Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 25. november 2003 25 Enn eru nógv umfør eftir, men í løtuni eru tað tvey lið í serklassa í 1. deild, meðan hini fýra liðini í deildini tykjast jøvn TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Eftir trimum umførum liggja kollfirðingar og klaksvíkingar nærum lið um lið í oddinum. Bæði liðini, sum hava vunnið sínar tríggjar dystir, hava ávíkavist tíggju og nýggju stig. Toftamenn eru á ein- um triðja plássi við fimm stigum, men bert hálvt- annað stig er niður til sandavágsmenn, sum eru aftastir. Kollfirðingar høvdu bæði leygardagin og sunnudagin svenska kenningin og stórmeistaran Tiger Hil- larp-Persson við á liðnum. Móti Sandavági leygar- dagin eydnaðist tað Torkili Nielsen at leika javnt móti Tiger. Dysturin endaði 3,5 — 0,5 til oddaliðið. Hinir dystirnir leygar- dagin vórðu millum Toftir og Klaksvík og Hvalvík og Havnina. Klaksvíkingar vunnu ein tryggan 3-1 sigur á toftamonnum. Ólavur Simonsen vann eitt gott talv á fyrsta borði móti Boga Ziska. Talvið er við í blaðnum í dag. Hvalvíkingar við Rógva W. Rasmussen á fyrsta borði, leikti 2-2 móti havn- armonnum. Olaf Berg vann uppgerðina á fyrsta borði. Kollfirðingar sorlaðu havnarmenn Sunnudagin varð tann klassiski HT-KT dysturin á skránni í Havnini. Eitt sterkt og styrkt kollfjarða- lið vundu burturúr einum rættiliga skerdum havnar- liði. 4-0 bleiv úrslitið. Við GM Tiger, Hans Kristian Simonsen, Torbjørn Thom- sen og Eyðálvi Johannesen á liðnum, eru kollfirðingar favorittar at vinna FM- heitið. Tiger verður allar- helst ikki oftani við, eftir- sum hann eisini telvar við í svensku og donsku lið- kappingini, men sjálvt uttan hann er liðið sterkt. Tiger vann á Olaf, eftir at Olaf kom illa frá byrjanini. Hans Kristian vann í einum annars jøvnum talvi á Her- luf Hansen. Hví havnarliðið er so- mikið skert, er ilt at siga. Martin Poulsen er í Ungarn og telvar enn eina kapping, men eitt nú kundi ein Haldur Suni Johansen styrkt alsamt um liðið. Uttan at taka nakað frá teimum sum mannaðu 3-4. borðini, so eigur eitt stórt felag sum Havnar Telving- arfelag at hava sterkari manning. Ein kundi eisini spurgt, hví ikki geva teim- um ungu ein kjans í fremstu røðini, um tað alíkavæl ikki er møguligt at hava nóg sterk 3-4. borð? Her verður serliga hugsað um Helgi D. Ziska og Rógva Mortensen, sum eru tveir lovandi unglingar. Klaksvíkingar við Ólavi Simonsen í góðum formi vunnu somuleiðis stórsigur sunnudagin. Bert hálvt stig fingu hvalvíkingar, sum Finnbjørn Zachariassen fekk ímóti Rana Nolsøe. Ólavur vann á Martin Brekká, sum yvirtók fyrsta borðið frá Rógva, ið ikki leikti við móti klaksvíking- um. Toftamenn vunnu botn- dystin móti sandavágs- monnum. Tríggir javnleikir, eitt nú millum Torkil Nielsen og Jens Kristian Hansen, og ein sigur sum aldursforsetin og heiðurs- limurin í føroyskari telving Jústines Hansen stóð fyri, tá hann vann á einum øðr- um veterani, Gutta Peter- sen. Spennandi verður at fylgja tvídráttinum millum kollfirðingar og klaksvík- ingar. Hini liðini fara helst at berjast um bronsuna, og undan niðurflyting. Enn einaferð eingin vinnari Í seinasta talvteigi frættu vit at Kasparov hevði vunn- ið triðja talvi í dystinum móti heimsins sterkastu talvteldu, Fritz. Støðan varð tá 1,5 — 1,5, og eitt talv restaði í. Fritz hevði hvíta fólkið í hesum sein- asta talvið, fekk ein lítlan fyrimun, men tá Kasparov út ímóti miðspælinum valdi ein tryggan leist, varð tað torført hjá báðum pørtum at bróta ígjøgnum, og djúpt inni í endatalvinum bleiv javnleikur úrslitið. 