Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 25. november 2003 27 TB og Mjølnir liggja ájavnt í oddinum TB vann oddadystin ímóti KÍF, og Mjølnir vann á verandi før- oyameistarunum ÍF. FLOGBÓLTUR Hermann Mortensen Í meistaradeildini hjá kvinnum er sera spennandi. Har lógu undan dystinum hettar vikuskiftið trý lið við 8 stigum hvør, og tað er bara 2 stig, sum skilja nummar eitt og fýra. Í høllini í Trongisvági møttust tvey av oddaliðin- um, TB og KÍF. Bæði liðini skuldu vaska tapið av sær, sum tey vóru fyri seinasta vikuskiftið. TB byrjaði sum eitt óløgi og vann greitt fyrsta settið 25-12. KÍF kom meira við í dystin, og annað sett gjørdust spenn- andi, men tað vóru tvøra- kvinnur ið megnaðu at halda høvdið kalt og vinna annað settið 25-23. Í triðja settið fylgdust liðini væl áleiðis, men TB kvinnurnar vóru meira avgjørdar og tær megnaðu at draga frá KÍF og vunnu settið 25-18, og sostatt dystin 3-0. Mjølnir fylgir við Í Klakksvík leiktu Mjølnir ímóti verandi føroyameist- arunum ÍF. Dysturin endaði við einum 3-0 sigri til Mjølnir. Settúrslitini vóru 25-19 25-23 og 25-15 til Mjølnir. Kvinnurnar hjá Mjølni eru rættuliga væl spælandi í løtuni, og sjálvt um settmunurin ikki varð so øguligur, so var sigurin ongantíð í vanda. Eftir dystirnar hettar vikuskiftið liggja TB og Mjølnir á fyrsta plássi við 10 stigum, meðan KÍF, sum nú hevur tapt tríggjar dystir á rað, liggur á øðrum plássi við átta stigum. Tvørakvinnurnar vunnu tryggan sigur, tá KÍF vitjaði í Trongisvági Mynd: Leivur Nygaard Og í Klaksvík fylgdu tær hjá Mjølni væl við, tá tær vunnu sín dyst móti ÍF Mynd: SáH Fuglfirðingar megn- aðu tað ongin annar hevur megnað higar- til í ár, nevniliga at vinna á Mjølni, í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti. FLOGBÓLTUR Hermann Mortensen Talan var um eina veruliga toppuppgerð leygardagin í Klaksvík, tá ið ÍF var á vitj- an. Bæði liðini lógu undan dystinum á fyrsta plássi við 8 stigum. Mjølnir hevði und- an dystinum ikki tapt eitt einasta sett. Og einasta ferð Mjølnir hevur fingið líkinda mótstøðu, var ímóti ÍF í fyrra dystinum teirra mill- um. Tá vann Mjølnir 3-0, menn settuni vóru sera jøvn. Hesaferð gjørdist ikki talan um ein spennandi og javnan dyst. ÍF vann dystin 3-0. Tað var eingin ivi um, at ÍF var betra liðið, og at sigurin var fult uppiborin. Við sær til Klaksvíkar leygardagin hevði fuglfirð- ingar ein nýggjan leikara. Tað er kroatin Dragan Marianovic, og fyri at gera pláss fyri nýggja leikaran- um hevði venjarin valt at seta føroyska landsliðsleik- arin Jan Áka á bonkin. Fyrsta settið vann ÍF sannførandi 25-19. Annað settið varð sera spennandi, bæði liðini høvdu møgu- leika at vinna settið, men tað vóru fuglfirðiungar, ið drógu longra stráið og vunnu settið 32-30. Í triðja settinum fór luftin full- komuliga úr Mjølni, og ÍF vann settið 25-15 og harvið dystin. Sigurin førir við sær, at ÍF er nýtt oddalið við 10 stigum í meistara- deildini hjá monnum. Tó hevur ÍF leikt ein dyst meir enn Mjølnir. Lætt hjá sørvingum Hin dysturin í meistara- deildini hjá monnum hettar vikuskiftið varð leiktur á Giljanesi ímillum SÍ, sum lá á triðja plássi, og Fleyr, sum bert hevur vunnið eitt sett higartil í kappingini og liggur aftast. Vágamenn fingu onga mótstøðu og vunnu lættliga 3-0. Settúr- slitini vóru 25-17 25-15 og 25-14. Við sigrinum liggja vágamenn nú á einum deildum øðrum plássi saman við Mjølni. Fuglfirðingar vunnu ímóti Mjølni Fuglfirðingar høvdu styrkt um liðið til dystin leygardagin, og hetta gav eisini úrslit í einum tryggum 3-0 sigri Mynd: SáH Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 7 5 - 2 18 6 12 10 2 Mjølnir 7 5 - 2 16 8 8 10 3 KÍF 7 4 - 3 13 14 -1 8 4 Dráttur 6 