leygardagur 4. oktober 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
Nr. 189 — 4. OKTOBER 1997
Stýrisskipanarlógin
- útskriving av vali
Aftur nú vísir tað seg, at
løgtingsmenn ikki eru sína
uppgávu vaksnir. Hesuferð
er tað Miðflokkurin, sum
leggur fram uppskot um
broyting av stýrisskipanar
lógini, bert tí teir Óttast fyri,
at løgmaður ella legtingið
kunnu finna uppá at brúka
sín rætt til at útskriva val
Tingmenn eiga at gera
sær greitt, at teir eru valdir
fyri í mesta lagið 4 ár og
ikki, at teir hava fingið eina
starvstrygd í 4 ár. Fyri at tað
politiska og parlamentar-
iska systemið skal virka,
skal tað vera javnvág mill-
um útinnandi og lóggevan-
di/kontrollerandi politiska
valdið. Hver sær skulu hesi
bæði kunna avgera, at velj-
arin skal tala. Javnvågin
skal ikki liggja í, at hvørki
av teimum kunnu taka hetta
stig
I okkara skipan hava vit
Landsstýrið sum útinnandi
politiska valdi, meðan Løg
tingid er lóggevandi/kon
trollerandi valdi. Løgmaður
er leiðari av landsstýrinum
Hann skipar landsstýrið og
útnevnir landsstyrismenn
Bæði løgmadur og lands
stýrismenn hava sjálvsteð
ga ábyrgd av sínum virk
men løgmadur hevur
søk!
samstundis ábyrgd av, at
u
hinir landsstýrismenninir
rekja símar skyldur til fulnar
og at tann avtalaði politikk
urin verður framdur. Løg
maður verður ikki valdur,
men hann verður útneyndur
av løgtingsformanninum,
sum skal staðfesta, at hann
ikki hevur ein úngmeiriluta
ímóti sær. Løgmadur fer
ikki frá aftaná eitt val uttan
so, at hann hevur ein meiri-
luta ímóti sær, ella hann
sjálvur sigur seg frá t.d
vegna eitt vánaligt val. Tað
er sostatt ikki eitt krav, at
løgmansstarvid skal setast
av nýggjum aftaná eitt val
Løgmaður og landsstýri
hansara kunnu sostatt halda
fram aftaná eitt val, uttan
so at tingmeirilutin aktiv
sigur nakað annað
Løgtingid skal ikki leggja
seg útí arbeiðið hjá løgman
ni og landsstyrismonnun
um, men hevur eftirlit við
teimum. Tað vil siga, at
Legtingið, vanliga gjøgnum
sinar nevndir, skal hava
eyguni eftir, hvussu teir um
sita síni arbeiðseki. Serliga
landsstýrismálaneyndin
hevur eina ábyrgd hesum
viðvíkjandi. Men eisini tann
einstaki ungmadurin skal
liva upp ul hesa ábyrgd
Besti måtin at gera hett
at seta løgmanni ella lands
a. Cr
tíðindablaðið
styrismonnum spurningar
Tað er serliga eftirlitsupp-
gávan hjá tinginum, sum
ikki hevur riggað heilt væl
Tingmenn hava ikki skilt
sína uppgávu, og í staðin
geva teir nýggju stýrisskip-
anarlógini skuldina fyri, at
løgmadur og landsstýri
hava fingið ov stórt vald
Vit hava ferð eftir ferð
sæð, at tingmenn skuldseta
bæði løgmann (serliga) og
landsstýrismenn fyri bæði
eitt og annað, men einki
meira hendir. Ongar avleið
ingar standast av hesum
Heldur ikki tá ungmenn úr
landsstýrissamgongun!
