týsdagur 25. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 25. november 2003
15
MARKNAÐARRÁK
Fyri viku síðani væntaði Markn-
aðarrák, at rákið við hækkandi
rentum fór at seta dám á farnu
viku, men at hetta rák fór at
verða tengt at gjaldoyragongdin.
Gjaldoyragongdin fekk annan av
høvuðsleiklutunum, tí ein av
stóru hendinginunum í farnu
viku varð ógvusliga fallið í doll-
aranum. Orsøkirnar til dollara-
fallið eru millum annað, at ein
uppgerð fyri septembur vísur, at
peningarenslið inn í USA er
fallið munandi. Samstundis hev-
ur tosið um toll av kinverskum
vørum, ið verða innfluttar í USA,
viðført eitt trýst á dollaran.
Yvirgansatsøknin í Istanbul
fekk eisini ávirkan á virðis-
brøvini. Bumbuspreingingirnar
mintu marknaðarluttakarar aftur
á 11. septembur 2001, og førdi
við sær, at yvirgangur aftur kom
á dagsskránna. Syrgiliga hend-
ingin fekk marknaðarluttakarar
at selja partabrøv og keypa láns-
brøv í staðin. Hetta fekk parta-
brøv og lánsbrævarentur sum
heild at fella.
Roknskapirnir frá farnu viku
gjørdust
misjavnir.
Meðan
HomeDepot og Hewlett-Packard
kunngjørdu hægri inntøkur enn
væntað, gjørdust roknskapirnir
hjá Jyske Bank og Coloplast
áleið sum væntað. Roknskapurin
hjá ISS var vánaligur. Hesa vik-
una kunngerða virkini Group 4
Falck og Topdanmark. Sam-
stundis fer Vestas Wind Systems
at kunna um gondina og markn-
aðarstøðuna hjá teimum. Kunn-
ingin frá Vestas verður áhuga-
verd, orsakað av sera vánaligu
tíðindunum frá kappingarneytan-
um NEG Micon herfyri.
Ógjørligt er at siga nakað um,
hvørja ávirkan yvirgangur fer at
hava á virðisbrævamarknaðirnar
restina av árinum. Um lærast skal
av farnum døgum, vil marknað-
urin sum frálíður gloyma slíkar
hendingar, og savna seg um
grundleggjandi
búskaparligu
gongdina aftur.
Hóast prísvakstrartøl úr USA,
frá farnu viku, kundu verið betri,
gjørdust framatlítanti álitistølini
úr USA aftur góð, samstundis
sum bjarta gongdin á arbeiðs-
marknaðinum, har yviri, heldur
áfram. Tískil er grundaður
møguleiki fyri, at marknaðirnir
aftur fara at ávirkast av positivu
búskaparligu gongdini. Serliga
týsdagin og mikudagin vera
áhugaverdar búskaparuppgerðir
kunngjørdar
og
hesar
fara
sannlíkt at vera positivar og
kunnu fáa partabrøv og rentur at
hækka. Yvirgangsatsóknin í Ist-
anbul og bangilsi fyri, at fleiri
slíkar vera at síggja í næstum,
kunnu tó gera, at markanaðirnir
vera óstøðugir í hesa vikuna.
Dollarin og yvirgangur í andgletti
Vika 48, 2003
www.kaupthing.fo
Italsk matstova letur upp
Matstovan, Toscana,
letur upp hósdagin.
Matstovan fer at selja
italskan mat burtur-
av. Eigarin, Mohsem
Darvishi, ber ikki ótta
fyri, at hann ikki fer
at klára seg í hørðu
kappingini um kund-
arnar. Hann heldur
tað verða gott, at fólk
hava nógvar matstov-
ur at velja ímillum
NÝGGJ MATSTOVA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hósdagin letur enn ein mat-
stova upp í høvuðstaðnum.
Tað er Mohsem Darvishi,
sum letur upp matstovuna,
Toscana, aftanfyri Havnar
klubba.
Toscana fer at selja it-
alskan mat burturav. Møgu-
leiki verður at fáa matin
gjørdan til, júst sum italiu-
menn vildu gjørt hann.
