Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 224 - 25. november 2003 Nr. 224 - 25. november 2003 19 tiltak var av, og ein uppliv- ing og ein gleði var tað at uppliva Guðruna og hini her heima. Og so at vita, at Guðrun er stjørna, sum hóast hon hevur bæði bein- ini á jørðini, tó lýsir mill- um bjartastu stjørnurnar hægst á stjørnuhválvinum - ein gott og virðiligt umboð fyri Føroyar uttan fyri land- oddarnar. Flott!!! Guðrun Sólja Jacobsen og Jacob Andersen hava um vikuskiftið ferðast kring landið á konsertferð. Og lagt varð fyri á heimavølli, í Suðuroynni, har Guðrun bergtók lurtarafjøldina TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Summar stjørnur lýsa blankari enn aðrar og tvær av stjørnunum frá kapp- ingini Stjerne for en aften hava júst vitjað í Føroyum. Fríggjakvøldið byrjaði 3 daga langa konsertferðin, har Guðrun S. Jacobsen og Jacob Andersen undirhildu her heima á klettunum. Byrjað varð á heimavølli hjá Guðruni, vinnaranum av kappingini, nevniliga á Tvøroyri. Ella rættari; í høllini í Trongisvági. Leyg- ardag og sunnudag sungu tey í Fuglafirði og í Klaks- vík. Eini 400 fólk høvdu leitað sær í høllina í Trong- isvági at síggja og hoyra Guðruna, nú hon vitjaði heimbygdina og Suður- oynna. Og hóast nøkur fá pláss vóru eftir, so var beinanvegin lív í stóru fjøldini, tá lítli maðurin við stóru og hásu røddini trein á pall. Jacob Andersen vísti seg sum kringan undirhald- ara og samband var skjótt millum hann og lurtara- fjøldina. Hann byrjaði við at or- saka, at tíverri lá ikki fyri hjá Guðruni at koma, sagt í spølni, sjálvsagt, men ís- urin var brotin og Jacob náddi út um pallkantin. Jacob sang stak væl og tónleikurin, løgini, vóru góð. Góður rocktónleikur, ið swingaði. Og hann sang væl. Og sum Jacob so hegnisliga vísti á, so er fløga hjá honum á hand- ilshillunum hesa vikuna og hann helt, at lurtararnir áttu ikki at lata henda møgu- leika fara framvið. Tónleikararnir swingaðu væl í hesum fyrsta partin- um við Jacob. Og fólkið fagnaði eisini hásu røddini við lógvabrestum, ið ikki lótu nakran iva vera um, at fjøldin tók Jacob til sín. Og tá lagið "With a little help from my friends" kom, sum hann jú sang í kapp- ingini, tá kom hesin part- urin í hæddina og fólk funnu tendrarar fram. Guðrun - Pure and simple Síðani kom stóra stjørnan. Guðrun kom á pall. Henni so líkt, so hendi hetta uttan hóvasták. Í litfagrari blusu, reyðari, trein hon á pall og henni tørvar ikki at gera burturúr sær og ger tað heldur ikki. Tá hon byrjaði at syngja, átti hon pallin og fjøldin var við frá fyrstu stund. Soleiðis er tað bara - pure and simple! Guðrun sang løg av fløgu síni; Only one og Pure and simple, Running Away, You’re mine og hvat tey nú eita. Eitt tyssi av føgru løgunum á fløgu hennara. Løgini eru kanska tey flestu í stillara endanum og konsertin bar eisini brá av hesum eina løtu, men stóra røddin, Guðrun, sang til UG og misti ikki flogið. Slett ikki. Hinvegin er kanska trup- ult at fáa fína og væl puss- aða ljóðið á fløguni fram á konsert. Serliga á heldur serstaka lagnum Quiet Storm tóktist, sum vóru tónleikararnir í trupulleik- um. Ungu danirnir í tón- leikabólkinum leiktu væl, men onkur teskaði tygara útsenda í oyrað, at venjing- arnar høvdu ikki verið so mangar undan konsertini, og tað kanska kom til sjóndar í hesum lagnum. Tvær kórgentur høvdu eisini givið heilt fitt av litið í ljóðmyndina. Men hetta eru smálutir, ið ein ikki eigur at hanga seg í ella keða lesaran við, tí konsertin var stak góð og sum heildaruppliving til toppkarakter. Guðrun sang eisini løg hjá øðrum kendum sanga- rinnum og her slapp hon " at blása seg út", meira megi og ferð var á. Ironic hjá A. Morisete og Week hjá Skunk Anansie settu veru- liga ferð á og Guðrun slapp veruliga at prógva rødd sína. Guðrun megnar sum fáur at geva stillum, vøkr- um løgum flog, men hon er so sanniliga eisini góð, tá tað er full ferð á. At hon sum fáur megnar stillu løgini, sum jú oftast krevja mest, prógvaði Guðrun eisini við lagnum Can’t make you love me hjá Sanne Salomonsen. Guðrun er ein stór stjørna og fjøldin var við henni frá fyrstu løtu. Guðrun bergtók lurtararnar við vøkru løg- unum og tá meira ferð var á sótu ung sum gomul og klappaðu í takt. Talan var um sonevnda sitikonsert og fleiri staðni sá ein eini 2 til 3 ættarlið fylgjast, og líka frá yngsta barninum til ommuna uppá eini 70 ár klappaðu, sungu við - ella tey bert nutu sangin og lótu gásarholdið fáa frið. Promise Me kom til síðst, ella næstan, og tá komu aftur tendrararnir fram og lógvabrestirnir søgdu greitt, at hesum varð bíðað eftir. Og sum so ofta, so var talan um eina sera vakra og rørandi løtu, tá Guðrun tulkaðu hetta vakra lag, sum sendi hana beina leið á tónatindarnar og sum gjørdi hana til stjørnu fyrr í ár. Jacob kom aftur á pallin og saman sungu tey duett- ina av fløguni hjá Guðruni, eitt sera gott lag, og tey komu væl frá tí. Allright now Tað var rockur, sum stóð á skránni, tá tað leið móti endanum av konsertini. Talan var als ikki um stillan storm - Quiet Storm. Jacob og Guðrun og tónleikarar í rætta essinum leiktu rock- klassikaran Allright Now og tað setti lív í fjøldina, tá tey rættiliga sleptu øllum og "blástu út". So væl varð kikað undir fjøldini, at fólk høvdu ikki hug at sita í frið men klapp- aðu stjørnurnar fram aftur á pall, har tey rockaðu víðari til stóru gullheiðursmerk- ini. Eitt avbera gott tónleika- Pure and simple Tað var ein glað Guðrun, sum var á palli fríggjakvøldið á Tvøroyri Tann lítli maðurin, Jacob Andersen, hevði eina sera góða framførslu Jacob og Guðrun síggja sera gott út á palli saman