Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 224 - 25. november 2003 Nr. 224 - 25. november 2003 3 Sangur og tónleik- ur, ferðafrásøgn og hugleiðingar um studentaskúlan, sum nú hevur verið tíggju ár á Kambs- dali, eru á skránni í kvøld TÍÐINDASKRIV Í kvøld verður kvøldseta í studetnaskúlanum á Kambsdali. Skúlin skipar vanliga fyri almennum tiltøkum bæði um várið og heystið, og í kvøld klokkan hálvgum átta er talan um almenna kvøld- setu. Í summar vóru tíggju ár síðani studentaskúlin í Eysturoy flutti í nýggj høli á Kambsdali. Í tí sambandinum fer rekt- arin, Sámal í Skorini, at hugleiða um søguna hjá skúlanum. Undan flyt- ingini á Kambsdal helt skúlin til við Gøtugjógv. Burðurin var tungur, tá ið skúlin skuldi síggja dag- sins ljós, og ikki minst var tað turbolent, tá ið tað varð arbeitt við at fyrireika byggingina av nýggjum skúla. Sámal hevur verið rektari øll árini, síðani fyrstu næm- ingarnir vórðu tiknir inn á skúlan í 1982, so hann hevur ivaleyst okkurt áhugavert í posanum. Í heyst var ein 3. flokkur í Egyptalandi. Tey fara í orðum og myndum at lýsa, hvat tey fingu burturúr. Hástigs- næmingar í evnafrøði fara at vísa okkurt eks- periment, og sum altíð so er nógvur sangur og tónleikur á skránni. Tvey hástigs lið, eitt miðstigs lið og fyrsta árs næming- ar fara at syngja og spæla. Kvøldið verður skipað sum kafekvøld. Næm- ingar skipa fyri sølu av kaffi og køkum. Lagt verður fyri klokkan 19.30 stundisliga. Miðj- að verður eftir at kvøld- setan skal vera liðug klokkan 21.30. At kvøld- setan er almenn vil sjálv- andi siga, at øll eru hjartaliga væl komin. Heimasíða á ensk- um um Føroyar sum fiskivinnutjóð og grundarlag okkara fyri burðar- dyggari gagnnýtslu av havsins tilfeingi. KUNNING Tíðindaskriv frá Menningarstovuni Nú verður farið undir at gera eina heimasíðu á enskum, har kunning um føroyska fiski- og ali- vinnu, hvalaveiðu og havumhvørvi finst á ein- um stað. Heimasíðan, sum fær adressuna www.fishin.fo, er ætlað øllum, ið hava áhuga fyri Føroyum sum fiski- vinnutjóð. Alt frá út- lendskum fiska- og f iskavørukeyparum, samstarvsfeløgum bæði hjá tí almenna og vinnu- lívinum, fjølmiðlum og øðrum áhugabólkum. Harafturat er heima- síðan ætlað at vera am- boð hjá føroyskum fiska- útflytarum, sum kunna vísa á, hvussu viðurskifti í Føroyum eru skipað til tess at tryggja vinnuni eitt burðardygt grundar- lag. Tilfarið á heimasíðuni verður fjølbroytt og lagað til kunningartørvin bæði hjá teimum, sum ynskja at fáa eina mynd av fiskivinnutjóðini og hjá teimum, sum hava tørv á at kenna til serlig viður- skifti, t. d. lógir og reglu- gerðir. Slóðir vera til aðrar viðkomandi heima- síður. www.fishin.fo er ein felags verkætlan hjá Løgmansskrivstovuni, F i s k i m á l a r á ð n u m , V i n n u h ú s i n u m , Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni og Menningar- stovuni. Í stýrisbólkinum sita Kate Sanderson fyri Løgmansskrivstovuna, Marita Rasmussen fyri Fiskimálaráðið, Agnar Jensen fyri Vinnuhúsið, Jóhanna Olsen fyri Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni og Áki