Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 210 - 5. november 2003 Nr. 210 - 5. november 2003 5 Venjingarnar hjá jólakórinum byrja í skúlanum á Glyvr- um nú leygardagin. KÓR tíðindaskriv Nú fara jólini so spaku- liga at nærkast og við teimum jólakonsertirnar. Hesi seinnu árini hava kórkonsertir undir leiðslu av Jóhan Mortensen verið í desember mánaði í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Í ár er eisini ætlanin at hava jólakonsert í Fríðr- ikskirkjuni - treytað av at nóg nógvir sangarar eru fúsir at fara til verka. Heitt verður tí á øll sang- hugað fólk, mannfólk sum konufólk, yngri sum eldri, roynd sum óroynd at fylkjast um tiltakið. Hesa ferð er einki nýtt kórverk á skránni, men trivið verður í mangt og hvat – eisini onkur løg hjá Jim Reeves og Elvis Presley. Fyrsta venjingin verður nú leygardagin 8. novem- ber í sangstovuni í skúlan- um á Glyvrum frá klokk- an 15:00 til 17:30. Jólakór í Eysturoynni Nýtt felag fyri fólk við rørslubreki í limun- um er nú sett á stovn NÝTT FELAG tíðindaskriv 10. oktober 2003 varð felagið "Arm- og beinbrek" sett á stovn. Fitt av fólki varð møtt í MBF-húsinum har stigtakararnir løgdu fram teirra ætlanir við einum tílíkum felag. Sum partur av stovnanini skuldi nevnd veljast, og tey, sum manna fyrstu nevnd- ina, eru Jónhild Kjærbo Dam, formaður, Martin Karl Olsen, næstformaður, Katrin Egholm, kassa- meistari, Margrit Debess, skrivari og Kára Heinesen. Tiltakslimir eru Poula F. Magnussen og Olga Østerø. Tey, ið manna nevndina umboða ávikavist bólkar- nar "fødd børn við arm- og beinbreki" og "fólk við arm- og beinamputatión". Út frá hesum metir felagið seg, at fevna breitt og kunna geva limum sínum stuðul og ráðgeving. Enda- mál felagsins er umframt at stuðla og ráðgeva, eisini at skipa fyri tiltøkum og fund- um har limirnir kunnu fáa høvið til at viðgeða teirra støðu. Haraftrat metir felagið at tað er týdningarmikið, at hava eitt tætt samstarv við fakbólkar, soleiðis at tann einstaki limurin fær best møguligu hjálpina. Felagið kemur at hava tørv á fíggjarligum stuðli til virksemi sítt og vónar at fáa dyggan stuðul frá einstak- lingum eins og feløgum. Felagið hevur enn ikki fasta skrivstovutíð, men ringjast kann til formannin á tlf. 271018 ella til næst- formannin á tlf. 264867. Bústaður felagsins er: Blankagøta 12, FO-100 Tórshavn. Felag fyri arm- og beinbrek Løgreglan hevur kannað lastbilarnar – Okkara meting er, at nógva lastbila- ferðslan úr Líðini og út á Drelnes eftir um- støðunum hevur gingið væl higartil. Vit hava tosað við lastbilførararnar og teir, ið fylla bilarnar, og ferðslan er undir støðugum eftirliti, sigur Sommer Joen- sen, sýslumaður í Suðuroy LASTBILAFERÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í ein góðan mánaða ella so hava einir 7-8 lastbilar koyrt grót úr grótbrotinum inni í Líð í Trongisvági og út um Drelnes á syðra armi á Trongisvágsfirði. Av og á er grót dottið av lastaðu bilunum, og tann eina dagin datt ein stórur klettur av einum lastbili. Hetta hendi innanfyri gamla elverkið í Trongis- vági. – Eftir hesa hending, fóru vit inn og kannaðu allar bilarnar, eins og vit tosaðu við bilførararnar og teir, ið standa fyri áfyllingini. Sommer Joensen, sýslu- maður í Suðuroy, sigur, at bilarnir eru í góðum standi, og líkt er ikki til, at teir hava meira uppí lastini, enn loyvt er. Somuleiðis er ferðin í lagi. Lastingin avgerandi – Hinvegin er altavgerandi, hvussu bilarnir verða lastaðir. Verður grótið fylt upp í ein "topp" í lastini, og ein stórur steinur endar ovast, er skjótt, at grót kann detta av. Tað er hetta, sum er hent í nøkrum førum, men í flestu førum hevur talan verið um smærri grót. Hetta kunnu vit sum løg- reglumyndugleiki ikki lata um okkum ganga. Sommer leggur dent á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstakum lastbilførara, at grótið í lastini liggur so- leiðis, at tað ikki dettur av bilinum, tá ið koyrt verður. – Vit hava soleiðis latið førararnar vita, at dettur grót av lastini, verða teir "noteraðir" fyri brot á ferðslulógina, sigur hann. Sýslumaðurin sigur, at løgreglan fylgir væl við og fer støðugt at hava eyguni við lastbilaferðsluni. – Hetta er eitt arbeiði, sum fer at taka langa tíð, og tí er tað okkara uppgáva at syrgja fyri, at ferðslan er forsvarlig. Hann vísir á, at alla- staðni, har so nógv og tung ferðsla er, er skjótt, at fólk gerast ótrygg; tí er ógvuliga umráðandi, at teir, ið koyra bilarnar, vanda sær um koyring og áfylling sum best. Skúli og børn Í Trongisvági er stórur skúli, og flestu børn skulu á ein ella annan hátt tvørtur um landsvegin fyri at koma til skúlan. Sommer sigur, at løg- reglan hevur onga beinleið- is fráboðan fingið frá for- eldrum um hesi viðurskifti, men hann hevur skilt, at onkur hevur vent sær til kommununa. – Flestu børnini, sum ganga í skúlanum í Trong- isvági, koma uttanífrá, og nógv verða koyrd bæði í og úr skúla. Hann vísir á, at sjálvsagt eru tað eisini tey, ið ganga í og úr skúlanum. – Men her eru vit so heppin, at børnini kunnu ganga undir vegnum – gjøgnum eina smogu, um tey ikki vilja ganga tvørtur um vegin, har lastbilarnir og ferðslan annars koyrir. So, her eru vit nokso væl stillaðir, sigur sýslumað- urin. Ferðin í lagi Sommer Joensen sigur, at tá ið so nógv og tung ferðsla fer eftir vegunum, slepst neyvan undan klag- um. Hann leggur tó dent á, at teirra kanningar vísa, at lastbilarnir koyra ikki skjótari, enn loyvt er. – Tá ið ein stórur og tungur lastbilur kemur koyrandi eftir vegnum, kann ferðin ofta tykjast nógv størri, enn hon veru- liga er. Sommer Joensen sigur at enda, at løgreglan hevur skipað ferðsluna soleiðis millum gamla elverkið og niðan til Hvalbiartunnilin, at bilar, ið koyra vestureftir, halda at fyri teimum, sum koyra eystureftir. – Sum heild, halda vit, at tunga lastbilaferðslan mill- um Líðina og Drelnes hig- artil hevur gingið væl, sigur sýslumaðurin at enda. Lastbilurin á myndini er tilvildarligur Tvøroyrar Býráð fer nú at heita á Lands- verkfrøðingin um at seta hámarksferðina niður hjá lastbilum, sum koyra grot til samferðsluhavnina í Trongisvági FERÐSLUTRYGD Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð vil nú hava Landsverkfrøð- ingin at banna lastbilunum, sum koyra grót til sam- ferðsluhavnina á Drelnesi, at koyra meiri enn 30 kilo- metrar um tíman. Á býráðsfundi mánadag- in viðgjørdi býráðið brævið frá skúlastjóranum, har hann gjørdi vart við, at hann stúrdi fyri trygdini hjá skúlabørnunum. Sum vit greiða frá í grein aðrastaðni í blaðnum í dag, metir skúlastjórin, at skúla- vegurin hjá børnunum rætt og slætt er lívshættisligur, síðani koyringin við grótið til samferðsluhavnina, byrj- aði. Og býráðslimir vóru ikki ósamdir við skúlastjóran. Eitt nú hevði Heri Mor- tensen lagt til merkis, at bilarnir vóru oftani illa lastaðir við tað, at nógv grót var í øðrum borðinum og lítið og onki í hinum borðinum og tað var ein orsøk til, at grót datt úr lastini og á vegin. Men tað er ikki bara skúlastjórin á Tvøroyri, sum stúrir fyri trygdini. Fólk, sum búgva á strekkinum og sum dagliga ferðast har, siga, at tað er javnan at lastbilar missa grót úr lastini og á vegin og eisini tey stúra fyri trygd- ini. Eitt, sum tey fýlast á, er, at lastbilarnir ongar bak- lúkur hava og tí rulla stein- ar oftani afturav lastini og á vegin. Ferðin skal niður Á fundinum mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt at heita á Lands- verkfrøðingin um at seta skelti upp sum bannaði lastbilunum at koyra meiri enn 30 kilometrar um tím- an. Samstundis samtykti býráðið eisini at gera Løg- regluna varuga við málið. Borgarstjórin, Kristin Michelsen var burtustaddur í ørindum mánadagin, so hann var ikki á býráðsfund- inum. Men hann metir málið í stórum álvara. Hann sigur, at tað er ofta komið fyri, at stórir steinar eru dotnir av lastbilum og eru enntá komnir á hús, sum standa framvið vegn- um. Og hann leggur afturat, at tað eru ikki bara skúlabørn- ini at hugsa um. Ítróttarhøllin er bygt saman við skúlanum og tað ger akkurát hetta økið til størsta frítíðardepilin í kommununi, har ein ør- grynna av børnum og vaksnum ferðast hvønn ein- asta dag til ítróttarvenjingar og dystir og onnur ítriv. – Tað er blivið lívshættisligt hjá børnunum at ganga ímillum heim og skúla, sigur skúla- stjórin á Tvøroyri FERÐSLUTRYGD Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyri: – Skúlavegurin hjá børnunum er blivin lívshættilsigur. Skúlastjórin á Tvøroyri stúrir illa fyri trygdini hjá børnunum, sum ganga í skúlan í Trongisvági. Tað er síðani arbeiðið upp á nýggju samferðslu- havnina í Trongisvági byrj- aði, at vandin fyri trygdini hjá skúlabørnunum hevur tikið seg upp. Grótið til ferjuleguna verður tikið heilt inni í dal- inum í Trongisvági, við tunnilsmunnan til Hvalbiar. Arbeiðið at koyra grót til ferjuleguna førir sostatt við sær, at nógvir lastbilar koyra allan dagin, full- fermdir við gróti úr grót- brotinum til ferjuleguna. Tveir skúlar eru á Tvør- oyri, ein úti í býnum og ein inni í Trongisvági. Og skúlin í Trongisvági liggur beint á strekkinum, at lastbilarnir koyra við gróti. Ein part av strekkinum koyra lastbilarnir sostatt eftir skúlavegnum hjá nógvum børnum. Hetta hevur fingið skúla- stjóran á Tvøroyri at gera vart við seg. Martin Eidesgaard hevur nú skrivað Tvøroyrar Kommunu bræv, har hann ger vart við viðurstkiftini og har hann sigur seg stúra fyri trygdini hjá skúlabørn- unum. Skúlavegurin lívshættisligur Hann sigur rætt og slætt, at síðani arbeiðið upp á sam- ferðsluhavnina byrjaði, er skúlavegurin já børnunum blivin lívshættisligur. Í brævinum til kommuna vísir skúlastjórin á, at last- bilarnir koyra oftani heldur skjótt. Tað førir við sær, at stein- ar viðhvørt detta av lastini og niður á vegin og tað kann vera lívshættisligt hjá børnunum. Skúlin hevur umhugsað at biðja børnini ganga ein annan veg í skúla, fyri at sleppa undan lastbilinum. Ein gongutunnil er gjør- dur undir høvuðsvegnum framvið skúlanum og skúlastjórin sigur, at hann hevur umhugsa at biðja børnini at brúka tann tunn- ilin. Men ta ætlanina hevur hann slept, tí tað er eisini komið fyri, at steinar eru dotnir av lastbilinum so- leiðis, at teir eru komnir atr liggja beint við tunnils- munnarnar. Tí fer skúlin ikki at mæla børnunum til at ganga tann vegin. Skúlastjórin sigur, at tað áliggur kommununi og skúlanum at syrgja fyri, at skúlavegurin hjá børnunum er tryggur. Og sum støðan er nú, metir hann beinleiðis, at skúlavegurin er lívshættis- ligur og tað ger hann nú kommununua varuga við. Stúra fyri trygdini hjá skúlabørnum á Tvøroyri Tvøroyrar Býráð: Ferðin hjá bilunum má setast niður – Koyra lastbilar við gróti til samferðslu- havnina ábyrgdar- leyst, er tað fyrst og fremst ein spurn- ingur um moral. Men tað er eisini ein spurningur um eftirlit heldur Ráðið fyri Ferðslutrygd FERÐSLUTRYGD Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ómetaliga trupult at banna lastbilum at koyra grót uppá akkord. Tað heldur Jón Krage- steen, dagligur leiðari á Ráðnum fyri ferðslutrygd. Vit hava spurt hann um hann hevur nakra meining um koyringina við gróti frá grótbrotinum inni í Trongisvági, yvir a nýggju samferðsluhavnina eystan- fyri Drelnes. Sum sæst aðrastaðni í øðrum greinum her á síð- uni, eru tað summi sum halda, at koyringin er til stóran vanda fyri trygdina, ikki minst hjá skúlabørn- um. Heri Kragesteen sigur, at tað verður trupult at nokta byggifyritøkum og landin- um at royna at fáa eitt arbeiðið gjørt so bíligt sum gjørligt. Tí heldur hann, at tað verður trupult at seta bann fyri koyring upp á akkord. Men fyri tað ber væl til at reisa spurningin, hvussu heppið tað er fyri ferðslu- trygdina, at koyrt verður upp á akkord. – Men fyri tað, sum koyrt verður upp á akkord, ber ikki til at seta lógir og reglar til viks. – Tí skulu bilarnir fram- vegis verða lastaðir eftir forskriftunum og hámarks- ferðin skal haldast. Jón Kragesteen sigur, at sostatt er talan fyrst og fremst um ein spurning um moral hjá teimum sum koyra og teimum, sum hava umsita arbeiðið. Men hann leggur dent á, at tað er eisini ein spurn- ingur um eftirlit. Og tá ið hann hugsar um eftirlit, hugsar hann ikki bara um læøgregluna. – Sjálvsagt skal løgregl- an hava eftirlit. Men tað er eisini umráðandi, at hvør einstakur borgari hevur eftirlit við tí, sum fer fram og ger vart við seg, tá ið lógir verða brotnar. Og so hevur tað eisini týdning, at fjølmiðlar fylgja við og taka málið upp, leggur leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd afturat. Mest ein spurningur um moral og eftirlit Bilarnir, sum koyra grót úr grótbrotinum inni í Trongisvági, koyra ofta heldur skjótt og teir fylla heldur nógv í lastina. Tí kemur tað fyri at grót dettur úr lastini og á vegin. Tað hevur fingið skúlastjóran á Tvøroyri at gera vart við seg, tí hann stúrir fyri trygdini hjá skúlabørnunum. Lastbilurin á myndini er tilvildarligur C M Y K 5 4