– Eg kann beinanvegin
siga, at eg fari ikki at selja
pitsa. Gestirnir kunnu mill-
um annað fáa italskar supp-
ur,
skaldýr,
oksakjøt,
rækjurætt, dessertir, sigur
eigarin av Toscana
Matstovan, Toscana fer at
hava opið allar vikudagar
fram til jóla. Eftir jól er ætl-
anin, at matstovan letur aft-
ur ein dag um vikuna.
Nýggja matstovan hevur
eisini fingið skeinkiloyvi,
og tað fegnast Mohsem um.
Hann leggur afturat, at vín
hóskar ómetaliga væl til
italskan mat, og hann hevur
tí fingið fatur á serligum
víni til gestirnar hjá sær.
Nógvir møguleikar
Eigarin
av
matstovuni,
Toscana, ber ongan ótta
fyri, at hann ikki fer at
standa seg í hørðu kapping-
ini um kundarnar í Havn.
Tað er einki dulsmál, at
fleiri og fleiri matstøð lata
upp, og tí er spurningurin,
um øll matstøðini fara at
megna at hóra undan í
hørðu kappingini.
– Eg haldi bara tað er
positivt, at fólk fáa nógvar
matstovur at velja ímillum.
Gevur tú kundunum hjá tær
eina góða tænastu, so koma
tey aftur. Eg haldi, at eg
havi nakað serligt, tí eingin
matstova hevur italskan
mat burturav, og við at veita
eina góða tænastu, vóni og
vænti eg, at eg fari at klára
meg, sigur Mohsem Dar-
vishi, eigari av Toscana.
Toscana er nýggjasta
matstovan í Havn.
Matstovan liggur aftanfyri
Havnar klubba, og hon fer at
selja italskan mat burturav.
Hon letur upp hósdagin
Mynd: Jens Kristian Vang
15
14
Nr. 224 - 25. november 2003
Rækjuflotin tódnar burtur í einki
Um dagarnar frættist,
at rækjutrolarin,
Hvilvtenni, er seldur
til Íslands, men reið-
arin vil hvørki vátta
ella avsanna tíðindini.
– Eg trúgvi, at tað er
ein spurningur um
tíð, nær føroyska
rækjuvinnan steðgar
upp, sigur Kjartan
Joensen
RÆKJUVINNAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á vári ár 2000 vóru 12
rækjuskip í føroyska rækju-
skipaflotanum. Í teirri bestu
tíðini, vóru skipini uppaftur
fleiri. Í løtuni eru 8 skip
eftir við Arctic Viking og
South Island, sum leirvík-
ingar nýliga hava keypt. Tá
ið Arctic Viking er flaggað-
ur út, verður talið 7.
Spurningurin
er
so,
hvussu útlitini eru hjá
teimum 7 skipunum, sum tá
eru eftir.
Ein annar spurningur,
sum eisini tekur seg upp, er,
hvussu vit skulu megna at
varðveita okkara søguligu
veiðirættindi, tá ið lítil og
eingin rækjufloti er eftir.
Hvilvtenni
Í vikuni frættist, at Hvilvt-
enni er seldur til Íslands,
men reiðarin, Kjartan Joen-
sen, sigur seg onga við-
merking hava til tíðindini.
– Eg trúgvi, at tað er ein
spurningur um tíð, nær
vinnan steðgar upp. Hóast
rækjuflotin ikki fiskar av
umbýtiskvotu, og fyrsta-
hondsvirðið hjá flotanum
er ein fjórðingsmiljard, so
er kortini ikki líkt til, at
nakar politiskur áhugi er at
gera tað møguligt hjá hes-
um skipum at vera verandi í
flotanum.
Kjartan sigur, at rækju-
menn í hálvt triðja ár hava
tosað við løgmann, lands-
stýrismannin í fiskivinnu-
málum og fíggjarmálaráð-
harran.
– Einki er komið burtur
úr, og nú haldi eg, at nóg
mikið er tosað, leggur hann
aftrat.
Sterkir herðar
Tað seinasta undir himmal-
inum, sigur Kjartan Joen-
sen, er, at nakrir rækju-
menn í Kollafirði eru
vorðnir hunddálkaðir.
– Tað skulu sterkir herðar
til at vinna ígjøgnum slíkan
ágang, sum her hevur verið
talan um, sigur reiðarin í
Leirvík at enda.
Hvilvtenni er í løtuni
undir Eysturgrønlandi á
rækjuveiði.
