Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 224 - 25. november 2003 Nr. 224 - 25. november 2003 5 Big Brother Sissal er við barn Føroyska Sissal skal verða mamma at fyrsta Big Brother barninum í heimin- um. Í drúgvari sam- røðu við BT í dag, sig- ur Sissal, at hon varð upp á vegin fyri seks vikum síðan. Sissal er sett til at eiga 22.juli komandi summar BIG BROTHER Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyri nøkrum vikum síðan gingu leysatíðindi um, at føroyski luttakarin í Big Brother, Sissal Ólafsdóttir Frisdahl, var blivin upp á vegin inni í Big Brother húsinum. Hesi leysatíðindi er nú gjørd til veruleika. Føroyski Big Brother lut- takarin verður eftir ætlan komandi summar mamma at fyrsta Big Brother barn- inum í heiminum. Í samrøðu við BT, sigur hon, at hon varð upp á veg- in fyri seks vikum síðan. Sissal greiðir frá, at átta dagar áðrenn hon fór út úr Big Brother húsinum, gjørdist hon greið yvir, at hon var við barn. Á heimasíðuni bigbroth- er.dk greiðir komandi páp- in, Robert, frá, at tey fingu loyvi at tosa um barnið, utt- an at tað varð bandað. Eftir, at Sissal kom út úr Big Brother húsinum, hev- ur hon verið í skannara, og bæði hon og Robert hava sæð fostrið. Sissal er sett til at eiga 22. juli komandi summar. Parið hevur ikki avgjørt, hvussu barnið skal eita, men verður tað ein drongur, so nevnir Sissal navnið, Oskar, sum ein møguleika. Aftur til veruleikan Tað eru góðar tvær vikur síðan Sissal fór úr Big Brother. Sjálv sigur hon, at hon hevur havt nógvar pos- itivar upplivingar, síðan hon kom út. Seinasta sendingin á hesum sinni av Big Broth- er, verður hósdagin, tá vinnarin verður kosin. Fyri Sissal og Robert er Big Brother ævintýrið longu av, og tey eru farin at fyrireika seg til veruleikan uttanfyri Big Brother húsið. Robert ætlar sær undir at lesa aftur. Hann er í gongd við IT-verkfrøði, sum hann eisini las, áðrenn hann fór í Big Brother húsið. Sissal hevur ætlanir at taka nakrar staklærugreinir á HF, áðrenn hon ger av, hvat hon síðan ætlar at fáast við. Komandi barnið hjá Sissal og Robert er høvuðstíðindi bæði í BT og Ekstrablaðn- um í dag. Føroying- urin, Fróði Holm Knudsen, sum ar- beiðir á BT, sigur, at søgur um Big Broth- er verða ómetaliga nógv lisnar av døn- um, og tað er óivað orsøkin til, at søgan um barnið hjá Sissal og Robert eru høv- uðstíðindi í dag. BIG BROTHER Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Søgan um komandi barnið hjá Sissal og Robert er bæði høvuðssøga á inter- netsíðunum hjá bæði BT og Ekstrablaðnum í dag. Av øllum hendingunum í Danmark um vikuskiftið og ikki minst uttan fyri Danmark, hevur søgan um barnið hjá Sissal og Robert eftir øllum at døma størst- an áhuga hjá lesarunum. Tað er føroyingurin, Fróði Holm Knudsen, sum dagliga starvast á BT, sum hevur gjørt samrøðuna við Sissal og Robert, har tey fortelja um komandi barn- ið hjá teimum. Fróði Holm Knudsen hevur fylgt Big Brother sendingunum í ár fyri BT, og vit hava spurt hann, hví søgan um barnið hjá Sissal og Robert er høvuðstíðind- ini hjá BT í dag. Stóran áhuga – Tilfarð um Big Brother verður ótrúliga nógv lisið av okkara lesarum. Á BT- online(heimasíðan hjá BT, blðm), eru vanliga um 2. mió. lesarar, og hvørja ferð vit hava havt eina søgu um Big Brother, verður tann søgan lisin mest internet- inum. Eg giti, at tað sama ger seg galdandi við pap- írsblaðnum hjá BT, svarar Fróði Holm Knudsen Hann vísir á, at tað altíð er ein hørð kapping á BT, um hvør søga verður høv- uðssøga hjá blaðnum, og nógv fólk fara óivað at lesa søguna um Big Brother barnið hjá Sissal og Ro- bert, og tí er søgan raðfest sum høvuðssøga hjá BT í dag. Høvuðstíðindi hjá BT og Ekstrablaðnum Sissal og Robert til Føroya um viku- skiftið Big Brother parið, Sissal og Robert, fara at royna seg sum barrvørðar á Eclipse komandi vikuskiftið. FØROYA VITJAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Komandi vikuskiftið leggja