mikudagur 8. oktober 1997síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Steinbjørn B. Jacob
7 storvirk
sum hevur
ð úr hondum skald-
sløg: skaldsøgur, stutt-
søgur, leikir, barnabøk-
ur, ferdafråsøgn og so
vrkingar so fjølbroyttar
í skapi og innihaldi
TINNA OG TAM«
er heildarsavn av yrk-
ingum, ið eru vorðnar
til yvir stívliga eitt tríati
ára skeið. Í bókini eru
tey sjey søvnini, Stein-
bjørn hevur latið úr
hondum,og sum nú eru
útseld >Heimkoma
1966. >Fræ< 1968
»Kjøkr«, 1974,
Tægr«, 1980, »Liv«,
1981, »Læraramyndir«,
1984, »Tungl«, 1987
Umframt tað eru nýggj-
ari yrkingar, týðingar,
sangir og barnasangir
Hevundurin hevur
sjálvur skrivað stuttar
viðmerkingar um, nær
og í hverjum sambandi
yrkingarnar eru vorðnar
til. Heðin M. Klein hev-
ur skrivað inngang, har
hann m.a. sigur
>Lisnar í síni heild
Heildarsavn á
seksti ára degi
TINNA = TAM
ber til at siga, at yrk-
ingarnar fevna frá tí ein-
falda og sinniliga til tað
inniliga, tí támlætta og
yndisliga til tað duld-
arfulla, tí dagliga og
gerandisliga til tað
ágangandi, politiska og
bastanta<
Bárður Jákupsson
hevur evnað til snøgga
kápu. Hestprent hevur
sett og brotið um, og
bókin er prentað á Estra
og bundin inn hjá Helge
Justinussen
Forlagið FANNIR
gevur út bókina
»TINNA OG TAM«,
sum er 331 sidur i stiv-
ari permu og kostar kr
299,-
Framhøld - ella?
Fyrsta prosabókin hjá
Tóroddi Poulsen,
»REGLUR« fekk
uppiborið góð ummæli,
hon varð skotin upp
Í norður
lendsku bókmentavirð-
islønina og kom fyrr í
sum evn
»Onkra løtuna hugs-
aði eg, at hetta skuldi
vera framhald av
»Reglum«, heldur undir
heitinum »Framhøld«,
men tað varð tað kortini
ikki. »Lat »Reglur«
vera reglur«, sigur Tór-
oddur i inngangi sinum
f hesum nyggja prosa-
verki, sum eitur »SOT
OG SØGN«, og heldur
fram: »Um hetta er eitt
framhald. so er hetta
fyrst og fremst eitt
framhald av mær sjálv-
um«
Bókin er ein blend-
ingur av ymiskum
tekstsløgum, ein sam-
anrenning av småsøg-
um, samrødum, rit-
royndum, hittinorðum
og yrkingum. Hon er
—
vegur 10 B, er opin
kveld kl. 19-23.
| Deyvafelag Føroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, íslands:
månadag-friggjadag kl. 9-15.
Telefon 17597. Telefax 13609. Teksttelefon, ring
0032 og bið um 16929. Limafundur hvert måna-
sum nevnt ikki fram-
hald av brotsverkinum
Onkur heldur kanska, at
hetta eru bygdasøgur úr
Havn og Keypmanna-
havn, men sum skald-
sega skal hon helst íkki
lesast. Kanska ber tað
kortini til
Eftir áheitan hevur
Jóanes Nielsen uttan
yvirhøvur at vita um
innihaldið í hesi bókini
skrivað eftirmæli.
Forlagið FANNIR
gevur bókina út. Anker
Mortensen hevur evnað
til kápuna. Bókin er 144
síður og kostar kr. 170.
