leygardagur 8. november 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 8. NOVEMBER 1997
Nr. 214 - 8. NOVEMBER 1997
Fyri fyrstu ferð er ein
fløga komin út við
føroyskum manskóri,
og er tað Tórshavnar
Manskór, sum hevur
tikið hetta stigið
Kórið hevur tíggju ár
baki, men mansrøddir
hava verið at hoyrt í
høvudsstadnum áður
Kórið hevur ferðast
nógv, og í næstum
gongur leiðin til tey
baltisku londini. Men
havi verður eisini hjá
føroyingum at hoyra
mMmenninir syn)pgaå,
áðrenn farið verður
avstað
Tórshavnar Manskór
hevur nú givið út flogu
THeopor E. D. OLSEN
Nógvar eru fløgurnar, sum
floyma inn å tann føroyska
marknadin i hesum døgum
Summar eru tó forkunnug
ari enn aðrar , og ein søg
ulig útgáva kemur út í dag
Talan er nevniliga fløguna
hjá Torshavnar Manskóri,
og er hendan eisini tann
fyrsta útgávan við einum
manskóri í Føroyum
Tórshavnar Manskór
sang fyrstu ferð alment tann
22. mars 1987 í Norður-
landahúsinum og hevur so
statt 10 ár á baki. Men eina
heila eld framman undan, í
1886, tá fólkatalið í høvuds-
staðnum var um 1200, átti
Havnin eitt manskór. Menn
vita líuð um søguna hjá hes-
um kóri, og hvat mundi vera
á skránni hjá tí, men í øllum
førum hevur Anton Degn
verið ein av aðalkreftunum
Hann gjørdi fleiri útseting-
ar, teirra millum eina til
Kvívíkstátt
Vistu hvat fyrifórst úti
í heimi
Sangararnir í Havnini sein-
ast í undanfarnu øld fylgdu
tó eisini væl við í tí, sum
hendi útí í verðini, og fyrst
í hesari øldini framførdu teir
m.a. >Pílagrímskórið< hjá
Wagner, sum annars doyði
í 1883, so hetta hevur verið
rættiliga feskt í Utnorði tá
Í 1920'unum var Jógvan
Waagstein kórleiðari, og
hann eigur eisini trý tey
fyrstu løgini á hesi nýggju
fløguni
Manskórið var tå partur
av »Thorshavns Musikfor
ening« sum annars var try
ár yngri enn sjálvt kórið,
men í 20'unum var heitið
føroyskad til >Tórshavnar
Sang- & Musikkfelag« og
seinni broytt til »Havnar
Sangfelag«
I fyratiårunum og fram til
1957 var Gunnar Mikkelsen
leiðari hjá Havnar Manskór,
sum tað kallaðist tá, men
síðani var tað bert til serstøk
høvi, at manskórsangur
hoyrdist í Havnini. Í seksti-
árunum og fram til áttati-
árini vóru bert tvey almenn
kór í høvudsstadnum, og
vóru tey bæði blandað
Talið ferfaldaðist
Fyrst í 80'unum kom ein
nýggj frítíðarskipan í gildi
fyri ta gomlu kveldskúla-
lógina, sum hevði verið
galdandi síðani miðskeiðis
tíðindablaðið /
('arin
Tórshavnar
Manskór á
lerð og á fløgu
í 30'unum. Henda skipan
gav nýggjar møguleikar, tí
m.a. feyndi hon eisini um
kórvirksemi. Urslitid var, at
umframt at kórini øktust
sera nógv - mitt 80'unum
vóru 8 almenn kór í Havn -
so broyttust rerpertoire og
klangurin, eins tann saml
aða heildin bleiv munandi
tambað
Mansreddir í Havnini
aftan á 30 ár
30 ár eftir at eitt manskór
seinast hevði sungið reglu-
liga í Havnini, kundi ein so
aftur hoyra mansrøddir
Sum nevnt varð Tórs-
havnar Manskór stovnað í
1987 - tó ikki undir fritid-
arskipanini - og sungið varð
fyrstu ferð á konsert saman
við harmoniorkestrinum
GHM
Hesi 10 árini hava sang-
ararnir verið við til mong
tiltók. Sjålvir meta teir, at
talið man liggja um tey
tveyhundrað, og hava tey
verið til bæði gaman og ålv-
ara.
