týsdagur 7. oktober 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, vari, uppseting og prent Telefon: 11820
Jan Muller | Randi Jacobsen Eyðun Klakkstein, KR pak Telefax. 14720
Fyritaksstjori: I Edvard Joensen Bustadur:
Krisjan Dahl | Blaðfólk: Argjavegur 26, Argjum e-mail: |
Lýsingar og sola: | AkiBertholdsen, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosialur e post olivant.fo
dt Bh ! Eiríkur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Sosialurin út um all-
an heimin
Oddagrein
NÝGGJA tøknifrødin ger tað munandi lættari at sam-
skifta millum lond og heimspartar. Tú kanst samskifta
í tínum egna landi og eisini millum lond á nógvar
ymsar hættir. Postur og flutningur er tað vit kenna best
til - síðani telefon, telex, telefax og nú eisini internetið
SKAL tú í dag hava eini boð fram til ein vin og kenning,
til ein kunda osfr. tá eru ráðini mong. Stersta framtigið
hevur kanska verið telefaxið, men einki stendur í stað,
og tí kemur eisini tann dagur, tá vit fáa ein avloysara
til telefaxið eisini
MØGULIGA kann ein siga, at hesin avloysarin longu
er komin, og hann er internetið. Hetta er enn nýtt og
fremmant fyri mong, men útviklingurin gongur so
mikið skjótt. at i drum londum, her serliga USA, eru
teldan og internetið vorðin ein partur av gerandis
degnum, sum fólk als ikki kunnu vera fyriuttan. So
smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina
inn um skúlagátt, og tað er at fegnast um
MEN eisini fjølmiðlarnir kunnu brúka internetið, og
tað er hetta, sum Sosialurin nú fer miðvíst undir
Saman við evnaríkum og dugnaligum fólki, sum ar-
beiða við teldum og telduloysnum, er ein skipanbygt
upp - tann fyrsta av sínum slag í Foroyum - sum ger
tað møguligt hjá foroyingum og ollum eðrum úti sum
heima at lesa blaðið alt á internetinum
HETTA byrjaði annars í tí smáa, har blaðið gjørdi
avtalu við føroving, sum fekk sær útbúgving í Danmark
Síðani hevur blaðið fingið samband við eina fyritøku,
sum arbeiðir við telduloysnum, og hevur hetta so út-
viklað seg til eina skipan á rættiliga hogum og kvalifi
seraðum stødi
SKIPANIN ger tað gjørligt hjá ollum, líka mikið hvar á
knettinum tey eru, at lesa alt tilfarið, sum stendur í
Sosalinum dag um dag. Býr tú í Moskva, í Peking, í
Singapore, Í Melbourne, í Lima ella hvar tað skal vera,
so kanst tú hvønn dag fara inn á internetið og á telduni
lesa, hvat fer fram í Føroyum
SKIPANIN er so mikið professionell, at hon veitir les
arum te. einstaklingum, stovnum, feløgum, skúlum
osfr. eina tænastu, har viðkomandi til eina og hverja
tid kann fara inn og leita eftir onkrum serstøkum, sum
viðkomandi hevur áhuga í. Ynskir tú t.d. at vita, hvussu
oftani fótbóltsleikarin Todi Jónsson ella Edmund Joen
sen, løgmadur hava verið nevndir í blødunum seinastu
vikuna, seinasta mánaðin ella seinasta árið, so kanst
tú biðja skipanina geva tær upplýsingarnar. Tú kanst
so útskriva allar greinar, har hesir eru nevndir. Og
soleiðis kanst tú leita eftir ollum tí, tú hevur áhuga í
ella brúk fyri. Skal t.d. ein skúlaflokkur gera uppgávur
um Framtaksgrunnin, um Føroyar sum komandi olju-
land, um grindamålid osfr. so er bert at uppgeva leiti-
orðið og tú fær allar greinarar á skíggjan
SJÁLVANDI er endamálið við hesum fyrst og fremst at
fáa blaðið út til fleiri fólk. Tess fleiri haldarar blaðið
kann fáa tess betur verður eisini fíggjarliga grund-
arlagið at gera eitt enn betri og fjølbroyttari blað. Vit
halda eisini, at vit við hesi internetskipan kunnu veita
