leygardagur 4. oktober 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Múller Randi Jacobsen
jan Dahl Blaðfólk:
Lýsingar og sola: Aki Bertholdsen,
Jonhard Hammer Eiríkur Lindenskov,
Joensen,
Eyða Klakkstein,
Edvard Joensen
Jens Kristian Vang
vig ) Sosialurin eggert
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
r
Åbyrgdarloysi á
samferðslugkinum
Oddagrein
SKELKANDI tíðindi, sum sjónvarpið hevur
borið fram í seinastuni um støduna hjá
Strandferðsluflotanum. TAÐ sær ikki mætari
út, enn at hol er við at koma á hesa fyri
foroyska samfelagslikammið so týðandi
meginlívæðr, samferðslunakervið sum so.
NÚ er tað fyrst og fremst Sandoyarsslingin
sum hevur verið umrødd. Tróndur lýkur ikki
krøvini til flutnin ager neyðugt vid nýggjum
skipi. Men í veruleikanum er hetta ein nógv
størri trupulleiki enn eitt nú landsstyris-
maðurin í samferðslumálum ger hann til. Í
veruleikanum tosa vit ikki um at lappa hol
her og der, men at fara so langt sum at skifta
út alla meginlívæðrina, tí hon er niðurslitin.
Og lat okkum gera bæði landsstýrismann-
inum og ollum landsstýrinum tað fullkomi-
liga greitt: Strandferðslan og oll samferðslan
sum heild millum bygdir og oyggjar er
kanska tað mest týðandi grundarlagið í heila
tikið fyri at varðveita og menna hetta sam-
felagið.
HOVUÐSSTAÐURIN og stórplássini hava
stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi
rekja nakrar uppgåvur, sum er alneyðugar.
Men sálin - um ein kann siga, at land og fólk
okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og
tey pláss kring landið alt, sum heilt náttúrliga
fora traditiónirnar víðari, tað vit eisini kunnu
nevna okkara fólkamentan.
FÆR út í Fugloynna, fær út í Hest, ja fær til
Suðriar ella til Sands hatta landsstýrismaður
og innliva teg í, hvussu týdningarmikil sam-
ferðslan er fyri hesi oki! Tástaðni sær tú, at
målsøkid samferðsla er meira enn bara rutur
og tíðartabellir í eini ferðaætlan. Tú hevur
her við sjálvan mergin at gera.
VIT halda tað vera åbyrgdarleyst av sitandi
stýri ikki at prioritera samferðsluna meira.
Bara at lata standa til og eini gera er tað sama
sum heilt at punktera hesa lívæðr og harvið
skunda undir avtoftingina frá ollum pláss-
um, sum liggja uttan fyri hovuðsstaðnum og
teimum heilt stóru plássunum.
TAÐ er uppá tíðina, at okkara politikarar fáa
eyguni upp fyri, hvønn veruligan tydning ein
óð samferåsla millum oyggjar og bygdir
evur. Og at teir ikki bert síggja samferðsluna
sum nøkur turr tøl og tabellir, men sum eitt
sera hent amboð til tess at kunna varðveita
og skapa lív í hesum annars frálíka landi. Her
nyttar ikki bara at taka eitt skip ella eina
farleið fram. Her er brúk fyri at seta út í kortið
heilt av nýggjum. Teir flokkar og teir pol-
itikarar, sum fara at prioritera samferðsluna,
nú vit fara inn í eina nýggja old, og vilja vera
við til at evna til ítokiligar ætlanir á sam-
ferdsluøkinum, teir fara vit at taka hattin av
fyri, og teir fara afturfyri at fáa dygga und-
irtoku millum manna. Sjálvstýrisflokkurin
hevur so víst, at hann megnar ikki hesa upp-
gávuna, og samstarvsflokkar hansara í Tinga-
nesi hava við síni líkasælu víst, at tað verða
ikki teir, sum fara at seta út í kortið. Tí er
bert andstødan eftir, og hana verða vit tí
noydd til at seta okkara álit á. Í dag kemur
formaður javnaðarfloksins við einum boð
uppá, hvat kann gerast. Sosialurin
Lesarabrøv
—————W....
