týsdagur 25. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 224 - 25. november 2003
Nr. 224 - 25. november 2003
7
– Á landsfundi í
Hvalba í dag, stað-
festir javnaðarflokk-
urin, at sitandi sam-
gonga megnar ikki at
loysa átroðkandi
politisk mál, og tí
bjóðar Javnaðar-
flokkurin seg fram
til at taka ábyrgd av
landsins leiðslu.
LANDSFUNDUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á landsfundi í Hvalba um
vikuskiftið,
viðgjørdi
javnaðarflokkurin støð-
una í samfelagnum.
Flokkurin staðfesti, at
stígur er komin í búskapin
og at tað er umráðandi, at
røttu stigini nú verða tikin
fyri at fáa búskapin aftur á
rættkjøl, soleiðis at sam-
felagið
støðugt
kann
mennast.
–
Javnaðarflokkurin
mótmælir harðliga ætlan-
ini at leggja fíggjarliga og
umsitingarliga tung máls-
øki undir kommunurnar at
umsita, tá ið endamálið
ikki tykist at vera nakað
annað, enn at spara lands-
kassanum útreiðslur, sigur
flokkurin í eini fundar-
samtykt, sum varð gjørd á
fundinum.
–
Javnaðarflokkurin
ávarar ímóti, at hetta lætt
kann enda við einum
nýggjum stættarmuni, har
tænastutilboðini
verða
ymisk um landið.
Landsfundurin
álegði
Javnaðarflokkinum
at
steðga gongdini, har støð-
ið verður máað undan
samhaldsfasta samfelag-
num.
– Landsfundurin krevur,
at vunnin rættindi verða
vird, og at sjálvsagdar
tænastur í vælferðarsam-
felagnum verða tryggjaðar
øllum borgarum.
Familjupolitikkur.
Flokkurin staðfestir eisini,
at familjurnar eru grund-
arlagið undir samfelag-
num, og at størsta avbjóð-
ingin er tí at geva familj-
unum góð kor at liva und-
ir. Samhaldsfasta barns-
burðarskipanin skal ikki
gerast verri – heldur vil
Javnaðarflokkuirn virka
fyri at útbyggja hesa skip-
an, soleiðis at tað er gjør-
ligt at verða heima hjá
børnum alt tað fyrsta árið.
– Somuleiðis má ein
avsláttarskipan fyri systk-
in í barnaansingini fáast at
virka.
J av n a ð a r f l o k k u r i n
ásannar somuleiðis, at tað
almenna eisini skal verða
við í hesum familjuskip-
anum, tí vit meta, at fyri-
treytin fyri einum fram-
tíðar vælferðarsamfelag,
er, at børnini og tær ungu
familjurnar hava eitt trygt
fíggarligt grundarlag.
Bústaðir til tørvin
Javnaðarflokkurin sigur,
at tað gerst alt truplari at
seta føtur undir egið borð,
og at bústaðarmøguleik-
arnir eru ov einstáttaðir.
– Javnaðarflokkurin vil
tí arbeiða fyri, at tað gerst
lættari at fáa bústað til
tann tørv, sum familjan og
tann einstaki hevur, so-
leiðis at tað almenna
gongur undan í at fíggja
útbúgvingarbústaðir.
ungdómsbústaðir, smærri
íbúðir bæði til ungar
familjur og eldri. Sam-
stundis eigur áhaldandi at
verða arbeitt við at útvega
ellis- og røktarheimspláss
og búpláss til tey við
serligum tørvi.
Eftirlønarskipan
Somuleiðis harmast flokk-
urin um, at vit ikki hava
fingið eina nýgja eftir-
lønarskipan enn og at vit
ikki hava brúkt tey góðu
árini, sum hava verið, til at
sett eina skipan á stovn.
– Vit vilja arbeiða fyri,
at tað skjótast gjørligt
verður gjørd nýggj pen-
siónslóg, sum kemur at
tryggja komandi ættarlið-
um góð pensiónsviður-
skifti.
– Vit vilja arbeiða fyri,
at henda pensiónsskipan
kemur at hava trý bein at
standa á: fólkapensjón,
samhaldsfasta og fak-
felagseftirlønir. Ein fram-
tíðar pensiónsskipan má
byggja á eina breiða
politiska semju, og Javn-
aðarflokkurin er fúsur við
opnum sinni at fara inn í
hetta arbeiðið.
Heilsumál
Javnaðarflokkurin frøist
yvir, at nýbýgningurin á
Landssjúkrahúsinum
verður tikin í nýtslu
komandi ár, men átalar
samstundis, at ov lítið er
sett av til viðlíkahald og
umbygging, so at Lands-
sjúkrahúsið, sum okkara
høvuðssjúkrahús, fram-
haldandi kann mennast og
halda eitt høgt viðgerða-
støði.
