Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 209 - 4. november 2003 Nr. 209 - 4. november 2003 17 UTTAN ÚR HEIMI Ikki tíð til brotsverk Hvønn einasta minutt alt samdøgrið hendir eitt brots- verk í Danmark, men løgreglan hevur bara stundir til at taka sær av einum fimtaparti av brotsverkunum. Hetta hevur fingið løgregluna til at rópa neyðarróp. Næstformaðurin í løgreglumannafelagnum, Peter Ibsen, sigur við Jyllandspostin, at ætlanin við neyðar- rópinum er ikki at ræða fólk, men heldur ein áheitan á fólkið og politikararnar um hjálp. Peter Ibsen sigur, at soleiðis sum støðan er, kundu danir eins væl skrætt fleiri síður úr revsilógini og sagt, at tær galda ikki longur. Sum lið í neyðarrópinum hevur løgreglan sett ein serligan brotsverksteljara á Ráðhúsplássið í Keyp- mannahavn. Teljarin byrjar at telja frá talinum 397.751, tí so mong eru brotsverkini higartil í ár. Hann er bara vøddar Kubanski forsetin, Fidel Castro, hevur gjørt greitt, at hann heldur lítið um nývalda guvernørin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger. Í einari drúgvari røðu á einari ráðstevnu í Havana segði Castro, at Schwarzenegger hevur stórar vøddar, men hann segði seg ivast í, hvussu nógvar vøddar guvernørurin man hava í heilanum. Ikki tí, hann ber í hvussu er orð fyri at hava vant nógv, segði Castro. Viðmerkingin hjá kubanska forsetanum hevði iva- leyst samband við, at útlagnir kubanar í Miami í Flor- ida hava mælt Arnold Schwarzenegger til at banna kaliforniskum fyritøkum at gera sáttmálar við tað kommunistiska Kuba. Fyrr í ár seldi ein kalifornisk fyritøka Kuba nakað av matvørum, og hetta var fyrstu ferð í 40 ár, at ein amerikonsk fyritøka útflutti matvør- ur til Kuba. Men sølan var lóglig, tí fyri trimum árum síðani samtyktu amerikonsku myndugleikarnir at loyva amerikonskum fyritøkum at selja kubanum land- búnaðarvørur. Vænta skrædl Altjóða kredittmetingarfelagið Standard & Poor's heldur, at búskapurin í Norðurkorea er so illa fyri, at roknast kann við einum veruligum skrædli næsta ár. Fær felagið rætt í metingini, fer tað at raka granna- landið Suðurkorea meint. John Chambers, sum er stjóri í Standard & Poor's, sigur við Reuters, at eitt búskap- arskrædl í Norðurkorea kann fara at kosta Suðurkorea ein stóran part av landsins árligu bruttotjóðarfram- leiðslu. Úrslitið fyri suðurkoreanar verður tað sama, sjálvt um Norðurkorea skuldi gjørt av at slept kjarn- orkusamráðingunum við USA og grannalondini, sigur John Chambers. Hann sigur, at í so máta hava samráðingarnar lítlan og ongan týdning. Tað avgerandi er, um Norðurkorea sleppur sínari kjarnorkuvápnaverkætlan. Jessica skal giftast Jessica Lynch, sum gjørdist kend um allan heim, tá hon varð tikin fangi í Irak og seinni fríað, skal giftast næsta summar. Amerikanska herleiðslan gjørdi nógv burtur úr søguni um Jessicu Lynch. Sagt varð, at irakskir her- menn høvdu tikið hana, og at hon varð løgd inn á eitt irakskt sjúkrahús, tí hon var vorðin særd. Avgjørt varð at senda eina servanda herdeild at fría hana, og tað eydnaðist eftir harðar bardagar við iraksku hermennin- ar, segði herleiðslan. Eisini varð sagt, at tann 19 ára gamla kvinnan hevði vart seg manniliga, og at tað eydnaðist henni at beina fyri fleiri irakum, áðrenn hon varð tikin. Men fjølmiðlarnir avdúkaðu rættiliga skjótt, at søgan var ikki heilt sonn. So seint sum í vikuskiftinum skriv- aði The Washington Post, at Jessica Lynch varð als ikki særd, tá irakarnir tóku hana. Sjálv sigur Jessica Lynch, at hon minnist einki frá tilburðinum, men kortini hevur hon