetir. Kenneth Rasmussen væntar, at fyrireikingar- arbeiði, ið eftir er, skuldi verið komið væl áleiðis um eitt ár ella so – Vit halda, at økið, sum kommunan hevur víst felagnum á, liggur ógvuliga væl og sentralt fyri, tí her fer mentanarhúsið at síggj- ast bæði av Gøtueiði, av vestara armi á Skálafjørð- inum og úr allari Runavíkar kommunu, sigur hann at enda. Ætlandi verður mentanar- húsið í Runavík bygt á hes- um øki – millum skúlan í Runavík og húsini hjá Mein- hardi. Mynd: Vilmund Jacobsen Nýggju trolararnir hjá P/F Beta, Bakur og Stelkur, landaðu 300.000 pund av upsa í Saltangará mánadagin FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánamorgunin landaðu nýggju trolararnir hjá P/F Beta, Bakur og Stelkur, í Saltangará. Samlaða veiðan vá út við 300.000 pund, og meginparturin var upsi. Ragnar Olsen sigur, at umleið helmingurin av veiðini verður seld føroysk- um virkjum, meðan hin helmingurin fer at land- inum. Frægari upsaprísur Spurdur um prísin, sigur hann, at upsaprísurin í dag liggur millum 3,50-4 kr. fyri kg., og tað er umleið ein króna meira, enn tá ið prísirnir vóru lægstir í summar og tíðliga í heyst. Áður hevur Ragnar sagt, at tað stóð upp og niður hjá nýggju Beta-trolarunum fyrra hálvár í ár, men hann ásannar, at gongdin versn- aði í juli og august. – Tað er ein bati, at prís- irnir eru kvinkaðir uppeftir aftur, men tað skal nógv til, áðrenn vit kunnu siga, at tað hevur gingið hampiligt í ár. Garantieftirlit Ætlandi skuldu nýggju skipini til garantieftirlit síðst í hesum árinum, men eftirlitið er nú útsett til komandi summar, tá ið skipini helst fara niður til Spaniu, har tey eru bygd. – Tískil verða skipini í vinnu í vetur og í vár, tá ið væntast kann, at frægast kemur burtur úr. Summarið er vánalig fiskitíð, og tá eru prísirnir oftast lágir, leggur Ragnar Olsen aftrat. Upsin eru nú eina krónu dýrari Bakur og Stelkur landaðu í Saltangará mánamorgunin. Helmingurin av veiðini fer til føroysk virkir, meðan hin helmingurin fer av landinum Mynd: Vilmund Jacobsen 15 14 Nr. 209 - 4. november 2003 VIÐMERKING Peter O.K. Olofson Klaksvig Vi elsker jer kvinder. Vi kan ikke andet end elske jer. I kvinder, i hvem vi er undfanget. I kvinder, som har båret os. I kvinder, som har født os. I kvinder, som har givet os bryst. Har trøstet os. Sat plaster på os. Opmuntret os. Rejst os, når vi er faldet. Taget os ved hånden og har ledt os. Lad det være sagt højt og klart og tydeligt: Vi elsker jer. I tog os alvorligt og I kendte jeres etiske ansvar. Nogle af jer stod alene. Nogle af jer var under pres. Nogle af jer kendte øjeblik- ke, hvor alt gik i sort. Men I skrev jer ind i historien ‘for livet’ (pro vita). Andre opfordrer os i disse tider til at skrive ‘for livet’ (Am- nesty International), men I – vores mødre – har alle- rede gjort det i gerning, da I gav os husly de første ni måneder. Et brev i kød og blod. Vi kan simpelthen ikke andet end elske jer og takke jer!!! Og den tak gælder også alle jer, der stod på vore mødres side og støttede dem, når de var trængt. I, der kæmpede imod dobbeltmoralen og hykleriet, der bl.a. siger, at bare det ikke opdages, gør det ikke noget. Elskede kvinder: Vel var vi i jeres krop, men I vidste, at vi ikke var jeres krop, en gevækst, der efter behag kunne fjernes. Vi var ikke jeres krop, men jeres børn. Helt fra begyndelsen. Fra undfangelsen af. I vidste, at det var non- sens, at I skulle have to hjerter, der slog, fire arme og fire ben, der mere og mere tydeligt kunne mærk- es allesammen, for ikke at tale om fire nyrer, fire øjne, fire ører, to næser, to munde, o.s.v. Og havde vi en eller anden skavank, ja, så elskede I os også trods denne skavank. Fik vi lov til at leve fem minutter, en time, ti timer eller 70 år, så var, er og bliver vi dog jeres børn og I vores mødre. Og mistede I os undervejs – før vi så dagens lys – så var jeres kærlighed ikke mindre, ej heller jeres sorg. I kæmpede, I stred, I bar byrden – for vor skyld. Vi elsker jer. Vi takker jer for, at I ikke tænkte som ‘Kvinnufelagið í Havn’ jf. Sosialurin, Fregnir og Dimmalætting d. 31/10-2003. Vi takker jer for, at I ikke bekrigede os med p-piller, mini-piller, spiraler eller fortrydelse- spiller – der alle kunne have taget vort liv (1). Vi takker jer for, at I ikke satte ind med medicinske eller kirurgiske aborter. Vi tak- ker jer for, at fødslen ikke blev sat i gang, blot for at vi skulle dø.Vi takker jer for, at vi kunne vokse op i be- vidstheden om, at vi ikke lige så godt kunne have mødt bøddelens