týsdagur 25. november 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 224 - 25. november 2003
Nr. 224 - 25. november 2003
21
Amerikanska løgregl-
an sigur seg hava
funnið fleiri kærleiks-
brøv, sum tónleika-
stjørnan Michael
Jackson hevði skrivað
einum 12 ára gomlum
drongi.
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sambært
amerikanska
sjónvarpinum Court-TV og
bretska blaðnum Daily
Mirror funnu løgreglu-
menninir brøvini, tá teir
fyri nøkrum døgum síðani
rannsakaðu
húsini
hjá
Michael Jackson, Never-
land.
Sambært sjónvarpinum
og blaðnum vóru brøvini
stílað til tann 12 ára gamla
Gavin Arvizo, sum hevur
skuldsett Michael Jackson
fyri kynsligan ágang. Tað
var hansara skuldseting,
sum fekk løgregluna at
rannsaka húsini hjá tón-
leikastjørnuni.
Tann 12 ára gamli drong-
urin hevur sagt løgregluni,
at Michael Jackson skrivaði
honum fleiri kærleiksbrøv
og yrkingar. Tey hevur løg-
reglan nú funnið, skrivar
Daily Mirror, sum eisini
veit at siga, at løgreglan
hevur lagt hald á fleiri sjón-
bond, sum vórðu funnin
heima hjá Michael Jackson.
Sjálvur
var
Michael
Jackson ikki heima, tá løg-
reglan
rannsakaði
hús
hansara. Seinni gav hann
seg yvir til løgregluna, men
hann varð latin leysur ímóti
næstan 20 milliónum krón-
um í veðhaldi.
Skrivaði kærleiksbrøv til
12 ára gamlan drong
Georgiski forsetin,
Eduard Sjevardnadse,
valdi sunnudagin at
fara frá, men hann
hevði heldur einki í at
velja.
GEORGIA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Eitt
tíðarskeið
endaði
seinnapartin sunnudagin, tá
georgiski forsetin, Eduard
Sjevardnadse, kunngjørdi,
at hann hevði lagt frá sær.
Frágreiðingin var sambært
honum sjálvum, at fór hann
ikki frá, fór tað at enda í
einum blóðbaði.
Men
í
veruleikanum
hevði forsetin einki í at
velja, siga eygleiðarar í
georgiska høvuðsstaðnum
Tblisi. Tá Sjevardnadse fyri
trimum vikum síðani kunn-
gjørdi úrslitið av tjóðar-
tingsvalinum, misti fólkið
álitið á honum, tí tað var
øllum greitt, at tað almenna
valúrslitið var úrslit av
umfatandi sviki. Andstøðan
kravdi forsetan frá, og tá
partar av herinum og løg-
regluni
um
vikuskiftið
søgdu seg styðja andstøð-
una, hevði forsetin einki í
at velja.
Tann royndi Sjevard-
nadse vann sær stóra virð-
ing kring heimin, tá hann
sum sovjetskur uttanríkis-
ráðharri hjá Mikhail Gor-
batjov var við til at gera
enda á kalda krígnum. Men
hansara forsetatíð í Georgia
hevur roynst illa. Fyri
tíggju árum síðani var Ge-
orgia ein tann mest múgv-
andi parturin av Sovjetsam-
veldinum. Í dag er lønin
sum í menningarlondunum,
og stórur partur av fólkin-
um hevur livikor, sum eru
niðan fyri hungursmarkið.
Hevði einki annað val
Eduard Sjevardnadse valdi at fara frá heldur enn at leiða Georgia út í eitt blóðbað
Hava álit á Russlandi
Tá russisku myndugleikarnir í summar fóru í hernað
ímóti stóra oljufelagnum Yukos og stjóra tess, Mikhail
Khodorkovskij, roknaðu búskaparfrøðingar við, at
útlendski fíggjarheimurin fór at venda Russlandi bakið.
Men so er ikki. Eitt yvirlit yvir útlendsku íløgurnar í
Russlandi í juli-ársfjórðingi vísir, at útlendingar gjørdu
íløgur fyri 8,2 milliardir amerikanskar dollarar í Russ-
landi frá juli til oktober. Tað merkir, at útlendsk feløg og
einstaklingar hava gjørt íløgur fyri næstan 21 milliardir
dollarar í Russlandi frá nýggjárinum til 1. oktober, og
tað eru heili 62 prosent meiri enn í somu mánaðum í fjør.
