Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 4. november 2003 29 29 28 Nr. 209 - 4. november 2003 C M Y K 28 Tá Stjørnan fekk ferðina á spælinum upp og samstundis helt uppat við at tveita óneyðugar bóltar burtur, fekk illa sperda VB-liðið ikki staðið ímóti trýstinum, sum endaði við stórsigri til heimaliðið HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo So hevur VB mist fyrstu stigini. Tað stóð greitt, eftir at Stjørnan á heimavølli vann ein sigur, sum á papp- írinum gjørdist óvæntað tryggur. Ikki minni enn 26-18 gjørdist endaliga úrslitið, men fram til seinastu 10 minuttirnar var talan um eina sera javna og spenn- andi uppgerð, har VB í longum løtum hevði betra takið í dystinum. Gjørdist tungt Tað stóð tó tíðliga greitt, at talan mundi fara at gerast um ein av heilt tungu døg- unum hjá VB. Dysturin var ikki meira enn góðar tveir minuttir gamal, tá Gurið Mortensen brádliga small í gólvið. Ein hendiligur sam- anstoytur millum hana og Unu Olsen gav úrslit í ein- um illa keiktum fóti, og so var ikki hugsingur hjá henni um at halda fram. Eina langa løtu var tað eisini so, at hetta órógvaði VB-liðið almikið. Skipanin í verjuni fór til tíðir heilt út av lagi, og óteljandi ferðir fekk Stjørnan leikt seg fram til opnar málmøguleikar, men trupulleikin var bara, at mest sum allir av hesum vórðu misnýttir. Fyrstu longu løtuna var tað bert Anna Kristina Samson, sum megnaði at umseta nakað av møguleikunum til mál, meðan liðfelagar hennara skiftust um at misnýta møguleikarnar. Tí megnaði VB alla tíðina at halda tjóðurið heilt stutt, og móti endanum av hálvleik- inum fóru gestirnir eisini at draga frá. Stjørnan tóktist alt meira frustrerað, og í nógvum førum kom hetta til sjóndar í væntandi tol- semi, har serliga Annika Ljósstein og Katarina Step- anov vóru alt ov skjótar við sínum avslutningum. VB gav sær hinvegin góðar stundir. Sjáldan varð ferðin sett upp á eitt støði, har leikararnir ikki fylgdu við, og í Auksa Vysnia- skaite hava tær ein skjútta, sum at kalla kann skjóta gjøgnum heilt. Til tíðir tóktist tað í øllum førum gera tað sama, hvussu Stjørnan royndi at verja fyri, tí úrslitið var kortini tað sama hvørja ferð. Ferðin kom upp Og sum hálvleikurin gekk, so fekk VB eisini alt betri tak á egnum spæli. Missur- in av Gurið tóktist ikki so eyðsýndur, sum hann var fyrsta korterið alla so, og var tað nakar av vónríku heimaáskoðarunum, sum høvdu hug at fara heim í steðginum, so var hetta væl skiljandi. Eitt var, at VB var á odda við trimum málum. Annað var tað, at enn hevði Stjørnan at kalla ikki givið nakað tekin um, at tær ætl- aðu sær at vinna dystin. Men seinasti hálvi tímin gjørdist tó ein framsýning í, hvussu tú vendir einum hondbóltsdysti. VB átti fyrsta málið, men so setti heimaliðið ferð á. Eftir góðum tíggju minuttum høvdu tær togað seg fram- um VB, og tó at gestirnir royndu at fylgja við, so gekk hetta ikki. Tær fingu skil á verjuni, har alt størri dentur varð lagdur á at vera fyri skotsterku Vysnia- skaite, og tá Lidija í málin- um nú eisini fór at taka fleiri av skotunum, lá væl fyri hjá Stjørnuni at fara undir eyðkenda kontra- spælið. Lyklaleikarin í øll- um hesum var uttan iva Joan M. Djordjevic. Í verj- uni megnaði hon hesa løt- una í stóran