3 - 3 13 12 1 6 5 ÍF 6 2 - 4 7 12 -5 4 6 Fleyr 7 1 - 6 5 20 -15 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 6 5 - 1 15 5 10 10 2 Mjølnir 5 4 - 1 12 3 9 8 3 SÍ 6 4 - 2 14 8 6 8 4 Fram 5 1 - 4 5 13 -8 2 5 Fleyr 6 0 - 6 1 18 -17 0 Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur TB-KÍF 3-0 (25-12, 25-23, 25-18) Mjølnir-ÍF 3-0 (25-19, 25-23, 25-15) Meistaradeild menn Mjølnir-ÍF 0-3 (19-25, 30-32, 15-25) SÍ-Fleyr 3-0 (25-17, 25-15, 25-14) 27 26 Nr. 224 - 25. november 2003 StÍF-Kyndil 28-29 (26-12): Kyndil aftur á odda Við einum framúr stríðsvilja eydnaðist aftur hjá Kyndli at koppa strandingun- um, og nú er grøna havnarliðið aftur fremst í deildini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Okkurt serligt hevur verið yvir grøna kyndils-herinum í ár. Ein neisti, sum hevur verið tað evarska lítla pettið størri enn hjá øllum hinum, og ferð eftir ferð hevur hetta givið úrslit í, at Kynd- il í evstu løtu hevur snarað dystum til egnan fyrimun. Eitt sindur paradoksalt er tað so kanska, at einasti ferð greiður munur hevur verið í dystunum hjá Kyndli, var í dystinum móti botnliðinum, H71 herfyri. Sjey mál vóru á muni ta ferðina, men tað vóru hov- yíkingarnir, sum áttu hend- an fyrimunin. Hinar dystir- nar hevur Kyndil mest sum allar vunnið sera tepurt, og tí er støðan í løtuni tann, at Kyndil er oddalið í deildini við einum málmuni upp á pluss eitt! Noktaðu at gevast Sunnudagin var tað so á Skála, at Kyndil skuldi royna seg. Ein leikvøllur, sum mangan hevur roynst teimum sera tungur, og har einki lið yvirhøvur hevur havt tað lætt seinastu nógvu árini. Og lætt sá tað heldur ikki út til at vera fyrstu løtuna sunnudagin. StÍF snægt sagt bumbaði Kyndil niður fyrstu løtuna, og grønu menninir vistu neyvan, hvønn veg teir skuldu snarað sær, tá kan- ónkúlurnar komu sendandi úr øllum ættum. Men sum fráleið, so settu strandingar tó minni ferð á. Kanska eisini náttúrligt, nú leiðslan var somikið trygg, men al- tíð ein vandamikil gongd. Sálarliga er tað í øllum førum ein sannroynd, at er ferðin fyrst sett nakað nið- ur, so er ófatuliga trupult at toga seg uppaftur, og hetta skuldi eisini vísa seg vera støðan sunnudagin. Kyndil fekk undan steðg- inum minkað munin niður í fýra mál, og eftir steðgin hildu teir fram við at trýsta. »Ein-fyri-allar-og-allir fyri ein-hugburðurin«, sum hevur verið fremsta vøru- merkið hjá liðnum síðani einaferð í januar mánaði, lýsti við neon-bókstavum í høllini á Skála, og tíggju minuttir inn í seinna hálv- leik høvdu teir togað seg upp á javnleik. Og so byrjaði gysarin av álvara. Drúgva og stóra takið hjá Kyndli at vinna seg upp á javnt hevði sjálv- sagt kostað nógvar kreftir, og tað tóktist eitt skifti, sum um tað nú var útselt. Strandingar fingu aftur fatur um endan, men Kynd- il noktaði at geva seg. Ser- liga í verjupartinum loyvdu teir ikki mótstøðuni nakað sum helst, og tá málverjin so eitur Johan Danielsen, so gerst tað trupult at skjóta málini, sum skulu til fyri at vinna. Og hetta eydnaðist held- ur ikki hjá StÍF. Teir løgdu seg eina seinastu ferð á odda, tá tríggir minuttir vóru eftir, men hóast harð- mælta stuðulin frá trúgvu áskoðarunum, so gekk tað galið at enda, tá fyrst Janus Einar Sørensen og síðani Jakob Jónsson noyddu Marian at venda sær inn í málið eftir bóltunum. Vilji og undirhald Fremsta staðfestingin eftir dystin er sjálvsagt, at Kyndil nú aftur er oddaliðið í deildini, tó at munurin niður til næstu liðini enn er sera lítil. Men ein minst líka so týðandi staðfesting mundi vera, at liðið enn einaferð víst, at tað skal meira enn bara gott spæl til, skulu teir basast. Fyrst og fremst stríðsvilji, tí her eru tað fá lið, sum standa Kyndli kurl. Leikararnir