Flestu útlendsku íløgupengarnir koma úr Týsklandi,
USA, Kýpros, Bretlandi, Fraklandi og Niðurlondum.
Óheftir búskaparfrøðingar siga, at tað eru tær stóru
útlendsku íløgurnar, sum gera, at framburðurin í russ-
iska búskapinum framvegis er stórur. Stjórnin í
Moskva roknar við, at búsksparvøktsurin verður 6,6
prosent í ár. Hinvegin hava russarsjálvir ikki so stórt
álit á landsins búskapi og myndugleikum. Í hvussu er
hava teir flutt nógvar milliardir dollarar av landinum.
Vænta gott val
Um tríggjar vikur verður val í Norðurírlandi, og í pol-
itiska vonginum hjá IRA, Sinn Fein, vænta tey, at
flokkurin fer at fáa eitt gott úrslit.
Formaðurin í Sinn Fein, Gerry Adams, sigur við
NTB, at sambært einari veljarakanning hjá blaðnum
Sunday Times fer flokkur hansara fram um tann hóv-
liga flokkin SDLP, sum eisini er katólskur, og sum eis-
ini er fyri tættari sambandi ímillum Norðurírland og Ír-
land eins og Sinn Fein. Sjálvur stillar Gerry Adams upp
í vestara partinum av Belfast. Har fekk Sinn Fein fýra
umboð á valinum seinast, og floksformaðurin vónar at
fáa eitt umboð afturat hesaferð. Tað er lítil ivi um, at
formaðurin verður afturvaldur, men tað er ikki vist, at
hann fer at fáa flestar atkvøður. Næstformaðurin í Sinn
Fein, Martin McGuinness, sigst hava gjørt sera nógv
burtur úr valstríðnum hesaferð.
Fyrrverandi fyrstiráðharrin David Trimble, sum er
talsmaður fyri at varðveita Norðurírland sum part av
bretska ríkinum, segði um vikuskiftið, at hann er ikki
sinnaður at skipa stjórn saman við Sinn Fein, fyrr enn
IRA hevur prógvað, at felagsskapurin hevur beint fyri
øllum sínum vápnum.
Bilurin er ov tungur
Orsakað av veksandi vandanum fyri yvirgangi hevur
norska stjórnin gjørt av at keypa Kjell Magne Bonde-
vik, forsætisráðharra ein nýggjan og tryggari bil.
Valið fall á ein BMW. Bilurin er klæddur við sterkum
stáli og hevur sjálvandi skottryggar rútar. Harafturat er
trygdarútgerð av ymsum slagi í honum. Men alt hetta
hevur gjørt, at bilurin hjá forsætisráðharranum vigar um-
leið fýra tons, og tað hevur elvt til trupulleikar, tí ein so
tungur persónbilur hevur ikki loyvi at koyra á teimum
norsku vegunum.
Kunningarstjórin í forsætismálaráðnum, Øivind Øs-
tang, sigur við blaðið VG, at bilurin vigar 40 kilo ov
nógv. Av tí at tað er BMW-verksmiðjan, sum hevur
gjørt bilin og trygdarútgerðina í honum, er tað eisini
BMW, sum skal gera tær neyðugu broytingarnar, so
bilurin lýkur norska lógarkravið. Ætlandi fer tað at taka
einar fjúrtan dagar at fáa tann nýggja forsætisráðharra-
bilin góðkendan, skrivar VG.
Filmur um ríkmann
Amerikanska filmsfelagið Crystal Sky hevur keypt rætt-
indini til at gera ein film um bretska ríkmannin Richard
Bran son.
Filmurin skal gerast eftir bókini "Loosing my virg-
inity", sum er ævisøgan hjá Richard Branson. Í bókini
skrivar hann, hví hann valdi at gevast tíðliga í skúlan-
um, og hvussu tað eydnaðist honum at gerast ein av
heimsins ríkastu handilsmonnum. Hann var ikki meiri
enn gott tjúgu, tá hann stovnaði plátufelagið Virgin,
sum hann í 1992 seldi fyri eina milliard dollarar. Hann
hevði eisini sítt egna flogfelag, Virgin Atlantic Air-
ways, sum hann stovnaði í 1984.
Crystal Sky ætlar at fara undir filmin næsta ár, og
felagið leitar nú eftir einum at standa fyri framleiðsl-
uni, skrivar NTB.
UTTAN ÚR HEIMI
Krás og krákutónar
Dragandi og deilig.