Big Brother parið, Sissal og Robert, leiðina til Føroyar. Tey hava játtað at hjálpa til í barrini á dansistaðnum, Eclipse, bæði fríggja- kvøldið og leygarkvøld- ið. Tað er ikki fyrstu ferð, at luttakarar frá reality sendingum í Danmark vitja í Føroyum. Undan Sissal og Robert, hava bæði luttakarar frá Big Brother og Barrini roynt seg sum barrvørðar á dansistøðum í Havn. Miðvís forfylging kallar Fólkaflokkurin bókina »Skjót journalistin«, sum kemur út í næstum. Fólkafloksmenn vilja vera við, at Tjóðveld- isflokkurin stendur aftanfyri, og at Sjón- varp Føroya roynir at undirgrava løgmann. Annar høvundurin vísir aftur, at Tjóð- veldisflokkurin hevur nakað sum helst við bókina at gera POLITISK BÓK Ingi Rasmussen ingi@ sosialurin.fo »Skjót journalistin« eitur bók um politikk og journal- istikk, sum kemur í bóka- búðirnar 1. desember. Tað er júst tað, sum Fólkaflokk- urin hevur hug at gera, nú ábendingar eru um, at bók- in hevur tyngjandi niður- støður um sjálvan løgmann. Tingmenn Fólkafloksins hava sent Tjóðveldisflokk- inum bræv, har teir siga seg hava frætt um bók, sum er ávegis, ið hevur til enda- máls at sverta Anfinn Kallsberg. Teir siga seg eis- ini hava frætt, at Tjóð- veldisflokkurin eigur lut í hesi bókaútgávu. »Bókin er sostatt fram- hald av tí miðvísu undir- graving, sum byrjaði við brævinum hjá Kjartani Hoydal úr London í 2001 um at sabotera løgmann. Hon helt fram, tá tjóðvel- distingmaður í fjør summar leyp á løgmann og setti samgonguna í vanda,« stendur millum annað í brævinum, sum er undir- skrivað av Óla Breckmann, formanni í tingbólki Fólka- floksins. Sipað verður til, at Tór- bjørn Jacobsen legði An- finn Kallsberg undir ikki at kenna mun á mínum og tínum í sambandi við hans- ara fortíð sum bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli. Í tíðindaskrivi um bókina avdúka høvundarnir Græ- karis Djurhuus Magnussen og Øssur Winthereig, at tað málið er ein týðandi partur í bókini. »Skjót journalist- in« vísir fyri fyrstu ferð, hvat veruliga fór fram á Frostvirkinum í Norðdepli tey árini, Anfinn Kallsberg var bókhaldari á virkinum, siga teir. Gamalt mál Tað málið hevur javnan verið uppi og vent, og ivi hevur fleiri ferðir verið sáddur um leiklutin hjá An- finn Kallsberg. Nú verða prógvini so løgd fram, skilst. Fólkaflokkurin royn- ir at vera fyrri og byrgja fyri. Farið verður eftir monnunum, ið hava skriv- að. Sagt verður, at sjónvarps- stjórin er limur í felags- skapinum »Hesuferð« og tí ein móttakari av loyniboð- unum úr London at undir- grava politikk løgmans. Annar bókahøvundurin er í farloyvi sum tíðindaleiðari og hin virkandi tíðindaleið- ari í SvF. »Teir royna nú aftur við hesi bókaútgávu at niðra landsins politiska leiðara«, skriva fólkaflokstingmenn í brævinum til Tjóðveldis- flokkin og seta Høgna Hoydal tveir spurningar. – Hvønn leiklut hevur Tjóðveldisflokkurin í nevndu útgávu? – Heldur Tjóðveldis- flokkurin, sum umsitur mentamál og harvið SvF, tað vera sambæriligt við størvini hjá rithøvundunum í almenna sjónvarpinum at spilla umdømi løgmans? Skjóta journalistin Tingmanning Fólkafloksins væntar, at Tjóðveldisflokk- urin svarar greitt. Tjóðveldisflokkurin ei- gur als ongan lut í hesari bókaútgávu, er annar høv- undurin, Grækaris Djur- huus Magnussen skjótur at svara, tá vit vendu okkum til hansara. Hann hevur sæð brævið, sum er sent fjøl- miðlunum. Og tað, sum stendur í brævinum, sigur honum ikki so lítið. – Heitið á bókini er »Skjót journalistin«, og brævið mestsum prógvar innihaldið í bókini. Tá ið tú dittar tær at grava eitt sind- ur djypri, so fara valdsharr- arnir eftir journalistunum heldur enn at viðgera mál- ið. Í brævinum stendur millum reglurnar, at vit vilja av við løgmann, men tað er ikki so, sigur Græka- ris D. Magnussen. Tað er greitt, at bókin kemur til eina tyngjandi niðurstøðu um fortíðina hjá løgmanni, men Grækaris D. Magnusssen vil einki siga um, hvørt tað eigur at fáa avleiðingar. – Tað haldi eg, at vit eiga at lata upp til lesaran av meta um. Tað koma nýggj ting fram, sum ikki sam- svara við tað, sum áður er komið fram. Annað fari eg ikki at siga enn, sigur Græ- karis D. Magnussen. Hann er í løtuni tíðinda- leiðari í Sjónvarpi Føroya, og tað er sjónvarpið, sum fær toyggið frá Fólkaflokk- inum. Grækaris D. Mag- nusen vil kortini einki siga um ta støðuna í løtuni. Skipað forfylging Óli Breckmann vil ikki vera við, at teir royna at skjóta journalistin. Hann heldur talan vera um eina skipaða forfylging av Fólkaflokkinum og serliga løgmanni, sum kemur týði- liga til sjóndar. Men hann viðgongur, at teir ikki kenna til innihaldið og tí- ansheldur, at løgmaður fer at standa í ringum ljósi. – Vit ána ikki, hvat inni- haldið er. Men vit hava hoyrt og forstaðið, og vit hava fingið fleiri ábending- ar um síðstu vikurnar, at bókin kemur við eini lorta- spann til løgmann. Vit ætla ikki at steðga bókini, og tað eigur mann heldur ikki at gera. Men vit vilja hava at vita, um SvF hevur nakað við hetta at gera, og um tað er sambærligt við fjøl- miðlapolitikk og etiskar reglur, sigur Óli Breck- mann. Spurdur, hví teir ikki bíða við at viðgera inni- haldið í bókini, til hon kemur út, svarar Óli Breck- mann, at tá er ov seint. – Tá verður so nógvur larmur og øsing, at vit fáa ikki eitt bein til jørðina, sigur hann. Tíðinda- leiðarin sagt seg úr starvi Annar av høvundunum til bókina »Skjót journalistin« hevur sagt seg úr starvi sum tíðindaleiðari á Sjónvarpi Føroya fyri ikki at skaða sjónvarpið POLITISK BÓK Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Bókin »Skjót journal- istin« hevur kravt sítt fyrsta offur. Grækaris D. Magnussen, virk- andi tíðindaleiðari á SvF, hevur sagt seg úr starvi sum tíðindaleið- ari og heldur seg burt- ur, meðan bókin er heit millum almenn- ingin. F ó l k a f l o k k u r i n leggur eftir sjónvarp- inum fyri at standa aftan fyri bókina »Skjót journalistin«, ið millum annað við- ger fortíðina hjá løg- manni. Rithøvundarn- ir hava báðir tilknýti til Sjónvarp Føroya. Øssur Winthereig er í farloyvi sum tíðinda- leiðari í SvF og Græ- karis D. Magnussen er tíðindaleiðari í hans- ara stað. Til klokkan 12 mánadagin. – Eg havi biðið um at vera loystur úr starvi hjá sjónvarpin- um. Eg vil sleppa sjónvarpinum undan vera sett í miskreditt og vóni, at bókin ikki førir til, at skotið verð- ur eftir sjónvarpinum, sum als einki hevur við hana at gera, sigur Grækaris D. Magnus- sen. Í fyrstu atløgu fer hann frá sum tíðinda- leiðari, og hann hevur eisini sagt seg úr starvi á sjónvarpinum til 1. januar. Tá umhugsar hann støðuna av nýggjum, um hann aftur verður journal- istur á sjónvarpinum. Stjórin hevur tikið uppsøgnina til eftir- tektar. Sjálvur við- gongur Grækaris D. Magnussen, at tað kann tykjast drastiskt, men hann hevur tikið avleiðingarnar av, at Fólkaflokkurin finst at honum og setir sjón- varpið í ringt ljós. So er spurningurin, um bókin »Skjót journal- istin« fer at føra til, at fleiri leggja frá sær. Panikkur í Fólkaflokkinum C M Y K 5 4 www.smyril-line.fo Uppgávurnar hjá formanninum eru: · Hava gott samskifti og samstarv við leiðaran á terminalinum og farmadeildini. · Viðlíkahald av útgerð · Handfaring av farmi og útgerð · Skjóta fráboðan í sambandi við skaða á farm og útgerð · Dagføra starvsfólk í pakkhúsinum um virksemi sum er í gongd · Tryggja trygga goymslu og úr skilj ing av vandamiklum vørum · Uppteljing av farmi Umsøkjarin skal hava trukk koyri kort. Løn eftir avtalu. Nærri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Rólant Højsted á tlf. 34 59 76 ella 21 34 65. Umsóknirnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20.12.03. Umsóknir við møguligum prógvum/CV skulu send ast til: Smyril Line, Postboks 370, FO-110 Tórshavn, Ella við telduposti til rolanth@smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Søkt verður eftir pakkhúsformanni og starvsfólki til pakkhús