Opið bræv til logtingið
um karensdagarnar
Føroyska samfelagið var
fyri fáum árum síðan í allar-
ringastu kreppu. Men sam-
bært løgmansrøduni í år er
kreppan um at vera av.
Hetta er nakað vit øll kunnu
fegnast um.
Í kreppuárunum vórðu
framdar ógvuliga stórar
skerjingar, ið høvdu við sær
stórt reallønarfall, og fyri
tey alment lentu var ennta
talan um beinleiðis lønar-
miss upp á 10%. Sparing-
artiltøkini vóru m.a. lønar-
niðurskurður, skerd summ-
arfrítíð úr 5 niður í 4 vikur
og harafturat karensdagar
teir báðar fyrstu sjúkradag-
arnar
Krepputiltøkini gjørdu, at
føroyingar flestir høvdu
sera trupult við at klára sínar
skyldur, og nógvir fluttu av
landinum. Eyðsæð var, at
ikki bar til at halda fram á
henda hátt. So skjótt sum
tíðirnar batnaðu, bar til at
vinna nakað av tí mista
aftur, so sum lønarnidur-
skurðin og 5. frívikuna.
Eftir eru teir báðir karens-
dagarnir, ið helst eru ein
tann mest asosiali parturin
av sparingunum. At missa
lønina teir báðar fyrstu
dagarnar kennist sum revs-
ing oman á sjúkuna. Eisini
raka karensdagarnir ymsu
starvsbólkarnar = ójavnt.
Summastaðni ber til at
skifta um arbeiðsdagar ella
at avspáka, soleiðis at ein
ikki missir løn, men hjá Ld
studentaskúlalærarum ber
hetta ikki til.
Karensdagarnir = skapa
stóra misnøgd á arbeiðs-
plássunum, og tá saman um
kemur, man lítil sparing
vera í teimum
Eg fari at heita á allar løg-
tingslimir um at taka av
hesar vanlukku karensdag-
ar
Vinarliga,
Kári Jespersen,
álitismaður í Hoydølum
Hvat við »BOYS NIGHT <?
Eg leitaði mær oman í
CLUB 20 nú ein dagin. Tá
eg kom oman sá eg, at tað
var ókeypis atgongd bert
fyri KVENNKYNIÐ. Tað
gjørdi meg bæði keddan og
argan. Hava vit BOYSAR
onki at siga longur, ella
hvat?
Eg plagdi at vera sera
ágrýtin CLUB 20'ari, men
nú er ber av!!!
Hevur Páll nakað ímóti
okkum BOYSUM?
Jaynstóðulógin sigur klárt
og týðuliga, at annað kynið
ikki skal verða undirkúgað
Um Páll Arge ikki tekur
seg saman og gevur okkum
BOYSUM ein kjans, kann
hann siga farvæl vid allar
menninar, sum plagdu at
hugna sær har niðri. Sjålv-
andi allar uttan teir, sum eru
farnir at leita sær kvinnu-
klæði fram
Harmar heilsanir,
Teir, sum ikki fara
at leita sær kvinnu-
klæði fram
ES ———
Klaksvíkin um 10 ár
Undir hesum heiti hevur
borgmeistarin roynt at hugt
fram í tíðina og koma við
einum boði uppá, hvat skal
til, fyri at Klaksvíkin skal
yvirliva tær avbjóðingar, ið
liggja í framtíðini
Svarið hjá Jógvan við
Keldu er ógvuliga einfalt:
fast samband um Lorvíks-
fjørð, so eru allir trupulleik-
ar loystir. Eg vil við hest
grein seta spurningin, um
hetta er so einfalt, sum tað
verður gjørt til
Kreppuárini
Eitt úrslit av kreppuni í níti-
árunum er, at fólk hava lært,
at hevur tú tað ikki nóg gott
har, ið tú er, ja so ber til at
flyta. Tú kann flyta av land-
inum, ella tú kann flyta til
ein stórri bý við fleiri ulbod-
um, hetta seinsta ber vøkst-
urin í fólkatalinum í mið-
stadarøkinum boð um.