Eitt ið eyðkennir Tørshavn-
ar Manskór er at sangskráin
fevnir rættiliga víða - ikki
minst kronologiskt. Tí um-
framt at syngja føroyskar
fólkaognir og fosturlands-
sangir, kvæðaútsetsetingar,
negro spirituals og sálmar,
er kórið eisini nýhugsandi
og torir at gloppa hurðini
fyri nýggjum tilfari, eins og
teir „gomlu“ gjørdu fyrst í
øldini við at syngja verk hjá
samtíðarkomponistum
Hetta prógvaði kórið í fjør,
tá skipað varð fyri sang-
kapping, og tað sermerkta
hendi, at tveir blaðungir
komponistar, Tróndur Bog-
ason og Leif Hansen, vunnu
åvikavist fyrstu og tridju
virðislen
Fólkaognir á flegu
Men eisini hendan nýggja
fløgan er fjølbroytt. 16
sangir eru tiknir vid og
sungið verður bæði á før-
oyskum og útlendskum.
Umframt at syngja sum kór
burturav, sleppa eisini sol-
istar framat, og manskóri-
num vant, er javnvág mill-
um tað nýggja og tað gamla.
Fleiri av teimum føroysku
sangunum á plátuni hava
ongantíð áður verið til taks
á nøkrum elektroniskum
midli sum plåtu ella fløgu,
hóast teir eru væl kendir, og
er talan tí eisini um nýbrot
og slóðbrótandi virksemi
hjá manskórinum
Upplýsandi húsi
I fløguhusanum eru frá-
greiðingar um sangir, tóna-
smiðir og søguligar umstød-
ur, ið siga eitt sindur um
upprunan hjá tilfarinum, ið
manskórið syngur á fløguni
Harumframt eru myndir av
kóri, solistum og kórleiðar-
anum, Bjarna Restorff
Hesa uppgávu hevur hann
røkt øll árini, undantíkið eitt
tíðarskeið fyrst í nitiåru-
num, tá Knút Olsen hevði
leiðsluna.
Teir, ið hava tíkið fløguna
upp, eru Kartni Fornagarð,
Kári Olsen og Jóhannus á
Rógvu Joensen, sum eisini
hevur ljóðblandað
Umboðað Feroyar
Seinastu árini hevur kórið
ferðast í Íslandi, Danmark,
Onglandi, Wales, Skotlandi
og Hetlandi. Sum vit
nevndu í blaðnum í gjár,
gongur leiðin seinast í hes-
um mánaðinum til Estlands,
Letlands og Litava í sam-
bandi vid tað nýsprotna
mentunarsamstarvið
millum Baltikum og
Utnorður. Baltisku tjóðirnar
eiga ein ríkan arv á hesum
økinum, og ikki munnu
teirra songskattir vera
teimum føroysku
sangarunum púra
fremmandir. Kórstjórin, ið
leiddi kórstevnuna í fjør var
nevniliga ættaður hadani,
og hevði hann nógvar
sangir og tilfar við sær til
Føroya
Til hesa ferðina er gjørd ein
serstøk skrå Fleiri
føroyskar fyritøkur hava
sýnt hesum túri áhuga og
nyta høvid at gera vart við
seg har yviri.
Men áðrenn farið verður
av landinum, er hevi at
hoyra tað fløguaktuella
Tórshavnar Manskór
framføra smakkiroyndir úr
hesi skránni. Í morgin tann
9. november kl. 16.00
verður nevniliga konsert í
Norðurlandahúsinum við
manskórinum. Harumframt
luttaka eisini nakrir av
solistunum, sum syngja á
fløguni, og Tórshavnar
Kamartrio, fer at spæla verk
eftir Schubert.