Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 191 — 8. OKTOBER 1997 Johan Lilleheim, rektari í Stavanger: sjálvi stýra gongdini -Føroyingar eru i fleiri førum i eini nógv hepnari stóðu nú oljuvinnan nærkast, enn norðmenn vóru tað, tá oljan kom. Tá var alt amerikanskt. Førovingar hava møguleika at stýra útviklingini heilt frá byrjan JAN MULLER Hesar seinastu dagarnar hava umboð fyri „Stavanger maritime skole“ verið á vitjan í Føroyum. Vitjanin er líður í tí samarbeiði, sum er íkomið millum fýra før oyskar skúlar og norska undirvisingarstovnin Undir vitjanini hava tey fýra fólkini frá skúlanum í Stavangar vitjað á Sjómans skúlanummí Havn, á Tekn iska skúlanum í Havn og í Klaksvík og á Maskinmeist araskúlanum Í gjár var so felagsfundur millum limir í Stavanger bólkinum, tað eru umboð fyri føroyska skúlarnar, ið eru við í samstarvinum og So Stavanger Maritime skole um ftøkiligt samstars i sambandi vid komandi skeidsvirksemi Tey fýra fólkini úr Sta vanger eru Johan Lilleheim rektari, Knut Ringbakken skeiðleiðari, Sigmund Ei hásen, studieinspektørur og Øystein Førsvoll, sum hev ur altjóða samband sum málseki Hetta er fyrstu fyrð, at Johan Lilleheim, rektari er í Føroyum í sambandi við samstarvið skúlanna mill um Hann sigur við Sosialin, at teir eru fegnir um at hava fingið eitt samstarv við føroyskar skúlar og vónar, at hetta nú kann mennast so mikið, at nakað ítekiligt kann koma burtur úr Nú byggir samstarvið og ætlaða skeiðvirksemi í stór- an mun á útlitini fyri eini komandi føroyskari olju- vinnu Teir fimm føroysku lær- ararnir, sum júst hava verið í Stavanger, hava fingið eitt skeið í boring Feroyingar í hepnari stødu Nú hann hevur drúgvar royndir á oljugkinum spurdu vit Johan Lilleheim, hvat hann heldur um tað stóðu Føroyar eru komnar í, nú altjóða oljufeløg eru farin at vísa Føroyum so stóran ans! -Tit føroyingar eru í eini sera hepnari stóðu. Tá vit í Noregi byrjaðu eina olju- vinnu í 60-unum var tað amerikanskur kapitalur og amerikanskt sum heild, sum tíðindablaðið R Á Johan Lilleheim, rektari á Stavanger maritime skole er fegin um samstarvið, ið er fingið í lag millum føroyskar útbúgvingarstovnar og skúlar í Stavanger stóð fyri útviklinginum, eis ini undirvísingarpartinum Høvdu vit verið meira fyrivarnir, so høvdu vit helst sjálvir havt kunnað sett okk- ara egnu fólk til uppgåv urnar, sum aðrir komu at taka sær av, í hvussu er í byrjanini. Nú tað sær út til, at útlit eru fyri at finna olju við Føroyar er gott, at tit sjålvir eru úti um tykkum og eitt nú útbúgva tykkara fólk, so- leiðis at tit sjálvir kunnu stýra menningini og harvið ikki lata útlendingar í alt ov stóran mun standa fyri øll- um og stýra tí. Hann vísir tó á, at sjálv- andi mugu útlendingar eis- ini vera við í ávísan mun, men tað mugu vera føroy- ingar sjálvir, sum stýra gongdini bæði politiskt og fakliga Johan Lilleeim heldur, at samarbeiðið millum skúlar í Føroyum og í No-regi verða eitt gott dómi um eina skilagóða fyrireiking til eina oljuvinnu -Vit halda hetta samar beiðið er sera áhugavert og kunnu fegnast um, at teir fyrstu fimm føroysku lær- ararnir hava tikið prógv á skúlanum í Stavanger Talan er um lærarar frá teknisku skúlunum í Havn og Klaksvík, sjómansskúl- anum í Havn og Maskin- meistaraskúlanum -Vit vóna, at hetta kann útvikla seg víðari og fyri at undirstrika týdningin vit leggja í hetta, eru vit fýra fólk komin til Føroya fyri at kunna okkum við um- støðurnar her. Skilagott av føroyingum at fyreika seg tidl Johan Lilleheim heldur gondina á føroyskum øki vera áhugaverda og