mun at skugga út fyri Vysniaskaite, og í fleiri ferðir var tað hon, sum átti neyvar sendingar, tá Stjørnan kontraði niðan- eftir. Og so megnaði hon eisini at átaka sær leiklutin sum kreativa høvdið, tá Stjørnan loksins hevði nøkur vanlig álop. Og spakuliga fall alt so- leiðis saman hjá meistarun- um. Ivaleyst var talan eins nógv um sálarliga sum kropsliga møði, og seinastu góðu tíggju minuttirnar bar snøgt sagt einki til. Bóltar vórðu tveittir burtur til høgru og vinstru, og so var lag á manni hjá vertunum, sum náðisleyst revsaðu at kalla hvørja ferð. Gullstríðið víðopið Og við hesum úrslitinum er oddastríðið aftur blást víðopið. Eitt oddastríð, har VB annars eins og í fjør hevur hótt við at leypa und- an hinum, men tann ætlanin steðgaði so fyribils sunnu- dagin. Tað er tó einki at ivast í, at VB framvegis er ein av heitastu gullbiðlun- um. Tá Daiva og Gurið aft- ur eru tøkar, hevur liðið hartil neyðugu breiddina, soleiðis at somu leikarar ikki noyðast at pøsa seg upp ígjøgnum ein heilan dyst, og so verður ringt at standa fyri. Men tað er eisini neyðugt hjá liðnum, at lyklaleikararnir koma fyri seg skjótt. Komandi vikuskifti kemur StÍF á vitjan, áðrenn VÍF bíðar í Vestmanna, so stundir eru ikki til nógv mistøk afturat av hesum slagnum. Hjá Stjørnuni var sigurin sjálvsagt av alstórum týdn- ingi, nú tað veruliga skuldi prógvast, at vána byrjanin ikki var orsakað av vánalig- um leikaratilfari. Serliga í seinna hálvleiki sýndi liðið hondbóltsspæl, sum kann toga tær heilt upp á ovastu tindarnar, men hóast hetta, so vóru í løtum tekin um, at liðið í sera stóran mun er tengt á avrikunum hjá ein- støku leikarunum. Ikki minst hjá Joan, sum fyri tað mesta var einsamalt kreat- ivt høvd hjá Stjørnuni, meðan hinar í bakketuni einamest tykjast koyra upp á kropsligu styrkina. Held- ur ikki ein vánaligur egin- leiki, men í tøttum dystum kann hetta gerast ov eins- táttað, og tí er helst neyðugt hjá liðnum at venja onnur alternativ til álopsspælið afturat teimum verandi. Men tað fáa tær eisini betri frið til nú. Friðurin mundi í øllum førum økjast við hesum sigrinum, og við einum dysti móti Søljuni, áðrenn Neistin kemur á vitjan tykiast pappírið eis- ini laga tað so, at okkurt nýtt kann roynast áðrenn truplu dystirnir aftur eru á skránni. Dysturin í tølum Stjørnan-VB 26-18 (9-12) Málskjúttar: Stjørnan: Annika Ljós- stein 7(4), Anna Kristina Samson 7, Bára S. Klak- stein 4, Una Olsen 4, Joan M. Djordjevic 3, Katarina Stepanov 1 VB: Auske Vysniaskaite 9(4), Eyðbritt Krosslá 3, Margreth Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Eydis Kjærbo 1, Rannvá August- inussen 1 Brotskøst: Stjørnan 5, VB 7 Útvísingar: Stjørnan 5, VB 4 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu allan vegin sera gott tak á. Stjørnan-VB 28-18 (9-12): Gullportrið breiðkaðist Serliga fyrstu løtuna av dystinum var Anna Kristina Samson tann, sum helt Stjørnuni uppi, men sum minuttirnir gingu komu hinar eisini alt betri við Mynd: SáH Tungt hjá VB Tað vóru ikki farnir meira enn tveir minuttir av dystinum í KÍ-Høllini, tá VB fekk ein álvarsligan skelk. Gurið Mortensen, sum má metast sum ein av avgjørdu lyklaleikarunum á liðnum, var óheppin í verjustøðu, og úrslitið var ein keiktur fótur. – Rannvá