leygardagur 4. oktober 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 4. OKTOBER 1997
EIRIKUR LINDENSKOV
Við nýggjasta filmi sínum
gongur Nils Malmros
nýggjar leiðir. Higartil hev-
ur hann gjørt allar filmir
sínar út frá egnum endur-
minningum. Hesaferð hevur
hann tikid eina av donsk/
føroysku klassíkarunum
innan bókmentir - bókina
hjá Jørgen-Frantz Jacobsen,
Barbara, sum kom út í 1939
Eisini tíðarmyndin og um-
hvørvid er ødrvisi, enn tað
plagar at vera hjá Nils
Malmros. ;
Vit eru ikki í Arhus í fimt-
iårunum, men í Føroyum
umleið 1760, her stórsligna
nátturan setur sínar avmark-
ingar í kærleiksdramanum
Kortini er talan um ein
rættan »Malmros-film«
Upprunaliga tulkingin av
skaldsøguni er væl í tråd við
forlongda temaði, sum altíð
hevur størsta tydningin -
júst tann pína, sum bundin
er saman við kærleikan. Tað
sást longu í fyrru filmunum
hjá Nils Malmros um tey
ungu og teirra forelskilsi,
eitt nú >Kundskabens Træ<
(1981), og kanska enn meir-
a í viråislønta »Kærlighed-
ens Smerte« (1992). Eingin
ivi er um, at Nils Malmros
hevur Barbaru í huga, tá
hann ímyndar sær tað sár-
baru Kirsten í hesum fimi
Báðar kvinnur við nógvum
kenslum og við stórum vón-
um til lívið
Femme fatal
Í útgávuni hjá Malmros
byrjar søgan »Barbara« um
borð á skipinum Fortunu.
Hagani vit gjøgnum sjón-
arhorn harra Pál uppliva,
hvussu tað er hjá einum
donskum ungum og eldhug-
aðum presti er at koma til
veðurbardu Føroyar at út-
inna prestagerningin. Hóast
álvarsligar ávaringar gerst
tann ungi presturin skotin í
Barbu, eini »femme fatal«,
sum við eksotisku útstrál-
ingini dregur menn til sín
Tað er hennara syndafulla
og óskylduga sjarma, sum
fangar harra Pál - ið er
fongdur av girnd. Hóast áv-
aringarnar og religigsa stríð
harra Pál verður kærleikin
fullborin - til Andreas Hey-
de kemur aftur á klettarnar
Hann er lesandi í Keyp
mannahavn og er bróður-
sonur prest og sorinskriv-
ara. Andreas er ein ungur
sjarmørur, sum fær skapt lív
Í skaldsøguni verður sagt frá úr ymsum sjónarhornum: Vidhvørt Barbu, við-
hvort harra Páls, men í stórri og stórri mun merja vit, at veruliga sjónarhornið
er sorinskrivarans. Hesin gløggi, men mannahatski gudloysingurin hevur alla
tíðini verið bergtikin av Barbu, men hann hevur ongantíð torað at gjørt
dreymin til veruleika. Tí er tað bæði láturligt og grátuligt, at júst hann óbein-
leiðis gerst lagna hennara
í tí annars so »deyda« by-
num - Havnini. Veruligu ør-
indi hansara eru at gera eina
ritgerð um Føroya náttúru
og búskap, men bæði harra
Pál og Barba eru greið um,
at Andreas er ein hótían.
Men eingin kann gera nak-
að við tær erotisku megina,
ið strálar av Barbu
Ørur av
Tá harra Pál at enda slepp-
ur av aftur Mykinesi, og
kemur aftur til Miðvágs, er
Barba farin til Havnar við
Andreasi. Hennara girndar-
liga kærleikssamband við
Andreas merkir tó ikki, at
hon missir kenslurnar fyri
harra Páli. Tá hann - ørur
av sjalusi kemur til Havnar,
gevur Barba seg til fulnar
upp i hendur hansara, og vit
siggja eina inniliga kær-
leikssenu teirra millum, hó-
ast hon longu næsta morgun
aftur er farin til Andreas.