okkara lesarum og viðskiftafólki kring alla verðina eina
sera góða tænastu. Umframt informatiónsvirðið, so
ber eisini til at hava lýsingar í hesi skipan. Og her er
vert at viðmerkja, at talan sjálvandi eisini er um litlýs-
ingar. Lat tað eisini vera sagt her, at ein orsøk til at vit
leggja so nógva orku í hesa skipan er tann sannroynd
at tað er so kostnaðarmikið, vegna høga porto, hjá
føroyinginum uttan fyri Føroyar at halda eitt foroyskt
blað. Við at gerast haldarar av internetávísini hjá Sosia-
linum kanst tú halda blaðið fyri eins lítið og tað kostar
at halda tað í Foroyum
TAÐ skal vera vón okkara, at hetta tiltakið fær góða
undirtøku og vilja vit suhvoert gera neyðugar og skila
góðar broytingar og ábetur, soleiðis at veran verður
tann best hugsandi fyri kundan Sosialurin
Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur:
Stødisupphæddin i folka-
pensionini er ein rættur
Tað eru eini 12 til 15 ár síðani at javnadarflokkurin så tann veruleikan í eyg-
uni, at tað ikki fór at bera til at fíggja eina hægri fólkapensión yvir skattin,
og tí løgdu vit til brots vid samhaldsfasta, sum er eitt ískoyti til fólkapensión
ina - ein arbeidsmarknadareftirløn fyri oll
Í eini tingsetu fyrr i val-
skeiðnum, hevur fólka-
flokkurin skotið upp fyri
tinginum, at seta í verk eina
nýggja eftirlønarskipan,
sum skal avloysa bæði
fólkapensiónina og sam-
haldsfasta
Tann svarti tráðurin í
fólkafloksuppskotinum var.
at alt samhaldsfestið - allur
solidariteturin - skuldi burt-
ur, og at vit skuldu hava
eina persónliga eftirlønar-
skipan. har hver einstakur
skuldi gjalda inn og fáa út
aftur í mun til tað, ið við-
komandi hevði goldið. Við
ødrum orðum merkir hetta,
at tann lenarójavnin, sum
hevur verið í arbeiðsárun-
um, skuldi halda fram og
helst vaksa á ellisårum. Við
stórai andstygd vendur
javnaðarflokkurin sær burt-
ur frá eini slíkari skipan.
Fólkaflokkurin mælti til,
at samhaldsfasti skuldi av-
høvdast beinan vegin, og
fæið hjá arbeiðsmarknaðar-
eftirlønargrunninum skuldi
fara í landskassan og nýtast
til eina hægri fólkapenstón
eina tíð, men seinni skuldi
fólkapensiónsskipanin eis-
ini setast úr gildi, og tann
persónliga eftirlønartrygg-
ingin taka við. Í samgongu
skjalinum hjá verandi sam-
gongu eru nakrar orðingar,
sum kunnu snara eftirløn-
arpolitikkinum hjá sitandi
landsstýri og samgonguni,
á ta kósina, ið fólkaflokk-
urin fyrr hevur sett út í kort-
ið
Talið av eldri fólki, ið
skulu hava pensión ella eft-
irløn, verður nógv stórri um
nøkur ár, verður sagt, og
hetta verður borið fram,
sum um tað í sjálvum sær
er ein trupulleiki. Vit í javn-
aðarflokkinum síggja ikki
hetta sum nakran trupul-
leika. men taka tað heldur
sum nakað, ið vit eiga at
fegnast um. Hetta er ein
partur av vælferðini, ið vit
hava verið við til at skapa,
og sum so at siga øll vildu
hava. Spurningurin er bara,
um vit duga at leggja ein
eftirlønarpoliuukk til rættis,
ið tekur hædd fyri hesum
Tiverri noyðast vit at
ásanna, at í verandi sam-
gonguflokkum. tykist ongin
at hava handalag til hetta
Tað er trupulleikin
Landsstýrismaðurin í al
manna- og arbeiðsmarknað
armálum, hevur nú boðað
frá, at hann vil beta um
støðuna hjá teimum pensi
onistum, ið onki annað fáa,
uttan fólkapensiónina og
samhaldsfasta. Hetta vil
hann gera, við at skerja
penstónina hjá gðrum
pensionistum, ið fáa aðra
pensión, ella hava inntóku
við síðuna av pensiónini. Í
summum førum verður
fólkapensiónin so nógv
skerd, at talan verður um,
