Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 191 — 8. OKTOBER 1997 Norsk oljufeløg og útbúgvingarstovnar rætta hjålpandi hond: Vilja lata før- oyingum hjálp til sjålvhjalp Norskir útbúgvingarstovnar og norsk oljufeløg vilja fegin tuðla føroyskum útbúgvingarstovnum í royndunum at laga undirvísingina til eina koma oljuvinnu. g JIa nge 1 . € SK ig €T irnir starvas g Sjomansskulanum, Mask inmeistaraskulanum og á teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík. Talan hevur verið um eitt intenst skeið uppá sjey vikur. Hetta er fyrstu ferð, at slíkt hendir og er hetta tiltakið ein liður í royndunum at kunna út- búgva føroyingar i Føroy- um til at manna størvini í emi komandi oljuvinnu Tað hevur annars gingið vanliga skjótt og longu nú er nakað ftøkiligt komið burtur úr. Tað var í fjør, at umboð fyri Stavanger mari time skole og Hø: gsk« lan i Stavanger vóru í Fø Dr yyum 'g gjørdu fyrstu ætlanar- avtalurnar vid åvikavist teir fýra umrøddu miðnáms skúlarnar í Havn og í vík og síðani við skaparsetur Føroya Endamálið við hesum út bugvingarsamstarvinum er at skapa fi kunna útbúgva føroyingar til eina komandi oljuvinnu og eisini at fara undir granskingaruppgávur í hes- um sambandi kunningarferð Herfyri fóru so fimm lær- arar til Stavanger at taka grundskeid i boring. I ti sambandinum fóru so eisini stjórarnir á teimum fýra før- oysku skúlanum á vitjan í Stavanger fyri at kunna seg við vidurskiftini har Skúlastjórarnir vóru Gordon Hoffgaard frá Maskinmeistaraskúlanum, Egon Øregaard frå Tekniska Skúlanum í Havn, Rúni Heinesen frá Tekniska Skúl- anum í Klaksvík og Dánjal Johan Poulsen frá Sjómans- skúlanum. Haraftrat vóru tvey umboð fyri Lands- skúlafyrisitingina við, Vil- hjálmur Gregorisen og Claus Reistrup Vitjað varð fyrst á Sta- vanger maritime skole, sum upprunaliga var ein sjó- mansskúli, men í 1980 vóru allar maritimar útbúgvingar treytir fyri at savnaðar á skúlanum. Í dag leggur skúlin dent á mari tima útbúgving, te. dekk og maskin, síðani eina petrol eumstekniska útbúgving harnæst frálandaútbúgving ar og at enda maritima trygdarupplæring Skúlin er tað ein nevnir „en videregáende skole“ sum gevur næminginum eina 3 ára útbúgving eftir loknan fólkaskúla Stórur tørvur er eftir fólki sum taka útbúgving, og her er tað í løtuni serliga eftir fólki við boriútbúgving, sum kemur av tí økta virk- seminum í Norðsjónum Eitt boriskeið tekur vanliga Í ár Føroysku skúlastjórarnir vórðu eisini kunnaðir um skeiðvirksemi, sum er í Rogalandi Hevið var eisini til at hitta umboð fyri umsitingina í fylkinum og kommunalpol- itíkarar. Eitt nú varð greitt søguni hjá Stavanger og um hvussu býurin hevur ment seg gjøgnum tíðina, til í dag at vera oljuhøvudsstadurin í Noregi. Býráðið hevur verið sera virkið í hesi menning Vitjaðu hjá Statoil og Umboðsmaður fyri Statoil greiðir føroyingunum frá nýggja slagborinum, sum teir eru í ferð við at utvikla Saga Vitjað varð eisini á gass- terminalinum hjá Statoil á Kårstø. Tá vóru eisini teir fimm lærararnir, ið vóru á boriskeiði, við Her fingu føroyingarnir m.a. at vita, at Statoil bara í ár ger íløgur fyri 15 mill- iardir krónur. Kårstø skal útbyggjast fyri 6-7 mill- tardir kr. M.a. skulu tangar gerast í fjallinum til propan, ið skal kølast niður, og nýggj rørleiding skal gerast frá Kåstø til Emden Eisini varð høvid at vitja hjá Saga Petroleum, har høvudsdenturin varð lagdur å trygd og umhvørvi. Saga hevur gjørt nógv burtur úr trygdarupplæring og greitt varð frá teimum grund- leggjandi trygdar- og til- búgvingarskeiðunum, u.n- framt eini serstakari leiðara- upplæring. Áhugavert var m.a. at hoyra fólk frá Saga greiða frá tiltókum, sum fyritøkan stendur fyri í Sogne og Fjordane, sum er eitt fylki e Maskinn raskulanun við 100 000 íbús ' Fit endamál t Sa loka samfelagn er at brúk fokalar vertard 1 UutviK førlerka. Saga ger eisini nogv burtur ur samstarv inum við skúlarnar í eki num Skúlaverkið í fylkinum hjálpir til við hesum arbeiði Eisini fyri framleiðarar virki í økinum stílar Saga fyri tiltøkum, sum kunnu vera við til at menna teirra førleika í fakligum þer Undir vitjanini hjá