berjast sum úlvur á skóg fyri hvønn einstakan bólt, og bara sálarliga trýstið av hesum ágrýtni leggur stórt trýst á mótstøðuna. Og so skal ikki gloymast, at liðið eisini telir nakrar av frægastu leikarunum í land- inum. Leikarar, sum bæði megna og vilja spæla eitt spæl, har samlaða liðavrik- ið stendur í hásætinum, og fyri áskoðaran fær slík uppoffring ikki verið annað enn undirhaldandi. Strandingar mugu hin- vegin ásanna, at enn er nakað á mál, um teir skulu verja gullið frá seinasta kappingarárið. Spælistílur- in er í ár umlagdur nakað, og tað kann sjálvsagt vera ein av orsøkunum til, at tað enn tykist ganga nakað striltið. Men teir mugu eins og øll onnur gera sær greitt, at stríðsviljin av álvara skal finnast fram, um teir skulu basa Kyndli í oddastríðn- um. Fyrsti møguleikin at sýna hetta veðrur í Vest- manna, tá StÍF fer at leita eftir eini endurtøku frá í fjør, tá liðið á seinasta leik- degi ognaði sær gullmerk- ini, sum teir skulu royna at verja. Dysturin í tølum StÍF-Kyndil 28-29 (16-12) Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussn 8, Artur Johansen 5(1), Mort- an Hansen 4, Mihai Mar- inescu 3, Andre F. Daniel- sen 3, Alexandur Johansen 2(1), Bent Djurhuus 1, Sverri Justinussen 1(1) Kyndil: Josef Abrahamsen 7(2), Hans Áki Dal-Christi- ansen 7(3), Jacob Jónsson 6, Ken Zachariasen 3, Jan- us Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2, Finnur Hansson 2 Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 7 Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 2 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Serliga í verjupartinum loyvdu kyndilsmenninir ikki mótstøðuni nakað sum helst í seinna hálvleiki StÍF var ávegis at geva Kyndli rætti- ligan bank, men onk- ursvegna var Kyndil tó um reppi at berja seg til stig HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Frægasta úrslitið, sum kyndils-kvinnurnar høvdu fingið undan vikuskiftin- um var í heimadystinum móti StÍF. TÍ vóru vánirnar fyri einum góðum úrsliti sunnudagi kanska ikki heilt ongar, men skjótt stóð tó greitt, at her skuldi Kyndil ikki rokna við nøkrum sum helst. StÍF leyp nevnliga bragdliga avstað frá fyrsta bríksli, og so hvørt sum hálvleikurin gekk, tóktist eitt veruligt sorl gerast alt meira ítøkiligt. Fyrstu løt- una av seinna hálvleii var heldur ikki nógv, sum bendi á nakra broyting í so máta, men brádliga fór Kyndil at gera um seg. So líðandi minkðau tær um munin, og móti endan- um gekk heilt skjótt. Støðan broyttist tá frá 26- 16 til endaligu 27-24, og sum málini skolaðu inn, so mundu tær á heimaliðnum prísa sær lukkuliga fyri, at dysturin ikki vardi longur enn teir 60 minuttirnar. Hvussu er og ikki, so stendur framvegis eftir, at Kyndil enn einki stig hevur fingið á talvuni. Besti møguleikin fyri slíkum er helst komandi mikudag, tá Søljan kemur á vitjan, og tí fyri sjálvsálitið undan tí uppgerðini mundu seinastu tíggju minuttirnir sunnu- dagin tí vera góðir. StÍF hevur í sínum lag framvegis gott tak á oddin- um. Hóast spádómarnir hava sagt tað øvuta, so hava tær enn megna at hildið fast, og nú tykist spurningurin verða, hvørt tær megna at skúgva Neist- an til viks, tá hesar vitja um eina viku. Dysturin í tølum StÍF-Kyndil 27-24 (19-9) Málskjúttar StÍF: Milica Ergic 8(1), Beinta Joensen 8, Sunfríð B. Jacobsen 4(2), Poula D. Olsen 2, Paula B. Høgne- sen 1 Kyndil: Ann Mari Wang 8, Annika Thomsen 4, Linda Weihe 3, Anja Heinadóttir 3(1), Hildur Mikkelsen 3, Fía Selma Nielsen 2, Ingr- id Petersen 1 Brotskøst: StÍF 4, Kyndil1 Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 2 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. StÍF-Kyndil 27-24 (19-9): Næstan galin endi C M Y K 26