vísir á, at tey stóru oljufeløgini høvdu neyvan sagt seg hugað at fara undir at bora eftir olju við Føroyar, um tey ikki hava ein varhuga av, at olja finst her. Hann heldur tad vera um- ráðandi, at føroyingar sjålv- ir manna týðandi størv í sambandi við eina komandi oljuvinnu, og tí er tað so avgerandi longu nú at stinga út í kortið við eitt nú at út- búgva nøkur fólk bæði á midnåmsstødi og á hægri stødi. Hann vísir á, at norðmenn vóru kanska íkki heilt so væl fyrireikaðir til eina olju- vinnu og vóru ávísan mun tiknir á bóli, tá eitt klon- dikelíknandi virksemi tók seg upp og hevði fleiri óhepnar avleiðingar, m.a. at prísirnir hækkaðu óvanliga nogv. -Tit eru eitt nógv minni samfelag og harvið eisini nógv meira viðkvæmt, og tí haldi eg tað er týdning- armikið, at tit sjálvir hava eftirlit við gongdini og ansa eftir, at hon ikki tekur yvir- hond Tað er umráðandi, at tit fáa eina útbygging, sum fer fram stig fyri stig heldur enn at fáa ein brádligan klondike-útvikling Lilleheim heldur, at For oyar í nógvum førum eru i eini nógv hepnari stóðu enn Noreg var tað, tá oljuvinnan fór í gongd har -Verður olja funnin her, so ganga nøkur ár, áðrenn tit fáa eina framleiðslu. Men nettup hetta, at tit longu nú tosa um tingini og fyrireika tykkum ger, at tit kunnu hava eina hepna hond við útviklinginum Uppá fyripsunring um tað ikki kann verða eitt sindur burturspilt av bæði tíð og orku nú at útbúgva fólk til eina oljuvinnu, sum kanska ongantíð kemur sigur Lille- heim, at vit mugu útbúgva fólk til annað enn bert eina oljuvinnu. Ein má samskipa hetta, soleiðis at tað ikki verður ein alt ov einvís oljuútbúgving Johan Lilleheim sigur annars, at oljutænastufeløg- ini, sum gera ymsar arbeiðs- uppgavur fyri oljufeløgini skríggja eftir fólki og tí hev- ur skúlin í Stavanger verið noyddur til at taka fleiri næmingar inn til hesar upp- gávur. Lilleheim sigur, at tað sjálvandi er eitt sindur av gamling í øllum hesum, tí tú veit ikki, um olja verður funnin. Gott við samstarvi Hvat heldur hann um týdn- ingin av, at føroyingar held- ur enn at senda fólk til No- regs og onnur lond at út- búgva seg lata hesi fólkini útbúgva seg í Føroyum! -Tað er nettup tí vit eru her. Lærararnir úr Føroyum hava fingið eitt skeið í Sta vanger, sum teir so kunnu byggja sína komandi und irvising á „Holde udviklingen í stramme tøjler" Uppå fyrispurning um ikki ein risastór oljuvinna heilt kann taka eitt so lítið sam felag av fótum, sigur rekt arin á Stavanger maritime skole, at tad nýtist hon ikki, men tá mást tú eisini „holde udviklingen i stramme tøj- ler og ikke slippe galskapen løs ukontrolert“ sum hann målber seg Hann sigur, at vit eiga at vera ómetaliga varin, men verður tað útbygt vid var- semi og vit ikki taka munn- in ov fullan, so kann tað væl ganga gott Men vinnan og tvs. ar- beiðsplássini kann sjálvandi fáa stóran týdning fyri sam- felagið, um hetta verður gjørt uppá ein skilagóðan máta Ein stigvís og varðin út- bygging er rætta leiðin at ganga. Talan er um djúpt vatn men infrastrukturur finst í økjunum nærhendis, ella fer at koma, so ein nýt- ist ikki at brúka so nógvar kreftir uppá júst tað, um ein ikki ynskir tað. Lilleheim heldur, at vit mugu meta gjølla um fyri- munir og vansar, um vit eitt nú vilja hava oljuna í land í Føroyum ella ikki. Tað fer sjálvandi at geva nógv ar- beiði, men spurningurin er, um hetta er tað føroyingar vilja. -Man má tænke sig om flere gange sigur Johan Lilleheim, sum nú fer at seta meiri tíð av til at menna samstarvið millum skúlan hann umsitur og so teir føroysku skúlarnar