tíðindablaðið + 1
Nr. 191 — 8. OKTOBER 1997
Neyðugt er at leggja
framtidarætlanir
Ov ofta eru vit vitni til at
stórar avgerðir verða tiknar
í eimi handavending
Ein tílík avgerð kann
møguliga vera røtt og argu
mentini fyri at gera hana eru
ofta, at hon er átrokandi
neyðug
Men hetta er ikki skyn-
samiligur politikkur. Mang
an er als ikki pláss fyri allari
fløguni á fíggjarlógini
Mangar ferðir betur er at
gera eina langtíðarætlan og
so seta neyðugu játtanina á
fíggjarætlanina yvir fleiri ár
Fyri nøkrum árum síðan
blivu flestu grunnar avtik-
nir. Sagt varð, at teir blivu
misbrúktir. Nakað kundi
kanska vera um tað. Men
bruktir við skili. ber til við
teimum at gera framtíðar
ætlanir. Ein stór ílega gerst
møgulig, tí hon kann toygg
jast yvir fleiri ár
“Tróndur" hevur nú akut
tar trupulleikar og ætlanir
eru um bráðkeyp av skipi
Hvat er so næsta skip sum
er skrottverdugt. Hverjar
iløgur eru neyðugar koman-
di 10 árini. Hetta eru spurn-
ingar, sum landsstýrið má
hava fram
Samferðslan er eitt eki,
har skipaðar framtidarætl-
anir eru ynskiligar
Vit vita hvussu gomul
skipini eru og vita kanska
nær tey skulu skiftast út. Til
ber eisini atleggja ein poli-
tikk og avgera, at skip skulu
ikki verða longri í flotanum
enn eitt ávíst áratal. Síðan
er neyðugt ár um ár at seta
pening av til seinri fløgur
Hetta er so tann årligi kost-
naðurin av at hava samferð
sluna á tí fastlagda stød
num. Avsetingin skal vera
oyramerkt til hesa íleguna
I SUMUM londum er
vanligt at tað um åvis sam
felagsmál verður gjørd
avtala millum flest allar
flokkar um ætlan, sum varar
yvir fleiri ár og fleiri val
skeið t.d. “forsvarsforliget"
í Danmark
Munnu vit í Føroyum ikki
vera so búnir, at møguleiki
er at gera okkurt líknandi
td. innan samferðsluna. So
var nógv vunnið
Terje Davidsen,
legtingsmaður
Jú, fleiri skeinkiloyvi,
tess meiri verður drukkið
Í hesi greinini, sum Petur Skeel Skarðsá hevur sent okkum, sigur hann seg
hava ringar royndir av rúsdrekka, og tí kennir hann tað sum sína skyldut
ávara onnur ímóti misnýtslu av hesum.
Petur Skeel Skarðsá
skrivar:
Nógvar føroyskar familjur
hava havt ógvuliga trupult
við at fáa endarnar at røkka
seinastu árini. Samstundis,
sum arbeiðsloysi gjørdist
ein stórur trupulleiki í okk-
ara samfelag, øktu landsins
myndugleikar skatt
gjøld. og tað gjørdist stein
ur oman á byrðu, serliga
hjá barnafamiljunum og
teimum figgjarliga veiku i
samfelagnum. Arbeiðs-
loysi og økti skatturin høv-
du við sær, at fólk kláraðu
ikki sínar figgjarligu skyld-
ur. Familjur mistu hús og
heim, og tað vóru mong,
sum ikki sóu seg før fyri at
lívbjarga sær her á landi
At enda noyddust tey at
bera peningastovnunum
lyklarnar til hús síni og
fóru. Men ikki man tað
hava verið so lætt hjá nógv-
um av hesum familjum at
fallið til í einum gráum
betongblokki á flatlondum
Tað var tó ikki bara ar-
beidsloysi og methøgur
skattur, ið festu røtur og
gjørdu um seg í Føroyum
hesi neydars år. Samstun-
dis, sum tíðirnar versnadu,
og fólk gjørdust meiri og
meiri mótfallin, stríddist
Javnaðarflokkurin við
Maritu Petersen á odda av
øllum alvi fyri at fáa Rús-
drekkasølu Landsins upp at
standa. Og tað var, sum
fryktandi var fyri: Sum at
stroya salt í sárið, sum
gg av-
føroyska samfelagid longu
hevði fingið av stóra ar-
beiðsloysinum og methøga
skattinum
Henda nýggja "fyritøkan
hjá Javnaðarflokkinum fekk
eina byrjan, sum mong, ið
óttaðust avleiðingarnar av
rusdrekkasølunum kring
landið, bóru ótta fyri. Sum
em av teimum heilt fáu
fyrttøkunum í Føroyum í
nitiårunum fekk
Rusdrekkasølan so stóra
undirtøku, at hon gav stórt
yvirskot. Kurvin yvir sølu-
na av rúsdrekka fór beint
uppefur og afturyvir, sum
onkur tók til. Ja, so væl
eydnaðist tað Maritu Pet-
ersen og Javnaðarflokki-
num við nýggju Rúsdrekk-
asøluni at fáa føroyingar og
har ímillum tey ungu at
keypa og drekka brennivín
Gud viti, um Marita hev-
ur hugsað um, hvussu nógv-
ir ungdómar ganga fullir og
vála um dagarnar, ella
hvussu nógvar familjur
hvert vikuskifti liva í bren-
nivínsótta og í ringasta føri
eru upploystar av hesi or-
søk?