Arinið av hesi øktu tilvit-
an hjá fólki fer at verða, at
tað verður ein kapping mill-
um kommunurnar um borg-
ararnar, heilt einfalt tí fólk
meira nú enn áður fara at
flyta til tær kommunur, ið
hava mest at bjóða sínum
borgarum. Hetta er tann
stóra avbjóðingin hjá okk-
um, ið sita í býráðnum. Tí
mugu vit gera okkum greitt,
hvat tað eru fyri krøv, ið
fólk seta fyri, at tey velja
eina kommunu at búsetast í
fram um eina aðra
Ein góður býur at
a
Sjálvandi er tað ymiskt,
hvat fólk leggja dent á, tá
ið tey seta búgv, men eg
vildi gitt, at viðurskifti sum
arbeiði, skattaprosent, ans-
ingarmøguleikar til børn,
góðir skúlar, gott heilsuverk
og tilboð i frítíðini eru nøk-
ur av teim ágóðum, ið fólk
flest leggja dent á. Hvussu
skjótt tú sleppur til Havnar,
tá ið tú býrt í Klaksvík telur
óivað eisini við, men eg iv-
ist í, hvussu frammalaga
hetta liggur í huganum, um
hini vidurskiftini, ið eg havi
nevnt, ikki eru nøkurlunda
nøktandi.
Hvat hava vit at bjóða
í Klaksvík?
Atbeiðsmeguleikarnir í
Klaksvík eru nokk í tí betra
endanum, tá ið vit hugsa um
restina av landinum. Havn-
in undantikin. Skattapro-
sentið er ikk? serliga lágt,
so tað lokkar neyvan nakr-
an. Ansingarmøguleikarnir
fyri små børn og fyri ikki at
tala um tey minstu skúla-
børnini eru als ikki nøktan-
di. Skúlarnir eru afturutsigl-
dir, tá ið talan er um frá-
lærutilfar, og neyvan nakar
skúli í landinum er so nið-
urslitin sum skúlin á Ziska-
tróð. A heilsuøkinum stend-
ur illa til, tá ið tað kemur til
gomul og brekað. Á ment-
unarøkinum er ein glotti við
mentunarhúsinum Atlantis,
svimjihøllin er við at detta
niður, og eg kundi hildið
áfram...
Samanumtikið, so er eftir
mínum tykki meir enn nokk
at gera hjá okkara býráð,
um vit í framtíðini skulu
hava ein betri bý at búgva í.
Persónliga hava hesi økir
nógv størri tydning, enn
hvussu skjótt eg kann koma
til Havnar
Fast samband?
Eg skal ikki her læsa meg
fastan í eitt ja ella nei til
fast samband um Lorvíks-
fjørð, til tað eru alt ov nógv-
ir spurningar, ið hanga í
leysari luft.
Býráðið hevur samtykt at
fáa borgarstjóran úr Akra-
nesi at koma higar og greiða
okkum frá fyrimunum og
vansum við einum slíkum
tunnli, tað er í lagið. men
eg kundi eisini hugsað mær
at hoyrt td. úr Noregi, har
tey í fleiri ár hava havt und-
irsjóvartunnil.
Tað er í lagið at vit fáa
eitt kjak um tunnil ella ei
At enda, vil eg gera nakrar
viðmerkingar til greinina í
Sosialinum tann 24.09.97,
ið endurgevur Jógvan við
Keldu fyri at siga: "Ætlanin
er einans at fáa teir báðar
íslendingarnar at greiða
okkum frá, hvussu tað hev-
ur ávirkað lívið á Akranesi,
bæði uppá gott og ringt, at
undirsjóvartunnil skjótt
verður undir Hvalfjerð-
in." Tað undrar meg, hvus-
su tú kann siga nakað um
royndirnar av nøkrum, ið
skjótt kemur??
Víðari sigur Jógvan við
Keldu: ” tær royndir, íslen-
dingar hava gjørt, er, at han-
dilslívið, vinnulívið, almen-
nar tænastur og fólkatalið
hevur bundið seg enn fast-
ari í Akranes, síðan fasta
sambandið kom, enn tað
hevði áður". Hvussu íslend-
ingar hava fingið -hesar
royndir innan tunnilin er
veruleiki, ja, tað verður
áhugavert at hoyra
Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimur