týsdagur 11. november 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 215 — 11. NOVEMBER 1997
tíðindablaðið
var Fr
15
Patent - TK-stovan -
Jydsk Teknologisk Institut
Tað mundu vera útvið
150 spentir og yvirhøvur
ungir føroyingar, ið fyri
o.u. 4 vikum síðani
møttu upp á Hotel
Hafnia br at hoyra eitt
umboð fyri Jydsk
Teknologisk Institut
greiða frá, hvussu tú
søkir patent og hvat tað
kotar. Nýstovnaða >TK-
stovan« stóð fyri hesum
| framtaki.
| Útvið 150 áhoyrarar
fóru av stað aftur frá
fyrilestrinum bebba-
ræddir bert við tankan-
um um at søkja um
patent, tí sambært flog-
vitinum frå Jydsk
Teknologisk Institut
kom tað fyri tað fyrsta
at kosta teimum o.u. kr.
200.000 áðrenn komið
var á mál bert í Dan-
mark. Skuldi patentið
síðani víðkast til eisini
at fevna um onnur lond
(Ld. USA, Japan, EF-
londini og Noreg), kom
kostnaðurin skjótt yvir
milliónina. Tað var sera
trupult at orða eina
patentumsókn rætt, men
fyri serfrødingarnar hjá
Jydsk Teknologisk Insti-
tut var tað eyðsæð ein
uppgåva, teir megnaðu
sum fótur í hosu
Flest all mundu upp-
liva fyrilesturin hjá hes-
um »serfrødingi« sum
eitt samanhangandi,
neyðarsligt reyp av
egnum dugnaskapi
kryddað við onkrum
miseydnaðum royndum
at vera stuttligur (pa-
tenteraðar hítir o.1.). Tú
sat og hugsaði við tær
sjálvum: »Harragud fyri
nakrir apukøddir danir
mugu halda okkum
vera/«. Men hvat? — Tá
vit rópa neyðarróp eftir
teimum fyri at hjálpa
okkum at drepa rottur,
og hava latið upp í teirra
hendur at avgera, hvat
sum er førøyskt og hvat
sum er óferoyskt í okk
ara náttúru (Yvirfriðing-
arnevndin), hvat er tå
annað at vænta?
Nú eri eg sannførdur
um at »vanligi« føroy-
ingurin í stórri mun enn
danir yvirhøvur hevur
bæði beinini á jørdini,
so tað er ikki har hund-
urin liggur grivin. Nei,
»hundurin« eru teir
mongu nýklaktu bú-
skaparfrødingarnir, ið
tey seinastu 10-12 árini
eru settir at stýra skjótt
alt og øllum her í land-
inum, eins og prestarnir
gjørdu tad i Gabels-
tíðini.
Men hevur tú nakr-
antíð frætt um, at hesir
frødingar sjålvir hava
havt eitt nytiligt vinnu-
hugskot og harafturat
kanska megnað at framt
tað í verki? Ongantíð! —
Veruligar lívsroyndir
hava flestir teirra ongar
Teir hava hvorki pissað í
sjógv, hildið í einum
spaka, sligið ein seym í
ella fangað ein glasáll.
Teirra víðskygni er tí
ikki rúmari, enn at tað
illa nokk kann nýtast til
annað enn sum gloriu
kring egnu hevur. Kort-
ini verður latið upp í
| júst teirra hendur at
meta um og avgera okk-
ara framtíð — avgera um
hugskot og verkætlanir
hjá okkara royndu
kvinnum og monnum
skulu verða lív lagað
ella ikki!
Aftur til patentini
Sama um ein patent-
umsókn til Patent-
direktoratet, Danmark
verður góðkend ella
ikki, so skalt tú rinda kr
3.000 til henda stovnin,
tá umsóknin verður
innsend. Verður tín upp-
finning góðkend, so
skalt tú afturat gjalda kr
2.850 fyri »publicering
af patentskriftet«, sum
tað eitur. Tað stendur
tær nú frítt at royna at
selja patentið, ella at
víðka tað til eisini at
fevna um lond uttan fyri
Danmark. Men nú
ganga vanliga í minsta
lagi 20 mánaðir frá tí
degi umsóknin verður
innsend, til hon er liðugt
vidgjørd og góðkend, so
tú hevur í veruleikanum
góða tíð at hugsa teg
um. Her skal ti ikki vera
komið nærri inn á,
hvussu tú í eina ávísa tíð
(og ódýrt) kann tryggja
tær, at eingin »stjelur«
patentið frå tær í lond-
unum uttan fyri Dan
mark, og hvat ein upp-
finning kostar at paten
tera í øðrum londum
Tað eg her fremst vil
fram til er, at:tað í flest
øllum førum er full
komuliga oneydugt og
alt ov dyrt at leita sær
rådgeving uttanlands
Danska Patentdirekto-
ratid hevur givið út
hópin av leiðbeiningar-
hókkngum við góðum
dømum, har tú sjálvur
kanst lesa tær til, hvussu
ein patentumsókn skal
orðast. Ivast tå, ber
eisini til at spýrja seg
fyri hjá Patentdirekto-
ratets Kundecenter
Mínar royndir eru, at
starvsfólkini har eru sera
beinasom, kanska ser-
stakliga mótvegis okk-
um, tí vit hava sum
kunnugt einki tøkniligt
bókasavn, har tú kanst
kanna upplýsingar á tí
eki, tú hevur áhuga fyri.
