Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 224 - 25. november 2003 Nr. 224 - 25. november 2003 13 Bárður Jákupsson, listamaður:Størstu stakframsýning í Listaskálanum nakrantíð NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Leygardagin 22. november lat Bárður Jákupsson, lista- maður, upp eina málninga-framsýning í Listaskál-an-um. Í sambandi við fram- sýningina bleiv ein bók um listamannin Bárður Jákupsson løgd fram Bárður Jákupsson fyllir 60 ár tollaksmessudag. Í hesum sambandi hevur hann sett eina stóra fram- sýning upp í Listaskálanum við nýggjum oljumálning- um og vatnlitamálningum. Hetta er størsta stak-fram- sýning, ið verið hevur í Lístaskálanum. Framsýn- ingin sýnir mangt av tí, sum Báður gjøgnum árini hevur teknað og málað. Í sambandi við framsýn- ingina, sum í 2004 eisini skal setast upp í Randers Kunstmuseum, Vendsyssel Kunstmuseum og Born- holms Kunstmuseum, gev- ur danska forlagið AT- LANTIA út bók um lista- mannin við heitinum "Bárður Jákupsson det vertikale landskab". Bókin varð á fyrsta sinni løgd fram í Listaskálanum leyg- ardagin, tá ið framsýningin lat upp. Bókin er 150 blaðsíður, við tekstum eftir Gunnar Hoydal, skald og rithøvund, Finn Termann Frederiksen, stjóra fyri Randers Kunst- museum, Peter Michael Hornung, listafrøðing og ummælara á Politiken og Erik Fey, for- leggjara. Litmyndirnar eru 195 í tali. Bókin er skrivað á donskum. Listamenn hittust í Listaskálanum leygardagin, f.v. Amariel Norðoy, Janus Kamban og Bárður Jákupsson Mynd: Jens Kristian Vang Bárður Jákupsson heilsar uppá Gunnleyg Durhuus, arkitekt, og dóttrina Mynd: Jens Kristian Vang Stórur áhugi var fyri bókini um listamannin," Bárður Jákupsson, det vertikale landskab" Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Petur Sigurd Rasmussen 70 ár Í dag, 25. november, fyllir Petur Sigurd Rasmussen í Hoyvík 70 ár. Petur Sigurd er havnarmaður, sonur Tomasiu Hentze av Sandi og Petur F. Rasmussen úr Havn. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og var lærari í Fuglafirði frá 1958-61. Síðan 1961 hevur hann verið lærari í Havn, í Tórs- havnar Kommunuskúla og á Føroya Millum- og Real- skúla. Hann var varaskúla- stjóri frá 1966 til 1997, tá hann fór úr starvi. Síðan hann fór úr starvi hevur fleiri ferðir verið boð eftir honum sum vikarur á ymiskum skúlum. Hann hevur t.d. verið lærari í Leirvík, á Oyrabakka og á Argjum. Hann hevur tikið ymisk skeið innan sítt yrki, t.d. var hann á árskeiði hjá Danmarks Lærer Højskole frá 1970-72 og í Onglandi í 1980-81, tá hann gekk á University of Newcastle. Hann var ítróttarlærari á Studentaskúlanum og á Føroya Læraraskúla í 60- unum. Petur Sigurd fekst í síni tíð nógv við ítrótt. Hann var HBari og Kyndlamaður. Frá 1953 og til og við 1964 vardi hann mest sum alla tíðina málið á besta HB liðnum, og hann spældi fimm fótbóltslandsdystir. Tá var longri millum fót- bóltslandsdystirnar, enn tað hevur verið tey seinnu árini. Petur Sigurd var fyrstu ferð á landsliðnum í 1961 og síðstu ferð í 1964. Hann spældi hondbólt í Neistanum 1951–1955, og í Kyndli 1957–58 og 1960 –1975. Harafturat spældi hann hondbólt í SÍF 1955–1956 og í ÍF í 1959. Petur Sigurð spældi fýra hondbóltslandsdystir í sekstiárunum. Eisini uttanfyri vallirnar hevur Petur Sigurd verið aktivur í ítrótti. Hann var formaður í ÍF, Ítróttarfelag Fuglafjarðar, 1959–60 og í Kyndli 1965–1966. Í 1962 og í 1963 var hann stjórn- arlimur í ÍSF. Frammanundan at Kyndil varð stovnað, var hann nevndarlimur í Neistanum (1953–1964), og hann var nevndarlimur í HB 1957– 1958. 