Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 4. november 2003 31 31 30 Nr. 209 - 4. november 2003 C M Y K 30 Máltindurin: Aukse Vysniaskaite VB 41 (11) Ioana Rápa VÍF 34 (8) Simona Dziugyte Neistin 31 (10) Alina Olaru StÍF 30 (9) Annika Ljósstein Stjørnan 26 (11) Sóley Mikkelsen VÍF 24 (3) Nicoleta Radu Søljan 24 (4) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 23 Ása Dam á Neystabø Neistin 22 (7) Rannvá Augustinussen VB 21 Milica Ergic StÍF 21 (4) Gurið Mortensen VB 19 Irina Rodevici VÍF 17 Joan M. Djordjevic Stjørnan 17 (3) Daiva Tuomaite VB 17 (4) VÍF-Neistin 30-28 (15-8): VÍF mundi tveitt stigini burtur Søljan-StÍF 23-31 (8-15): Ómaksleysur strandasigur Eftir at VÍF hevði átta tað mesta í 50 min- uttir, setti Neistin ein stóran endaspurt inn seinastu løtuna, og tað var um reppið, at hetta kastaði stig av sær HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tey bitu negl seinastu tíggju minuttirnar í Vest- manna, tá Neistin var á vitjan um vikuskiftið. Hetta var ein dystur, sum vestmannakvinnurnar á pappírinum skuldu kunna vunnið uttan alt ov nógv hóvasták, og leingi var eis- ini líkt til, at soleiðis skuldi verða. Fyrri hálvleikur var mest sum allur eitt langt tov hjá heimaliðnum, har tær strektu leiðsluna alt meira, og tá liðini fóru til hálv- leiks, mundu tey flestu í høllini sita við kensluni av, at her skuldi talan ikki gerast um stórvegis trupul- leikar hjá heimaliðnum. Men Neistin kom sum eitt óløgið út eftir steðgin. Fyrstu lítlu løtuna togaðu tær fýra mál inn á heima- liðið, men tá hesar so svar- aðu aftur alt fyri eitt, mundu tey flestu halda, at hatta var tað. Og tað tóktist tað eisini vera fram til seinastu min- uttirnar. VÍF økti kanska ikki um munin, men tær hildu seg alla tíðina eini 5- 6 mál frammanfyri, og sjálvt um Neistin tóktist gera ein vørr seinastu løt- una, so mundi hetta kanska ikki bila. Og tað gjørdi tað so held- ur ikki, skilt á tann hátt, at VÍF kortini fekk stigini, men tað tó ikki uttan eitt sindur av kaldasveitta. Frá 27-21 broyttist støðan til 29-27, og við einum min- utti eftir stóð nú heilt nógv á. Men tær megnaðu kortini at halda fast. Sóley Mikkel- sen økti aftur munin í trý mál, og so var leyst og lið- ugt. Eisini hóast Neistin í seinastu løtu fekk pyntað eitt sindur um. Og einki er at ivast í, at sigurin hevði alstóran týdn- ing fyri VÍF. Boðini úr Klaksvík um VB-ósigurin vóru eisini komin til Vest- manna, og fagnaðurin eftir dystin var tí ovurstórur. Mikudagin hevur liðið eisini allar møguleikar at leggja seg einsamalt á odda, tá Kyndil kemur á vitjan, og so er at løða batt- aríini til oddabrakið. Annað vikuskiftið kemur VB nevnliga á vitjan í Vest- manna, og tað líkist mest av øllum dystinum, sum skal gera av, hvat av teimum báðum skal enda ovast í grundspælinum. Hjá Neistanum mundi tapið ikki kennast heilt so eymt, hóast vónirnar sjálv- andi vóru um sigur. Talan er um eitt fyri tað mesta sera ungt lið, og fyrst og fremst skulu hesar brýnast til spælið heilt frammi í