Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 224 - 25. november 2003 Nr. 224 - 25. november 2003 9 Verandi samgonga eigur at halda fram, segði Óli Breckmann á landsfundi Fólka- floksins í Sandavági leygardagin LANDSFUNDUR Edvard Joensen Sandavági: Óli Breck- mann, formaður Fólka- floksins á tingi, heldur, at stevið í samgonguni er bara gott, tá alt kemur til alt. Fólkaflokkurin heldur fast um verandi samgongu. Einki kann fyri Fólkaflokk- in og føroyingar vera betri enn verandi samgonga, segði hann á landsfundi í Sandavági leygardagin. Skattalættin, sum verður latin, verður 50 milliónir í ár og 70 milliónir næsta ár . Hann er ætlaður at minka almenna partin av búskap- inum í sama mun, sum tann privati parturin minkar. Stórmál eru á skránni, segði Óli Breckmann. Eftirlønarskipan og barsils- skipan nevndi hann. Mark- naðargerð av Postverkin- um, sum krevur nógvar pengar. Virðisbrævamarkn- aður. Søla av almennum ognum. Einar tríggjar-fýra milliardir eigur tað al- menna í ognum, sum selt fer at verða burturav, segði Óli Breckmann í røðu síni á landsfundinum í Sanda- vági leygardagin. Jón Kristiansson, íslendskur fiskifrøð- ingur, sigur, at grun- din til, at vísindaliga kanningar vísa, at bara ungfiskur er, er tann, at eldri fiskurin er uppi í sjónum og etur sild LANDSFUNDUR Edvard Joensen Sandavági: Fiskifrøðing- anir hjá ICES brúka skeiva útgerð til at kanna fiska- stovnarnar við, sigur íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristiansson. Hetta grundar hann á, at hann hevur verið ein fýra daga langan túr við einum norðurírskum trolara, sum roynir við flótitroli í Írska- havinum. Hesin trolarin fekk væl av stórum toski, sum fiski- frøðingarnir annars siga ikki at vera til. Men tað er tí, sigur Jón Kristiansson, at teir, sum gera kanningar av fiska- stovninum, brúka botntrol, har teir bara fáa ungfisk í. Tað sigur seg sjálvt, sigur hann, tí tann eldri fiskurin er uppi í sjónum og etur sild. Tí fáa teir hann ikki og koma so til ta niðurstøðu, at hann er ikki til. Hetta førdi hann fram í fyrilestri, hann helt á lands- fundi Fólkafloksins í Sandavági leygardagin. Síðan førdi hann fram kendu niðurstøðu sína um, at verri standi fiskurin er í, meira eigur at verða fiskað, soleiðis at tað, sum eftir verður, kann fáa betri vakstrarlíkindi, tí partur hansara av ætinum verður størri. Hyggjuráðini eru at taka tann stóra fiskin, so tann lítli kann vaksa. – Tað er kent frá búskap- inum, segði hann. Tekur tú teir stóru, blóma teir smáu. Jørgen Niclasen, løg- tingsmaður, viðmerkti, at føroyska fiskidagaskipanin byggir á teoriirnar hjá Jóni Kristianssyni. Abeitt verður við at loysa málið um tann heila fiskin, sum verður sendur av landinum. Eitt til- mæli verður latið Fiskimálaráðnum um hálvan december, sigur landsstýrismað- urin við fiskivinnu- málum LANDSFUNDUR Edvard Joensen Um hálvan december skal ein bólkur koma við einum tilmæli til landsstýrismann- in við fiskivinnumálum um landing av fiski í Føroyum og um hvussu gerast skal við fisk, sum verður seldur uttanlands. Eitt av stórmálunum, Jacob Vestergaad hevur havt at gjørt við, er málið um fiskiorku. Hóast fleiri ting eru eftir at taka upp, hevur nú eina tíð verið nøkunlunda friður á økin- um, segði hann. Serliga trupult er tað at viðgera flyting av loyvum millum fiskifør. Tað er trupult, og tí má varsemi til. Stór ósemja er um, hvussu hetta skal skiljast, segði landsstýrismaðurin. Vinnulívsfólk eru kreativ, og tað krevur stórt varsemi at viðgera øll tey mál og ynski, sum koma til Fiski- málaráðið, segði Jacob Ves- tergaard, landsstýrismaður, á landsfundi Fólkafloksins leygardagin. Tað