Johansen fyri Menningarstovuna. Annika W. Joensen er sett at savna, skipa og skriva tilfar til heima- síðuna. Ætlanin er, at www.fishin.fo verður al- mannakunngjørd 1. mai 2004. Ein verkætlan fyri skótar í Nepal fær 50.000 krónur, meðan ein bóklingur til heim við brekaðum børn- um fær 30.000. Hetta er 20. árið, at skóta- hjálpin hevur virkað SKÓTAHJÁLPIN Tíðindaskriv Sunnudagin 16.11.2003 varð peningurin, ið er innkomin við Skótahjálpini í 2003 handaður á fundi hjá Føroya Skótaráð. Slagorðið hjá skótahjálp- ini er »skótar hjálpa«, og skal peningagávan fara til at hjálpa børnum. – Í ár var úrslitið av Skótahjálpini 120.000 kr, og meta vit hetta vera eitt gott úrslit, sigur Annika Højgaard, forkvinna í Skótahjálpini. Hon sigur víðari, at verk- ætlaninar, sum tey í ár hava valt at stuðla, eru Skótar í Nepal 50.000 kr. og bók- lingurin »Til heim við brekaðum børnum« 30.000 kr. Nepal er eitt fátækt land í Asia, og umstøðurnar hjá skótunum har eru eins og hjá restini av fólkinum sera vánaligar. Peningurin frá skótahjálpini skal brúkast til at gera eitt hús, har skót- arnir kunnu hava sítt virk- semi. Jan á Argjaboða, ið hevur arbeitt í Nepal, er millum- lið í hesi verkætlan. Møgu- liga verður eisini onkur skótaferð gjørd í hesum sambandi, og meta vit hetta vera sera áhugavert. Í samband við at í ár er »Ár teirra brekaðu«, ætlar stýrisbólkurin fyri »Ár teirra brekaðu« at dagføra bóklingin »Til heim við brekaðum børnum«. Hesin varð prentaður síðst »Ár teirra brekaðu« var. Skótahjálpin stuðlar her við at gjalda fyri prentingina av hesum bóklingi, ið verður latin øllum heimum, ið fáa brekað børn. Skótahjálpin er aftur- vendandi tiltak, har skótar frá øllum samskipanum í Føroyum ganga í húsini, og bjóða seg fram at gera arbeiði fyri eina samsýn- ing. Hetta er 20. árið, at allar føroysku skótasam- skipaninar hava verið saman um Skótahjálpina, og er nógvur peningur savnaður saman í øll hesi ár, og sendur runt allan heim, at hjálpa børnum, ið hava havt tørv á tí. Skótahjálpin, ið er til- rættaløgd av eini nevnd, hevur næstan hvørt ár havt tvær verkætlanir, eina útlendska og eina føroyska. Í útlendsku verkætlanini hevur dentur verið algdur á, at tað er onkur føroyingur, ið er knýttur at hesum arbeiði, og soleiðis hava vit havt tætt samband við verkætlanina. Vit vilja takka øllum, ið hava stuðlað okkum, við at latið skótarnar í Føroyum gjørt eitthvørt, og so givið eina samsýning afturfyri, og á tann hátt gjørt tað møguligt hjá Føroysku Skótunum at vera ein bøtandi hond runt um í heiminum. Kunna um føroyska fiskivinnu á alnetinum Kvøldseta á Kambsdali Skótar savnaðu 120.000 krónur Limir í Føroya Skótaráð og Skótahjálpini saman við Jan á Argjaboða og Doris Hansen Kommunuskattapro- sentið í Klaksvíkar kommunu lækkar við einum hálvum pro- senti til 19,5. Samlaðu útreiðslurnar á fíggj- arætlanini hjá Klaks- víkar kommunu fyri 2004 er nettur 109,7 mió krónur POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Klaksvíkar Býráð samtykti týskvøldið endaligu fíggj- arætlanina fyri 2004, og verða rakstrarútreiðslurnar