Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 25. november 2003 23 Uttan útlendingar gekk striltið hjá meistarunum at knógva uppflytar- unum úr VB, men við einum lopi í seinna hálvleiki eydnaðist tó at vinna neyðugu stigini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Meistararnir úr VB eru mest sum ikki at kenna aftur í løtuni. Tó at útlendingamálið í løtuni tykist parkerað, og leik- ararnir hjá VB tí enn tykjast verða verandi í landinum, so hevði VB hvørga av hesum báðum við leygardagin. Hartil er triðja útlendska kvinnan, Daiva Tou- maite, heldur ikki við vegna skaða, og hetta var um at kosta teimum stig móti Søljuni leygar- dagin. Á pappírinum er ann- ars einki at ivast í, at hetta var ein av teimum dystunum, har VB skuldi fáa tvey løtt stig til høldar, men tað gekk tó alt annað enn lætt við hesum. Frá byrjan fylgdu gesturnir úr Vágum sera væl við, og tó at VB royndi at toga, so eydn- aðist hetta ikki meira enn partvíst. Ein glotti tóktist vera íkomin, tá VB stutt undan steðgin- um skeyt seg upp á 8-6, men við trimum málum á rað syrgdi Søljan fyri, at tær høvdu eina ó- væntaða leiðslu í steðg- inum. Tað kom tó nakað av vend í seinna umfarið. VB legði alt fyri eitt bragdliga fyri, og ikki minst gav hetta at bíta, tá Søljan eitt skifti fekk tríggjar útvísingar á rað. Heilt stórur gjørdist munurin tó ikki, men VB fekk nú betri frið yvir spælið, og seinasta korterið ella har á leið kundu tær so hugsa um at halda fast um leiðsl- una. Hetta eydnaðist eisini, og við sigrinum syrgdi VB í øllum førum fyri, at tær enn hava samband við hini liðini í oddinum. Hvussu leingi hetta sambandið kann haldast við líka veldst tó eisini um, nær útlendsku leikararnir verða tøkar aftur. Tað gekk uttan tær móti Søljuni, men tað er einki at ivast í, at talan fer at verða um munin truplari dystir komandi vikurnar. Ein skái er tað tó kanska, at skipanin í so máta er lagað ógvuliga væl hjá VB. Tí umframt dystin móti Søljuni, so verður avgjørda botn- liðið úr Kyndli mótstøð- an komandi vikuskifti, og so mugu tær í VB bara vóna, at øll loyvi hjá fremmandu leikar- unum eru í lagi eftir hetta. Tá endar VB nevnliga endaspælið við dystum móti ávíkavist VÍF, StÍF, Stjørnuni og Neistanum í nevndu raøfylgju. Hjá Søljuni tykist málið framvegis standa greitt. Hesa ferð var nær við, men fyrst og fremst er tað í dystunum móti Kyndli, at stigini skulu fáast til høldar. Fyrsta royndin riggaði væl á heimavølli, og so er spurningurin, hvussu tað fer at gangast, tá liðini hittast aftur mikudagin. Dysturin í tølum VB-Stjørnan 19-15 (8-9) Málskjúttar VB: Rannvá Augustin- ussen 4, Margreth Augustinussen 3, Eyð- dis Kjærbo 3, Gurið Mortensen 3(2), Laila Jespersen 3, Eyðbritt Krosslá 2, Jacoba Poul- sen 1 Søljan: Nicoleta Radu 5(1), Heidi-Maria Aks- elsen 4, Jana Jakobsen 2, Arnleyg Haraldsen 2, Heidi Haraldsen 2 Brotskøst: VB 5, Søljan 3 Útvísingar: VB 2, Søljan 4 Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dim- on VÍF lá til at vinna uppgerðina at kalla allan dystin, men seinastu løtuna var tó um reppið, at Neistin streyk avstað við øllum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir nøkur ár, har liðið hevur verið óvanliga langt frá føroyska hondbóltsodd- inum, tykist Neistin í ár hava ætlanir um at leggja seg út í oddastríðið. Nýggju tíðirnar í før- oyskum hondbólti, har út- lendingar seta sín avgjørda dám á liðini, hava fyri tað nógva viðført, at Neistin er vorðin eftirbátur, men í ár er Neistin komin við í hesum leikinum. Men eitt er tó framvegis við tað gamla. Fremsta vápnið hjá liðnum var í nógv ár ein framúr stríðsvilji, og hetta tykist eisini vera lykilin, sum í ár skal læsa portrið til heiðursmerkini upp. Simona móti rest Sunnudagin var tað VÍF, sum fekk smakkin av hes- um, og tað ber illa til at siga annað, enn at vestmanna- kvinnurnar vóru ávaraðar um hetta frammanundan. Fyrra dystin millum liðini hevði VÍF heilt leingi eina trivaliga leiðslu, men sein- astu minuttirnar máðaði Neistin av