leygardagur 8. november 1997síða 28
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ég
Nr. 214 — 8. NOVEMBER 1997
|
|
Góði elskaði Esben
Ja, nú ert tú sanniliga vorðin
gamal. Hjartaliga tillukku við
fødingardegnum í dag. og alt
tað besta framyvir ynskja vit |
tær |
Mamma |
Elskaða langomma
Hjartaliga tillukku við 80 ára
degnum, alt tað besta framyvir
Ynskir Jacob
og Hans Edmund
Góði Tummas
Mórur dagur
hálvgamal maður
fattur og fagur
í huganum glaður
Tillukku við teimum fimti
takk fyri nógvar góðar letur
Vinir
Góði abbi og langabbi
Hjartaliga tillukku við 80 ára
degnum
Ynskja abba- og langabbabørn
/
Góða elskada Rakul
Hjartaliga tillukku við tínum
fyrsta fødingardegi 7.11. og alt
tað besta framyvir ynskja vit
tær
Mamma og babba
Elskaða omma
Tillukku við 80 ára degnum
alt tað besta framyvir
Susan
tíðindablaðið 0615,
John Rasmussen
18.12.81-10.09.97
Bardagamaður farin
Í orrustum miklum og runsivalsstríði
hann stóð eins og klettur í brimi
Tá lítil var orka, var seiggið tess meiri,
hann bardist tó við hvørjum limi
Og brekið og sjúka sum brimið vid klettin
av lívstrá tey máaðu burtur,
inntil hann at enda sum klettur í brimi
gav andan upp, mótti tí Drátti
- sum varðveitir, troystar í sorgum,
til ein dag vit hittast í himmalsins
borgum
Hóast vit vistu, tað kundi henda hverja
løtu, so var tað ein stórur hvøkkur, tá eg
kom heim mikudagin 10. sept. Yngra dótt-
irin stóð fyri mær og segði: Babba, veitst
tú hvat? John er deyður
John hevði snýtt deyðan so mangan í
evstu løtu, at eg mest sum hevdi væntad,
at hesin lítli og illa sjúki bardagamaðurin
fór at vinna nøkur ár afturat. Men so skuldi
ikki verða. Liv hansara, ið var ein bardagi
frá byrjan, var nú komið at enda. Megin
var nýtt og nú orkaði hann ikki meira
Mær stendur fast í minni fyrstu ferð, eg
hevði samband við John. Eg hevði møtt
honum nakrar ferðir áður, men satt at siga
ræddist eg eitt sindur, so brekaður hann
var. Eg var júst aftur komin úr Aberdeen
og hevði keypt påskaregg til børnini hjá
Marin og Andras. Eg hugsaði nógv um,
um tað mundi loysa seg at keypa eitt til
John eisini, men helt at tað skuldi roynast
kortini. Eg gloymi ongantíð andlitið á
John, tá hann sá páskareggið. Og júst
smílið og låturin, sum eyðkendi John, sita
rimmarfast í minni mínum fyri restina av
lívinum. Eisini í løtum tå hann ikki var so
væl fyri, og hervilig sjúka gjørdi álop á
hann, tá sá ein smílið, ikki so stórt og
breitt sum onkuntíð, men hann royndi
kortini
Í hesi løtu leita hugsanir mínar til tykk-
um, Marin, Andras, Bodil, Anton og Marg-
ret. Harrin leggur ikki stórri byrðar á okk-
um, enn vit eru ment at bera. Tykkara kær-
leiki til Harran og til hvert annað hevur
borið higartil og fer at bera, inntil tit ein
dag meta John aftur í tí staði, har sorg,
sjúka og pína ei er. Eg veit, at tit gjøgnum
lívið hava lært at seta álit tykkara til Harr-
an. Hann skal hjálpa tykkum. Eisini
igjøgnum hesa sváru tíð
Edmund
29
Felagið
Pinkubarnadeyði
hevur opið hús annan leyg-
ardag í hverjum mánaði frå
kl. 14.00. Vit hittast í Ják
upsstovu, J. Paturssonar
getu 24, Tórshavn
Nærri fæst at vita á tlf
17940, 43363 ella 17261
Tiltøk
NG
Felagið Tórshavn
Leygardagin 25. okt. verð
ur túrar niðan á Kirkjubø
reyn til Porkerisvatn og
Krossvatn. Farið verður av
Kunningarstovuni kl. 14
Havið góð og heit gongu-
klæði og ein kaffimunn við
Tilmelding á Kunningar
stovuni
Al Anon, Tórshavn
Fundir fyri avvarðandi av
alkoholikarum eru hvert
tyskvøld og hvert hósk vald
—
EYKA-
LANDS-
STEVNAN '97
verður
á Tvøroyri
fríggjad. 8 leygardagin
7.-8. november
Skráin er hendan:
Leygardagin kl. 9.00:
Vælferðarsamfelagið
Fiskivinna og ídnaður
Privatiseringar
Valskráin - framhald
Lógarbroyting
Oljupolitikkur
Foroya
Javnaðarflokkur
Lutaseðil fyri
KFUM-skótarnar
í Føroyum
Drátturin er gjørdur á telduforriti hjá
Com Data P/F tann 6. nov. 1997, við
luttøku av tveimum kontrollørum
Vinningarnir fella á hesi nummer
1. Apex ferðaseðlar fyri 2 við Atlantic Airways
Frystibox, 400 | frá pf. Klement Petersen
3-mans tjald frá Skótabúðini
Gåvukort frá Balslev á kr. 3000,-
Fototól frá Fotobúðini
Súkkla frá Balslev .
Rundsag frå Højgaard Timburhandli
Fototól frå Fotobúðini
9. Gávukort frá Thomas Dam Amboð......
10. Bosch Borimaskina frá Maskinhandlinum
11. Ullint plaid |
12. Ullint plaid .
13. Gåvukort frå Statoil, bensi
14. Gåvukort frå Statoil, bensin
01232
02590
00964
00180
00570
… 01672
06649
02288
seer 02218
… 00015
00329
02886
01327
04187
Vinningarnir fåast við at lata seðilin til KFUM-skótarnar í Før-
oyum, Hoydalsvegur 6, Postbox 1080, 110 Tórshavn, tif
11075, tax 10776
Vinningar, ið ikki eru heintaðir 20. desember 1997, fella
aftur til felagsskapin
Blindastovnur Føroya
hevur opið mándag-fríggjadag kl. 9-16.
Teiefon 18222.