hånd, hvis nu omstændighederne havde været nogle andre. Vi tak- ker jer for, at vi ikke med jeres gode vilje, har mistet nogle af vore søskende. Vi takker jer for, at vi i ét og alt, har kunnet stole på jeres omsorg fra vort livs begyndelse, da æg og sæd- celle smeltede sammen. Vi elsker jer kvinder – mødre. Er vores kærlighed og tak til jer vores mødre ‘stein oman á byrðu’ for andre, nemlig alle dem, der ikke handlede som jer, så vil vi gerne sige: ‘Den sten oveni byrden’ kommer vi ikke udenom. Men vi stopper ikke her, hvor andre til- syneladende vil stoppe, nemlig ved Guds lov, der afslører og dømmer synd- en. Vi kender også evangel- iet. Der er tilgivelse at få for den, der angrer sin synd. Også et drab. Ikke blot stenen skal væk men også byrden jf. Matt 12,28. Gid ‘Kvinnufelagið í Havn’ kendte både loven og evangeliet. 1) Læs bl.a. apotekets pjece om ‘Fyribyrging’. Vi elsker jer kvinder! – »Yvirlýsing« um ‘Kvinnufelagið í Havn’ FUNDUR Tíðindaskriv Í sambandi við at ein sendinevnd úr Hetlandi í vikuni er í Føroyum, fara tveir av limunum at greiða frá um tað nýggja stóra fornminnissavnið, sum í hesum døgum er í gerð í Lerwick. Fundurin verður í skúlastovuni í framsýn- ingini hjá Føroya Forn- minnissavni í Brekkutúni 6 í Hoyvík fríggjadagin 7. nov kl. 14.30-15.30, har Tommy Watt, stjóri á Shetland Museum og Brian Smith, stjóri á Shetland Archives við orðum og myndum lýsa, hvørjar hugsjónir liggja aftan fyri nýggja savnið, og hvørjar ætlanir eru við tí. Fundurin er almennur. LIST Tíðindaskriv Fríggjadagin 7. nov. kl. 16 til 18 letur Olivur við Neyst upp listaframsýn- ing í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Temað fyri hesi framsýning er landslag- ið, bátabrúgvin, fólk, ar- beiði og umhvørvið. Framsýningin verður opin til 21. nov., týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Olivur við Neyst, sum verður 50 ár í desember í ár. Sum listamaður fer hann út í náttúruni, skits- ar og ger sínar fínu akvarellir, fer so heim og festir tær á lørift. Vit kenna Olivur aftur í tí koloristiska og tí sansa- liga, at endurgeva essens- in av umhvørvi, ljósi og rørðslu. Framsýningin er opin týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18, og leygardag kl. 16 til 18. Fernisering er fríggja- dag kl. 16 til 18. Skráin hjá Galerie Focus komandi árið: 2003 7.-21. nov.: Olivur við Neyst 5.-19. des.: Ymisk listafólk 2004 6.-20. feb.: Heðin Kambsdal 27. febr.-12. mars: Arnhold Vegghamar 2.-16. apríl: Tróndur Patursson 28. mai-11. juni: Hansina Iversen og Vígdis Petersen 2.-16. juli: Summarframsýning 27. aug.-10. sept.: Eyðun av Reyni 1.-15. oktober: Zacharias Heinesen 29. okt.-12. nov.: Jóna Rasmussen Hetlendingar siga frá um nýtt fornminnissavn SKEIÐ Tíðindaskriv Nú er møguligt hjá før- oyskum seljarum at koma á kvalifiserað skeið fyri ein rímiligan penga. Bo Wurden frá felags- skapinum »Danske Sælg- ere« er skeiðleiðari. »Danske sælgere«, ið er ein yrkiligur savningar- miðdepil við 25 ár á baki, hevur í dag meir enn 27.000 limir. Sami danski felags- skapurin er hin einasti, ið leggur fullkomiligan dent á yrkissølu og er harum- framt útbúgvingarstovn- ur, tá tað kemur til sølu. Í tøttum samstarvi við felagsskapin »Danske Sælgere« verður skipað fyri útbúgvingarskeiði á Sjómansheiminum í Havn. Nøkur pláss eru eftir, seinasta tegningarfreist er fríggjadagin 31. okt. 2003. Tað er felagið Sam- skifti, sum stendur fyri skeiðnum. Skeið fyri sølufólk Olivur við Neyst á vegginum Regin Dahl fyllur 85 mikudagin 5. novemb- er og í sambandi við dagin, gevur plátu- felagið Tult 5 fløgur út FLØGUÚTGÁVA Annika S. Biskopstø Starvsnæmingur Plátufelagið Tutl gevur fimm fløgur út við Regin Dahl 5. november. Flestu upptøkurnar eru gjørdar miðskeðis í 70-unum niðri í Keypmannahavn. Á fløguni eru eisini sangir sum eru tiknir upp av privatfólki. Vit hoyra eisini kendar upptøkur, ið hava verið nógv spældar gjøgnum ár- ini í útvarpinum, men ongantíð áður eru hesir góðu tónar hoyrdir á fløgu. Komandi árið er ætlanin at geva allar upptøkurnar hjá Regini út á fløgu. Sang- irnir eru nógvir og tískil verða 20 fløgur tilsamans. Hugskotið er gamalt, men er nú endiliga vorði veru- leiki. Fimm fløgur við Regin Dahl Á tíðindafundinum mánamorgunin legði plátufelagið Tutl fram fimm fløgur við Regini Dahl. Menninir aftanfyri útgávurnar eru, fv. Zacharias Wang, Kristian Blak og Kartni Fornagarð. Ætlanin er at geva tilsamans 20 fløgur út við trubadurinum, sum fyllur 85 ár mikudagin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14