Harra Pál roynir at liva
við ostødugu náttúru Barbu,
men hann megnar ikki at
vinna á svartsjúkuni. Upp-
østur av Gapriali, ónda syst-
kinabarni Barbu, sum í ver-
uleikanum er eins øvund-
sjúkur og harra Pál, tekur
hann Barbu og Andres á
bóli. Andreas tekur til rým-
ingar, og Barba verður sett
í »myrkastovu«. Hesum
syrgir Gaprial fyri - sum frá
at vera handilsforvaltari, nú
er vorðin hjálparmaður fút-
ans
Sorinskrivarin
fær valdið
Nú er tað, at sorinskrivarin,
sum vit annars ikki hava
sæð so nógv til, trýnur fram
á pall. Tá Andreas fer til
farbróðurin at biða hjálp og
sigur honum frá hendingini
við Gapriali og harra Pál,
verður avdúkað, at sor-
inskrivarin í loyndum hevur
skrivað ritgerðina, sum
Andreas als einki hevur
gjørt við, meðan hann hevur
verið í Føroyum - vegna
Barbu og dovinskapi ann-
ars. Andreas verður tvungin
at svíkja Barbu og fer úr
Føroyum við Fortunu morg-
unin eftir.
Ikki fyrr enn Fortuna
leggur út á hav, syrgir sor-
inskrivarin fyri, at Barba
verður leyslatin úr myrka-
stovu. Olukkulig fær hon
skil á, hvat hent er, og roynir
hon uttan eydnu at rógva
aftan á skipinum, sum
hvørvur í mjerkanum.
Barba rør aftaná, men
hvørvur. Sterki ovurhugur
hennara verður eisini henn-
ara lagna
Filmurin og
skiljast
Hóast vit ikki beinleiðis
síggja, at Barba doyr, er als
eingin ivi um, hvussu vit
skulu tulka tað, at hon
hvørvur í mjørkanum. Her-
við skiljast filmurin og
skaldsøgan, sum letur hana
koma aftur á Havnina, har
hon berføtt og niðurtyngd
av sorg fer gangandi nidan
aftur i Nyggjustovu til
mammu sina.
Meðan skaldsøgan leggur
upp til framhald, endar
filmurin dramatiskt við, at
Barba gerst eitt við
náttúruna, sum skapti hana.
Nils Malmros hevur list-
arliga skerpad tulkingina
Hetta verdur enn greidari,
um vit hyggja at luti sor-
inskrivarans
Í skaldsøguni verður sagt
frá úr ymsum sjónarhorn-
um: Viðhvert Barbu - aðrar
ferðir harra Páls, men í
stórri og stórri mun merkja
vit, at verurliga sjónarhorn-
ið er sorinskrivarans. Hesin
gløggi, men mannahatski
gudloysingurin hevur alla-
tíðina verið bergtikin av
Barbu, men hann hevur
ongantíð torað at gjørt
dreymin til veruleika. Av
somu orsek er tað bæði lát-
urligt og grátuligt, at júst
hann - tá hann endiliga ger
nakað, skrivar ritgerðina hjá
Andreasi - óbeinleiðis ger
seg sjálvan skyldugan í
deyða Barbu.
— Barba elskaði kærleik-
an, hevur Nils Malmros so
ofta sagt, og kann tað eisini
vera orsøk til, at søguliga
fyrimyndin, Beinta, av
medsystrum sínum varð
skírd illa-Beinta
Í skaldsøguni er spurn-
ingurin um deyða Barbu 6-
greiddur. Men Nils Malm-
ros tekur avleiðingina fult
út við at lata sorinskrivaran
fáa síðsta orðið
Hetta verður gjørt í einum
brævi, har hann viðgongur,
at eisini hann var stýrdur av
fåfongdini, tí fåfongdu vón-
ini um, at hann kundi gerast
lagna Barbu
At enda skilir hann tað,
men ov seint er.
Surgarleikurin er full-
komin...