álvara burtur av hesari, soleiðis at tað var um reppið, at stig spurdust burturúr ta ferðina. Soleiðis var eisini hesa- ferð, tó at leiðslan hjá VÍF ikki gjørdist so heilt triva- lig. Men longu um miðjan fyrra hálvleik tóktist tað tó ganga tann vegin, at stigini skuldu fara úr høvuðs- staðnum. Verjan hjá VÍF fekk at kalla fatur á øllum tí, sum Neistin royndi seg við, og tó at gestirnir kanska ikki spældu sum meistarar, so megnaðu tær við einstak- lingaavrikum frá serliga Ioanu og Sóley at skjóta neyðugu málini. Einasti leikarin, sum VÍF ikki fekk fatur á, var Simona Dziu- gyte, sum hesaferð hevði ein av sínum heilt góðu døgum. At skotini frá henni munnu teljast millum tey allar harðastu í kvinnu- deildini, er so avgjørt eing- in loyna, og tá hon so eisini megnar at fáa hesi bæði uppum og framvið verju- garðinum hjá mótstøðuni, so gerst tað ofta trupult hjá mótstøðuni. Hvønn týdning hetta hevði fyri Neistan, fram- gongur einabest av at taka eitt skjótt yvirlit oman eftir dómaraseðlinum. Frá 10. til 45. minutt fekk Neistin 16 mál, og av hesum átti litav- iski stórskjúttin ikki færrri enn 12! Mundi koppað heilt Um hetta mundið gjørdist knappliga eisini greitt hjá VÍF, at tað kanska fór at verða nóg mikið hjá Neist- anum við hesum einmans- herinum. Bláa verjan kom sum frá leið alt betri við í dystin, og tað gjørdist truplari og truplari hjá VÍF at skora. Fyri at steðga mótstøðuni í at skora, valdu venjararnir tí at fara undir mansverju av Simonu, men heldur ikki hetta tóktist hava tí heilt stóru ávirkanina. Um tað var tilætlað, ella um plássið nú bara gjørdist tað betri, skal ikki sigast, men brád- liga fóru aðrar á heimalið- num nú at gera um seg. Neistin hekk alla tíðina fast í VÍF, men tá ein annars væl leikandi Lina Andriulyte fekk tveir fingrar, og VÍF eftirfylgjandi skoraði tvær ferðir, tóktist slagið tapt. Men enn einaferð vendist gongdin. 3XSimona í tríggjar minuttir sendu brádliga Neistan á odda, og tá VÍF javnaði við góðum 10 sekundum eftir, kundi talan gerast um eitt seinasta álop. Her sýndi Ioana tó stóra rutinu við alt fyri eitt at steðga neistaálopinum, soleiði at talan at enda gjørdist um tríggja metra kast, og framman fyri ein- um væl vaksnum verju- garði megnaði sjálvt ikki Simona Dziugyte at senda hetta í meskarnar. Bæði vunnu Og sum so kunnu báðir partar vera heilt væl nøgdir um javnleikin. Hvørgin teirra hevði nakran javnleik á kontini undan dystinum, og halda tey seg burtur frá nøkrum endurtøkum, so gevur dysturin fult, tá stig- ini verða býtt í helvt. Fyri Neistan merkir hetta, at liðið framvegis heldur fast í oddinum, har tær nú eru fýra stig aftan fyri tey fremstu. Ein mun- ur, sum tó ikki merkir meira enn ein einstakur dystur í endaspælinum. Fyri VÍF sigur talvan, at tær nú eru ájavnar Stjørn- uni í stigum, og tað vil so aftur siga, at tær enn hava allar møguleikar at enda ovast. Her verður tó nógv avgjørt teir báðar komandi dystirnar. Báðir verða teir á heimavølli, og eru tað ávíkavist Stjørnan og VB, sum tá vitja í Vestmanna. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 26-26 (11-15) Málskjúttar Neistin: Simona Dziugyte 16(5), Lív Sørensen 3, Marjun Tróndarson 3, Lina Andriulyte 2, Unn Krage- steen 1 VÍF: Ioana Rápa 9(2), Sóley Mikkelsen 8(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða Marjunardóttir 2, Irina Radovici 2, Jacklin Durhuus 1 Brotskøst: Neistin 5, VÍF 3 Útvísingar: Neistin 3, Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trygvi Morten- sen. Ikki altíð líka sann- førandi VB-Søljan 19-15 (8-9): Meistararnir á knøunum Neistin-VÍF 26-26 (11-15): Treiskar neistakvinnur Stóran part av dystinum hevði VÍF-verjan eitt sera gott tak á mótstøðuni, sum sjáldan fekk pláss at bróta ígjøgnum Mynd: Finnur Justinussen 23 Nr. 224 • týsdagur • 25. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Vestmenningar tókt- ust leingi stevna beint úr kreppuni, men seinastu góðu løtuna vóru negativu eyð- kennini aftur at síggja HONDBÓLTUR Jákup Mørk VÍF skuldi úr aldudalinum, sum liðið hevur verið í, tá teir vitjaðu Neistan sunnu- dagin. Eftir eina út av lagi vánaliga byrjan, fingu vestmenningarnir loksins ein sigur, tá teir seinasta vikuskiftið leiktu móti KÍF, og vónin var so tann, at hetta »succes-upplivilsið« kundi lyfta liðið upp á vanligu hæddirnar aftur. Møguleikin at staðfesta hetta var sunnudagin, tá Neistin tók ímóti, og heilt leingi var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast gestun- um at røkka setninginum. Risamunur Munurin millum liðini var nevnliga stórur fyri steðgin. Risastórur. Í verjupartinum hevði væl vaksna VÍF-verjan eitt jarnhart tak um Neistan. Sjálvt annars stóri Birgir Kass tóktist lítil, har hann stóð millum Sámal og Piti, og vanliga so málsólkni Dragisa Stojovic fekk snøgt sagt einki burturúr sínum royndum. Antin stóð blokk- urin fyri, ella varð hann í skotstøðuni somikið hart kroystur, at fyrst Eli Müller og síðani Dejan Lacok lítlar og ongar trupulleikar høvdu av honum. Og í álopspartinum var nakað væl meira bit í liðnum, enn tað so ofta hevur verið áður. Ikki minst tóktist Ingi Olsen at vera sera væl upplagdur, og bæði sum skothóttan og sum spælskipari stóð hann fyri sera nógvum av tí, sum VÍF førdi fram. At Neistin »bara« var fimm mál aftanfyri í steðginum, komst eina og aleina av teirri orsøk, at Zeljko Jotic bara tykist halda fram við sínum higartil besta kappingarári í føroyskum hondbólti, og tá teir hittust í skiftirúminum millum hálvleikirnar mundu neistaleikararnir eisini prísa sær lukkuliga fyri, at hann soleiðis hevði hildið teimum i dystinum. Jugoslaviskur múrur Og í seinna hálvleiki skuldi hetta eisini vísa seg at verða bjargingin hjá lið- num. Neistin fór alt fyri eitt undir at minka um munin. Serstakliga Áki Mørk tóktist sera væl upplagdur, so við og við tók munurin at minka. VÍF megnaði tó at svara aftur, men avrikið hjá Jota mundi eisini ríva burturav sjálvsálitinum hjá VÍF, og um miðjan hálv- leikin gjørdist heilt galið. Tað kundi nú nærum vera líkamikið, hvussu fríir leikararnir vóru. Antin tók jugoslaviski málverjin skotini, ella gjørdist virð- ingin ov stór, soleiðis at skotini vórðu yvirplaserað. Seinastu góðu tíggju minuttirnar fekk VÍF bert eittans mál, og so kundi Neistin av álvara gera um seg. Tað eydnaðist eisini liðnum at koma upp á javnleikin, men meira enn tað sama gjørdist talan so ikki um. Møguleikarnir vóru annars til staðar, men at tað í sjálvum sær ikki er nóg mikið, mundi mót- støðan sunnudagin vera besta boðið um. Neistin misti Og at hetta ikki eydnaðist, mundu teir í Neistanum iðra seg um eftir dystin. Grundað á ein javnleik í fyrsta dystinum á árinum, so var einsamalla stigið einki vert hesaferð, og soleiðis máttu teir síggja grannarnar úr Kyndli fara avstað á talvuni. Hjá Vestmenningum taldi stigið hóast alt, men tað skerst ikki burtur, at eisini teir mundu iðra seg. Ser- stakliga tí teir á hendan hátt mistu møguleikan at seta eitt endaligt punktum fyri krepputosinum, sum hevur valdað í sigursvandu bygd- ini. Til hetta fáa teir tó ein nýggjan møguleika kom- andi vikuskifti. Tá kemur StÍF á vitjan, og tá plagar talan sjáldan at vera um keðiligar dystir. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 22-22 (9-14) Málskjúttar Neistin: Áki Mørk 6, Blagoje Buha 5(1), Dragisa Stojovic 5, Helgi Justinus- sen 4, Birgir Kass 1, Helgi Michelsen 1 VÍF: Ingi Olsen 8, Agnar Joensen 5, Sámal Joensen 4, John Zachariasen 3, Petur Fr. Joensen 1, Harald Bjørgvin 1 Brotskøst: Neistin 2, VÍF 1 Útvísingar: Neistin 1, VÍF 1 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trygvi Morten- sen. Tóktust halda eina ov veika linju, soleiðis at leik- arar í ov stóran mun gjørd- ust fastur í nærdystunum. Neistin-VÍF 22-22 (9-14): Kreppan ikki liðug Langa løtu av dystinum hóttu Sámal og hinir vestmenningar við at hølva Neistan ígjøgnum. Men teir sleptu takinum, og tá varð um reppið, at teir bláu fóru avstað við øllum Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 22