hósdagur 9. oktober 1997síða 30
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 193 — 10. OKTOBER 1997
Nýtt studio
og rúmligari
Sjónvarp Føroya fær nú rúmari
ræsur, og nú skuldi borið til at lagt
ætlanir fyri framtíðina, sigur Tróndur
Djurhuus, sjónvarpsstjóri
RANDI JACOBSEN
Øl árini, síðan sjónvarpið
varð sett á stovn, hava
sjónvarpsleiðslurnar gramt
seg um, at tað hevur verið
ov trongligt og óarbeiðsligt
Men beint nú í hvussu er
gremur Tróndur Djurhuus,
sjónvarpsstjóri, seg ikki
Harvið er ikki sagt, at
umstødurnar eru fullkomn
ar, og sjónvarpið ikki kundi
ynskt sær okkurt aftrat, men
seinastu árini hevur sjón
varpið fingið betri høli, og
í næstum fáa tey meira
aftrat
Í síðstu viku var ein uppí-
bygningur, sum vendir móti
J. C. Scrøtersgøtu reistur
Hesin bygningur er í trim
um hæddum, hvør 140 fer
metrar. I hesum bygningi
skal verda nyggja tøknin,
sum hevur beinleiðis sam-
band við hyggjaran og mót
tókutólini til tað, sum tikið
verður niður frá fylgisveini
Øll, sum fåast við at gera
skránna, skulu eisini húsast
her
Hetta húsið skal verða
liðugt 1. maí næsta år
Sama dag fekk sjónvarpið
eisini nytt studio, upptøku
rúm, sum er liðugt at gera,
men nú er eftir at fylla út
Uptskurúmið er umleið 200
fermetrar
Leingi varð tosað um at
byggja nýtt sjónvarpshús,
men tað varð mett bæði at
kosta ov nógv og at gerast
ov drúgt at byggja eftir
Í staðin varð avgjørt at
verða verandi í M. A
Winthersgetu og byggja út
har
Sjónvarpið hevur alla
tíðina ligið framvið og hev
ur keypt gannahús. Nýliga
hevur sjónvarpið keypt eini
eldri grannahús, beint upp
at sjónvarpinum, og tey
verða nú innrættað. Har
skulu m.a. gerast barna- og
ungdómssendingar, og
tíðindablaðið
Nýggja upptókurúmið er umleið 200 fermetrar
(Mynd: Jens Kr. Vang)
verkstaðurin hjá sjónvarp
inum fær somuleiðis innvist
í hesum húsinum
Annars ætlar sjónvarpið
eisini at leiga eitt stórt hús,
sum apoteksverkið eigur
Tað liggur so væl fyri, beint
við nýggja upptøkuhølid
Tað er serliga stora
goymsluhøllin í hesum hús-
inum, sum hevur sjónvarps
ins áhuga, tí alt, sum hoyrir
Nýggi bygningurin varð reistur í seinastu viku Mynd: Jens Kr. Vang
einum upptøkuhøl: til, rúm
ast ikki ini í senn
Tróndur Djurhuus er fegi
um bøttu hølisvidurskiftini
Góðar umstødur eru treytin
fyri at gera rimiligt sjón-
varp, og ikki fyrr en nú ber
til at siga, at umstødurnar
eru so góðar, at til ber at
leggja ætlanir fyri framtíð-
ina, sigur hann
Fyrilestur um heilaskaðar
Arið í ár er lýst at vera heila
ár, og í hesum sambandi
hava ergoterapeutarnir á
Landssjúkrahúsinum í dag
liga arbeiðinum vid upp
venjing av heilaskaddum
bjóðað einum kendum
donskum ergoterapeut: til
Føroya at undirvisa bæði
terapcutum og ødrum fak
bólkum í uppvenjing av
heilaskaddum
Tad er ergoterapeuturin
Birgitte Christensen, sum
hevur drúgvar royndir í ar
beiði við heilaskaddum og
dagliga starvast á Vording
borg sjúkrahúsi. har hon
hevur verið við til at upp
byggja eina sera væl um
tókta = uppvenjingardeild
Umframt hetta heldur hon
eisini fyrilestrar og undir
vísir øllum bólkum innan
heilsuverkið. Nevnast kann
at tá Experimentarie fyrr í
ár læt upp eina sýning um
heilan, fekk Birgitte
Christensen tann heiður at
seta framsýningina
Vitjan hennara í Førovum
er ersint eitt gott havi at:Íýsa
ein part av virkisøkinum hjá
hesum lítla fakbolki, ið hó
ast hann bert telur 12 limir
er rættiliga virkin og mynd
ar næst minsta fakfelag í
landinum, og hevur júst í ár
10 ár á baki
At limaskarin fer at økjast
í komandi tíðum, er eingin
ivi um, um sammett verður
við grannalondini, har ergo-
terapeutar eru ein nógv eft-