2-2 og enn vita vit tí ikki við vissu hvør hevur mun- in, menniskjan ella tøknin. Kasparov vardi mannaætt- ina væl, og prógvaði í øll- um førum, at enn er skap- arin ikki í undirluta í mun til skapanarverkið. Talvið hesa vikuna Ólavur Simonsen (2229) - Bogi Ziska (2129) FM-lið 2003/04 ( 2.umfar) 22.11.2003 1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 g6 4.0—0 Bg7 5.c3 Rif6 6.d4! (Soleiðis hava vit kent Ólavur í mong ár. Kompromileys telving, har finnur hansara verða offraðar fyri gott spæl) 6...Rixe4 (Átti Bogi at tikið ímóti gávuni? Møguliga, men nú biðjur hann um tað sjálvur. Ólavur kundi neyvan verið fegnari, finnu minni og støðan óbalanserað, hjá svørtum í øllum førum) 7.d5! Rid6 8.Bd3 Rie5 9.Rixe5 Bxe5 10.Re1 Bf6 (10...Bg7 11.Bg5 er gott hjá hvítum) 11.Bh6 (Svartur tykist longu nú trælabundin) 11...Fb6 12.Ff3 Kd8 (Hvítur hótti Fxf6) 13.Bf4 g5! (Góður verjuleikur) 14.Be3?! (Kanska einasti feilur hjá Ólavi í talvinum. Bxd6 og Ria3 sær vinnandi út. Nu eigur Bogi helst at leika 14...Fxb2 fyri at halda sær í hitanum...) 14...Fc7? 15.Ria3 h5 16.Rab1 a6 17.b4 (Læsir upp støðuna) 17...c4 18.Rixc4! Rixc4 19.Bxc4 g4 (Eftir Fxc4, kemur Bb6+ og Fxf6) 20.Fe4 d6 21.Bb3 Fxc3 (Nakað djarvt. Ólavur leitar nú eina vakra og avgerandi kombinatión fram) 22.Rbc1 Fe5 23.Ba4 (Við hóttanini Bb6+ mát) 23...b5 Støðumynd eftir 23...b5 24.Fc4!! Og Bogi gavst. Frúgvin kann ikki takast vegna Bb6+ mát. Besta verjan er 24...Bd7, men eftir 25.Fc7+ Ke8 26.Fb7 Rd8 og 27.Bb6 vinnur hvítur lættliga. Eitt flott og klassiskt talv av Ólavi 1—0 1. deild 2. umfar TT KTF 1-3 Bogi Ziska Ólavur Simonsen 0-1 Andreas Andreasen Rani Nolsøe 0-1 Helgi Joensen Finnbjørn Vang 1-0 Øssur Hansen Tummas M. Anthoniussen 0-1 TFS HT 2-2 Rógvi W. Rasmussen Olaf Berg 0-1 Martin Brekká Herluf Hansen 0-1 Finnbjørn Zachariassen Óli Joensen 1-0 Sámal Christiansen Sigurð Justinussen 1-0 KT ST 3,5-0,5 Tiger Hillarp-Persson Torkil Nielsen 0,5-0,5 Hans Kristian Simonsen Sonni Nielsen 1-0 Eyðálvur Johannesen Jónfinn Thomsen 1-0 Grettir Djurhuus Gutti Petersen 1-0 1. deild 3. umfar KTF TFS 3,5-0,5 Ólavur Simonsen Martin Brekká 1-0 Rani Nolsøe Finnbjørn Zachariassen 0,5-0,5 Finnbjørn Vang Sámal Christiansen 1-0 Tummas M. Anthoniussen Gunnar Joensen 1-0 ST TT 1,5-2,5 Torkil Nielsen Jens Christian Hansen 0,5-0,5 Sonni Nielsen Andreas Andreasen 0,5-0,5 Jónfinn Thomsen Helgi Joensen 0,5-0,5 Gutti Petersen Justinus Hansen 0-1 HT KT 0-4 Olaf Berg Tiger Hillarp-Persson 0-1 Herluf Hansen Hans Kristian Simonsen 0-1 Jógvan Joensen Torbjørn Thomsen 0-1 Ingi Kirke Eyðálvur Johannesen 0-1 Støðan í 1. deild 1. KT 10 2. KTF 9 3. TT 5 4. HT 4,5 5. TFS 4 6. ST 3,5 2. deild, 2. umfar KTF2 VT 1-3 HT2 RT 3-1 KT2 VT2 2-2 Talvstøður Kappingin stendur millum Kollafjørð og Klaksvík 2. deild, 3. umfar RT KTF2 2-2 VT KT2 3,5-0,5 VT2 HT2 0-4 Støðan í 2. deild 1. HT2 10 2. VT 9,5 3. KT2 5,5 4. RT 4 5. KTF2 4 6. VT2 3 Hans Kristian Simonsen og liðfelagarnir úr Kollagirði góvu