Sosialurin royndi í gjár at
fáa fatur á Jacobi Vester-
gaard, landsstýrismanni í
fiskivinnumálum,
men
hann var ikki at hitta.
Vit hava skilt, at Fólka-
flokkurin eftirhondini er at
tosa við um bjarging av
rækjuflotanum,
meðan
Tjóðveldisflokkurin fram-
vegis er ímóti.
Livst, so spyrst.
Ábyrgdarleyst
Ein vinnulívsmaður, sum
Sosialurin hevur tosað við,
sigur, at hann altíð hevur
verið ímóti studningi, men
málið við rækjuflotanum er
ekstremt, sum hann tekur
til.
– Tí haldi eg tað vera
ábyrgdarleyst av myndug-
leikunum ikki at taka hond
um flotan, soleiðis at føroy-
ingar eisini í framtíðini
kunnu hava ein rækjuflota.
Hann heldur, at tað kann
vera skaðiligt í einum
samfelag sum okkara, tá ið
myndugleikarnir vísa seg
als ikki at hava skil fyri
vinnulívi, sum málið um
rækjuflotan er eitt prógv
um.
– Vit hava skjótt 400
miljónir ES-borgarar á hin-
ari síðuni, sum fáa stuðul til
alt millum himmar og jørð,
samstundis sum okkara
politikarar seta seg afturá,
meðan rækjuflotin bløðir
út, sigur hann.
Sofus Poulsen, stjóri á
Rækjuvirkinum á
Oyri, sigur, at tey
merkja týðiliga, at
rækjuflotin er mink-
aður. – Føroysku
skipini eru grundar-
lagið undir virksem-
inum á Oyri, og
henda ongar broyt-
ingar í tollviðurskift-
unum við ES, er ikki
ilt at ímynda sær, at
uppaftur minni verð-
ur at gera, um rækju-
flotin minkar uppaft-
ur meira, sigur hann
RÆKJUVINNAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á rækjuvirkinum á Oyri,
sigur stjórin, Sofus Poul-
sen, at tey merkja týðiliga,
at færri skip eru í føroyska
rækjuskipaflotanum.
– Vit plaga at arbeiða
rækjur alt árið, undantikið
tá ið fólkið hevur frí. Men í
fjør lá virksemið stilt í fýra
mánaðir tilsamans, tí virkið
hevði ov fáar rækjur.
Hann sigur, at føroyski
rækjuskipaflotin, sum er
nógv minkaður seinastu ár-
ini, framvegis er grundar-
lagið undir virkinum á Oyri.
– Skulu vit keypa rækjur
úr øðrum londum, noyðast
vit at rinda 20% í tolli, og tá
hongur virksemið ikki sam-
an.
Sofus vísir á, at henda
ongar broytingar í tollviður-
skiftunum við ES, er ikki ilt
at ímynda sær, at uppaftur
minni verður at gera á
virkinum, um rækjuflotin
minkar uppaftur meira.
Tollsamráðingar
– Leingi hevur verið arbeitt
við at fáa í lag eina betri
handilsavtalu við ES, so-
leiðis at rækjur og onnur
fiskasløg sleppa undan toll-
inum. Sum eg havi skilt, er
málið nú komið har til, at
okkurt hendir í næstum, tá
ið samráðingar verða við
ES um hesi viðurskifti.
Sofus Poulsen sigur, at tað
hevði verið ein stórur fyri-
munur fyri virkið á Oyri,
um tey kundu keypt eitt nú
norskar og íslendskar rækjur
og selt tær av aftur landinum
undir somu treytum sum
føroyskar.
– Men so leingi, sum
føroyski rækjuskipaflotin
framhaldandi minkar, og
vit ikki kunnu keypa út-
lendskar rækjur, eru fram-
tíðarútlitini hareftir, sigur
hann.
Hvilvtenni
telist
millum
føroysku rækjuskipini, sum
skapa
samfelagnum
eitt
fyrstahondsvirði uppá eina
fjórðingsmiljard um árið.
Sum skilst, er lagnan hjá skip-
inum óviss
Rækjuvirkið á Oyri merkir minkingina
Føroysku rækjurnar eru
grundarlagið undir virkinum
á Oyri. Minkar rækjuflotin
uppaftur meira, og tollviður-
skiftini ikki broytast, eru
framtíðarútlitini hareftir
C
M
Y
K
14