týsdagur 4. november 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 4. november 2003
33
Ljósið- triathlon
Eitt fimleikalið hjá
Ljósinum royndi seg
um vikuskiftið í
triathlon-kapping
FIMLEIKATILTAK
tíðindaskriv
Fimleikafelagið Ljósið lýsti
í heyst við einum tiltaki,
har tey ið meldaðu til
sluppu at royna seg í so
nógvum
ítróttagreinum
sum teimum listi, og serliga
slíkar sum fimleikarar ikki
vanliga íðka. Felags fyri øll
ið meldaðu til var, at tey so
at siga ikki høvdu roynt tað
Ljósið hesaferð hevði at
bjóða teimum.
Hetta í sær sjálvum er
spennandi, og er uppmøt-
ingin eisin góð. Á liðnum
eru einar 15-20 kvinnum í
aldrinum 25 til 50 ár, og so
ein hani, sum trívist sera
væl. Liðið hevur síðani tað
byrjaði, verið á sandinum í
Sandagerði og spælt barna-
spøl. Tey hava íðka duath-
lon, har tey hava blandað
renning og súkkling, og fyri
at vísa at tey eisini tora,
vóru tey og sigu í berginum
omanfyri Gomlurætt, og
stóðu á rulluskoytum fyri at
nevna nøkur ting tey hava
gjørt.
Nú sunnudagin hevði lið-
ið avgjørt, at triathlon
skuldi vera á skránni, og
sjálvt um tað var bæði
vindur og regn, so vildu tær
9 kvinnurnar ið møttar
vóru, ikki setast aftur. Ætl-
anin var at teinurin skuldi
vera 1/12 triathlon, men av
tí at vindurin var so nógvur,
bleiv súkkluteinurin styttur
niður í helvt, og hinar báðar
greinirnar vóru so sum tær
áttu.
Hesar djørvu kvinnurnar
høvdu ikki nakrar smartar
kappsúkklur ella sprøklut
vatn- og vindtøtt súkklu-
klæðir. Nei, útgerðin var
ein súkkla av ókendum
slag, og so regnklæðir. Ein
av kvinnunum segði, at tá
hon kom til Skansan, legði
hon til merkis, at súkklan
hevði 7 gear, og ikki 3. Ein
onnur rópti um hjálp, tí
hon fann ikki bremsurnar,
seinast hon var á súkklu
vóru bara fótbremsur, og nú
bara hondbremsur. So ikki
kann annað sigast, enn at
hesar kvinnur bara loypa í
tað ókenda, og so taka støð-
una sum hom kemur.
Fyrst svomu tær 350 m í
Svimjihøllini, síðani skiftu
tær, og so út á súkkluna, har
har tær súkklaðu 7,5 km
eftir Norðara Ringvegi,
fram við Strond, niðan
Jónas Bronksgøtu og R C
Effersøesgøtu, til tær at
endan komu niðan aftur á
Ringvegin og Hvítanes-
vegin, til Skógrøkt lands-
ins, har tær skiftu til 3 km
renning.
Fimm av kvinnunum
gjørdu triathlon, tríggjar
gjørdu duathlon, og ein
svam. Men felags fyri allar
var, at tær vóru sera væl
nøgdar, og sjálvt um tær
vóru gjøgnumbloyttars, so
eru tær als ikki nakrar
bloytur, og hvør veit,
kanska menninir í Triath-
lonfelagnum ein dag vakna
við kaldan dreym, kvinnur-
nar hava flaggað út heiman-
ífrí til triathlon.
Tiltakið var ikki skipað
sum kapping, tí allar ikki
gjørdu alt, men til stuttleika
bleiv tíð tikin til einstøku
partarnar, so íðkararnir
seinni kundu síggja hvat er
teirra sterka ella veikasíða.