havnarmonnum bank hetta umfarið 25 24 Nr. 224 - 25. november 2003 C M Y K 24 Tvær ferðir á tindinum Simona Dziugyte tykist vera leikarin, sum megnar flestu málini í einstøku dystunum METSKJÓTING Jákup Mørk Tá Simona Dziugyte við brotskasti legði Neista- kvinnurnar á odda 26-25, var hon helst óvitandi um, at hon samstundis skrivaði eitt lítið pettið av føroyskari hondbóltssøgu. Seinastu fimm kapping- arárini er tað nevnliga tvær ferðir áður komið fyri, at kvinnuligur leikari í einum og sama dysti hevur skotið 16 mál. Og tá Simona sam- stundis er onnur av teimum, sum hevur framt hetta áður, so er skjótt at staðfesta, at hon – roknað á hendan hátt – er vandamiklasta hond- bóltskvinnan í landinum. Hin leikarin, sum hevur skotið 16 mál í sama dysti er annars Gabrielle Fekete, sum leikti við VB fyri tveimum árum síðani, men hon er ikki longur aktiv á føroysku klettunum. Hóast tað javnan kemur fyri, at leikari skjýtur stór- an part av málunum í ein- um dysti, so er tað meira sjáldsamt, at hálvgum runda 15-talið verður rund- að. Soleiðis var hetta bert 12. ferðin, at hetta er komið fyri, tá vit rokna frá og við k a p p i n g a r á r i n u m , 1999/2000. Undan hesum er tað tó onkra tíð komið fyri, og eitt nú fingu vit í fjør staðfest, at Egil Johan- sen í 1977 skeyt 21 mál, tá Stjørnan vann 29-22 á StÍF. Hvørt hetta er met ella ikki, fáa vit tíverri ikki staðfest. Hagtalsgrundar- lagið fyri hondbóltslands- kappingina er tíverri ov veikt í so máta, men her er so listin við teimum, sum hava skotið 15 mál og fleiri í sama dysti seinastu fimm kappingarárini. Simona Dziugyte var flúgvandi sunnudagin, og 16 ferðir noyddi hon VÍF-málverjan í meskarnar eftir bóltinum Mynd: Finnur Justinussen Í kappingarnevndini hjá Hondbóltssam- bandinum skilja tey ikki, at VB framvegis ikki torir at nýta útlendsku leikararnar ÚTLENDINGAMÁLIÐ Jákup Mørk Sum tað framgongur aðra staðni á hesum síðum, so tykjast tey í VB framvegis ikki vilja gera nýtslu av út- lendsku leikarunum, sum óviljað endaðu í sentrum av útlendingamálinum í før- oysku hondbóltskappingini. Í ítróttartíðindunum leyg- arkvøldið staðfesti Bogi Mortensen, at so leingi málið er parkerað, so vilja tey ikki nýta leikararnar. – Vit vilja binda um heilan fingur, vóru boðini, sum formaðurin í hond- bóltsdeildini hjá VB hevði at bera, tá hann varð spurd- ur um, hvørt tey framvegis ikki kundu gera nýtslu av leikarunum. Í hesum blaðnum skrivaðu vit annars í farnu vikuni, at nú kundu tær báðar út- lendsku kvinnurnar loksins fara at spæla hondbólt aftur, og sambært kappingar- nevndini hjá HSF, so tykist tað heldur ikki vera nøkur forðing fyri, at so kann verða. – Nú hava vit als ikki viðgjørt hetta málið, men sjálvur rokni eg ikki við, at tað kann koma upp á tal at frádøma VB nøkur stig. Heldur ikki um tað skuldi víst seg, at leikararnir ikki hava loyvi at vera í Føroy- um. sigur Julian Olsen vegna kappingarnevndina. – Einastu ferð, at vit hava verið íblandaðir málinum, var tá leikloyvið varð út- skrivað til VB. Tá kannaðu vit eftir, hvørt leikararnir vóru leysir av fyrrverandi feløgunum, og hvørt skiftið var í tráð við EHF-reglur- nar, og annað enn tað hava vit so ikki gjørt, sigur hann. Ikki upp til fútan Spurningurin hevur annars verið reistur, hvørt