leygardagur 4. oktober 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
i
Nr. 189 — 4. OKTOBER 1997
tidindabladid
Jóannes Eidesgaard, tingmaður um fíggjarlógaruppskotið:
Ein roti-
butikk
Nú kemur hvør landstýrismaður í sínum lag nidan í tingið
og skjytur upp ílógur, sum hann als ikki hevur undirtøku
fyri hvørki í samgongu ella í sínum egna flokki. Tí noyðist
Fíggjarnevndin at taka um endan og gera tær neyðugu
prioriteringarnar, eitt nú á samferðslugkinum, har vit eru
vitni til eina ódugnaliga og óbrúkiliga politiska stýring
sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins.
Jan MULLER
Hóast tað ikki er nakað nýtt,
so komu tíðindini í sjón-
varpinum nú um dagarnar
um støduna hjá Tróndi og
strandfaraskipaflotanum
sum heild sera dátt við. Vit
hava vitað, at skipini eru
gomul, og at samferðslu-
kervið treingir til týðandi
åbøtur, men at landsstýrið
ikki hevur gjørt meira við
málið vekir stórbilsni
Nú fíggjarlógaruppskot er
lagt fram og tað er komið
fram, at landsstýrismaðurin
í samferðslumálum, Sámal
Petur í Grund ikki hevur sett
nakað av til fløgur á hesum
økinum, hava vit hava spurt
formannin í tí størsta and-
støduflokkinum, Jóannes
Eidesgaard, hvat hann hev
ur til at siga til skilið á
samferðslugkinum og hvat
javnaðarflokkurin annars
hevur í kvittanum á hesum
målsøkinum!
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at ílegurnar á figgj-
arlógini eru øktar úr 75 mill
upp á 112 mill. kr. í upp-
skotinum fyri 98, og hetta
er ein øking uppá nærum
50%, og tá tú økir fløgu-
síðuna so nógv, so átti tað
at givið pláss fyri onkrari
endurnýggjan av onkrum av
teimum gomlu skipunum
hjá Strandferðsluni
-Hyggur tú so eftir, hvat
samferðsla og samskifti
hevur av fløgum, so er talan
um ein triding ella 40 mill
kr. av fløgunum. Men av
hesum fær Strandferðslan
til nýútvegan einans 3 mio.,
og hetta røkkur ikki til
meira enn útskiftan av van-
ligum smáttaríum, so fíggj-
arlógaruppskotið peikar als
ikki á nakra ætlan um
nýggjar fløgur sigur ting-
maðurin
Jóannes Eidesgaard ber
ótta fyri, at skipanin virkar
ikki sum hon eigur, nú tá
tað sær út til, at politikkurin
er, at hver landsstýrismaður
skal halda seg innan fyri
ávísar karmar á fløgusid-
uni
-Tað er ikki rætt, at tú
pettar íløgusíðuna út á tey
ymsu målsøkini. Stødan er
tann, at fløgurnar eru pett-
aðar sundur nógv smærri
eki. Landsstýrið må yvir-
ornað siga, hverjar fløgurn-
ar eru, sum skulu fremjast í
hesum og hesum skeiðnum
Tann yvirornaða viðgerðin
er als ikki til. Landsstýrið
hevur als ongan politikk, tå
talan er um at gera íløgur
sigur fyrrverandi landsstýr-
ismadurin og vísir til ein-
astu undantøkini í so máta,
nevniliga Albert Hall og
peningur til nytt vaktarskip
Nidurslitin
Jóannes Eidesgaard sigur, at
strandferðslustjórin hevur
gjørt figgjarnevndina var
uga við, at flotin er niður-
slitin. Hann hevur ein með
aldur uppá 30 ár, og tað
elsta skipið er 70 ára gam-
alt, meðan tað næstyngsta
er Ternan, sum stendur á
beding. Hon er 17 ára gom-
ul
Strandferðslan mælir til í
98 at byrja tvær nýggjar
fløgur, onnur til Sandoynna
og hin til Suðuroynna uppá
180 mill. kr. Mælt verður
til at brúka 40 mill. kr. í
Sandoynni. Jóannes Eides-
gaard heldur, at við 40 mill
av eini samlaðari fløgu uppá
112 mill. kr. = skuldi verið
pláss til at sett hol á at bygt
eitt skip til Sandoyarsigl-
ingina. Men tað er so ikki
gjørt.
Hann tekur tí undir við
teimum sandoyingum, sum
hava úttalað seg um, at tað
skilabesta hevði verið at
bygt eitt nýtt skip
-Hví ikki lata eina før-
oyska skipasmiðju fáa hesa
uppgávuna! Tridingur er
rein arbeidsløn, og av henni
fær tú helvtina innaftur í
skatti
Bara eftir reyv
Hvat heldur Jóannes Eides-
gaard um handfaringina hjá
landsstýrismanninum av
hesum málum!