1974–1975 og 1979– 1980 var hann landsliðs- venjari í hondbólti hjá monnunum. Í 1976 var hann venjari, tá ið NSÍ fyrstu ferð royndi seg í 1. deild í fótbólti, og hann var venjari hjá VÍF monnunum í mong ár í tíðarskeiðnum 1975–87, umframt at hann eisini onkur ár var ung- dómsvenjari í HB. At Petur Sigurdi dámar væl urtagarðsarbeiði, er vakri havin hjá teimum í Hoyvík eitt gott dømi um. Hann er eisini ein virkin bridgespælari og dámar væl at dansa. Petur Sigurd er giftur við Lenu, f. Jacobsen, úr Fuglafirði, tey eiga tríggjar døtur: Turið, og Eyð og Unn, sum eru tvíburar. Dagurin 25. november. Katrin, deyð umleið ár 300. Halgisøgurnar greiða frá eini vakrari og klókari prinsessu í Aleksandriu, sum mangir hábornir menn bóðu um, líka keisarin. Men hon vildi ongum játtast, tí at kristus var hennara sanni brúðgómur. Hon viðgekk alment kristnu trúgv sína og varð tikin av døgum. Hon varð jarðað á Sinaifjalli, har eitt katrinarkleystur er bygt yvir grøv hennara. Navnið er grikst og merkir hin reina, hin óspilta. Anna á Torkils- heyggi 50 ár Fyrrapartin í gjár var opið hús í Kristnastovu í Keyp- mannahavn. Húsfrúgvin fór um tey hálvt hundrað. Anna á Torkilsheyggi fór fyri góðari viku síðani saman við manninum, Símuni Pætur á Torkilsheyggi, til Keypmannahavnar, har tey í hvussu so er næsta árið skulu vera partur av starvsfólkaliðnum í Kristnastovu, har tey eisini skulu búgva. Eingin, sum kennir tey bæði, ivast í, at tey eru stak væl egnaði til sovorðið arbeiði. Anna er ættað úr Runa- vík. Foreldrini eru Liss, sum er ættað úr Túni á Toftum, og Rósing, sum er úr Toft í Søldarfirði. Anna er elst av seks systkjum. Tey eru umframt føðingar- dagsbarnið Bogi, Beinta, Ingunn, Rógvi og Gudny. Fyrstu árini eftir at hon var farin úr skúlanum, ar- beiddi Anna hjá pápanum, sum seldi bilar, og hon var eisini eitt skifti í Danmark. Síðani hon í 1977 giftist, hevur lívið hjá Onnu í stóran mun verið lagað av, at maðurin hevur verið í fulltíðaryrki sum trúboðari, og hon hevur staðið saman við honum í verkinum. Fyrstu árini búðu tey í Vatnsoyrum, har tey høvdu ábyrgd í Zarepta, og í tveimum skiftum hava tey áður verið í Keypmanna- havn og arbeitt í Kristna- stovu. Eftir at tann yngsti son- urin var vorðin eitt sindur stórur, fór Anna undir at nema sær útbúgving. Hon tók nakrar lærugreinar í HF, og so fór hon at læra til pedagog í Havnini. Síðani hon var liðug, hevur hon eitt nú arbeitt á Barnaheim- inum, har tey hetta seinasta árið hava gjørt nógv fyri at betra um møguleikarnar at hjálpa familjum, sum av einari ella aðrari orsøk hava tørv á tí. Hennara stóri áhugi hevur verið tey veiku í samfelagnum, og hvussu tey kunnu hjálpast. Tí er tað kanska ikki so undarligt, at hon hesi seinastu árini hev- ur verið formaður í barnaverndini í Nes komm- unu. Anna og Símun Pætur eiga tríggjar dreingir. Rói er giftur við Arnvør, og tey búgva í barnaheiminum hjá honum á Torkilsheyggi á Nesi, nú foreldrini hjá hon- um eru flutt til Danmarkar. Eisini yngsti sonurin hjá Onnu og Símuni Pætur, Levi, býr har. Miðlinga- sonurin, Kári, býr í løtuni í Danmark. Kona hansara eitur Hervør. C M Y K 13 12