samanlagt 73,9 mió krónur, meðan ætlaðu íløgurnar verða tilsamans 20,4 mió krónur. – Rakstrarútreiðslurnar verða tilsamans 94,3 mió krónur, og er hetta ein hækking upp á góð 10% í mun til fíggjarætlanina í ár, har samlaði rakstrar- og íløguavsetingin var 85,1 mió krónur, sigur Stein- bjørn O. Jacobsen, borgar- stjóri í Klaksvík. Til rentur og avdráttir av lánum v. m. hevur Klaks- víkar Býráð sett av 15,6 mió krónur, sum er ein lækking í mun til í ár, tá 20,4 mió krónur fóru til rentur og niðurrindan av skuld. Lániskuldin hjá Klaks- víkar Býráð er nú góðar 80 mió krónur, sum svarar til umleið 3/4 av skattaálíkn- ingini. Samlaðu útreiðslurnar á fíggjarætlanini fyri 2004 er nettur 109,7 mió króur. Klaksvíkar Býráð roknar við eini inntøku upp á 110 mió krónur, sum svarar til framrokningarnar hjá Toll- og Skattstovu Føroya, og javnvigar samtykta fíggjar- ætlanin sostatt við góum 300.000 krónur. – Býráðið hevur samtykt at kommunuskatturin í Klaksvíkar Kommunu næsta ár verður 19,5%. Hetta er hálvt prosent lægri enn verandi skattaprosent, sigur Steinbjørn O. Jacob- sen, sum heldur, at kom- andi árini vera nøkur ser- støk ár hjáKlaksvíkar Kommunu, nú Norðoya- tunnilin verður framdur. – Har verður stórur tørv- ur á umfatandi íløgu- arbeiðum til tess at fyrireia býin at taka ímóti teimum broyttu umstøðunum, sum fasta vegasamabdnið um Leirvíksfjørð fer at hava við sær, sigur borgarstjórin í Klaksvík. Skatturin lækkar í Klaksvík Fuglafjørður hevur boðið Elduvíkar Kommunu at koma upp í kommuna, men har eru ongar ætlanir um samanlegging. Gøta og Leirvík halda fyribils fram, sum einsamallar kommunur SAMANLEGGING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Mørkini millum kommun- urnar í Eysturoynni broyast í morgin, tá Oyndafjørður hevur valt síðu. Men grannakommunur- nar hjá Oyndafirði: Eldu- vík, Gøta og Leirvík hava ikki ætlanir um leggja sam- an við aðrari kommunu. Fuglafjarða Kommuna er ídnast eftir at finna sær makar. Í Fuglafjarða Kommunu búgva 1591 fólk og kommunan strembar eftir at koma upp á eitt íbúgvatal, sum er omanfyri 2000. Umframt at biðla til Oyndarfjarða Kommunu, hevur Fuglafjørður bjóðað Elduvíkar Kommunu uppí. - Vit hava ongar beinleið- is tankar um at leggja saman við aðrari komm- unu, sigur Andrias Hamm- er, sum er borgarstjóri í Elduvíkar Kommunu, sum fevnir um Elduvík og Funn- ingsfjørð. Lata standa til Í Gøtu hava tey heldur ikki viðgjørt kommunusaman- legging. - Vit koma at liggja mill- um tvær rættuliga stóran kommunur, men eg kann ikki siga nakað um, hvønn veg vit hella, sigur Haldóra Ranghamar, sum er borg- arstjóri í Gøtu Kommunu. Sjálv heldur hon, at øll Eysturoyggin skuldi verið ein kommuna. Eisini í Leirvík lata tey í fyrsta lagi standa til. - Vit snakkað yvirhøvur ikki um nakra samanlegg- ing. Vit halda ikki at tað er neyðugt hjá okkum at leggja saman við nøkrm, sigr Sjúrður Eliasen, borg- arstjóri í Leirvík. Felags fyri tær tríggjar kommunurnar er, at tær hava samarbeiði í allar ættir. Ein partur av Gøtu Kommunu liggur beinleiðis út til Skálafjørðin. Undir