at helmingurin av stødis-
upphæddini (grundupp-
hæddini) verður tíkin burt-
ur. Higartil hevur stødisupp-
hæddin verið ein manna-
rættur hjá øllum. Javnaðar-
flokkurin heldur. at soleiðis
eigur tað er verða í framtíð-
int ersini, og tí fær ætlanin
hjá landsstýrismanninum
(les fólkaflokkinum) íkki
okkara undirtøku
Landsstýrismaðurin
ásannar, at talið av teimum,
sum skulu hava eftirløn
(pension) um nøkur ár verð-
ur munandi stórri enn tað
er í dag. Hetta er rætt. Men
hvussu ætla landsstýrismað-
urin og fólkaflokkurin at vit
skulu útvega eina hóskandi
eftirløn til øll hesi? Tað
Kunngjørt verður ætt. vinum og kenningum. at
okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi
ALEXANDER LEO,
Tórshavn, ættaður úr Vági
fór heim til Harran fríggjadagin 03. okt. 1997,
85 ára gamal
Familjunnar vegna
Katrina, Dina, Martin Erik og Jacobina
verður nevniliga eisini
ásannað, at tað ikki letur seg
gera at fíggja eina hægri eft-
irløn yvir skattin, og tí verð-
ur talan um at ganga aðrar
leiðir. Men hver er so hend-
an leiðin? Skulu vit í fram-
tíðini ganga tað leiðina, ið
landsstýrismaðurin nú boð-
ar frá, og tað vil síga, at
hverja ferð nakrir pension
istar skulu hava meira, so
verður hetta tikið frá nøkr-
um ødrum pensionistum ?
Ella er hetta eitt fyrsta
stigið á leiðini, við tí fyri
eyga, at fremja ætlan fólka-
floksins, um at avtaka lóg-
ina um samhaldsfasta og
fólkapensiónslógina, vid ti
endamåli at skipa eina per
sonliga eftirlønartrygging,
har alt samhaldsfesti (allur
solidaritetur) verður niður-
bundin, soleiðis at tryggjað
verður, at tann lønar6javni,
sum er í arbeiðsárunum
verður varðveittur og øktur
á ellisårum. Ojavnin í hesi
skipan liggur í tí, at inn-
gjaldið til skipanina verður
ásett eftir inntøku, og at út-
gjaldið verður í mun til inn-
gjaldið. Soleiðis verður
ójavnin varðveittur og helst
eisini øktur
Í dag valdar ruðuleiki á
eftirlønarøkinum. Vit hava
eina fólkapensiónsskipan
Vit hava samhaldsfasta
Nøkur hava tænastumanna-
eftirløn. Onnur eru í løntak-
arafeløgum, ið hava eftir-
lønarskipanir, og uppaftur
onnur hava sína egnu skip-
an. Politikkurin, sum lands-
styrismadurin nú boðar frå,
hevur til endamåls at vidur-
kenna henda ruðuleika. Ætl-
anin tykist vera, af tær sam-
haldsføstu skipaninar -
følkapensionin og sam-
haldsfasti - skulu vikja fyri
nøkrum ósolidariskum
Ringið!
- og vit skriva
(O11820
skipanum. Tað vil siga at
eftirlønarpolitikkurin = hjá
fólkaflokkinum verður sett-
ur í verk
Tað eru eini 12 til 15 ár
síðani at javnadarflokkurin
sá tann veruleikan í eyguni,
at tað ikki fór at bera til at
figgja eina hægri fólkapen-
sion yvir skattin, og tí løgdu
vit til brots við samhalds-
fasta miðskeiðis í åttatiårun-
um. Samhaldsfasti, sum
skal verða eitt ískoyti til
fólkapensiónina, verður
fíggjaður við gjøldum frá
pørtunum á arbeiðsmarkn-
aðinum. Hetta er ein arb-
eiðsmarknaðareftirløn fyri
øll. Eisini fyri heimaarbeið-
andi og onnur sum ongantíð
hava verið úti á almenna
ella privata arbeiðsmarkn-
aðinum
Málið má vera at menna
samhaldsfasta, soleiðis at
arbeiðsmarknaðareftirlanin.
saman við verandi fólka-
pensión, verður ein so góð
eftirløn, at tad ikki verður
neyðugt hjá feløgum og ein-
staklingum at gera serligar
eftirlønarskipanir
Tann 6. oktober 1997
Vilhelm Johannesen
Vika 40 - 4. okt.
Vinnaratøl: 01 - 05 - 14 - 23 -
30 - 35 - 36
Eykatøl 13-15
4.000.020.- kr
72511.- kr
4.760.- kr.
172.- kr
39.- kr
vinnarato
vinnarat +! eykat
vinnaratø
5y nn arato
4 vinnarato