játtað at skriva eina bók um tað, sum hendi. Tann fyrsta kvinnan varð funnin nakin og illa viðfarin í 1982. Síðani eru 48 kvinnur myrdar í amerikanska býnum Seattle. HÓPMORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Nógv bendir á, at amerik- anska løgreglan hevur av- dúkað tann ringasta dráps- mannin í landsins søgu. Sambært blaðnum Seattle Times hevur løg- reglan gjørt av at ákæra tann 54 ára gamla bilsmið- in Gary Ridgway fyri 49 morð. Eftir tí, sum blaðið hevur fingið at vita, skal maðurin hava játtað seg sekan aftur fyri eitt lyfti frá ákæruvaldinum um, at hann verður ikki dømdur til deyða. Gary Ridgway er ákærd- ur fyri at hava myrt 49 kvinnur. Tað fyrsta morðið framdi hann í 1982 og tað seinasta í 1998. Í flestu førum var talan um skøkjur, rúsevnismisnýtarar og gentur, sum vóru rýmdar heiman. Næstan allar kvinnurnar vórðu neyðtikn- ar, áðrenn teir vórðu myrdar. Longu í 1983 hevði løg- reglan í Seattle illgruna til Gary Ridgway, men hann varð ikki tikin fyrr enn fyri tveimum árum síðani. Tá varð hann ákærdur fyri sjey morð. Nú er talið sjey- faldað. Myrdi 49 kvinnur Samkyndur biskuppur Fyri fyrstu ferð hevur Anglikanska Kirkjan í USA fingið ein samkyndan biskup. KIRKJA Árni Joensen fartekst@mail.dk Sunnukvøldið varð tann 56 ára gamli samkyndi prest- urin Gene Robinson form- liga innsettur sum biskupp- ur í Anglikonsku Kirkjuni í amerikanska statinum New Hampshire. Anglikanska Kirkjan hevur umleið 70 milliónir limir kring heimin, og av- gerðin at seta Gene Robin- son í biskupastarvið hevur vakt stóran ans og elvt til stóra misnøgd nógvastaðni. Eitt nú hevur anglikanska kirkjan í Nigeria beinleiðis fordømt avgerðina. Minøgdin kom eisini týðiliga til sjóndar undir sjálvari innsetanini sunnu- kvøldið. Tey, sum eru ímóti, fingu høvi at siga sína hugsan, áðrenn tey fóru út úr teirri stóru ítrótt- arhøllini, sum innsetanin varð hildin í. Tann 56 ára gamli Gene Robinson hevur seinasti trettan árini livað saman við einum manni. Í einari takkarrøðu sunnukvøldið segði hann, at í Guðs og Jesu eygum eru øll eins. Gene Robinson er tann fyrsti samkyndi biskuppurin í Anglikonsku Kirkjuni – Skulu vit gera okk- um vónir um sjálv- støðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, mugu vit snúgva okk- um uttanum donsku grundlógina, heldur Jóannes Eidesgaard, sum umboðar Løg- tingið í Norður- landaráðnum NORÐURLENDSKT SAMSTARV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Føroyska umsóknin um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, er komin inn á eitt skeivt spor. Og nú mugu vit beina hana aftur á beint. Tað heldur Jóannes Eides- gaard, sum hevur umboðað Løgtingið á Norðurlanda- ráðsfundi fyrr í hesi vikuni. Jóannes Eidesgaard sigur, at spurningurin um sjálv- støðugan, føroyskan lima- skap í Norðurlandaráðnum var rættiliga frammaliga hjá teimum føroysku um- boðnum. Hann minnir á, at Løg- tingið hevur einmælt sam- tykt, at føroyingar skulu søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráð- num. Men hesum hevur danska stjórnin sett fót fyri. – Danski forsætismála- ráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur boðað frá, at sjálvstøðug, føroysk umboðan í Norðurlanda- ráðnum er í stríð við donsku grundlógina. – Tað er eisini í stríð við Helsinkisáttmálan, sum er grundarlagið undir Norður- landaráðnum. Sostatt vil danska stjórn- in ikki geva umsóknini sítt viðmæli, sigur Jóannes Eidesgaard. Føroyska umsóknin er nú til viðgerðar hjá norður- lendsku samstarvsráðharr- unum. Í tí sambandi spurdi Jóannes Eidesgaard eisini íslendska