Føroyskar uppfinning-
ar eru mær kunnugt allar
meira og minni beinleið-
is knýttar at hugsjónum
um hvussu ting, tól og
framleiðslur evnisliga
kunnu gerast munandi
x
í
skilabetri enn gjørt verð-
ur. Hesi andabornu
>finna-uppá<-menniskj-
ur eru ikki »frødingar«,
men »vanlig« fólk við
drúgvum lívsroyndum,
oftast frá einum um-
hvørvi, har fjølbroytt
náttúruviðurskifti gav
teimum stødugar nýggj-
ar avbjóðingar í upp-
vøkstrinum
Bara seinastu 2 árini
veit eg um 6 patentum-
sóknir. ið eru sendar
beinleiðis frá uppfinn
arum í Føroyum til
Patentdirektoratet. 2 eru
longu góðkendar, 2
verða tað í næstu fram-
tíð, Í er ikki liðugt við-
gjørd, og I kundi ikki
góðkennast, tí meinlik
uppfinning var longu
patenterað. Mín leik-
lutur í sambandi við
tílíkar umsóknir, hevur í
høvudsheitinum verið at
hjálpa uppfinnarunum
eitt sindur við ordingini,
so frágreiðingin sam-
svaraði við ásettu krøv
im. Yvirhøvur er tað
tíbetur eisini enn so í
Føroyum, at um upp
finnarin sjålvur ikki er
so kringur at tekna, so
kennur hann altíð
onkran, ið dugur henda
kynstur, og sum við
gleði hjálpir honum,
uttan at krevja tað stóra
afturfyri
Samanumtikið vil eg tí
siga til okkara uppfinn
arar
Patent i Danmark og
í týdningarmestu út-
londunum eigur í flest
ollum forum ikki at
kosta tykkum stórt
meira enn umleið 10%
redda fundi. Hetta er tó
| tre av, al tit hugsa
egnar tankar, hava ålit
á egið hugflog og ikki
innflyta sírongdar busi-
nesstankar frá út
lendskum rúðgevum.
Ella sagt eitt sindur
ødrvisi: At tit gagnnýta
(ikki misnyta!) tær
mongu hjålpandi hend-
ur, id altid eru og hava
verid i tykkara nærum-
hvørvi, og sum eru ein
| hin týdningarmesti
tátturin í okkara ment-
Fyri okkara vinnulív eru
dygd (kvalitet). nýggjar
framleiðslu, vørumenn-
ing og uppfinningar
fremsta treytin fyri
framburð. Størsta forð-
ingin er nevndi stóri
riðilin av songantíð-
pissad-i-sjøgv-frøding-
unum«, ið skjótt stýra
alt og øllum her á landi.
Endamálsgreinirnar og
vidtøkurnar fyri vinnu-
stovurnar og -grunnar-
nir, ja, sjálvt fyri Fram-
taksgrunnin eru helst á
góðari leið, men sum
kunnugt kann hvorki ein
»Stova« ella ein >grunn-
ur< hugsa. Tað kunnu
bert tær menniskjur, ið
stýra grunnin/stovuna.
Ti hjálpir lítið at broyta
vidtøkur og endamáls-
greinir, verður ikki sam-
stundis skorið inn á bein
júst her.