oddinum. Higartil í ár hev- ur tann parturin í øllum før- um gingið heilt væl, og tað er ikki heilt frítt, at tey í fel- agnum so spakuliga eru farin at hugsa tankan um luttøku í heiðursmerkja- stríðnum. Hvørt hetta verð- ur veruleiki, fæst helst eis- ini ein greið ábending um teir báðar næstu dystirnar. Fyrstu skal Neistin til Klaksvíkar at takast við Stjørnuna, og síðani kemur StÍf á vitjan í Havnini, og tað tykjast í løtuni vera júst hesi bæði liðini, sum Neisin skal kappast við í bronsustríðnum. Dysturin í tølum VÍF-Neistin 30-28 (15-8) Málskjúttar VÍF: Irina Radovici 8, Ioana Rapa 6(1), Sóley Mikkelsen 5, Fríða Marj- unardóttir 5, Nikolina Eyð- bjørnsdóttir 4, Finngerð Jensen 1, Eydna Joensen 1 Neistin: Simona Dziugyte 10(4), Ása Dam á Neystabø 6(4), Lív Sørensen 5, Lina Andrjulyte 4, Marjun Tróndarson 2, Rakul Aug- ustinusen 1 Brotskøst: VÍF 1, Neistin 10 Útvísingar: VÍF 8, Neistin 5 Diskvalifikatión: VÍF 1(3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum StÍF hevði ikki stór- vegis trupulleikar av Søljuni sunnudagin. HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn hevur StÍF ikki sýnt nøkur tekin um, at liðið ætlar sær eina lægri enda- støðu enn í fjør, tá tær vunnu bronsu. Sunnudagin hildu tær fast í frástøðuni til hinar heiðursmerkjabiðl- arnar, tá tær á útivølli vunnu tryggan sigur á Søl- uni, sum enn eigur fyrsta stigið til góðar. Munurin millum liðini bæði kom hampuliga skjótt til sjóndar. Og at Søljan so misti Arnleyg Haraldsen, tá hendan fekk beinleiðis reytt, styrkti ikki um teirra fortreytir. Uttan at talan beinleiðis var um sorl, so megnaði StÍF alla tíðina at draga spakuliga frá, og veruligur spenningur kom ongantíð í dystin. Hjá Søljuni var hetta fjórða tapið í slag, og eingin ivi tykist vera um, at tær aftur í ár skulu stríðast fyri at halda sær av aftasta plássinum. Vónin her er uttan iva, at tað skal bera til at taka stig frá Kyndli, tá tær vitja annan mikudag. Ein dystur sum í fyrstu atløgu tykist skula gera av, hvat av teimum báðum skal sita eftir í botninum. Hjá StÍF er støðan hin- vegin nakað meira hugalig. Enn hevur liðið í øllum førum stutt tjóður í hinum oddaliðunum, emn fyri framman stendur ein stór uppgáva. Komandi viku- skifti skulu strandakvinnur- nar nevnliga til Vágs, har heimaliðið uttan iva eru sera svangar eftir stigum, nú útidysturin móti Stjørn- uni endaði úrtøkuleysur. Dysturin í tølum Søljan-StÍF 23-31 (8-15) Málskjúttar Søljan: Nicoleta Radu 7(2), Jana Jacobsen 4, Katrin Jørgensen 4, Arn- leyg Haraldsen 3, Heidi Maria Akselsen 3, Heidi Haraldsen 2 StÍF: Beinta Joensen 8, Melica Ergic 5(1), Alina Olaru 5(1), Paula D. Olsen 4, Sunfrið B. Simonsen 3(3), Paula B. Høgnesen 2, Anna Mari Østerø 1, Anna Maria Berthelsen 1, Anna B. Danielsen 1 Brotskøst: Søljan 2, StÍF 7 Útvísingar: Søljan 2, StÍF 2 Diskvalifikatión: Søljan 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Greg- oriusen. 