Úrslitið av triathlon-kappingini hjá Ljósinum
Navn
Svimjing
1.Skift Súkkling
2. Skift
Renning
Samlað
Anna Maria Troast
0.08.02
5.28
17.23
0.15
19.02
0.50.10
Marin Katr. Frýdal
0.09.01
5.49
18.27
0.31
21.02
0.56.35
Birgit
Debes
0.14.30
5.00
22.25
0.40
21.31
1.04.06
Jocobina Hansson
0.09.23
5.52
22.35
0.24
25.56
1.04.08
Sigrun Samuelsen
0.09.35
5.15
27.50
0.12
24.43
1.07.35
Nanly Guðmundson
0.16.23
21.33
0.37.56
Karin Jacobsen
0.10.15
X
X
X
21.33
0.31.48
Sonja
Debes
0.14.22
X
X
X
21.33
0.35.55
Gunnleyg Durhuus
0.08.50
X
X
X
X
0.08.50
Munurin frá Brøndby
og niður til FCK kann
sunnudagin gerast so
stórur, at tað verður
meiri enn torført at
vinna hann aftur
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Toppuppgerðin í 16. umfar-
inum var seint seinnapartin
sunnudagin í Parkini, har
FCK hevði vitjan av Es-
bjerg. Í 10. minutti løgdu
gestirnir seg framum eftir
hornaspark, og hetta vísti
seg at verða sigursmálið.
Sjey minuttir eftir Esbjerg
málið, sum Tommy Bech-
mann skoraði, fekk FCK
gyltan møguleika. Zuma,
sum mannaði álopið saman
við Peter Møller, varð feld-
ur, men liðformaðurin, Pet-
er Nielsen, sendi brots-
sparkið í stólpan.
22.220 áskoðarar vóru
eygnavitni til sera intensiva
uppgerð. Seinnapartin av
seinna umfarinum var Álv-
aro Santos á vøllinum.
Hann loysti Morten Bis-
gaard av. Sambært donsku
miðlarnar var lítið krút í
brasiliumanninum. Skoðs-
málið, sum hann fekk í BT,
var eitt fimm tal ella dumpi
karakterur.
Í FCK vóru tey vónbrot-
in. Hetta var triðja ferðin í
hesum kappingarárinum, at
liðið einki fekk burturúr á
heimavølli. Tað er ikki nóg
gott, um hugsningur skal
vera um at endurvinna DM
heitið.
Esbjerg sigurin hevði við
sær, at teir fóru trý frá
FCK. Esbjerg hevur 36
stig, og FCK hevur 31.
Oddaliðið Brøndby var
leygardagin í Ikast, har teir
vunnu 2–0. Bæði málini
vórðu skorað í 1. hálvleiki,
og talan var um sannfør-
andi sigur og harvið hevnd
fyri óvæntaða FCM sigurin
í Brøndby fyri stórum mán-
að síðani.
Sunnudagin
skulu
Brøndby og FCK, sum
bæði skulu spæla í UEFA
Cup hóskvøldið, hittast í
Brøndby. Tað stendur nógv
á FCK, sum er sjey stig
aftanfyri oddaliðið.
Nýggja vón
Hjá OB, sum framvegis er á
fjórða plássinum, hilnaðist
vitjanin í Farum ikki væl.
FC Nordsjælland, sum ikki
hevði fingið fulla úrtøku í
fimm teimum seinastu um-
førunum, vann 3–0, eftir at
tað hevði verið málleyst í
steðginum. Karismatiski
FCN venjarin, Christian
Andersen, takkaði leiðsluni
fyri, at hon hevði keypt
álopsspælaran
Tommy
Olsen – hann skoraði til
2–0 – í staðin fyri at geva
venjaranum sekkin. Sigurin
hevði við sær, at FCN lyfti
seg upp um niðurflytingar
strikuna.
Undir strikuni eru AB og
Frem. AB tapti fyri tíggj-
undu ferð á rað. Teir eru
nógv aftast, og um avrikini
ikki batnað og kósin harvið
vend, so fara teir at flyta
niður. Hesa ferð løgdu teir
rygg til 3–0 tap á heima-
vølli ímóti Viborg. Eydnan
er sjáldan við botnliðunum.
Tá ið einki var avgjørt,
fekk AB bóltin inn um
strikuna. Langskot brast í
tvørtræið og niður í svørðin
innanfyri málstrikuna, men
linjuverjin lyfti ikki flagg-
inum, og so tagdi dómarin.