Men dirvi til tess hava
flest allir politikarar
ikki, og krógva sítt dirv-
isloysi aftan fyri orða-
vavstrinum: >soleiðis er
nú einaferð politikk-
ur<. Tí er eisini at
vænta, at tann positiva
búskaparliga gongdin í
landinum, ið okkara
fólkavaldu reypa av í
dag, og sum vit kunnu
takka toskinum og
makrelinum fyri, skjótt
verður størsta búskapar-
liga marran nakrantíð, tá
toskurin og makrelurin
aftur leita sær nýggjar
leiðir
Eg havi her óivað verið
í so bersøgin mótvegis
okkara óroyndu frød-
ingum, og tað er heldur
ikki rætt at dóma allar
eins, tí undantøkini eru
fleiri. Men settir í týð-
andi størv her heima,
tykist tað sum flestir
teirra taka botn fyri
eyguni fyri alt, ið bert
ber roykin av at vera
føroyskt, beinanvegin
onkur (fyri teir) trupul
spurningur stingur seg
upp. Tá venda teir sær
til Danmarkar (ella Svø-
riki/Noregi) fyri at fåa
hjálp, hóast besta hjálp-
in fyri allar partar
kanska var at finna í
grannahúsinum. >Pre-
stigan« hevur alt at siga
her, og lætt er at krógva
egnu tørvandi lívsroynd-
ir og víðskygni, tá tú
hevur útlendskan »ser-
frøding« (helst frá kend-
ari stórfyritsku) undir
liðini.
Í okkara grannalond-
um varð > Ýuppi-tíðin<
gravløgd fyri 7 árum
síðani. Her stendur hon
enn í fullum blóma.
Blás í hornið Ólivant!
Tormóður Dahl
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyr
standandi smápartafelag
Skrásetingar-nr.
| Sp/ 2677
Navn:
| Sp SHS
Adressa:
Tórsgota 16
Kommuna:
Tórshavnar Kommuna
Stovningardato:
03.11.1997
Viðtokudato:
03.11.1997
Kapitalur:
Kr. 80.000,00
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100
Stovneri:
Helgi Brekku, Heinagøta
12, 100 Tórshavn
Stjórn:
Helgi Brekku, Heinagøta
12, 100 Tórshavn
Tekningarreglur:
Felagið verður teknað av
stjóranum
Grannskoðari:
P/f Kg gr
Inpact, lag rann-
skoðarar, C. Efferso-
esgøta 26, 100 Tórshavn
Roknskaparár:
01.01.-31.12.
Fyrsta roknskaparár:
03.11.1997-31.12.1998
Endamál:
Endamál felagsins er at
reka millumgongu- og
ráðgevingarvirki í sam-
band við keyp og solu av
fastari ogn og annað virk-
semi innan skrivstovuyrki
Skráseting Foroya
tann 07. november 1997
Kristin Balle
TVINGSILSSOLA
Hósdagin
tann 4. desember 1997
kl. 9.00
verður á dómaraskriv-
stovuni C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr. nr.
610 a og 610 d, Vági -
bygningurin å leigadum
øki (AS 112/97).
Ognin er sambært
tryggingarpolicuna 24
kvm. Talan er um ein ki-
osk- og grillvogn, ið er
po av eternitglasal.
ygningurin er uppsettur
å Løghamri.
Tðgslssalan er um-
biðin av Annfinn V. Han-
sen, adv., Tórs-
havn, tlf. 1 (j. nr.
211901), sum kann geva
nærri upplysingar, eins
og avtala kann gerast vid
um at siggja ognina.
Søluuppgerå kann um-
bidjast frå nevnda advo-
kati ella hyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni,
Føroya Futarættur,
tann 07. nov. 1997
Skråseting Føroya
hevur í dag skrásett niðanfyr
standandi smápartafelag
Skrásetingar-nr.
Sp/f 2600
Navn:
Sp/f Safari Transport
Adressa:
Eystara Bryggja, Post-
smoga 3166
Kommuna:
Tórshavnar Kommuna
Stovningardato:
31.12.1996
Vidtøkudato:
31.12.1996
Kapitalur:
Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100
Stovnarar:
Knut Lutzen, Mækjugøta
12, 100 Tórshavn
Stjórn:
Knút Lútzen, Mækjugøta
12, 100 Tórshavn
Tekningarreglur:
Felagið verður teknað av
stjóranum
Grannskoðari:
Sp/f Grannskoðarafelag-
ið Rasmussen 8 Weihe,
leggildir grannskoðarar,
Postsmoga 30, 110 Tórs-
havn
Roknskaparår:
01.02.-31.01.
Fyrsta roknskaparår:
01.01.1996-31.01.1997
Endamål:
Endamål smápartafel-
agsins er at reka flutn-
ingsvinnu og annaå virk-
semi i hesum sambandi
Skråseting Føroya
tann 07. november 1997
Kristin Balle
SUKKLUR
” allar steddir
*