Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 26 Nr. 209 - 4. november 2003 Høvuðsvinningarnir eru trý gávukort á kr. 5.000,00 frá Miklagarði. Finn tey 6 tilboðini í blaðnum, sum eru merkt við einum bókstavi. Set síðan teir 6 bókstavirnar saman til lyklaorðið hesa vikuna. HVØRJA VIKU luta vit burtur 1 gávukort á 1.000,00 frá Glasstovuni, 2 gávukort á 1.000,00 og 6 gávukort á 500,00 frá handlum í SMS Hesa vikuna eru gávukortini frá: Kr. 1.000,00: Demmus og Klivin Kr. 500,00: Bókasølan, Flykran, Heilsa, Mango, Sportmaster og Vero Moda Leygardagin 15. november draga vit lut um teir tríggjar stóru høvuðsvinningarnar, sum eru trý gávukort á 5.000,00. Luttekur tú allar vikurnar, hevur tú tríggjar møguleikar at vinna høvuðsvinningin. 30.000 kr. 5.000 kr. GÁVUKORT 5.000 kr. LUTAKAST HESA VIKUNA: 1x 1.000 kr. Gávukort frá Glasstovuni 2x 1.000 kr. Gávukort frá Demmusi og Klivanum Vinningar fyri meira enn ? S t ó ra f ø ði n g a r d ag s k ap p i n g in í S M S Fyll út niðanfyristandandi ringar við rætta loyniorðinum og koyr seðilin í svarkassan í ein av handlunum í SMS ella send hann til SMF, Postboks 1059, 110 Tórshavn, viðmerk brævbjálvan: “Føðingardagskapping”. Hvør upptraðkar í SMS hesa vikuna í sambandi við føðingardagin? Sent inn hevur: Navn: Bústaður: Bygd/Býur Telefon: Fyri at luttaka í kappingini um vinningarnar hesa vikuna, skal svarlepin verða okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 8. november 2003. Vinnararnir fáa beinleiðis boð. Vinningarnir kunnu ikki býtast um til reiðan pening. Starvsfólk í SMS og á Hotel Føroyum kunna ikki luttaka í kappingini. 6x 500 kr. Gávukort frá Bókasølan, Flykran, Heilsa, Mango, Sportmaster og Vero Moda T h e Fa v o u r i t e R e s t a u r a n t G L A S S T O VA N føðingardagskapping hjá SMS [2. umfar] 8 sms blaðið Nr. 209 • týsdagur • 4. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Dómarafelagið er nú formliga sett á stovn, og eitt av fyrstu stigunum verður at seta eygleiðaraskipan í verk HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at talan hevði verið um tos í fleiri ár, gjørdu føroysku hondbóltsdómar- arnir í fjør álvara av at seta egið felag á stovn. Hetta var um sama mundi, sum steypafinalan í vár varð leikt, tá allir dómararnir høvdu sett hvørjum øðrum stevnu, og har var semja um, hvussu farast skuldi fram. Um vikuskiftið var so formliga stovnanin av fel- agnum, og longu nú tykist greitt, at nøkur greið mál eru sett í kortið. Royndir menn skulu hjálpa Umframt sjálva stovnina av felagnum, so varð viku- skiftið eisini nýtt til dóm- araskeið, har danin, Frank Snit, var skeiðhaldari. Hes- in Frank Smit er fyrrver- andi makkarin hjá Peter Lorentzen, sum nú dømir altjóða dystir saman við okkara egna Kristian Johansen, og heilt fram til í fjør var hann sostatt virkin IHF-dómari. Umframt skeiðið – har øll fyrstu deildar pørini tóku lut – var avgerð undan hesum tikin um, at Frank Snit skuldi hjálpa til við at seta eina eygleiðaraskipan á stovn. Í fyrstu atløgu vera tað teir tríggir, Hans Holm, Eyðun Samuelsen og Hjal- mar Petersen, sum koma at virka í hesari, og saman við teimum trimum hugdi Frank at dystunum hjá før- oyska landsliðnum móti Team Helsinge hós- og fríggjakvøldið. Og hartil var hann saman við Eyðuni Samuelsen til dystin í Vest- manna sunnudagin, tá kvinnuliðini hjá VÍF og Neistanum leiktu. Teir tríggir nýggju eyg- leiðararnir hava allir roynd- ir sum dómarar í Føroyum, og fyri dømingina er einki at ivast í, at ein slík skipan kann vera til stórt gagn. Hans Holm hevur umframt aktiva leiklutin sum dómari ígjøgnum nógv ár eisini verið partur av nevndar- arbeiðinum í HSF í langa tíð. Hjalmar var fram til fyrraárið partur av einasta altjóða dómaraparinum hjá okkum, inntil borgarliga starvið legði ov stórar forð- ingar fyri. Og Eyðun Samuelsen hevur hóast unga aldurin drúgvar royndir sum dómari í bestu deildini. Allir búgva teir í Havn, men hóast tað í nøkrum førum kann verða ein vansi, so merkir hetta í fyrstu atløgu, at kostnaðurin av skipanini kann haldast á einum lágum støði, tí føroyska kappingin í dag er vorðin somikið miðsavnað, at nógv teir flestu dystirnir verða leiktir í høvuðsstaðn- um. Góð ráð Kristian Johansen, sum í dag má metast sum »the grand old man« millum aktivu dómararnar, er eisini sera fegin um hetta, og sjálvur ivast hann ikki, at hetta kann tilføra dómarun- um nógv gott. - At byrja við verður tað ikki soleiðis, at dómararnir beinleiðis fáa karakter fyri avrikini. Heldur hava vit valt, at eygleiðararnir kunnu hjálpa dómarunum við nøkrum lutum, sum eru avtalaðir frammanundan. Eitt nú plaseringar á vøllin- um, rennibanar við meira. Sum dómari situr tú ofta og eygleiðir dystin við heilt øðrum eygum, og fyri okk- um, sum døma, er einki at ivast í, at tað er til størri hjálp, um ráðini koma frá hesum, heldur enn sum skot frá onkrum ónøgdum áskoðara, heldur Kristian. Nú kemur eygleiðaraskipanin Frank Snit og Eyðun Sameulsen eygleiða her dømingina í kvinnudystinum í Vestmanna sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Fleiri altjóða uppgávur Fyri knøppum ári síð- ani skrivaðu vit her í blaðnum, at Kristian Johansen hevði fingið danska Peter Lorent- zen sum makkara í al- tjóða dømingini. Van- ligi makkarin hjá Kristiani undan hes- um, Hjalmar Petersen, er jú ikki aktivur sum dómari longur, og sum tað framgongur aðra staðni her á síðuni, so er fyrrverandi makk- arin hjá Peter eisini givin sum dómari. Eftir einstakar upp- gávur hjá nýggja par- inum, er nú líkt til, at verulig ferð er komin á dømingina hjá teim- um báðum. Í august mánaði vóru teir við í eini kapping í Dan- mark, har teir innan tríggjar dagar dømdu ikki færri enn átta dystir. Fyri trimum vikum síðani vóru teir so í Luxemburg, har tveir dystir í øðrum umfari av Europa-Cup kappingini vóru á skránni, og her gekst teimum heilt væl. Somikið væl, at teir nú aftur hava fingið boð um at døma í triðja umfarinum av Europa-Cup. Talan verður um dyst í Svø- ríki, har Halmstad tek- ur ímóti íslendska Kópavági, og verður tann dysturin nú leyg- ardagin, komandi. -jm C M Y K 26