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 5 4 - 0 - 1 126 89 37 8 2 VÍF 5 4 - 0 - 1 123 111 12 8 3 Stjørnan 4 2 - 1 - 1 97 78 19 5 4 StÍF 4 2 - 1 - 1 96 94 2 5 5 Neistin 4 2 - 0 - 2 111 88 23 4 6 Søljan 4 0 - 0 - 4 69 104 -35 0 7 Kyndil 4 0 - 0 - 4 52 110 -58 0 Simona Dziugyte var allan dystin ein støðug hóttan móti VÍF-verjuni Mynd: Álvur Haraldsen KÍF kvinnurnar hava framvegis fult stigatal Eftir dystin hetta vikuskiftið stendur tað greitt, at KÍF enn er ósigrað í meistara- deildini hjá kvinnum. FLOGBÓLTUR Hermann Mortensen Heilt fitt av viðhaldsfólki hjá KÍF høvdu leitað sær suður í Hoyvíkshøllina, at síggja dystin millum KÍF og Fleyr, og tey fóru ikki sum av torvheiðum norður aftur. KÍF vann dystin 3-1. Sjálvur dysturin var ikki av teimum bestu. Tað vóru leikarar á báðum liðum samdur um eftir dystin. Fleyr fekk bestu byrjanina, og tær stríddust eisini sera væl og vunnu fyrsta settið 25-14. Men eftir hetta stóð KÍF so at siga fyri øllum. Tær vístu til tíðir vælskipað spæl og vunnu annað settið 25-11. Í triðja setti streyk KÍF avstað, men tá ið tær vóru á odda 23-15 kom stígur í. Fleyr gjørdi tað spennandi, tá ið tær hálaðu inn á KÍF, so støðan brád- liga gjørdist 23-22. Men so fekk KÍF servuna, og serv- aði settið í hús til støðuna 25-22. Eftir hetta skrædn- aði fullkomuliga hjá Fleyr, og kvinnurnar hjá KÍF vunnu sannførandi fjórða settið við 25-12. At KÍF hevur vunnið all- ar sínar dystir, sigur nógv um dygdirnar, sum hetta unga og spennandi lið hev- ur. Tær stríðast sera væl fyri hvørjari arðari og spæla til tíðir vælskipaðan flogbólt. Tey hava eisini styrkt um liðið við einum leikara úr Kanada, og tað er Stephanie Mychka. Hon er ein rættuliga góður spælari, sum kann seta allar verjur undir sera stórt trýst, og tað gjørdi hon eisini sunnu- dagin ímóti Fleyr. Tað mest óvæntaða úr- slitið hetta vikuskiftið stóð Dráttur fyri, tá ið tær vóru í Klaksvík og vitjaðu Mjøln- ir leygardagin. Kvinnurnar í Drátti vunnu dystin 3-1. Á Kambsdali spældu meistararnir og steypavinn- ararnir frá í fjør ÍF og TB. Tann dystin vann TB 3-0, og eisini sunnudagin bleiv sigurin tann sami til TB. Hesaferð ímóti Mjølni í høllini í Trongisvági. KÍF tykist hava fulla ferð í oddastríðnum, har tær enn hava fult stigatal Mynd: Álvur Haraldsen Argastu kappingarneytarnir hjá oddaliðnum er TB, sum um vikuskiftið vann greiðan sigur á Mjølni. Klaksvíkskvinnurnar høvdu hinvegin eitt vikuskiftið, har lagið ikki mundi vera nakað serligt Mynd: Áki Bertholdsen Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 KÍF 4 4 - 0 12 5 7 8 2 TB 4 3 - 1 10 3 7 6 3 Mjølnir 4 2 - 2 7 6 1 4 4 Dráttur 4 1 - 3 7 10 -3 2 5 Fleyr 4 1 - 3 4 11 -7 2 6 ÍF 4 1 - 3 4 11 -7 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 3 3 - 0 9 0 9 6 2 SÍ 3 2 - 1 6 3 3 4 3 Fram 2 1 - 1 3 4 -1 2 4 ÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 5 Fleyr 3 0 - 3 1 9 -8 0 Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur Mjølnir-Dráttur 1-3 (23-25, 25-22, 24-26, 27-29) TB-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-18, 25-21) KÍF-Fleyr 3-1 (14-25, 25-11, 25-22, 25-13) Meistaradeild menn Mjølnir-SÍ 3-0 (25-21, 25-20, 25-12) Fram-Fleyr 3-1 (25-22, 15-25, 25-22, 25-21) Enn eiga klaksvíking- ar til góðar at tapa fyrsta settið á árinum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tykist vera Mjølnir og so hini í manskappingini í flogbólti. Higartil hevur eingin staðið klaksvíking- unum kurl, og um viku- skiftið var tað SÍ, sum mátti leggja rygg til greitt 3-0 tap. Munurin var kanska ikki tann heilt stóri, tá sørvingar vitjaðu í KÍ-høllini, men tað var tó alla tíðina so, at heimaliðið átti munin, sum var. Tey bæði fyrstu settini royndu gestirnir tó at hanga í, men í seinasta settinum skrædnaði veruliga, tá Mjølnir tók hetta ikki minni enn 25-12. Ein annar dystur var í mansdeildini, og var hetta lokaluppgerðin millum grannarnar, Fram og Fleyr. Kanska var spenningurin undan hesari ikki heilt so stórur, sum hann onkun tíð áður hevur verið. Í øllum førum ikki um tosast skal um oddastríð. Men botn- stríð kann ofta vera fult so spennandi, og einki er at ivast í, at júst hesin dysturin man viga sera tungt hjá báðum pørtum. Og tað gjørdist nýggja Fram-liðið, sum tók stigini fyri dystin. Eftir eitt javnt fyrsta sett tóktist Fleyr annars taka sær um reiggj, tá teir vunnu trygt í næsta settinum, men so varð tað aftur Fram, sum átti munin. Tey bæði næstu settini hildu teir alla tíðina nevið frammanfyri, og so eydn- aðist teimum eisini at taka stigini. Við hesum er Fleyr framvegis stigaleyst í botn- inum, meðan Fram hinveg- in fekk síni fyrstu stig á árinum. Góð byrjan hjá Ragnar Ragnar í Haralds- stovu leikti fyri fyrstu ferð við á liðnum hjá Holte, og tó at talan aftur gjørdist um greitt tap, so mundi tað vera ein troyst, at nýggi maðurin varð dagsins leikari FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn eigur Holte fyrsta sig- urin á í donsku flogbólts- kappingini. Hesa ferð hevði Holte vitjan av HIK Ålborg, og úrslitið av dyst- inum gjørdist eitt 3-0 tap. Einki er tó at taka seg aft- ur í, at teir í Holte iðraðu seg um, at tað ikki gekst betur í dystinum. Fram til triðja settið var Holte heilt nær við, og m. a. kann nevnast, at fyrsta settið endaði við 35-33 til HIK. Og at Holte í hesum settinum hevði eina leiðslu við 24-21. Ein troyst var tó í øllum hesum frá einum føroysk- um sjónarhorni. Ragnar í Haraldsstovu er í ár við Holte, og hann fekk sín fyrsta dyst um vikuskiftið. Vanliga hevur Ragnar roynt seg á kantinum, men hesa ferð varð hann settur inn á miðjuna, tá fleiri skaðar órógvaðu vanligu uppstillingina, og sum skilst, so gekk tað fyri tað mesta heilt væl hjá hon- um. Somikið væl, at hann eftir dystin varð kosin sum besti maðurin hjá Holte, og tað eigur um ikki annað at geva eina grundaða vón um fleiri dystir framyvir. Komandi vikuskifti vitj- ar Holte hjá Hvidovre, sum saman við Holte enn hevur fyrsta stigið tilgóð- ar. Skal Holte hava nakra vón um at koma við til endaspælið í donsku kapp- ingini, so er einki at ivast í, at stig skulu fáast til høldar í teirri uppgerðini. Mjølnir við fullari ferð