irspurdur fakbólkur
Birgitte Christensen vitjar
í Føroyum 13. til 17. okto
ber. Hon fer at halda fyri-
lestur um Skjulte handi
caps ved hjerneskade” og at
undirvisa tí tvørfakliga
bolkinum å uppvenjingar
deildini i handfaring og við
gerð av heilaskaddum eftir
serligum grundreglum
7
Arbeiðsgevarar
mótmæla eisini
Tað eru ikki bara fakfeløg
ini, sum mótmæla ætlanini
hjá landsstýrismanninum í
almanna- og heilsumálum
um at mótrokna pening
sum fólk fáa úr eftirlønar
grunnunum hjá fakfeløgun
um, skal mótroknast í fólka
pensiónini
Løgtingid hevur eisini
fingið eitt mótmælisskriv,
sum umframt sjey fakfeløg
bæði Føroya Arbeidsgev
arafelag og Føroya Hand
verksmeistarafelag hava
undirskrivað
Í mótmælinum verður
sagt, at tey hava havt fund
og hava avgjørt hartðliga at
mótmæla at frammanfyri
nevndu ætlanir verða
framdar
Nevnt verður, at eitt av
feløgunum hjá teimum
ófaklærdu í nøkur ár hevur
havt ein eftirlønargrunn, og
nú standa flestu av hinum
feløgunum fyri at seta á
stovn líknandi grunnar
Ætlanin við hesum eftir-
lønargrunnum hjá teimum
ófaklærdu er, at peningurin
sum verður goldin limunum
úr grunnunum skal verða
eitt ískoyti til fólkapensión-
ina, hetta sum ein tiltrongd-
ur bati av umstødunum hjá
hesum borgarum í aldur-
dómi teirra
Grundin til mótmæli
okkara er, at umframt, at
talan her er um brot á grund-
lógarleggjandi rættindi hjá
tí einstaka borgaranum, sum
í eitt heilt lív, við skatti sín-
um hevur stuðlað samfel-
agnum, so er her eisini talan
um beinleiðis ágang móti
teimum, sum hava roynt at
tryggja sær sømilig kor í
aldurdóminum
Serliga ódámlig er æt]
anin um at broyta fólkapen
sjónina, tá vit hava í huga,
at hesar broytingar ikki eru
ætlaðar at bóta um fólka
pensiónirnar hjá teimum
sum onga eftirløn fáa, men
hinvegin er ætlað til at
fíggja uml. 12 mill. krónur
sum > landsstyrismadurin
sigur íresta á ødrum pørtum
av málseki hansara. Møgu
leiki eigur at vera, at finna
hesa upphædd aðrastaðni,
uttan at hetta skal raka
følkapensionistar okkara,
siga feløgini, sum heita á
flokkarnar á tingi um at vísa
uppskotinum aftur. Feløgini
siga seg ikki ivast í, at fær
landsstýrismaðurin = fyrst
meiraluta fyri uppskotinum
um at skerja fólkapensión-
irnar, so er vandi fyri, at
hesin ódámligi politikkur
heldur fram, og endin verð-
ur so helst, at eldru aldurs-
bólkar okkara missa alla
fólkapensión sína
- Tað er sera umráðandi,
at vit standa saman um at
verja hendan veika samfel-
agsbólk, og vit vóna ti, at
tinglimir síggja álvarsligu
hóttanina, sum liggur í upp-
skotinum hjá landsstýris-
manninum
Mótmælið er undirskriv
að av Føroya Arbeiðarafel
ag, Havnar Arbeiðsmanna-
felag. Havnar Arbeiðs
kvinnufelag, Klaksvíkar Ar-
beiðsmannafelag, Klaks-
víkar Arbeiðskvinnufelag,
Arbeiðskvinnufelagnum
Fjallbrúður, Føroya Hand
verkarafelag, Føroya Ar-
beidsgevarafelag og Føroya
Handverksmeistarafelag
Flestu bilarnir
vóru i lagi
Mikumorgunin var ferðslu
polituð úti og kannaði bil
arnar, sum komu eftir
Hvítanesvegnnum inn
koyringina til Havnar
Millum kl. 7.45 og kl
9.00 vórðu 200 bilar steðg
aðir, og bara hjá 12 av teim
um var nakað at seta fing
urin á
Í flestu fórum var tað gal-
ið, at fólkini ikki sótu í
trygdarbelti. Hjá nøkrum
var galið við ljósunum, og
onkur heyði eitt slitin dekk
Einki er at ivast í, at
bilarnir hava so fá brek nú.
tí so nógvir teirra eru spild
urnýggir
laus & Servants
i itréttar- og Sam-
komuhellini í Havn
18. okt. 1997 kl. 22.30
Atgongumerki eru at
fáa á Sheil-stoðunum í
Fuglafirði, Vestmanna,
Norðragetu og á
Frælsinum,
í Kiosk Vár í Runavík og
Kiosk Activ í Havn
Kostnaður 130,-
ALMENNUR DANSUR