og eg vardu mitt fyri, har Una Olsen hjá Stjørnuni var. Hon bleiv við at bakka ímóti okkum, og knappliga kom hon av óvart niður á fótin hjá mær. Eg hoyrdi, hvussu tað brakaði, so har var einki at gera, utt- an at fáa ís á og fara av vøllinum, sigur Gurið sjálv um tilburðin, sum uttan iva gjørdi VB veikari í dystin- um. – Vit hava nokk ikki neyðugu breiddina, tá fleiri verða skaddar. Hesa ferð høvdu vit lokkað mammu (Eyðbritt Krosslá, blðm.) at spæla við. Hon var her við einum gentuliði, men vit lokkaðu hana so at vera tøka, um brúk skuldi verið fyri henni, men nú fekk hon so ein heilan dyst, sigur Gurið flennandi. Tá vit hittu hanan á máli, var enn ikki greitt, hvussu álvarsligur skaðin í fótliðn- um var, men lítið er at ivast í, at hetta kemur sum stein- ur oman á byrðu hjá VB. Síðani heimadystin móti VÍF hevur Daiva Toumaite verið úti við einum brotn- um fingri, og tó at hon nú skjótt verður tøk aftur, so man skaðin hjá Gurið fara at darva nakað eisini. Møguliga kann Gurið pjøssast somikið saman, at hon longu spælir aftur komandi dystin, men tað verður neyvan við fullari ferð, kortini. Tað vóru ikki farnir meira enn góðir tveir minuttir, tá VB misti ein av týdningar- mestu leikarunum, Mynd: SáH Talvið hesa vikuna Anand,V (2766) - Kram- nik,V (2777) Rapid WC, Cap D'Agde 30.10.2003 1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 e5 6.Ridb5 (Ein nógv leikt byrjan hjá elitutelv- arum í seinastuni, eftir- sum tað hevur víst seg at verða ringt hjá hvítum at bróta ígjøgnum) 6...d6 7.Bg5 a6 8.Ria3 b5 9.Bxf6 gxf6 10.Rid5 f5 11.Bd3 Be6 12.c3 Bg7 13.Fh5 0—0 14.0—0 f4 15.Rfd1 Rb8 16.Ric2 Fd7 17.h3 a5 18.Ria3 b4 19.Rib5 (Svarta d-finnan er lykilin til succes hjá hvítum) 19...bxc3 20.bxc3 Rie7 21.Ridc7! Rbc8 22.Rixe6 fxe6 23.a4 Kh8 24.Bc2 Rc6 25.Rd2 Ric8 (Hvat kann svartur gera? Støðan tykist læst hjá Kramnik. 25...d5 var eitt nú ógjørligt vegna exd5 og mát á h7) 26.Rad1 Fe7 27.Bb3 Rf6 (Svørtu rókarnir eru verjubrikkar, í mun til teir hjá hvíta fóllkinum) 28.c4 Rh6 29.Ff3 Bf8 30.c5 (avvikling) Rxc5 31.Rixd6 Rixd6 32.Rxd6 Fxd6 (Rc7 er besti leikur ífylgju forritinum Fritz 7, men tað er vælskiljandi hjá menninskjanum Kramnik at vilja frígeva sindur av trýstinum við sínum leiki) 33.Rxd6 Bxd6 34.Fd3 (Anand telvar hereftir sera sann- førandi) 34...Rc6 35.Fb5 Rc1+ 36.Kh2 Rf6 37.Fe8+ Bf8 38.Bxe6 f3 (Seinasta sprell fyri at forvirra Anand) 39.g4 Rf1 40.Kg3 Rg1+ 41.Kh4 Støðumynd eftir 41.Kh4 (Kongurin stendur merki- liga trygt á h-linjuni) 41...Kg7 42.g5 Rf4+ 43.Kh5 Rg2 44.Bf5 Rxf5 45.exf5 Rxf2 46.Fxe5+ 1—0 HM-finalan í kviktalvi, sum bleiv leikt í Cap D´Agde í Fraklandi, stóð millum Anand og Kramnik. Indarin vann 1,5 - 0,5 TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen 33 ára gamli Viswanathan Anand er kendur sum kanska tann besti kvik- telvari í heiminum. Tó meina mong, at Vladimir Kramnik er tann einasti sum veruliga kann geva indaranum mótstøðu. Garry Kasparov telvar sjáldan kvikkappingar, og er tað tí torført at meta um hansara núverandi styrki í kviktalvi. Men eingin ivi eru um, at tá hann telvar kviktalv, blæsur hann al kalla hvørja ferð mótstøð- una av talvborðinum. Teir tríggir, sum eisini hava mannað topp trý í heiminum seinstu mongu árini, fáa tó í hesum