samstarvsráð- harran, Siv Friðleivsdóttir, sum er formaður hjá sam- starvsráðharrunum, hvørja lagnu, hon heldur, at um- sóknin úr Føroyum fer at fáa. Svarið frá henni er ein greið ábending um, at hini londini hava tikið meting- ina frá Anders Fogh til eftirtektar. –Íslendski samstarvsráð- harrin segði, at Norður- landaráðið fór neyvan at ganga ímóti Danmark í hes- um máli. Stórt spell Hetta heldur Jóannes Eidesgaard er stórt spell. – Spurningurin um full- an, føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, er gamal. Hetta er minst triðju ferð, at hann er reistur og niðurstøðan hevur hvørja ferð verið, at tað er í stríð við donsku grundlógina. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at tí mugu vit leggja á annan bógv, annars verða vit aldrin limur í Norður- landaráðnum, tí danska grundlógin letur seg ikki broyta í óðum verkum. – Men fyrstu ferð, spurn- ingurin um føroyskan lima- skap í Norðurlandaráðnum varð reistur, var, tá ið Petur Mohr Dam reisti málið í sekstiárunum. – Tá var Kragh danskur forsætismálaráðharri. Og hann gjørdi føroyingum greitt, at skuldu vit gera okkum vónir um sjálv- støðugan limaskap, máttu vit smoyggja okkum uttan- um donsku grundlógina. Hann mælti ístaðin til, at føroyingar royndu at fáa norðurlondini at broyta Helsinkisáttmálan, sum er grundarlagið undir Norður- landaráðnum, so at tað eis- ini skal bera til hjá londum, sum ikki eru sjálvstøðug, at fáa fullan limaskap í Norð- urlandaráðnum, eitt nú bæði Føroyum, Álandi og Grønlandi. – Helsinkisáttmálan loyv- ir bara sjálvstøðum londum at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Og danska grundlógin sigur greitt, at tað sjálvstøðuga landið ríkinum er Dan- mark. – Men fáa vit undirtøku fyri at broyta Helsinkisátt- málan so at eisini lond, sum ikki eru sjálvstøðug, kunnu fáa fullan limaskap í Norð- urlandaráðnum, hevur mál- ið ikki longur nakað við grundlógina at gera. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at tá ið Petur Mohr Dam reisti málið í sekstiárunum, fekst ikki undirtøka fyri at broyta Helsinkisáttmálan, tí sviar settu seg ímóti tí. Seinni reisti Erlendur Patursson spurningin um sjálvstøðugan, føroyskan limaskap í Norðurlandaráð- num, men tað endaði í sama leypi, sum hesuferð, at tað var í stríð við grund- lógini og so datt eisini tann royndin niðurfyri. Beina aftur á beint Jóannes Eidesgaard sigur, at sostatt er skorið út í papp, at tað er grundlógin sum er tann stóra forðingin fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum og tí er onki at ivast í, at før- oyska umsóknin eisini hesuferð verður havnað. – Tí er einasti vegur at broyta Helsinkisáttmálan. Og í hesum sambandi kundi danski forsætismála- ráðharrin víst størri vælvild við at boðað Norðurlanda- ráðnum frá, at danska stjórnin tekur undir við før- oysku umsóknini, men ein fortreyt er, at Helsinkisátt- málin verður broyttur. – Tað hevði hjálpt okkum langt framá. Men danska stjórnin hevur so eina aðra støðu, og tí mugu vit sjálvi taka ábyrgdina av at royna at beina umsóknina aftur á beint, sigur Jóannes Eides- gaard. Hann sigur, at Jógvan við Keldu og hann skulu nú leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið og tá hava teir møguleikan at taka hendan spurningin uppaftur. Løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard vil hava at vita um ætlanin er at útbyggja flogvallarviðurskiftini í landinum so at øll vanlig farmaflogfør eisini fáa sett seg her FLOGVALLIR Áki bertholdsen aki@sosialurin.fo Kári P. Højggard, løgtings- maður, vil nú hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við flogferðsluni ímillum Føroyar og útheim- in. Hann hevur tískil sett Bjarna Djurholm, lands- stýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning á tingi um flogvallarviður- skiftini. Tað ger hann í kjalarvørr- inum á áhugaverdari grein hjá Egil Olsen, fiskivinnu- frøðingi, í Sosialinum í farnu viku um kappingar- førið hjá føroysku fiski- vinnuni. Í tí sambandi helt Egil Olsen, at tað var neyðygt at fáa betri møguleikar at flyta feskan fisk av landinum hvønn dag. Fyri føroyska samfelagið hevði tað tískil størri týdning at tosa um, hvussu flogsambandið út í heim kundi bøtast, heldur enn at tosa um vegir og tunlar. Og nú tekur løgtings- maðurin úr Eysturoy sostatt tráðin upp í einum beinleið- is fyrispurningi til lands- stýrismannin, sum varar av málinum. Kári Højgaard vil í fyrsta lagi hava at vita um tað tað ber til at byggja flogvøllin í Vágum út, so at øll vanlig farmaflogfør kunnu seta seg. Ber tað til, vil hann eisini hava at vita, hvat tað kostar. Hann vil eisini hava at vita um talan kanska verður um ein alternativan flog- vøll, soleiðis sum stjórin í Atlantsflogi hevur nevnt í Sosialinum, og um hvar ein slíkur kundi verið og, hvat hann kostar. Hann nevnir, at kanning- ar vísa, at ein flogvøllur hevði ligið best á Skorð- hæddini í Eysturoy ella í Sandoy. men harumframt hevur Tórshavnar komm- una kannað møguleikan at leggja ein flogvøll á Glyvursnesi. Og í sambandi við møgu- ligar útbyggingar, vil Kári P. Højgaard eisini hava at vita um Vinnumálaráðið hevur útflutningin av fiski í huga. Hann vísir á, at vinnan í Føroyum hevur ført fram, at skal hon klárar seg ikki í kappingini við lágkostnað- arlond og tí er neyðugt at betra um flutningsmøgu- leikarnar fyri feskum úr- dráttum. Og verður talan um at bøta um flogsambandið, vil Kári P. Højgaard at enda hava at vita um hugsað verður um eitt samstarv við íslendingar um at flyta feskan fisk á marknaðin í Evropa. Løgtingið skal nú sam- tykkja, at landsstýris- maðurin svarar spurning- inum. Føroyska umsóknin má fáast aftur á beint – Grundlógin er tann stóra forðingin fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í Norðurlandaránum. Tí mugu vit smoyggja okkum uttanum grundlógina – og tað ber til, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er annað umboðið hjá Løgtinginum í Norðurlandaráðnum Fer flogsambandið út í heim at batna Kári P.Højgaard vil hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við flogsambandinum við umheimin og um hugsað verður um útflutningin av feskum fiski Í annaðkvøld verður almennur fundur í Øravík, har suður- oyingar sleppa at siga sína hugsan um kommunusamanleg ging KOMMUNU- SAMANLEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Spurningurin um komm- unusamanlegging er nú av álvara komin upp í al- menna kjakinum í Suður- oy eisini. Í seinastu viku umrøddi búskaparfrøðingurin, Magni Laksáfoss hendan spurningin á almennum fundi í Vági. Og nú tekur Suðuroyar Tjóðveldisfelag táttin upp. Í annaðkvøld klokkan 19.00 skipar Suðuroyar Tjóðveldisfelag fyri al- mennum pallborðsfundi á Hotellinum í Øravík, har spurningurin um komm- unusamanlegging í Suðuroy, er á skránni. Á fundinum fer Hilmar Høgenni, sum serliga ar- beiðir við kommunumál- um í landsstýrinum, at leggja fyri. Annars verða tað um- boð fyri kommunur í Suðuroynni, sum sita við pallborðið. Annars verður høvi hjá fundarfólkinum at bera sínar viðmerkingar fram og at spyrja tey, sum sita við pallborðið. Suðuroyingar tosa um at leggja kommunur saman C M Y K 17 16