VB kann dømast at missa stigini, sum tær hava fingið við út- lendsku leikarunum á liðn- um, um fútin skuldi komið til ta niðurstøðu, at leik- ararnir skulu av landinum, og at tær ongan tíð hava havt loyvi at spæla við VB. At byrja við vóru boðini frá fútanum annars, at tær ikki kundu spæla hondbólt her á landi, tá tær ikki høvdu arbeiðsloyvi. Men hóast hesa rættarligu stað- festing, so ber illa til at ímynda sær, at hesi boðini verða fylgd á stigatalvuni. Sum útinnandi valdið innan hondbóltin er tað fyrst og fremst HSF, sum ger av, hvørt leikarar hava loyvi at spæla í kappingini ella ikki, og tað hava tær báðar VB-kvinnurnar. Um tær so hava loyvi at vera í landinum ella ikki er eitt heilt annað mál, sum kann viðføra útvísing og mist leikloyvi. Men tað er í øllum førum ilt at ímynda sær, at ein frátøka av leik- loyvinum kann gerast við afturvirkandi kraft. Svimjidómara-/ hjálparfólkaskeið Miðvíst arbeiði verður nú gjørt, til tess at hækka støðið hjá dómarum og hjálparfólki til svimjikappingar SVIMJING tíðindaskriv Til eina svimjikapping krevst nógv hjálparfólk. Við dómarum,tíðtakarum o.ø. er tørvur á okkurt um 15-20 fólkum til hvørja kapping. Ein av teimum, ið hevur virkað sum høvuðsdómari gjøgnum nógv ár, varð Jon Hestoy. Jon hevur eis- ini verið altjóða dómari síðan ár 2000 og hevur hann tískil dømt fleiri kappingar uttanfyri land- oddanar eisini. Saman við Jon, hevur Sørin S. Djurhuus í nógv ár virkað sum startari. Sørin hevur so tikið eftir Jon til fleiri av okkara heimligu kappingum og er hann í dag eisini al- tjóða startari og yvir- dómari. Hetta seinasta árið hava teir báðir, Jon og Sørin, ar- beitt við at føroyska frá- lærutilfar, sum kann nýtast til tey, ið hava hug at fáa eitt grundskeið í svimji- reglum og annars ynskja at gera sítt til at skapa eina góða kapping. Síðan hevur Sørin havt skeiðir runt í landinum og stóð ymisku svimjifeløgunum tí í boði at taka lut. Fyrsta skeiðið var í Suðuroy í mai mán- aða, har 23 luttakarar lut- tóku. Síðan varð farið til Klaksvíkar og Havnar, har ávíkavist 5 og 11 vóru við. Fyri 14 døgum síðan varð skeið hildið á Kambsdali fyri svimjifeløgunum í Eysturoynni og vóru har 27 luttakarar. Støða er tikin til, at tað í framtíðini skal vera upp til svimjifeløgini, at boða frá um tey hava nøkur ið yn- skja hjálparfólkaskeiðið. Er áhugi, kann ein seta seg í samband við Sørin S. Djurhuus á tlf. 210667 ella á t-post: sorin-d@post.olivant.fo Tjóvstartur ella ikki. Tað er upp til dómaran, men nú skulu hesir fáa betri upplæring Mynd: Øssur Mohr HSF tekur eingi stig Einasti útlendingurin, sum VB torir at gera nýtslu av í løtuni, er Daiva Toumaite, men hon hevur skaða at dragast við, og fær tí ikki við 15 mál 2001/02: Bjarni Wardum (H71), StÍF-H71 2001/02: Heini Hanusarson (Neistin), VÍF-Neistin 2001/02: Asta Petrauskiene (Søljan), Søljan-Kyndil 2001/02: Ioana Rápa (VÍF), Søljan-VÍF 2000/01: Gurið Mortensen (VB), Tjaldur-VB 1999/00: John Petersen (StÍF), VÍF-StÍF 16 mál 2003/04: Simona Dziugyte (Neistin), Neistin-VÍF 2001/02: Gabrielle Fekete (VB), StÍF-VB 2001/02: Simona Dziugyte (Søljan),Søljan-Stjørnan 2001/02: Heini Hanusarson (Neistin), Neistin-H71 17 mál 2002/03: Áki Mørk (Neistin), KÍF-Neistin 1999/00: Áki Olsen (Neistin), Neistin-Tjaldur