døgum harða kapping á kviktalvs- umráðnum frá serliga Peter Svidler, Alexander Gris- chuk og Veselin Topalov. Vegurin til finaluna Júst Svidler og Grischuk leiktu seg í hálvfinalurnar, har teir ávíkavist møttu Anand og Kramnik. Undan hálvfinaluni hevði Anand heldur lættliga vunnið 1,5 — 0,5 á Ruslan Pono- mariov. Anand burdi av røttum vunnið 2-0. Kram- nik vann eins trygt sum Anand, 1,5 — 0,5 á Judit Polgar. Kramnik bjóðaði í seinna talvinum javnt í fullkommiligari vunnari støðu í endtalvinum. Polgar kundi ikki annað enn at takka ja fyri tilboðið, og Kramnik hevði bert brúk fyri javnleiki orsakað av sínum sigri í fyrsta talv- inum. Grischuk vann á Etienne Bacrot og Svidler vann á Topalov í sínum fjórðings- finalum. Kramnik hevði telvað heldur varliga í bólkaspæl- inum, men í fjórðings- finaluni leikti hann meist- arliga væl. Í hálvfinaluni bleiv telvingin enn betur, tá hann vann sannførandi 2-0 á unga landsmanni sínum, Grischuk. Kramnik legði støðugt trýst á, samstundis sum hann útnyttaði til fulnar smáu feilirnir hjá Grischuk. Í hinari hálvfinaluni mátti snartalvsumdystur leikast fyri at finna vinnar- an. Bæði kviktalvini end- aðu jøvn, men Anand vann snardystin á Svidler, og tí bleiv dreymafinalan veru- leiki. Kramnik ov bleytur Tað mest óvæntaða við finaluni varð at Kramnik við hvíta fólkinum í fyrra talvinum, bjóðaði Anand javnleik áðrenn talvið veru- liga var byrjað. Við servuni skuldi ein trúð at Kramnik fór at royna at leggja trýst á Anand, serliga tí russin hevði telvað so væl í fjórð- ingsfinaluni og hálvfinal- uni og tískil var fullur av sjálvsáliti. Í seinna talvinum útnytt- aði Anand, í mun til Kram- nik, lítla fyrimunin tú hevur við hvíta fólkinum, og fór trygt út í eitt miðspæl, har hann fann ein hátt at vikna um støðuna hjá Kramnik. Kramnik valdi at lata frúnna fyri tveir rókar, men tað varð ikki nóg mikið fyri at bjarga støðuni og Anand vann stutt eftir. Talvið er við í blaðnum í dag. Kramnik leikti kanska sum heild tí bestu telving- ina í kappingini. Hann leikti seg lættliga í fjórð- ingsfinaluna, og í henni eins og í hálvfinaluni, telv- aði hann í serklassa. Í final- uni hevði hann helst ov nógva virðing fyri indaran- um, og hevði kanska vænt- að, at Anand eisini fór at bjóða honum javnleik í seinna talvinum, soleiðis at finalan fór at blíva avgjørd í snartalvi. Men Anand, sum kanska ikki hevði telv- að eins sannførandi sum Kramnik í kappingini, fann í finaluni sína bestu telving fram, og tá er tað bert Kasparov sum kann steðga tikaranum úr Madras. Hans Kristian aftastur Eftir eina góða kapping í Klaksvík, fór kollfirðing- urin Hans Kristian Simon- sen til Norra at royna dygd- irnar. Hann slapp við í IM- kappingina í Gausdal og skuldi hava 7,5 stig av ellivu møguligum, fyri at vinna sær ein IM-norm. Tað gekk tó als ikki til vildar hjá Hans Kristiani. Seks javnleikir og fimm tap og trý stig bleiv úrtøkan hjá honum. Tað gav Hans Kristian eitt tólvta og aftasta pláss. Kollfirðingur- in er treiskur og kemur sjálvsagt sterkt aftur. Í løtuni telvar Martin Poulsen í 1st Saturday IM- kappingini í Budapest, Ungarn. Eitt umfar er leikt, og Martin vann sítt talv á IM Sandor Farago úr Ungarn. Ein frálík byrjan hjá havnarmanninum. Indiskur heimsmeistari