mikudagur 5. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 210 - 5. november 2003
Nr. 210 - 5. november 2003
9
UTTAN ÚR HEIMI
Danir hjálp úr Russlandi
Donsku ísbrótararnir eru ov smáir til at rudda slóð
fyri teimum stóru russisku oljutangaskipunum, sum
sigla ígjøgnum Stórabelti, og tí hava russar nú boðið
sær til at lata ein stóran russiskan ísbrótara hava støð
í Danmark, verður veturin kaldur.
Seinasta vetur vóru stórir trupulleikar við sjó-
ferðsluni í Finsku Víkini, men eisini har ætla russar at
forða fyri, at tað skal endurtaka seg í vetur. Teir hava
tí flutt ein av sínum stóru ísbrótarum, "Kaptain
Khlebnikov", úr Barentshavinum í Eystrasalt. Har
skal hann hjálpa skipaferðsluni til og úr Sankta
Pætursborg og oljuhavnini Primorsk.
Teir báðir størstu donsku ísbrótararnir, "Danbjørn"
og "Isbjørn", eru seytjan metrar breiðir, men tað mun-
ar lítið, tí tangaskipini, sum sigla ígjøgnum Stórabelti,
eru ofta bæði tvær og tríggjar ferðir breiðari.
Hava smuglað 10.000 fólk
Løgreglurnar í Eysturríki og Ungarn hava avdúkað
eitt brotsmannalið, sum eftir øllum at døma hevur
smuglað umleið 10.000 fólk úr Kosovo til Norður-
evropa.
Brotsmenninir vórðu tiknir fyri einari viku síðani.
Flestu teirra eru úr Kosovo og øðrum pørtum av
gamla Jugoslavia. Myndugleikarnir vilja vera við, at
smuglararnir hava kravt 1500 evrur ella einar 12.000
krónur fyri hvørt fólk, sum teir hava smuglað úr
Kosovo. Tað er kortini lítið samanborið við tað, sum
fólk úr Afghanistan og Irak hava goldið fyri at sleppa
til Norðurevropa. Hjá teimum hevur prísurin ofta
ligið upp ímóti 100.000 krónum fyri hvønn.
Tey flestu, sum brotsmenninir hava smuglað úr
Kosovo, eru flutt til Týsklands, Belgia og Niðurlond,
men nøkur eru eisini endað í Norðurlondum. Eystur-
ríkska løgreglan sigur seg hava prógv fyri, at smugl-
ararnir hava ikki einans smuglað fólk, men eisini
rúsevni.
Reagan-sending bleiv broytt
Amerikanska sjónvarpsrásin CBS noyddist at broyta
partar av einari sendirøð, sum rásin hevur gjørt um
fyrrverandi forsetan Ronald Reagan, skrivar týska
tíðindastovan DPA.
Sambært DPA var tað republikanski flokkurin hjá
gamla forsetanum, sum kravdi, at partar av sendi-
røðini skuldu broytast. Í teimum báðum fyrstu send-
ingunum, sum eftir ætlanini skulu sendast tann 16. og
18. november, kravdi flokkurin ikki færri enn sekstan
broytingar, og tað hevur gjørt, at CBS nú umhugsar at
taka sendingarnar av skránni.
Eitt, sum republikanski flokkurin vildi hava burtur
úr sendingini, var, tá Reagan einaferð segði, at fólk,
sum hava fingið eyðkvæmi, hava livað í synd, og at
tey tí eisini eiga at taka við syndarinnar løn, sum er
deyðin.
Ronald Reagan var amerikanskur forseti frá 1980
til 1988. Seinastu árini hevur hann havt Alzheimer-
sjúkuna.
Løgnar bananir
Fleiri túsund bananir eru skolaðar upp á land í fjøruni
næehrndis Ingå einar 60 kilometrar vestan fyri finska
høvuðsstaðin Helsinki.
Ein talsmaður hjá finsku løgregluni sigur, at
bananir vóru at síggja allastaðni í fjøruni. Hann held-
ur, at í hvussu er eini 40 stór tyssi vóru skolað upp á
land við Ingå.
Myndugleikarnir halda, at bananirnar stava frá
einum skipi. Teir hava eisini funnið olju í fjøruni har
á leiðini. Talan er kortini ikki um olju, sum er vanda-
mikil fyri umhvørvið, og nøgdin var heldur ikki so
stór. Royndir eru tiknar av oljuni, og tær eru nú sendar
einari rannsóknarstovu til kanningar.
Norðurlond, sum
hava ein lagaligan
innflytarapolitikk,
eru fríhavnir hjá yvir-
gangsmonnum, sigur
ein av heimsins
fremstu serfrøðing-
unum í altjóða yvir-
gangi
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Rohan Gunaratna er mill-
um luttakararnar á einari
stórari
ráðstevnu,
sum
byrjaði í Keypmannahavn
mánadagin. Evnið er al-
tjóða yvirgangur. Dagliga
arbeiðir hann sum leiðari á
yvirgangsdeildini á einum
trygdarstovni í Singapore,
og hann verður mettur mill-
um teir fremstu serfrøðing-
arnar á sínum øki.
- Tað er ein óreingiligur
veruleiki, at Danmark hev-
ur verið fríhavn hjá fleiri
yvirgangsfelagsskapum.
Eitt nú var Omar Abdel
Rahman, sum er dømdur í
sambandi við atsóknina at
World Trade Center, í
Danmark eitt tíðarskeið,
sigur Rohan Gunaratna.
Spurdur, um Danmark
eisini kann vera mál hjá al-
tjóða yvirgangsfelagsskap-
um, svaraði serfrøðingurin
ja. Einki land er undantikið
hesari
hóttanini,
segði
hann.
Rohan Gunaratna heldur,
at amerikanararnir og al-
tjóða samfelagið gjørdu eitt
stórt mistak við at leggja
seg eftir at gera av við
Osama bin Laden og al-
Qaeda aftan á atsóknina 11.
september í 2001. Tí tað
hevur bara havt við sær, at
aðrir felagsskapir hava tik-
ið seg upp.
- Sjálvt um al-Qaeda er
viknaður nógv, eru fleiri
limir
í
felagsskapinum
fluttir til aðrar felagsskapir.
Teir hava støð í Algeria,
Tunis og Marokko. Teir
gerast ein altsamt størri
hóttan, og teir fara at fáa
ein týðandi leiklut tey
næstu fimm árini, sigur
Gunaratna.
Hann heldur, at al-Qaeda
hevur ikki so stóra ávirkan
longur. Sambært Rohan
Gunaratna
eru
millum
3.000 og 4.000 limir í fe-
lagsskapinum
hjá
bin
Laden tiknir ella deyðir, og
tí er felagsskapurin ikki
longur førur fyri at fremja
nakra stóra atsókn. Men
aðrir eru komnir ístaðin,
sigur hann og vísir á, at av
fimm serliga blóðigum
sjálvmorðsatsóknum í ár
skipaði al-Qaeda bara fyri
einari. Tað var ein í saudi-
arabiska høvuðsstaðnum
Riyadh.
Myndugleikarnir í Indonesia halda, at eini 170 fólk doyðu, tá áarlop rakti eitt frítíðarstað sunnukvøldið. Minst fimm
útlendingar eru millum tey deyðu, men enn eru næstan hundrað fólk ikki komin afturíaftur
Mynd: Reuters
Ein fimm ára gomul
genta í niðurlendska
býnum Hilversum
hevði heroin við sær í
skúla
RÚSEVNI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann fimm ára gamla gent-
an hevði funnið tablettirnar
í kamarinum hjá eldra
bróðurinum, og hon gjørdi
av at taka tað við sær í
skúla. Men ein ansin lærari
varnaðist, hvat var á vási,
og tað eydnaðist honum at
fáa fatur á "gávunum" hjá
gentuni, áðrenn børnini
fingu roynt tablettirnar.
Hann fekk løgregluni tær,
og har vísti tað seg, at talan
var um heroin, kokain og
ecstasy.
Løgreglan í Hilversum
hevur nú tikið tríggjar
brøður hjá gentuni og
mammu teirra. Teir tríggir
brøðurnir, sum eru 16, 19
of 21 ára gamlir, sita í
varðhaldi, men mamman
varð latin leys.
Løgreglan sigur, at tann
elsti av brøðrunum hevði
nógv rúsevni við hús.
Fimm ára gomul genta
gav vinunum heroin
Skandinavisku londini
fríhavn fyri yvirgangi
170 druknaðu
Mánadagin læt nýggj-
ur handil við prýðis-
og gávulutum upp í
Sørvági. Handilin
eitur Kurvin
HANDILSVINNA
Edvard Joensen
Sørvági: Nýggjur handil
læt upp i Sørvági mánadag-
in. Tað er Eyðvør Petersen,
sum fyrr hevur arbeitt í
blómuhandli, sum lat upp
engan handil við prýðislut-
um og ymsum gávulutum.
Tað er ljóst inni. Vind-
eyguni eru stór, og vegg-
irnir ljósir. Nógv av tí ið
inni er, er í ljósum litum.
Ljóst blátt og reytt, og
eisini nakað væl av hvítum.
Og so eru allar jólavør-
urnar savnaðar á einum
staði. Jólamenn og einglar.
Pynt av ymsum slagi. Alt ið
minnir á, at nú nærkast
jólini, hóast tað í grundini
kemur eitt sindur óvart á, at
møta slíkari rúgvu nú longu
beint eftir alla halganna.
Eyðvør Petersen greiðir
frá, at tá hon arbeiddi í
blómuhandlinum hjá Trónd
Hansen í Havn, gekk hon
ofta og hugsaði um møgu-
leikan við egnum handli
við slíkum vørum, sum hon
nú er farin at selja í Sør-
vági.
Tá handlini, hon arbeiddi
í í Havn, so lat aftur, gjørdi
hon álvara av og fór undir
at fyrireika hendan handil-
in, hon nú hevur latið upp í
Sørvági her hon býr.
Flestu vørurunar eru
innfluttar, greiðir hon frá.
Men nakað er kortini av
heimagjørdum.
Tað eru mest dekoratión-
ir av ymsum sløgum, sum
hin ger sjálv, sigur hon. Her
metir hon, at royndirnar frá
tíðini hjá Trónd Hansen
eiga at fara at síggjast afur.
Hendan dagin, latið varð
upp, vóru eisini nakrar før-
oyska ullvørur at síggja í
handlinum. Men tað fer
ikki at verða í framtíðini,
sigur hon. Hetta er bara
nakað, sum hon royndi at
selja fyri onkran annan, ið
hevði nakað av slíkum
heimabundnum liggjandi.
Eyðvør Petersen, sum
einsamøll
stendur
fyri
handlinum, sigur, at hon
ikki hevur nakað ávíst
merki av vørum, sum hon
selur. Tað verður, sum tað
kemur, sigur hon.
At hon letur slíkan handil
upp í Sørvági, kemst av,
sigur hon, at hon hevur
hildið,
at
hann
hevur
manglað í oynni. Ein gávu-
búð erá flogvøllinum, men
har verða aðrar vørur seldar
enn tær, Kurvin fer at selja,
sigur Eyðvør Petersen.
At handilin júst liggur i
Sørvági og ikki einastaðni
millum flogvøllin og Vága-
tunnilin, kemst av, at hon
sjálv býr í Sørvági, sigur
Eyðvør Petersen, sum á-
sannar, at tað hevði verið
høgligari hjá frammanda-
fólki, sum ferðast til og frá
flogvøllinum at støðga á á
vegnum.
– Men nú eri eg her við tí
fyrsta handlinum av hesum
slagnum í oynni, og so má
eg bara gera so mikið meira
við at fáa fólk at koma
oman til Sørvágs at keypa
frá mær, sigur ein vónrík
Eyðvør Petersen, sum fegn-
ast um allar tær heilsurnar
hon hevur fingið, nú upp er
latið.
Kurvin full
av pynti
Ingeborg Winther
varð fyrrapartin
týsdagin innskrivað
sum ferðafólk
nummar ein millión
hjá Atlantsflogi
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Flogvøllurin:
Ingeborg
Winther gjørdist feðrafólk
nummar ein millión, sum
Atlantsflog flutti, síðan
felagið varð stovnað fyri
skjótt 16 árum síðan.
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðarafelag visti av ong-
um, tá hon varð tikin burt-
urfrá eftir at hava skrivað
seg inn við diskin hja At-
lantsflogi á flogvøllinum
týsdagin. Fleiri tíðindafólk
vóru á staðnum, og nógvar
myndir vórðu tiknar av
ferðafólkinum. Fólk frætti,
hvat fór at henda, men
eingin visti, hvør viðkom-
andi var, sum gjørdist
nummar ein millión hjá
føroyska flogfelagnum
Magni Arge, stjóri hjá
Atlantsflogi, handaði Inge-
borg Winther eitt gávukort,
sum var ein ferðaseðil fyri
tvey á rutunetinum hjá
Atlantsflogi umframt eitt
blómutyssi.
Ingeborg Winther takkaði
fyri og helt, at tað fór helst
ikki at verða nakar frá ar-
beiðsgevarasíðuni,
sum
slapp at ferðast við henni.
Suðuri í Vági sat ein
persónur, sum hon sjálv
kundi hugsað sær at farið at
ferðast saman við, segði
hon, og eingin ivaðist í, at
tað var mannin, Andrew,
hon hugsaði um.
Blómutyssið bað hon
starvsfólk hjá Atlantsflogi
bera Ellisheiminum í Mið-
vági sum eina heilsu.
Tað tók Atlantsflogi nak-
að meira enn 15 ár at náa
ferðafólki nummar eina
millión, sigur Kent Christ-
ensen, sølu- og marknaðar-
leiðari hjá felagnum. Fyrstu
hálvu milliónina tók tað
tíggju ár at náa, og tað
seinnu hálvu brúktu tey
helvtina til, sigur hann.
Hann sigur, at útlitiini hjá
Atlantsflogi eru hampilig í
løtuni. Tey vænta ein vøkst-
ur í ferðafókatalinum í ár í
mun til í fjør.
Jólaferðslan er løgd til
rættis, og hon sær út til at
fara at verða nógv. Tíggju
eykaflogfør eru løgd á
ferðaætlanina, greiðir hann
frá.
Eitt nýtt átak byrjar eisini
nú, sum tey kalla at ferðast
á jólum. Talan er um at fáa
fólk at ferðast úr Føroyum
til eitt nú Keypmannahavn-
ar, Billund, Aberdeen og
Oslo um jólini. Flogførini
koma full heim við føroy-
ingum, sum koma hendan-
veg at halda jól. Og roynt
verður so at fáa fólk at
brúka setrini hinvegin eis-
ini, sigur Kent Christensen.
Jólaflúgvingin byrjar 18.
december og heldur fram til
tollaksmessudag.
Beint
eftir nýggjar plaga fólk so
at fara avstað aftur. Vanliga
er nógva ferðslan liðug um
trettanda ella so.
Ingeborg sum ein millión
Ingeborg Winther gjørdist ferðafólk nummar ein millión hjá Atlantsflogi. Starvsfólkið á ferðini ynskti henni tillukku saman við leiðsluni í flogfelagnum
Mynd: Jens Krisitan Vang
Eyðvør Petersen, sum fyrr hevur arbeitt í blómuhandli, hevur
latið upp nýggjan handil í Sørvági, har hon fer at selja prýðis-
og gávulutir
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
9
8