Saga vóru trygdarskeið og trygd arkrøv eisini — vidgjørd gjølla. Tað er kundin, sum setir krøvini til innihaldið í skeiðunum. Í Noregi fer ein samskipan av krøvunum fram innan OLF. (Olieind- ustriens Landsforening) Claus Reistrup frá Lands skúlafyrisitingini sigur, at undir hesi vitjan varð eisini umrøtt, hvussu vit í Før oyum kunnu fara undir at gera trygdarskeið. Saga legði dent á, at stílað varð fyri einum trygdarmiddepli, og at útbúnir instruktørar skuldu vera til miðdepilin Í hesum sambandi varð eisini sagt frá, at SAGA í oktober heyði ætlanir um at hava eina venjing, har eisini umboð úr Føroyum kundu vera við sum eygleiðarar Í hesum sama viðfangið varð eisini tosað um møgu- leikan fyri at halda eitt sem- inar í Føroyum um trygd og umhvervi. Tað skal vera fyri ídnaðarfólk og politikarar Eisini varð umrøddur møguleikin fyri at Saga kundi vitja skúlarnar í Før- oyum, so lærarar og næm- ingar fáa beinleiðis kunning um tann stóra týdningin, sum trygd og umhvørvi hevur innan oljuvinnuna Føroysku luttakararnir vórðu vistir runt á trygd- armiðdeplinum á Stavanger maritime skole Vitjað varð eisini hjá Kværner Eigersund, ið ligg- ur uttan fyri Stavanger. Upprunaliga bygdu teir stál- konstruktiónir, men í dag er meginparturin av fram- leidsluni eindir til fram- leiðslupallar innan olju- vinnuna Fleiri småfyritøkur innan jarnídnaðin hava t:kið seg sku skú í Havn og M ' rska O hr 40 søen * Í Kværr Áhugaverdur borur Eisini varð vitjað hjá Statoil í Forus. Har varð m.a. greitt frá teimum áhugaverdu royndum, ið Statoil hevur gjørt við at:útvíkla ein slag hamara at nýta til boring Claus Reistrup sigur, at sera áhugavert at varð at hoyra um henda nýggja boriteknikkin, sum kann koma at kollvelta boring í eitt nú basalti og tí eisini hevur stóran áhuga fyri Fer yar. Av tí at tað er sera kostnaðarmikið at leiga boiripallar, um Í mill. kr um dagin, reður mest um at kunna redusera boritíðina Við nýggja boriteknikk inum kunnu teir bora 12 ferðir skjótari um tíman enn við verandi teknikki. Og tá er so nærum einki slit heldur Eisini fingu føroyingarnir eina frágreiðing um roynd- irnar at umskapa gass til protein vid at nyta eina å visa bakteriu. Bakterian er til staðar alla staðni, har methan er. Í løtuni er Statoil í ferð vid at byggja eitt veru ligt framleidsluanlegg. Av ti at protein er ein mangulvøra í heiminum í dag, eru helst stórir framtidarmøguleikar í hesi framleiðsluni At enda varð vitjað á Høgskolan í Stavanger. Har útbúgva teir eitt nú olju verkfrødingar. Í sambandi við ætlanaravtaluna, sum herfyri varð gjørt millum Høgskolan og Fróðskap- arsetrid, er ætlanin, at ein frá borideildini á høgskul- anum skal gerast professari 2 á Fróðskaparsetrinum, m.a. við atliti at menning laksvík, Sjómansskúlanun rum Stavanger av boriteknikki í hørdun Henda skipan, sum verð ur fíggjað av Statoil, virkar á tann hátt, at læran arbeiðir fyri fyrtøkuna 20% av tíð ini og restina av tíðina und irvisir og granskar á einum lærdum háskúla. Verður henda ætlan til álvara, so er møguleiki hjá Fróðskap arsetrinum at fáa bygt upp nógva nýggja vitan Statoil og Saga sera trúverdugir partnarar Claus Reistrup sigur vi Sostalin, at Statoil, sum hevur víst stóran áhuga fyri at vera við til at menna út bugvingarmøguleikarnar í Føroyum í sambandi við eina komandi oljuvinnu Okkara royndir eru, at Statoil er ein sera trúverd ugur samarbeidspartnari, sum eisini skilur trupul leikarnar og tørvin í einum lítil samfelag sum ti før oyska Her er í stóran mun talan um hjálp til sjálvhjálp Eisini hitt norska oljufel agið Saga er ein góður sam starvspartnari sigur Claus Reistrup, sum heldur, at trygdarspurningarnir, ið Saga ger so nógv við, eru sera týdningarmiklir fyri okkum føroyingar eisini Teir fimm lærararnir, sum hava tikið grundskeið í bor ing í Stavanger og sum nú kuanu undirvísa í hesum á skúlunum í Føroyum, eru Johan Kunoy frá Tekniska skúla í Havn, Páll Joensen frá Maskinmeistaraskúla- num, Jógvan Linklett og Hans Jákup á Kósini frá Tekniska Skúla í Klaksvík og Kristin Rasmussen frá Sjómansskúlanum Merkið veitraði fyri føroysku gestunum hjá Statoil