Mediterandi og mel-
ankolsk. Frá teski til
torusláttur. Eivør
Pálsdóttir leveraði
aftur vøruna við full-
ari innliving, tá hon
fyri fullsettum Norð-
urlandahúsi sang,
spældi og legði
nýggju fløgu sína
Krákan fram fyri
føroyingar sunnu-
dagin
KONSERT
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Eina tíð hevur hon búleik-
ast í Íslandi og funnið stev-
ið saman við sínum ís-
lendska bólki, ið er mann-
aður við Pétur Grétarsson,
Birgir Bragason og Eðvarð
Lárusson. Tey eru saman-
spæld. Eivør er fangandi í
fokus, og bólkurin syrgir
fyrst og fremst fyri at stuðla
uppundir hennara løg og
víðfevndu rødd við stemn-
ingsfullum undirspæli.
Eivør hevur vunnið hjørt-
uni hjá íslendingum, sum
eru ovfarnir av hennara
talenti. Vit kunnu bara taka
undir við teimum. Hon er
eitt náttúrubarn og sang-
snillingur, og tað vistu vit
longu av.
Tað var flog yvir Eivør í
Norðurlandahúsinum. Tað
tók eina løtu, áðrenn hon
kom á pallin. Høgt oman-
yvir okkum hoyrdu vit
hennara sveimandi rødd, so
vit spakuliga vandust við
tað serliga eivørska uni-
versið. So kom hon, og fólk
fagnaðu henni fyri líkasum
at geva hennara eina viður-
kenning fyri tað, hon hevur
útint síðan seinast.
Frá byrjan var hon ein
fuglur, klødd í einum hvít-
um hami, sum er seymaður
upp á hana. Eivør hevði
veingir, og á pallinum
hingu eisini fleiri uppblást
flogfør, sum helst vóru ein
skemtilig tøkk til føroyska
flogfelagið fyri eitthvørt.
Men Eivør er jú eisini
framvegis serføroysk, hóast
hon hevur víst sínar dygir
aðrastaðni eina tíð.
Skjaldrini seta framvegis
dám á tónasmíðið. Gomlu
munnbornu rímurnar, sum
vórðu njóraðar fyri børn-
um, hoyrast sjálvandi mest
aftur í løgunum Krákan og
Rura barnið, men eisini
aðrastaðni hómast íblástur-
in frá bæði kvæðum og
Kingo.
Konsertin er sonevnd
»promotion« fyri fløguna,
sum er eitt vet meiri krevj-
andi enn hennara fyrsta. Ei-
vør mennist, og skalt tú
dáma tað, er næstan neyð-
ugt, at tú fylgir við hennara
menning. Í støðum er tað
øgiliga stilt og seinført,
aðrastaðni hart og ágang-
andi. Hetta er ikki musakk-
ur, men gevur tú tær stund-
ir, so verður tú væl løntur.
Fyrra fløgan hevði fleiri
løg enn hendan, sum fang-
aðu beinanvegin. Løgini,
sum fara at vinna flest
hjørtu á Krákuni eru óivað
Hjarta mítt, sum er sera
einfalt og vakurt. Tað
nærmasta vit koma einum
hitti. Rósufarið verður óiv-
að eisini spælt á útvarps-
støðum, og á hesum løgum
kemur styrkin hjá Eivør
rættiliga fram. Einfaldi
bygnaðurin í løgunum, ið
minna okkum á Hanus Jo-
hansen, gevur henni rása-
rúm at leggja allar kenslur
í.
Á konsertini var lagið
Brostnar borgir, sum Eivør
skrivaði tann 11. septem-
ber, tann sterkasta uppliv-
ingin. Ta løtuna var Eivør
sum fuglurin Fønix, ið reis
aftur úr øskuni og gjørdist
vónin, sum fekk heimin at
síggja, at tað altíð eru glott-
ar. Við sínum serki, líktist
hon einari tølandi nonnu
við rockgittara, ið bæði
fyrigav, revsaði og elskaði
alt í senn.
Á konsertini hevði Eivør
fyri fyrstu ferð tveir kór-
sangarar og ein cellospæl-
ara, Høgna Reistrup, við
sær, og tað gjørdist hon ikki
verri av.
Óneyðugt er enn einaferð
at leggja dent á ótrúliga
sangkunnleikan hjá Eivør.
Hon er bara. Vit bíða longu
spent eftir næsta leiki.
C
M
Y
K
21
20