Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Nr. 204 — 25. OKTOBER 1997 Hallstein Sigurdsson vid stadionøkinum i Gundadali i baks venjing og dystir hjå Havnarlidunum tíðindablaðið +00 yni. Hann heldur, at Gundadalur skal nytast til Mynd: Jens Kristian Vang — Stadionøkid i Gundadali skal vera til Havnarfeløgini at veja å og at spæla sínar dystir á. Verður eitt landsstadion bygt í Gundadali, forðar tað øðrum ítróttartiltøkum í Gundadali, og tað kann ikki vera meiningin, heldur Hallstein Sigurðsson, sum í løtuni situr í Tórshavnar Býráð EIRIKUR LINDENSKOV — Tað er eingin ivi um, at eitt landsstadion eigur at vera í Havn Tað sigur Hallstein Sig- urðsson, sum í løtuni situr í Tórshavnar Býráð, sum eykamaður fyri Tórfinn Smith, ið er uttanlands í ar beidsørindum Meðan Hallstein Sigurðs- son situr í býráðnum, hevur hann m. a. sæti í mentanar- nevndini — Tad er ikki rætt, bara at trumla eina ætlan igjøgnum, uttan at kanna, um onnur ætlan kann vera skilabetri, ti spurningurin er, um Tórs- vallarætlanin er hin rætta, heldur Hallstein Sigurðs- son Hann sigur, at býráðið eigur at skapa fortreytir fyri at eitt landsstadion kann gerast í Havn - og tað er gott, at býráðið vísir sín góða vilja Men er tað ikki nátúr- ligt, at eitt landsstadion liggur í Gundadali? — Nei, tað haldi eg als ikki. Gundadalur skal vera til havnarfeløgini - har skul- u tey hava sinar dagligu venjingar og spæla sinar dystir — Eitt landsstadion verdur ikki brúkt dagliga, og á ein um landsstadion sleppa havnarfeløgini ikki at venja Tí forðar eitt landsstadion í Gundadali øðrum ítróttartil- tøkum, og tað kann ikki ver- a meiningin, heldur hann - Aftur at hesum skulu vit hugsa um nógvu ferðsluna, ið verður kring eitt slíkt stadion, tá dystir eru Graslíki á vøllin á m að er longu nú ov trongt til dagliga ítróttarvirksemið í Gundadali, sigur Hallstein Sigurðsson, sum eisini vísir á, at dømi er um at ítróttafelag er hildið uppat við ungdómsarbeiðinum vegna ov trongar venj- ingarumstødur í Gundadali Í Havnar kommunu er eisini eitt annað ítróttarfel- ag, sum ikki hevur havt til- haldsstað í Gundadali nevnilgi Argjaliðið AB Aðrenn Argja og Tórs- havnar kommuna vórðu lagdar saman, varð vellur gjørdur á Argjum. Har hev- ur verið talan um at leggja graslíki á, men enn er hend- an ætlan ikki framd í verki Skulu argjafólk varðveita vellin á Argjum, ella skulu eisini tey niðan í Gundadal at venja? - Sjálvandi skal vellurin á Argjum varðveitast, eins og tað er púra nátúrligt, at graslíki verður lagt á tann vøllin við, heldur Hallstein Sigurðsson Eingin ivi er um, at pláss er fyri minst trimum fyrstudeildarliðum í Havnar kommunu - og tí skulu tey eisini hava hartil góðar venjingarumstødur Privat - so lat Men tad er ikki heilt fritt, at Hallstein Sigurðsson er ør- kymladur av Tórsvallarætl- anini Fyri tad um nakrir menn fáa eitt gott hugskot, so er tað ikki vist, at talan er um skilabestu ætlanina Vit skulu eisini hava i huga, at Tórsvallarætlnin varð rættuliga nógv umrødd fyri seinasta býráðsval, og at ein av høvudsstigtakaru num var táverandi formað- urin í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, vísir Hallstein Sigurðsson á Hann vísir eisini á, at Tórshavnar kommuna eigur økid í Gundadali, og komm unan hevur eisini goldið fyri tað arbeiðið, sum higartil er gjørt. Afturat hesum skal kommunan, eins og landið stuðla arbeiðinum enn meir- a - Skal ætlanin vera privat, og lat hana vera privata og harvið skal ætlanin verða fíggjað á privatum grund- arlag, sigur Hallstein Sig- urðsson. Saklulgari orðaskifti - Eg skilji ikki, at ætlanin er at stuðla hesari ætlan á sama hátt sum ítróttar- og bygdafeløg verða stuðlað, tá talan er um eitt privat tiltak. Tá er ikki rætt, at landið og kommuna stuðla við hver sínum tridingi. Hallstein Sigurðsson harmast eisini um, at tað er so trupult við sakligum orð- askifti um slíkt mál - Tað tykist ofta so, at tekur tú ikki undir við eini ítróttarætlan, so ert tú í móti henni. Men so einfalt er tað kortini ikki. Taka vit Svang- askarð sum demi, so vita vit, at henda ætlan varð skundað igjønum - og av- leiðingarnar eru hareftir, tí talan var ikki um eina rætta ílegu - Tað kann íkki vera meiningin, at vit gera sama feilin enn einaferð, sigur Hallstein Sigurðsson. Hallstein Sigurðsson vísir eisini á tað keðiliga orða- skiftið, sum hevur verið frammi, nú tingmenn í sam- bandi við fíggjarlógina hava umrett Tórsvallarætlanina - Vit síggja ein týðuligan illvilja móti Havnini. Ting- menn eru ímóti tiltskum, bara tí tey verða gjørd í Havn. Hetta er ein sera 6- heppin gongd, og eiga vit at lyfta orðaskiftið á eitt sakligari stødi, sigur Hall- stein Sigurðsson. - Hevur Hallstein Sig- urðsson eitt boð upp á, hvar eitt landsstadion so skal liggja? — Tað skal liggja í Havn, men eg havi tað álit á um- sitingini hjá Tórshavnar Bý- ráð, at hon er før fyri at finna best egnaða gkið niður í minsta lut Øgiliga flott ur til tey, sum tíma væl at sveitta. Við hesum urinum kanst tú m.a. síggja hvussu skjótt tú fært pulsin at dundra... CASI Inni hjá okkum finnur tú eisini gåvulutir til øll megulig endamál UR GULL SILVUR DEILDIN Nýtt kamera við nógvum smartum knappum at reypa av. Tað er onki fyri at brúka kameraið og myndirnar blíva fínar FOTODEILDIN Tra-la-la-la, dum-di-dum...ja uttan tónleikin var lívið keðiligt. Her hava vit t.d. absolutt eina nýggja fløgu… i FLØGUDEILDIN Kom bara inn i: SMS - TLF. 19820 - 10606 - Fax 14955