Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 — 7. OKTOBER 1997 skifti verið vanlig. Annað er tað um løgmansrøduna, og hitt hevur verið fyrsta og onnur viðger av fíggjarlóg- ini. Tey eru bæði um heyst- ið. Endin á tingårinum hev- ur altíð verið merktur av, at ein rúgva av uppskotum skulu skundast ígjøgnum, og tað hevur m.a. havt við sær, at tað hava ikki verið stundir til eitt endaorðaskif ti. Tað kann hugsast, at ting- menn dempaðu seg eitt sindur í fíggjarlógarorða- skiftinum, um tað longu nú varð boðað frá, at tingårid fer at enda við einum stór- um orðaskifti, og tað hevði verið uppá sítt pláss, at hetta var nakað, sum bleiv gjørt til ein afturvendandi enda á tingárinum, heldur Jóannes Hansen Samfelagsfrødingurin rokn- ar avgjørt við, at hugurin hjá politikarunum at taka orðið verður ógvuliga stórur, nú tað verður farið undir at viðgera fíggjarlógina: — Valstríðið sær longu út til so smátt at vera byrjað. Politikarar, sum ikki hava kent ábyrgd fyri at taka lut í politiska orðaskiftinum, hava spískað blýantin. Vit hava verið og eru í búskap- arligari og politiskari krepp u, men tað er einki, sum bendir á, at vit fara at sleppa undan øllum bladgreinun um, har nógv av teimum, sum ætla sær at verða vald, fara at boða frå øllum tí, tey fara at syrgja fyri, um tey verða vald Vegastubbar og annað væl kent tykist longu verða tikið fram, og eg ivist ikki í, at hetta eisini fer at merkja orðaskiftið um fíggjarlóg ina. Fíggjarlógarorðaskiftið hevur vanliga verið eitt gott høvi hjá politikarunum at markera, hvat teir ynskja til sitt valdømi og sín heim stað. Tí ivist eg einki í, at tingmenn fara at brúka alla ta talutíð, sum teir kunnu fáa, nú fíggjarlógin verður vidgjørd, og orðaskiftið verður varpað út. Talutíð irnar hjá framsøgumonnun- um, fíggjarmálaráðharran um og løgtingsmonnum og landsstýrismonnum eru á- settar í tingskipanini. Eg rokni við, at tær fara at verð- a brúktar á tamb, og so kann eg eisini ímynda mær, at teir verða nógvir, sum fara at brúka rættin at koma við viðmerkingum til nógvar talur, og tað kundi bent á, at orðaskiftið um fíggjar- lógina, verður ógvuliga drúgvt. Fingu teir longu nú fráboðan um, at teir fara at fáa eitt høvi av so at siga sama slag seinni í ting- árinum, so hevði tað kanska hjálpt uppá viðgerðina av fíggjarlógini, heldur Jó- annes Hansen Nógv snýr seg um tilrættalegging Samfelagsfrødingurin ivast í, hvussu nógv fer at koma av skafti í hesum tingárin- um Skulu vit meta út frá ti, sum varð boðað frá, tå løg- maður helt sína rødu á Olav søku, so fara ein rúgva av uppskotum at koma fyri tingið. Men cg ivist í, hvussu nógv av hesum fer at verða endaliga vidgjørt í tinginum. Tað fáa vit eina ábending um hesar báðar næstu mánarnar. Ting- skipanin sigur. at uppskot til legtingslógir. ríkislógar- tilmæli og uppskot til sam tyktar skulu, fyri at verða vidgjørd, verða framløgd innan 5. mars. Tað er í hvussu so er klárt, at skjót ari landsstýrið kemur við uppskotunum, størri er sannlíkið fyri, at tey verða endaliga vidgjørd. Um landsstýrið ger, sum tað plagar, so koma tey flestu uppskotini bóltandi fyrst í mars, og so er rættiliga sannlíkt, at nógv endar í nevndum og kemur ikki aft- ur hagani, áðrenn valið verður útskrivað, og so dett- a tey burtur. - Tað hevur aftur og aftur verið jabbað upp í saman um, at politiska arbeiðið skal spreiðast yvir alla ting- setuna, og nú fáa vit at síggja, hver álvara verður í hesum, endar Jóannes Han- sen Talutíðirnar Tingskipanin sigur, at tá fíggjarlógin er til fyrstu og aðru viðgerð, eiga fram- søgumenninir hjá flokkun- um 20 minuttir í part, tá teir fara fyrstu ferð á pallin Uppskotsstillarin, sum er landsstýrismaðurin í fíggj armálum, eigur eisini í fyrstu atløgu rætt til at:tala í 20 minuttir, og løgmaður og hinir landsstýrismenninir eiga sama rætt til talutíð Omanfyri nevndu kunnu taka orðið tríggjar ferðir, og tær báðu seinnu ferðirnar kunnu teir tala tíggju min uttir og fimm minuttir Løgtingsmenninir, sum íkki eru framsøgumenn eiga rætt til at tala tvær ferð ir. Fyrru ferðina kunnu teir tala í tiggju minuttir, og seinnu ferðina kunnu teir tala í mesta lagið í fimm minuttir I tingskipanini stendur, at formaðurin kann i føri, tå hann heldur tað vera hóski ligt, geva løgtingsmonnum orðið at seta fram stuttar viðmerkingar, sum ikki mugu vera longri enn tveir minuttir. Tað er vanligt, at formaðurin gevur ting- monnum høvi til viðmerk ingar, men tað er bara for- maðurin, sum hevur heim- ild at gera av, um loyvið skal gevast til viðmerkingar Tað stendur eisini í ting- skipanini, at løgtingsfor- maðurin kann loyva frávik frá talutíðunum, sum eru nevndar