Gøtueiði er bygd við egn- um postnummari og hoyrir saman við Gøtu. - Vit hava samstarv við Fuglafjørð, Leirvík og Runavík. Her hendir helst einki fyrr enn vit verða tvungin at leggja saman, heldur Haldóra Ranghamar. Grannakommunur hjá Oyndarfirði: Vit klára okkum sjálvar SEV og Svínoyar bygdaráð vilja ikki hava nakað við Kára Thomsen og hansara felag at gera og Svín- oyar bygdaráð hevur ikki viðmælt eini stórari ES orkuverk- ætlan í oynni. Kári Thomsen heldur seg hava fingið viðmæli frá kommununi GRØN ORKA Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Ivi hevur stungið seg upp um, hvussu grøn Svínoygg- in vil vera. Kári Thomsen og hansara felag Nýorka boðaði í farnu viku frá, at ein størri verk- ætlan um grøna orku, skudi setast í verk í Svínoy. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, og Pól Sundskarð, borgarstjóri í Svínoy, siga nú, at hvørki SEV ella Svínoyar Kommuna eru við í verkætlanini. Í fyrsta lagi er ætlanin hjá Kára Thomsen og hansara orkufelag, at fáa tilsøgnir frá kommununi og Orkju- rálaráðnum. Hesar tilsóknir skulu brúkast í arbeiðinum, at fáa ES-pengar at fíggja vekætlanina. Verkætlanin er at seta tvær vindmyllur upp í Svín- oy og gera eitt sonevnt elektrolysuverk, sum kann framleiða súrevni, sum eitt nú kann brúkast á smolt- støðini. Talan er um so- nevnda vetnis-tøkni. Ætlanin hjá Kára Thom- sen er, at verkætlanin skal vera eitt millumtjóðasamstarv. Á hendan hátt slepst eisini framat ES-grunnunum. Nú er so spurningurin, um svínoyggin vil vera við, og hvønn leiklut SEV skal spæla. - Bygdaráðið í Svínoy og SEV eru á einum máli um, at verkætlanir sum hendan, verða framdar í tøttum samstarvi partanna millum, verður sagt í tíðindaskrivi frá SEV og bygdaráðnum í Svínoy. Hinvegin heldur Kári Thomsen, at hann hevur fingið viðmæli frá Svínoy- ar Kommunu. - Svínoyar Kommuna hevði gjørt eina samtykt og eisini góðkent, at tíðindini vóru borin alment, heldur Kári Thomsen uppá. Ikki álit á Kára Thomsen Og týðiligt er, at álitið millum SEV og Kára Thomsen er ikki tað besta. Báðir partar skýra hvønn annan at lúgva ella í hvussu so er ikki siga allan sann- leikan. Í tíðindaskrivinum frá SEV og bygdaráðnum í Svínoy sæst rættuliga týðiliga, at tey hava ikki álit á Kára Thomsen og fyri- tøku hansara Nýorku. Sagt verður at SEV fylgir væl við fyri at kanna nýggju tøknina og hvussu hon kann gangnýtast, tá hon er tøkniliga og bú- skaparliga skilagóð at fremja. Og so verður sagt um samstarvsmøguleikar: - Kanningar verða gjørdar saman við álítandi samstarvspørtum innan- og uttanlands. Nógv týðiligari kann Kári Thomsen ikki fáa at vita, at SEV ikki æltar at brúka hann og hansara felag. Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Pól Sundskarð, borgarstjóra í Svínoy, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Svínoyggin vil ikki vera grøn Svínoyar Kommuna vil ikki kennast við orku-verkætlan í oynni Elduvíkar Kommuna, sum fevnir um Elduvík og Funningsfjørð, hevur fingið beinleiðis innbjóðing úr Fuglafirði um samanlegging, men Elduvíkar Kommuna er ikki áugað C M Y K 3 2