tykist ógvuliga trup- ult at fáa skil at málinum um keyp og sølu av fiski- døgum, segði hann. – Tað er ógvuliga ringt at fáa teir, sum sita á fiski- døgunum at ganga við til nakrar broytingar, segði landsstýrismaðurin. Fylgisveinaeftirlitið, sum er rættiliga nýtt hjá okkum, nart hann eisini við. Tað hevur gjørt, at ólógligur fiskiskapur er munandi minni, enn hann var, áðr- enn hendan skipanin varð sett í verk. Lógirnar í landinum eru ikki fyri allar borgararnar, helt Leila Solmunde, gestarøðari á lands- fundi Fólkafloksins LANDSFUNDUR Edvard Joensen Sandavági: Vit elska at gera fólk til avlamis- og fyritíðarpensiónistar, men tá nakað skal gerast fyri tey, so sum atkomumøguleikar á almennum støðum, ber ikki til meira, segði Leila Solmunde á landsfundi Fólkafloksins í Sandavági leygardagin. Vit duga ikki at raðfesta, segði hon. Tað er viðhvørt neyðugt at brúka pengar fyri at vinna pengar. Í hesum sambandi vísti hon til eina ferð til ein við- gerðarstovn í Turkalandi, hon hevur vitjað. Hesin stovnur verður nógv brúkt- ur av Noreg, sum sendir fólk við rørslutarni til við- gerar her. Tað vísir seg so aftaná, at tey vera nógv betri før fyri at røkja starv sítt á arbeiðsmarknaðinum. Fólk verða betri fyri og spara harvið tí almenna nógvar pengar í pensión- um, vísti hon á. Hon saknaði ein langsikt- aðan politikk á økinum, segði hon. Men fyri at slíkt kann gerast veruleiki, krevst at onkur poltikari tekur hetta í álvara og ikki bara ætlar og heldur, at vit skuldu havt tað so ella so. Hon ásannar, at seinnu árini er nógv hent. Men tá hugsað verður um áramál- ið, heldur hon, at tað er ógvuliga lítið komið burtur úr kortini. Tað skal gerast truplari at fáa familjulimir hjá fremmandafólki hendanveg, sigur løgmaður. Bjarni Djurholm fer at leggja málið fyri landsstýrið LANDSFUNDUR Edvard Joensen Sandavági: Ansast skal serliga væl eftir, tá útlend- ingar kunnu fáa møguleika fyri familjusamanføring, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, á landsfundi Fólkafloksins í Sandavági leygardagin. Fleiri lond í Europa hava trupulleikar av øðrum og triðja ættarliði av útlend- ingum. Og her skulu vit ansa væl eftir, at vit ikki koma i somu støðu. Hetta verður tikið í størsta álvara, og nú verður arbeitt við strangari lóg- gávu, soleiðis at sleppast kann undan hesum, segði løgmaður. Hann segði, at danir hava einki í móti at lata føroy- ingar fáa ræði á hesum økinum. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um, fer at leggja uppskot fyri landsstýrið, sum skal gera tað torførari hjá fremmandafólki, sum koma til Føroya at arbeiða, eisini at fáa familjuna hendanveg. Løgmaður lætti eisini lokið av yvirtøkumálinum, sum hann málbar seg. Og talan er ikki um nakran nýggjan sáttmála millum londini, segði hann. Hetta verður eitt ískoyti til heimastýrislógina. Trupulleikar eru av heimastýrislógini, tí ávís málsøki, sum koma upp, ikki finnast í henni. Nú skal tað verða soleiðis, at øll nýggj málsøki, sum koma upp, eitt nú oljumál, skulu av sær sjálvum gerast før- oysk. Og danskir myndug- leikar vilja til einahvørja tíð viðvirka til, at tað verð- ur so, segði løgmaður. Samanumtikið er talan um lóg, sum fyriskrivar, hvussu vit yvirtaka og ikki ein nýggj yvirtøkulóg sum so, segði løgmaður. Bjarni Djurholm, landssstýrismaður, segði á landsfundi Fólkafloksins, at tað er ikki aktuelt, at gamli eigarin av ali- loyvunum í Suðuroy fer at halda fram LANDSFUNDUR Edvard Joensen Bjarni Djurholm brúkti stóran part av røðu síni á landsfundinum til at tosa um alivinnuna. Støðan hjá vinnuni er katastrofal í løtuni, stað- festi hann. Tað er eingin ivi um, at hetta verður mál, sum eisini í framtíðini fer at fáa stóran part av tíðini hjá landsstýrismanninum. Um aktuella málið í Suð- uroy, har nýtt felag hevur keypt alibrúk, segði Bjarni Djurholm, at tað ikki verð- ur aktuelt, at gamli eigarin í framtíðini fer at eiga ali- loyvini. Um Postverkið segði hann, at tað verður gjørt til eitt alment partafelag, og at bygnaðurin verður broyttur munandi. Til dømis nevndi hann nøkur meginposthús. So sum eini tvey í Eysturoy, eitt á Sandoynni og eitt í Vágum. Fólkaflokkurin vil halda fram í samgonguni Fiskifrøðingar gloyma sildafiskin Lógirnar áttu at verið fyri øll Tilmæli um landing og sølu er á veg Útlendingalógin skal strammast Heri Hjelm missir aliloyvini Landsfundur Fólka- floksins, sum varð hildin í Sandavági leygardagin, var í størri mun ein frágreiðing um tað, flokkurin og sam- gongan hava gjørt, enn tað, ætlanin er at gera í framtíðini LANDSFUNDUR Edvard Joensen Sandavági: Á landsfundi Fólkafloksins í Sandavági leygardagin, varð í størri mun tosað um tað, flokkur- in og samgongan hava gjørt, enn tað, sum fer at henda í framtíðini. Tað, sum fer at henda, kemur av sær sjálvum, tá arbeitt verður við tí, heldur løg- maður. Anfinn Kallsberg, løg- maður, sigur, at tað er altíð lættari at hava visiónir, tá ein situr í andstøðu og ikki hevur ábyrgdina av tí, sum henda skal. Tá tú situr í samgongu, eru nógv mál at hava fyrilit fyri, og tá er ikki so lætt at koma við greiðum útmeldingum av tí, ein sjálvur kundi hugsað sær. Tí var landsfundurin kanska nakað tamur í so máta, viðgongur hann. Men hinvegin leggur hann dent á, at tað verður alla tíðina arbeitt við málum, sum fara at verða løgd fyri almenningin í framtíðini. – So heilt uttan visiónir eru vit ikki. Tað er bara ikki altíð skilagott at almannakunngera tað, arbeitt verður við, fyrr enn allir partar eru samdir, sigur løgmaður. Arbeitt verður við eini yvir- tøkulóg, sum ætlandi skal venda Heimastýrislógini á høvdið so at siga, greiddi løg- maður frá á landsfundinum. Talan er um eina lóg, sum fer at leggja upp til, at øll málsøki, sum koma upp og ikki eru nevnd í Heimastýris- lógini, av sær sjálvum gerast føroysk sermál, segði hann og nevndi eitt nú oljuvinnu sum dømi. Hetta er kortini ikki mál, sum er endaliga viðgjørt polit- iskt, men arbeitt hevur verið rættiliga nógv við tí á embæt- ismannastigi, sigur hann. Løgmaður væntar ikki, at nøkur beinleiðis yvirtøkulóg verður at síggja frá samgong- uni í næstu framtíð. Til tess eru føroyingar ikki klárir enn, heldur hann og vísir til veljarakanningarnar, sum ikki benda á, at meiriluti er fyri slíkum í løtuni. Vinnuliga eru vit í lágkonjunkturi í løtuni, sigur løgmaður, og tá vinnumál eru mál, sum vanliga verða nógv viðgjørd í Fólkaflokkinum, gerst orðaskiftið eitt sindur fáligt á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í slíkum tíðum. Hinvegin hendir nógv á politiska økinum. Eitt nú verður nógv gjørt við tey sonevndu »bleytu« økini, vísir Anfinn Kallsberg á. Tað eru kortini stórmál uppi til viðgerðar, sigur løgmaður. Eitt er málið um rækjuflotan, har politisk semja ikki er fingin um, hvussu tað skal loysast. Men at Fólkaflokkurin er sinnaður at halda fram í samgonguni, kom skilliga fram í røðuni, sum formað- ur floksins á tingi, Óli Breckmann helt, tá hann setti landsfundin. Hann fegnaðist um, at stevið í samgonguni hóast alt er rímiliga gott. Væl betri, enn tað mangan hevur verið fyrr, segði hann. Afturlítandi landsfundur Landsfundur Fólkafloksins viðgjørdi í størri mun farin avrik enn politisku framtíðina. Men tað kom greitt fram, at flokkurin vil halda fram í landsstýri við verandi samgongu Mynd: Jens Kristian vang