omanfyri, tá ið vavið í einum máli ger tað neyðugt. Í fíggjarlógarvið- gerðini plagar landsstýris- maðurin í fíggjarmálum at fáa longri talutíð, enn aðrir landsstýrismenn, tí tað tek- ur langa tíð hjá honum at svara øllum tí, sum kemur fram Tummas Arabo, fyrrv. strandferðslustjóri: Havnirnar eru eins stórur trupulleiki sum SL-skipini -Tú loysir ikki trupulleikarnar við at leiga ella keypa skip. Havnaviðurskiftini mugu fyrsta fáast upp á pláss - og hetta er galdandi fyri Skopun, Oyragjógv og Lorvík sigur fyrrverandi Strandferdslustjørin Tummas Arabo, sum eisini vísir á enn ein trupulleika, ið vit fáa um ikki so langa tíð, tå strong krøv fara at verða sett til Smyril. Hetta er nakað, sum vit á SL bæði hava sagt og skriv- að til landsstýrið fleiri ferðir. JAN MÚLLER -Tað er heilt øvugt og ør- vitistos at fara út og leita eftir skipi til Sandoyar- siglingina, sum kann lúka krøvini. Tað skipið finst snøgt sagt ikki sigur Tumm- as Arabo, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni Hann vísir á, at teir kunnu leita sum teir vilja, men teir finna einki skip fyri Trónda, hverki í Danmark ella nakra aðrastaðni, sum kann brúk- ast Skulu teir hava eitt skip, sum lýkur krøvini og sum ikki er longri enn Tróndur, so verður tað 12-13 metrar breitt, og so sleppur tað ikki inn í Skopun. Trupulleikin við Sandoyarsiglingini, at tú einki hevur kunnað gjørt, hevur gjøgnum árini verið havnin í Skopun Tekningarnar til nýtt sandoyarskip liggja hjá Skipasmiðjuni og hava ligið og bíðað har í skjótt 10 ár Tær hava bíðað eftir, at nakað skuldi verða gjørt við havnina í Skopun, men tað eru onantíð settir pengar av til at gera havnina nóg góða. Innsiglingin er rætt og slætt ov smøl. Landsverk- frødingurin vildi ikki gera nakað við porturið, fyrr enn hann hevði fingið pengar til tað At leiga eitt skip til sigl- ingina er tí burturvið. Við nýggju krevunum verður tað rætt og slætt ov breitt til at koma inn í Skopun. Tummas Arabo sigur, at hetta eru mál, sum eru nógv umredd á Strandferðsluni gjøgnum árini, og skal tú fara í holt við at loysa hetta málið, so mást tú gera bæði tingini, tvs. fyrst broyta havnina og síðani byggja eitt nytt skip til siglingina fyri at fáa sum mest burtur úr Tummas Arabo sigur, at Strandferðslan hevur bæði sagt og skrivað til lands- stýrið um hetta fleiri ferðir, men einki er hent í mál- inum Eisini Lorvík og Oyragjógv -Vit hava sagt frá, at havna- viðurskiftini forða fyri fløg- umí nýggj amboð til sigl- ingina á øllum rutum uttan í Norðoyggjum, útoyggjum í Norðoyggjum og í Suð- uroyarsiglingini. Talan er um Lorviksfjørd, Vestmannasund og Skop- unarfjørð. Landsstýrið hev- ur vitað av í fleiri ár, at havnirnar við Oyragjógv, í Skopun og í Lorvík hava ikki verið í lagi Tummas Arabo ivast ikki í, at verður tað byrjað at byggja eitt skip til Sand- oynna nú, so kann Tróndur vælsaktans klára rutuna eini 2 ár fram ella ta tíð tað tekur at byggja eitt slíkt skip. -Teir á Skipasýninum eru skilagóðir at hava við at gera, og teir laga seg eftir slíkum eisini, um teir síggja, at nakað reelt verður gjørt fyri at fáa eitt nýtt skip Umframt at fara undir bygging av einum skipi so er síðuleypandi neyðugt at byggja havnina út soleiðis, at hon kann taka ímóti ein- um nýggjum og stórri skipi Torfer uppgáva at reka Strandferðsluni -Nú er tú gamal á Strand- ferðsluni - hvat sigur tú til støduna á samferðslugk- inum sum heild! -Eg kann bert siga, at tað er ein tørfør uppgáva at reka strandferðsluna í Føroyum. Men tað er ein sannroynd, at trupulleikarnir í sam- ferðsluni koma ikki eftir einum degi. Teir hava bygt seg upp, meðan politisku myndugleikarnir hava verið vitandi um tað men einki gjørt. Uppá fyrispurning hvussu stóran týdning Strandferðsl- an er fyri Føroyar sigur Tummas Arabo, at hon er alfa og omega fyri hetta landið at hava eitt gott sam- ferðslunet -Hevur politiski mynd- ugleikin ikki sovið í tím anum ? -Tað skal eg ikki úttala meg um. Ein og hver kann gera sær eina meining um tað. Eg kann bert siga, at alt samferðslukervið stend- ur fyri ómetaliga stórum avbjóðingum. Sandoyggin og Tróndur er ein trupul- leiki, men vit standa yvir fyri einum nógv stórri trup- ulleika í Suðuroynni um ikki so langa tíð Her hugsar hann um ki uttanífrá til Smyril. Hetta vita menn um, so tað er eingin orsøk til at gerast klakkur, tá tíðin kemur, at stórar upphæddir skulu brúkast til at hava Smyril í framhaldandi sigling. Og roknast kannn eisini við, at hann kemur at verða tikin úr rutuni í langa tíð til at kunna gera åbøturnar -Vónandi fer hetta ikki at taka okkara stýrandi menn á bóli eins og krevini til Trónd gjørdu tað nú um dagarnar