leggja td. eftir log manni
Eisini hava vit ferð eftir ferð
sæð legmann leggja eftir
på! Pr:
sinum landsstyrismonnum
og skuldseta teir fyri våna
liga embætisførslu og våna
ligt arbeiði. Til dømis hoyr
du vit seinasta týsdag løg
mann skuldseta bæði John
Petersen og Annfinn Kalls
berg fyri ikki at gera arbeiði
sítt nóg væl. Slíkt hoyrir
ikki heima í eini stjórn. Um
tað var nakað um hetta
koyrdi stjórnarleiðarin ráð-
harrarnar úr starvi, og tók
so annars tær politisku fylg-
jurrar, sum hetta møguliga
hevði við sær
Hinvegin hoyrir tað held
ur ongastaðni heima, at
Løgtingid í heilum er Onøgt
við løgmann, uttan at tað
samstundis fær politiskar
avleiðingar. Til dømis legg-
ur løgmadur eitt uppskot
fyri tingid um Framtaks-
grunnin. Eitt uppskot, sum
eingin tekur undir við og
eingin parlamentariskur
meirilutj er fyri. Í slíkum
føri má antin tingid taka av-
leidingarnar og koyra løg-
mann frå, ella løgmaður ter
frá, tí hann ikki hevur nakr-
an meiriluta fyri emum
máli, sum hann heldur hava
týdning. Um so tingið ella
løgmaður útskriva val í ein-
um slíkum føri er ein polit
isk meting. Møguleikin fyri,
at ein annar løgmaður tekur
við er sjálvandi eisini til
staðar
Vit hava í dag eitt lands
styri sett saman av fyra
flokkum. Matematiskt hava
hesir flokkar meiriluta i
tinginum. Men arbeiðslagið
í landsstýrinum er vánaligt
Landsstýrislimirnir skuld
Vælkomin til ein royndartúr við einum
av teimum sera vælumtóktu
KIA CLARUS 1.8 SLX/ kr. 149.800,- KIA CLARUS 2.0 SLX/ kr. 164.800,-
CLARUS 1.8 SLX
& 2.0 GTX
DL CD B. Bilar
KIA
SPORTAGE
2.0 4 WD bensin
veruvognur
Í Diesel
i KIA
' SPORTAGE
2.0 4 WD bensin
persónbilur
kr. 189.800,-
Ba Diesel
kr 204.800,-
seta í heilum hvønn annan
fyri bæði eitt og annað, og
ofta er ósemjan stór. Sam
skipanin sær út til at vera
sera vánalig. Tí er tað ikki
altíð líka heppi at halda fast
við eitt meirilutalandsstýri
Eitt slíkt vil næstan altíð
hava nógvar innanhýsis
trupulleikar, sum verða sýn
dir fram í tinginum undir
ymiskum viðgerðum
Tað er nógv betur at hava
eitt = minnilutalandsstýri,
sum hevur lættari við at
semjast innanhýsis. Fyri at
(Sa mál igjøgnum í Løgting-
inum må eitt slikt landsstyri
semjast við aðrar flokkar
fyri at fáa ein meiriluta
Hesir meirilutar kunnu vera
ymiskir, og samráðingar
mugu tí førast mál fyri mål
Men hetta fer at virka nógv
betur, og flokkar, sum ikki
eru í landsstýrinum, fáa
nógv stórri ávirkan. Viður-
skiftini vera lættari at hand-
fara, tí útinnandi valdið
(minnilutalandsstýrið)
verður meira homogent og
hevur lættari við at vera ein
samdur partur mótvegis
ødrum flokkum
Miðflokkurin heldur, at
norska skipanin, sum ikki
loyvir útskrivan av vali í 4
ár, er betur enn okkara
Hetta eri eg ikki samdur í
Norska skipanin hevur í dag
tað við sær, at norski arbeið
araflokksleiðarin sigur seg
undan ábyrgd, hóast hann
leiðir nógv tann størsta
flokkin. Síðani kastar hann
alt yvir til aðrar ymiskar og
ósamdar flokkar, sum ikki
hava møguleika fyri at stýra
bilunum *
EPHIA 1.5 SLX
F 1.5 GTX
Tlf. 10600
Jónas Broncksgøta 15
sum nomogenur bólkur
Hetta er ábyrgdarleyst og
taktikkur, tí hann veitt, at val
verður ikki útskrivað, og sí
kann hann lata tíðina ganga
og bara bíða eftir, at hinir
ikki me gna at stýra, og hanr
síðani kann koma aftur og
siga “Hvat segði eg Tad er
bara vit sum duga." So
gongur tíðin aftur, og ein
møgulig stjórnarkreppa
verður aftur, og aftur stjórn
arskifti. Teoretiskt kunnu
norðmenn við síni skipan
haval0-20 stjórnir í einum
valskeiði. Nógvir norðmenn
høvdu í dag ynskt, at møgu
leiki var fyri at útskriva val,
áðrenn 4 ár eru farin
Tað er tó ein partur av
norsku skipanini, sum er
verdur at hugsa um. Tað er
atkvødugreidsluhåtturin í
Stórtinginum. Tá norskir
tingmenn atkvøda, kunnu
teir bert atkvøda ja ella nei
Teir hava ikki møguleika
fyri at krúpa undan og lata
vera við at atkvøda.
Tingmann eiga tí at hugsa
seg um. Takið ikki undir við
uppskoti Midflokksins
Roynið heldur at liva upp
til tykkara ábyrgd eftir stýr-
isskipanarlógini og takið
avleiðingarnar av politisku
støduni, sum hon til eina
hverja tíð er. Latið tykkum
ikki tøla til at broyta eina
góða skipan, bert tí hvorki
tingmenn sjálvir ella løg-
maður higartil hava dugað
at handfari hana rætt
Jógvan Sundstein
PRIDE
1.3 GL
3 hurðar
5 hurðar
kr. 95.800,-
KIA
SEPHIA
1.5 SLXi
Sedan
kr. 11 8.800,-
KIA
SEPHIA
1.5 GTXi
Sedan
KIA
SEPHIA
1.5 GTXi
Hatchback
verksmiðjan hevur framleitt
bílar
yvir 50 ár
framleiðir
yvir 1 mill. bilar árliga