Tað skerst ikki burtur, at
tað við hesum politikki
Javnaðarflokksins er lættari
í dag enn nakrantíð at fáa
fatur á rúsdrekka.
Tað verður grenjað um, at
ov fá skeinkiloyvi eru í høv-
uðsstaðnum og kring landið
annars. Tey, sum tala fyri,
at loyvini áttu at verið fleiri,
endurtaka upp í saman, at
fólk, sum vilja keypa sær
eina øl, eitt glas av víni ella
ein snaps, kunnu bara
drekka á einum staði í senn
Men eftir mínum tykki er
hetta ein bæði láturlig og
gråtulig undanførsla, tí tað
er heilt vist, at tess fleiri
"tilboð" eru av slíkum slagi
— jú, fleiri lata seg freista
Eg veit persónliga, hvat
tað er at drekka, og eg sigi
bara fyri mítt viðkomandi,
at tað hevði verið ein sonn
vanlukka fyri meg, um vit
høvdu rusdrekkasølur og
skeinkiloyvir kring landið
tey årini, eg drakk. Eg ivist
ikki f, at fleiri, sum eru
sloppin burtur úr rúsdrekka-
trupulleikunum og í dag eru
edrú, siga tað sama sum eg
Soleiðis er tað bara, Marita
Persónliga havi eg einki
ímóti, at tilkomin fólk í
onkrum serligum føri fáa
sær ein lítlan, um tað annars
er við skili, men eg vil bara
vísa á vandan sum lúrir,
hverja ferð hetta verður
gjørt og serliga millum tey
ungu.
Í dag sært tú ungar
dreingir og ungar gentur
vanligar arbeiðsdagar og
enntá mitt á degi sita og
drekka gl á stóðum, sum
hava skeinkiloyvi. Tú sært
eisini fólk, sum drekka seg
frá viti og skili at kalla hvert
vikuskifti, tí tað nú er so lætt
at fáa fatur á rúsdrekka. Og
tað verður neyvan ein veit-
sla hildin uttan, at rúsdrekka
er á borðinum. Var tað
meiningin við nýggju rús-
drekkalógini, Marita Peter-
sen?
Ég havi ringar royndir av
rúsdrekka, og tí kenni eg tað
sum mína skyldu at ávara
onnur ímóti misnýtslu av
hesum. Tá ið eg havi sagt
hetta, fari eg í sama viðfangi
at mæla Javnaðarflokki
num, sum syrgdi fyri at fáa
rusdrekkasøluna higar til
lands, til at avskaffa hana
aftur. I minsta lagi fari eg
mæla flokkinum ul at senda
málið út til fólkaatkveðu, tí
Føroya fólk er ikki sloppið
at siga sína meining um
hetta skaðiliga fyribrigdi í
okkara samfelag.
So leingi, rúsdrekkasglan
er ein veruleiki, fari eg at
heita á politisku myndug-
leikarnar um at nýta yvir-
skotið av søluni til upplys-
ing um vandarnar við rús-
drekka og annars at bóta um
teir syndarligu skaðar, sum
rúsdrekka elvir. Hesin pen-
ingur hevði frið best, um
hann fór til at útbyggja við-
gerðarstovnarnar í Føroy-
um. nú kenni eg td. til
arbeiðið, sum Heilbrigdi
ger, og eg veit, at hesin
stovnur hevur góð úrslit at
vísa á. Eg haldi, at tað
skuldi ikki verið meiri enn
rímiligt, at yvirskotið av
råsdrekkasøluni fer til upp-
lýsing og viðgerð av teim-
um, sum longu eru komin
so langt út í misnýtsluna, at
tey íkki megna at koma
aftur á rættkjøl við egnari
hjálp.