-Sidani hann hevur tikið
við sum landsstýrismaður
við samferðsluni sum á
byrgdarøki hevur hann
megnað at niðurleggja eina
Skotlandssigling og avreitt
hana til Skipafelagið. Hann
hevur selt Teistan, sum varð
eitt frálíkt skip, til spottprís
aftaná at ein hevði brúkt
milliónir at gera skipið í
stand. Haraftrat hevur hann
roynt at keypa ein gamlan
rustikust úr Stórabelti, sum
eitur Kagga, til Skálafjarð-
arsiglingina, nakað sum
annars ikki átti at havt fyrsta
priorietet. Hetta prógvar, at
tað er fullkomin tørvur á
forstáilsi, hvussu tingini
hanga saman
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hetta prógvar eisini eina
vánaliga, Odugnaliga og
næstan óbrúkiliga politiska
stýring á samferðslugki-
num
Hann vísir annars á, hvat
tað eru fyri fløgur sum Sám-
al Petur í Grund prioriterar
Tað er Tórsvellur, Kirkju-
bømururin og undirsjóv-
artunnil
Jóannes Eidesgaard held-
ur fyri, at utttan mun til um
ein er samdur ella ósamdur
í hesum fløgum, so má tað
vera mest umráðandi, at tær
gjørdu ílegurnar verða
hildnar við líka og verða
uppgraderaðar heldur enn at
fara og gera heilt aðrar og
nýggja fløgur
At landsstýrismaðurin
vendir bakið til veruleikan
er eisini ein niðurgerðing av
teimum fólkum, sum ar-
beiða á samferðslugkinum
og sjálvandi ikki minst
brúkarunum. -Hugsa vit
um Sandoynna, so vita vit,
hvussu stóran týdning tað
hevur fyri menningina av
vinnulívinum í oynni, at
flutningsvidurskiftini eru í
lagt
reytin fyri at vit
kunnu hava eitt Føroyar
sum vit hava í dag, er
tann, at vit hava eina væl-
virkandi samferðslu.
-Men fara tit sum and
stóða bara at standa og
hyggja at hesi óhepnu
gongd?
-Tað fara vit ikki. Eg ivist
ikki eina løtu í, at tað verður
ein samd figgjarnevnd, sum
fer at taka støður, sum
ganga púra uppá tvørs av
tí, sum landsstýrið skjýtur
upp. M.a. í hesum spurn-
inginum. Eg haldi Eyðun
Viderg hevur sagt tað so
týðuliga, at seinasta orðið
er ikki sagt í hesum máli
Jóannes Eidesgaard sigur,
at fyri teir, sum hava upp-
livað kollektiva stýrið, er
tað ein sera undarlig kensla
nú at síggja, hvussu mál
koma óviðgjørd úr Tinga-
nesi nidan í tingid
-Tá vóru loysnirnar í ein-
um fíggjarlógaruppskoti
liðugt vidgjørdar í sam-
gonguni og har vóru gjørdar
nakrar yvirornaðar priori-
teringar, sum ein kundi fáa
gjøgnumført í tinginum. Nú
kemur hver maður í sínum
lag og skjýtur upp t.d. fløgur
av ymsum ivasomum slag
uttan at hava nakra sum
helst uppbakking í sam-
gongu og kanska nóg illa í
sínum egna flokki. Tað, sum
kemur niðan í tingið, er tí
einki annað enn ein róti-
butikk, og tí noyðist Fíggj-
arnevndin nú at royna at
gera nakrar prioriteringar
fyri landsstýrið
Jóannes Eidesgaard ivast
ikki í, at figgjarnevndin fer
at taka spurningin upp um
strandferðsluna , so møgu-
liga er tað ein loysn fyri
hesum máli, har ein vrakar
ein part av uppskotinum hjá
Sámal Petur í Grund við ti
grundgeving, at hetta er ov
ókvalifiserað til at tað kann
brúkast til nakað sum helst.
-Við hesum uppskotinum
Jóannes Eidesgaard finst
harðliga at manglandi
iløgupolitikkinum hjá
landsstýrinum. Har er als
eingin prioritering gjørd
og tiansheldur nakað
politikkur Hetta er ikki
minst stødan á
samferðslugkinum
hevur Sámal Petur í Grund
vist, at hann als ikki hevur
skilt, hvat tað er fyri eitt
målsøki hann umsitur
Sjálvandi kann eitt óhapp
henda við einum skipi, men
tað er meira enn tað. Tíðin
er farin frá Trónda. Hetta
átti landsstýrismaðurin fyri
langari tíð síðani havt gjørt
sær greitt.