Frem hevði vitjan av
AGF. Eisini í aðru royndini
við nýggjum venjara fekk
AGF fult. Teir vunnu 2–1,
men
svenski
venjarin,
Sören Åkeby, var ikki
nøgdur við leikliga avrikið.
Hann helt, at spælararnir
hjá honum orkaðu ikki nóg
væl. Á heimaliðnum harm-
aðust teir, at tað ikki hevði
eydnast teimum at fáa
meiri burturúr, tí teir høvdu
havt nógvar stórar møgu-
leikar, sum AGF málverjin
hevði vart fyri.
Hjá Herfølge sá leingi
illa út. Í 61. minutti skor-
aðu gestirnir úr AaB til
3–1, men so vendi, og
Herfølge megnaði at javna
til 3–3. Síðsta málið fingu
teir í yvirtíðini. Um teir
høvdu spælt fimm minuttir
afturat, so høvdu teir fingið
sigursmálið, hildu teir í
Herfølge.
Hóast málini skola
ígjøgnum, so tykist
venjarin ikki halda, at
tað er neyðugt at
skifta málverja
SKOTLAND
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er lítið hugaligt hjá
Jákupi Mikkelsen í Glas-
gow. Felagið hjá honum,
Partick Thistle, tapir og
tapir, men venjarin tykist
ikki halda, at málverjin,
Kenny Arthur, eigur lut í
tapunum. Í hvussu so er
hevur hann ikki enn givið
Jákupi Mikkelsen nýggjan
møguleika, eftir at Jákup
fyri meiri enn einum mán-
að síðani misti plássið ímil-
lum stólparnar, tá ið hann
var sjúkur í eina viku.
Venjarin, Gerry Collins,
tykist ætla sær at halda
fram, sjálvt um liðið hjá
honum ikki enn hevur
vunnið. Leiðslan hevur
undirstrikað, at hon hevur
fult álit á venjaranum, og í
vikuskiftinum
boðaði
Gerry Collins frá, at tað
kann roknast við, at ein-
stakir spælarar fara at verða
seldir í januar, tá ið hann
ætlar at fáa nýggjar spælar-
ar til felagið.
Leygardagin var upp-
gávan hjá Partick Thistle
rættuliga stór. Teir vitjaðu
meistaraliðið
Glasgow
Rangers. Úrslitið var 3–1
heimasigur, men sambært
skotskar fjølmiðlar stóð
Partick Thistle seg so mikið
væl, at teir áttu at havt betri
uppiborið, men teir vóru
ikki nóg avgjørdir framm-
anfyri málinum hjá mót-
støðuliðnum.
Danski Rangers spælar-
in, Peter Løwenkrands, var
rættuliga eyðsýndur. Hann
tiltuskaði sær frísparkið,
sum í 8. minutti varð sent
upp um manngarðin og í
netið. Í 1. hálvleiki vóru
gestirnir leikliga omaná,
men teir fingu einki mál,
og fimm minuttir undan
steðginum økti Rangers til
2–0.
Tjúgu minuttir undan
leikloki økti heimaliðið við
brotssparki. Peter Løwen-
krands varð feldur. Átta
minuttir undan leikloki
pyntaði Partick Thistle um.
FCK smokkaði í Parkini Partick Thistle
tapti aftur
33
32
Nr. 209 - 4. november 2003
Alexander Jovovic
skiftur appelsin-litta
Skála búnan út við
tann gula hjá NSÍ
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyrsta mánaðin eftir kapp-
ingarlok
í
fótbóltinum
plagar vanliga at vera
nógvar søgur um flytingar
av
bæði
leikarum
og
venjarum millum ymsu
fótbóltsfeløgini, men í so
máta tykist árið í ár vera
eitt lítið undantak.
Tó so. Onkrar flytingar
eru, og í einari av hesum
hava runavíkingar tryggjað
sær styrk til komandi kapp-
ingarári. Talan er um Alex-
ander Jovovic, sum í fjør
var partur av liðnum hjá
Skála, har hann fyri tað
mesta royndi seg á mið-
vøllinum.