–
Javnaðarflokkurin
átalar harðliga handfar-
ingina av serviðgerðini
uttanlands, har tað aftur-
vendandi verður sett ov
lítið av peningi av, soleiðis
at sjúklingar og avvarð-
andi fáa boð um at við-
gerðin verður avlýst ella
útsett.
Útbúgving
Og at enda sigur javnaðar-
flokkurin í yvirlýsingini
eftir landsfundin, at ein
góður fólkaskúli er altav-
gerandi fyri framtíðar-
menningina av samfelag-
num.
– At børn og ungdómar
fáa eina holla undirvísing
og uppaling, tillagað før-
oyska og alheimssamfe-
lagnum, er ein avgerandi
fyritreyt fyri, at vit skulu
standa okkum í kappingini
og alheimsgerðingini.
– Somuleiðis er tað
alneyðugt, at ein støðug
útbúgving fer fram á
arbeiðsmarknaðinum, og
at doyur verður lagdur á at
útbúgva okkara arbeiðs-
fólk í fiskiídnaðinum, so
vit lúka treytir, sum eitt
framkomið vælkvalifiser-
að matvøruframleiðandi
land.
– Landsfundurin stað-
festir, at sitandi samgonga
við sínum støðugu innan-
hýsis óemjum ikki megnar
at loysa átroðkandi polit-
isk mál, og tí bjóðar Javn-
aðarflokkurin seg fram til
at taka ábyrgd av landsins
leiðslu, er niðurstøðan hjá
flokkinum eftir landsfund-
in.
– Hvat kunnu vit so
vænta okkum, tá ið
tíðirnar versna aftur,
spurdi Jóannes Eides-
gaard, formaður
javnaðarfloksins á
landsfundi í Hvalba
hetta vikuskiftið
LANDSFUNDUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað krevst ikki stórt hug-
flog til at verða eitt alterna-
tiv hjá sitandi samgongu.
Tað staðfesti Jóannes
Eidesgaard,
formaður
javnaðarfloksins á lands-
fundinum í Hvalba hetta
vikuskiftið
Í
formansfrágreiðing
síni, ásanni hann, at okkurt
skilagott er komið á skaftið
síðani 1998, tá ið hendan
samgongan tók við.
Hann sipaði til undir-
sjóvartunnilin,
nýggja
Smyril og samferðsluhavn-
ina á Tvøroyri, nýggju
sandoyarferjuna,
nýggja
vaktarskipið, ætlaða berg-
holið um Leirvíksfjørð,
nýggja Landssjúkrahúsið
og miðnámsskúlan í Suður-
oy.
– Fyrr var illa, tá vit
hugsa um, hvussu góðar
tíðirnar hava verið, legði
hann afturat.
Samstundis vísti hann á,
at samgongustevið er so út
av lagi vánaligt, at einhvør
onnur samgonga fyri lang-
ari tíð síðani var slitnað.
– Men teir siga, at teir
kunnnu ikki leggja frá sær,
tí ongin er at taka yvir.
Jóannes Eidesgaard helt
ikki, at hetta vóru serliga
demokratisk
sjónarmið,
serliga tá ið hugsað verður
um seinastu veljarakann-
ingina.
Nú gránar dagur
Men nú gránar gerandis-
dagurin aftur, segði for-
maður javnaðarfloksins.
– Vøksturin í búskapin-
um er minkandi, og ein-
stakar vinnur eru í kreppu.
Og í tinginum er samgong-
an hamskift afturímóti tá ið
hon so hástór skar ríkis-
stuðulin ein triðing.
Hann
nevndi
síðani
nøkur avriki hjá samgong-
uni, sum hann helt, vóru
eitt inntriv vælferðina hjá
fólki:
- Barsilsskipanin verður
skorin og útgjaldið minkar.
- Sjúklingar sleppa ikki
av landinum til viðgerðar.
- Rætturin til stuðul fyri
barnapengar verður skorin
burtur.
- Rentustuðul til sethúsa-
eigarar minkar úr 40 niður í
37%.
- Heimarøktin tekur ikki
nýggjar brúkarar inn.
- Landsstýrið turkar út-
reiðslur upp á føroysku
kommunurnar.
- Mjólkaprísirnir hækka
fyri aðru ferð innan fyri eitt
ár.
- Sjónvarpsgjaldið hækk-
ar 500 krónur
- Avgjald verður lagt á
góðgæti, sodavatn og beri-
posar.
Formaður javnaðarfloksins
helt, at tað kravdust ikki
serliga stórt hugflog at vera
eitt alternativ til slíkan
politikk í bestu uppgangs-
tíðum, sum nakar veit um.
– Hetta er nakað av tí,
sum hendur, meðan tíðirnar
enn eru góðar, so hvat
kunnu vit vænta okkum,
um tíðirnar veruliga versna,
spurdi hann
Gloyma veruliga
málið
Hann segði, at alt hetta
hendi, tí at politikkurin
gloymir sítt veruliga mál.
– Hjá samgonguni hava
tey menniskjansligu virðini
minni at týða, tí í berari
nationalistiskari fáfongd,
hevur samgongan frásagt
sær rættin til 366 milliónir
av ríkisstuðuli um árið.
– Politiska málið gjørdist
reindyrkað nationalisma,
sum fólk so við og við fara
at merkja sviðan av.
Hann helt, at sjálvandi
kundi andstøðan latið nú
samgonguna stokt í sínum
egna feitti, tí betur hevur
hon ikki uppiborðið.
– Vit høvdu gingið fram í
veljarakanningum, og sam-
gongan hevði farið eftir
hæli. Men hetta hevði ikki
verið ábyrdgafult ímóti
landi og fólki, tí ov nógv
virði fara fyri bakka,
– Virði, sum tað hevur
tikið ártíggju at vinna okk-
um, kunnu forfarast eftir
stuttari tíð.
– Tí skulu vit, alt tað vit
kunna, mæla til, at sitandi
samgonga ikki situr ein dag
ov leingi, segði Jóannes
Eidesgaard.
Ikki altíð lætt
Annars vísti hann á, hvussu
– Børnnini eru okk-
ara sosiala trygd, var
boðskapurin hjá
Jóannes Eidesgaard í
formansfrágreiðing
síni á landsfundinum
hetta vikuskiftið
LANDSFUNDUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað ein stór avbjóðing og
ein stór skylda hjá politik-
arum at geva familjunum
góð kor at liva undir.
Tað var ein boðsðkapur
hjá Jòannes Eidesgaard, tá
ið hann helt formansfrá-
greiðing sína á landsfund-
inum hjá javnaðarflokk-
inum í Hvalba hetta viku-
skiftið
– Søgan um føroyska
vælferðasamfelagið er eis-
ini søgan um familjurnar í
Føroyum og familjurnar
eru grundarlagið undir før-
oyska samfelagnum, segði
formaður javnaðarfloksins.
Hann segði, at í menn-
ingarlondum eru børnini
sosiala trygdin hjá familj-
unum. Hesi lond hava eitt
stórt burðaravlop, og fólka-
talið økist støðugt. Trygdin
hjá foreldrunum er, at tá tey
gerast gomul, hava tey
børn, sum kunnu forsyrgja
teimum. Til ber at siga, at
børnini eru teirra pensión -
teirra eftirløn.
Hóast vit ikki beinleiðis
hugsa um, hvør skal for-
syrgja okkum í framtíðini,
er hetta tó nógv meira
nærliggjandi, enn vit geva
okkum far um.
Støðan ikki so
hættislig
Jóannes Eidesgaard segði,
at uttan ein støðugan fólka-
vøkstur - eitt gott burðarav-
lop, verða færri og færri
herðar at bera samfelagsins
byrðar. Tey sum bera, verða
færri - og tey sum verða
borðin, verða fleiri.
– Hetta er veruleikin í
okkara grannalondum, og
tað er líkt til, at tey fara at
verða rakt av teirri nógv
umrøddu eldrabylgjuni.
Men støðan í Føroyum er
als ikki so hættislig, tí sum
tað sær út nú, verða føroyar
ikki skolaðar út av eldra-
bylgjuni.
– Eitt sindur av einari
andsøgn at tosa um økta
talið av eldrum sum ein
trupulleika, tí økingin er jú
úrslitið av einum málrætt-
aðum politikki, sum serliga
Javnaðarflokkurin
hevur
ruddað slóð fyri.
Hann sigur, at fyri at
fólkatalið í einum landi ikki
skal minka, skal landið
hava eina sokallaða repro-
duktiónsratu uppá 2,2, t.v.s.
at foreldur skulu í miðal
eiga 2,2 børn. Til saman-
beringar skal nevnast, at í
Danmark,
Noregi
og
Svøríki er talið 1,7.
Í Føroyum hava vit hig-
artil verið so heppin at hava
eina
reproduktiónsratu
ímeðal frá 1998 til 2003
uppá 2,47, sum er munandi
hægri enn okkara grannar.
Men eingi trøð veksa inn í
Himmalin. gongdin frá
1970 er, at reproduktións-
ratan er støðugt minkandi,
hóast vit enn eru á heilt
góðari leið.
Álvarsamar
avleiðingar
Jóannes Eidesgaard segði,
at eitt minkandi fólkatal
kann fáa álvarsamar avleið-
ingar fyri ein búskap og
fyri eitt land.
– Fellur fólkatalið, kann
tað fara at standa á at fáa
arbeiðsmegi til tær upp-
gávur, almennar og privat-
ar, sum samfelagið hevur at
røkja. Vit koma tá at merkja
eitt afturstig í menningini
av samfelagnum.
– Eins neyðugt sum tað
er í menningarlondum at
fáa fleiri børn fyri at hava
eina sosiala trygd, eins
neyðugt er tað hjá okkum at
Javnaðarflokkurin bóðar seg fram
Jens Johan Dam, skrivari í javnaðarflokkurin skrivar fundarsamtyktina eftir landsfundin í Hvalba hetta vikuskiftið. Jóannes
Eidesgaard, Katrin Dahl Jakobsen og Andreas Petersen hjálpa til við orðingunum
trupult tað mangan er at
sita í andstøðu
– Tað er skjótt at fella í ta
veitina, at vera eygleiðari
og kritikkari til tað, sum
samgongan kemur við.
– Tú gerst minni kon-
stuktivur í andstøðu. Og
júst hesin leiklutur kann
gera, at tú ikki í nóg stóran
mun sjálvur setur dags-
skránna. Tú verður ov lítið
aktivur til at fremja egnan
politikk, men velur heldur
at leggja alt meira orka í at
taka støðu til tað, sum aðrir
koma við.
Samstundis vísti hann á,
at tað var heldur ikki so
lætt hjá andstøðuflokkum
at seta dagsskránna.
Skal andstøðan leggja
uppskot fyri tingið, hevur
hon ikki nakra umsiting
ella nøkur embætisfólk,
sum kunnu dugna henni í
hesum arbeiði.
Hann nevndi dømi um
uppskotið um brúkara-
verndarlóggávu sum javn-
aðarflokkurin legði fram.
– Tað var eitt fullfíggja
uppskot, sum vit høvdu
brúkt nógva orku og pening
uppá, m.a. til løgfrøðiliga
hjálp, sum vit máttu keypa.
Málið fall, og tað visti vit
ivaleyst frammanundan.
– So andstøðuleikluturin
verður meira ella minni
avmarkaður til fyrispurn-
ingar og lógaruppskot, sum
eru sera einføld og greið,
segði Jóannes Eidesgaard.
Kortini hevur flokkurin
royunt at seta orð á sín
politikk og fyribils eru
tríggjar yvirlýsingar gjørd-
ar um politikkin hjá javn-
aðarflokkinum, ein um
miðfyrisitingina, ein um
tjóðskaparliga semjuna, og
tann triðja, sum er um
fiskivinnupolitikkin, verð-
ur send út í hesum døgum.
Av øðrum málum, sum
flokkurin fer at viðgera og
koma við einum ítøkiligum
boðum uppá, nevndi hann
familjupolitikk, ungdóms-
politikk, eldrapolitikk, út-
búgvingarpolitikk,
um-
hvørvispolitikk, privatiser-
ingarm útjaðararapolitikk,
mentanarpolitikk
og
kommunupolitikk.
gera
umstøðurnar
hjá
familjunum so góðar, at tær
vilja hava fleiri børn – tí
børnini eru okkara sosiala
trygd.
– Tað er tí meira átroðk-
andi nú enn nakrantíð, at
vit fáa ein sterkan og pro-
gressivan familjupolitikk,
segði Jóannes Eidesgaard.
Skerja vælferðina í bestu tíðum í Føroyum nakrantíð
Meira átrokandi enn nakrantíð at føra ein virknan familjupolitikk
– Sitandi samgongan eigur ikki sita ein dag ov leingi, segði Jóannes Eidesgaard´i
formansfrágreiðing síni
Meira í morgin
Í blaðnum í morgin hava vit meiri um landsfundin hjá
javnaðarflokkinum, har privatiseringar, eftirlønar-
skipanir o.a. var á skránni
– Tvørafólk lurta við áhuga eftir formanninum
Hesir báðir eru gamlir í garði í Javnaðarflokkinum, Sverri
Midjord á Tvøroyri, vinstrumegin og Allon Næs í Nesi í
Hvalba, hvødu okkurt at práta um