Formaðurin í NSÍ, Jákup
Mortensen, váttar, at nakað
er um tosið, og hann tykist
vera hampuliga fegin um,
at felagið hevur styrkt
hendan partin av liðnum.
- Vit vistu jú av, at Ian
Højgaard flutti niður til
Danmarkar eftir kapping-
ina í fjør, og tí hava vit havt
hug at styrkja um miðvøll-
in. Alexander vildi sjálvur
sleppa at royna eina av-
bjóðing, sum var nærri
oddinum, og hetta endaði
so við, at hann nú verður
partur av liðnum hjá okk-
um.
Júst kring NSÍ hava ann-
ars nógvar leysasøgur verið
í heyst. Tað hevur ljóðað, at
felagið nú av álvara hevur
sett kikaran móti gull-
merkjunum, og fleiri av
teimum
nøvnum,
sum
hoyra til avgjørda føroyska
fótbóltsoddin, hava eisini
verið sett í samband við
felagið, men hesum avvísur
Jákup Mortensen.
- Jú, jú. Hasar søgurnar
hoyri eg eisini, og onkur av
hasum leikarunum man
vera seldur til okkum fleiri
ár á rað skjótt. Men tað er í
øllum førum ikki so, at vit
liggja eftir fleiri nýggjum
leikarum. Sjálvur haldi eg,
at vit hava ein spennandi
hóp at arbeiða við herinni,
og tað vildi ikki verið rætta
leiðin at gingið, um vit nú
skulu keypa alt ov nógv
fólk inn.
LÍF formaðurin sigur,
at teir halda seg hava
manningarligar
fyritreytir at fara
undir miðvíst arbeiði
at byggja nýtt lið
LÍF VENJARIN
Jóannes Hansen
Bjørn Krog skal næsta ár
hava ábyrgdina av fótbólts-
venjingini í Leirvík. Hann
skal venja liðið í 2. deild,
og hann skal hava høvuðs-
ábyrgdina fyri venjingini í
hinum deildunum. LÍF for-
maðurin,
Jógvan
Júst
Olsen, sigur, at ætlanin er,
at høvuðsvenjarin skal veg-
leiða og vera íblástur hjá
venjarunum í yngru deild-
unum. Bjørn, sum arbeiðir
á
studentaskúlanum
á
Kambsdali, hevur verið
venjari í nógv ár. Longu
fyrst í áttati árunum var
hann spælandi venjari hjá
VB. Áðrenn hann fór aftur
til Danmarkar, spældi hann
við HB. Í 2000 var Bjørn
venjari hjá B68, síðani
hevur hann verið hjálpar-
venjari í Gøtu, áðrenn hann
fór at venja yngru deildirn-
ar í Leirvík, har hann býr.
Í ár noyddist LÍF at lut-
taka í endaspæli, áðrenn tað
var greitt, at teir eisini
næsta ár skulu spæla í 2.
deild. Sambært LÍF for-
manninum, so fara tað at
ganga nøkur ár, áðrenn teir
rokna við, at besta liðið hjá
teimum verður ment til tað,
sum teir halda, at møgu-
leikar eru fyri.
– Vit eru komnir har til,
at vit halda tað vera rættast
at fara undir at mynda eitt
nýtt lið. Í yngru deildunum
hava vit havt nógv fólk tey
seinastu árini. Í ár var
Bjørn Krog venjari hjá
dreingjunum og unglingun-
um. Áhugin var stórur, og
vit ætla eisini næsta ár at
taka lut í unglingadeildini,
dreingjadeildini og eisini í
uppaftur yngru deildunum.
Vit eiga fleiri evnaríkar
spælarar, sum eru 16–18
ára gamlir, og vit vóna, at
fleiri teirra fara at vera við í
kappingini um plássini á
besta liðnum. Um trý ár
vóna vit, at nógvir av hes-
um fara at vera við til at
mynda eitt lið, sum vit
rokna við kann fara at eiga
góða framtíð, sigur Jógvan
Júst Olsen, formaður í LÍF.
Tað ættarliðið, sum var
við, tá ið LÍF inntil fyri
tíggju árum síðani var í
bestu deildini, er mest sum
burtur í fótbóltinum í Leir-
vík. Teir hava hesi seinastu
árini havt fleiri útlendingar
á liðnum, og harafturat
hava teir onkrar heimligar
spælarar, sum eru mið-
skeiðis í tjúgunum.
– Tað er neyðugt at hava
spælarar, sum eru í ymsum
aldri. Hóast ungir spælarar
eru evnaríkir, so vita vit, at
teir ikki einsamallir megna
at lyfta eitt fótbóltslið. Tí
fara vit sjálvandi framvegis
at hava spælarar, ið hava
royndirnar, á liðnum. Fleiri
útlendingar hava verið í
Leirvík og spælt fótbólt.
Hesi seinastu árini hava tað
fyrst og fremst verið pól-
verjar. Onkrir teirra eru bú-
settir í Eysturoy. Tað kann
væl vera, at teir eisini næsta
ár fara at spæla við LÍF,
men felagið fer ikki við
pengum at draga útlendskar
spælarar til felagið. Vit
hava ikki umstøður við
pengum at kappast um
spælarar. Norðoya Spari-
kassi er høvuðsstuðul hjá
okkum, og virkini í bygdini
og bygdarfólkið sum heild
tekur væl undir við felagn-
um. Men tað er ikki hugsn-
ingur um hjá okkum at vera
við til at bjóða og yvir-
bjóða, sigur Jógvan Júst
Olsen.
Kvíga tit ikki fyri at
missa spælarar til hini seks
1. deildarfeløgini í oynni?
– Møguleikin er altíð har,
og tað eru leirvíkingar, sum
spæla í øðrum feløgum.
Teir eru sjálvandi væl
komnir at spæla við okkum
næsta ár. Vit hava hoyrt, at
onkrir av okkara spælarum
skulu vera á veg í onnur
feløg, men tað er einki
ítøkiligt í tíðindunum. Vit
rokna við, at allir, sum vóru
við í ár, fara at vera við
aftur næsta ár, og tað kann
vera, at onkrir aðrir fara at
koma afturat. Men enn er
ov tíðliga at siga nakað um
hetta.
Tvey tey seinastu árini
hevur Bogi Lervig verið
venjari hjá LÍF.
Fyrrverandi HB- og
GÍ venjarin skal nú
royna seg sum
venjara hjá grikska
Aris Saloniki
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var eitt satt scoop, tá
HB í 1983 kundi boða frá,
at felagið hevði fingið
fyrrverandi danska lands-
liðsleikaran, Ole Skoubo,
sum
spælandi
venjara.
Skoubo var av sonnum
mettur sum ein av nomad-
unum innan danskan fót-
bólt, og eitt nú hevði hann á
yrkisleiðini roynt seg í
Grikkalandi, USA, Svøriki
og í donskum fótbólti,
sjálvandi, áðrenn hann ta
ferðina kom til Føroya.
Seinni var Skoubo eisini
venjari hjá GÍ, men hvussu
var og ikki, so gjørdist tað
sum so ikki til nakað
alvorligt við venjarayrkin-
um. Í øllum førum ikki fyrr
enn nú. Síðani 1994 hevur
hann als ikki verið venjari,
men hevur ístaðin arbeitt
sum blaðmaður á Nord-
jyske Medier.
Grikska
felagið,
har
Skoubo sum leikari varð
mettur sum sonn hetja,
hevur tó í fleiri umførum
spurt seg fyri hjá honum,
og nú hevur danin so
avgjørt at taka av. Fyri fyrst
hevur hann biðið um far-
loyvi frá blaðmannastarvin-
um í tríggjar mánaðir, og so
er spurningurin, um hann
framvegis
stendur
við
einum starvi innan fótbólt-
in tá. Í øllum førum bera
grikskir felagsstjórar ikki
orð fyri at vera serliga
tolnir.
Bjørn skal venja leirvíkingar
Skoubo í Grikkalandi
NSÍ fær jugoslava av Skála
C
M
Y
K
32
-ta
-t ð
loysir
seg
Internet
Lýsið
við
brúktum
bilum
Sosialurini
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið