Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á ÉT Nr. 205 — 28. OKTOBER 1997 tíðindablaðið Japansku tunfiskaskipini: Gjørd til smáar menn Sosialurin vitjaði umborð, EDVARD JOENSEN MYNDIR: J. K. VANG Tað var sjónligt, tá vitjað varð inni í manningarrúm unum hjá japanarunum, at teir og føroyingar ikki kunnu samanberast í stødd Rúmið var bæði trongt og lágt Tvær koyggjur vóru inni á kamarinum, sum annars líktist einum vanligum skipskamari við ellum ti vanliga á skottunum Koyggjurnar tóktust stuttar, og dúrkið var ikki meira enn eitt vanligt skrivaraborð í vídd Og ikki var hægri enn í mesta lagi 1,80 m. millum dúrk og loft, so neyðugt var hjá blaðmanninum at bukka seg niður alla tíðina Men blíðir vóru teir og vístu fegnir fram, hesir ungu japansku fiskimenn inir, sum vóru at kalla eiða sørir í enskum málið, so ilt var at fáa nakra samrødu við teir Reint umborð Tad fyrsta, sum meti tær tá vitjað varð umborð á Koei Maru No. 58, var, at uttan fyri stýrihúshurðina stóð ein rúgva av skóm. Har slapp eingin inn í skóm at dálka dúrkið. Soleiðis Sama var allastaðni um borð. Ikki ein blettur nakra staðni. Og í maskinrúmi num var so reint, at:til heyði borið at lagt tunguna á alla staðni A brúnni var ein féroy ingur, sum hevði verið við skipinum til fiskiskap. Tað var Hans Johannesen úr Norðdepli, sum fegin greiddi frá, hvussu fiski skapurin fór fram Skiparin var eisini á brúnni, men tá roynt varð at fáa eina samrødu við Tunfiskurin verður frystur niður á 60 kuldastig umborð hann, rýmdi hann, og sást ikki aftur. Sum skiltist heyði hann ongan serligan hug at tosa enskt Skipið var ógvuliga reint og væl hildið. Og væl var tað eisini utgjørt á brúnni við ellum teimum tólum, sum til hoyra Umframt var eisini ein heilur fuglaflokkur í búri og eitt altar Tað var sjónligt umborð á japanska skipinum, at sjó menn eru religiøsir A brúnni var eitt altar bygt inn í skottið, har ein skál við rísi varð ofrað hvønn morgun Hver átrúnaðurin var, og hvønn ofrað varð til, fekst ikki uppspurt Smáir húkar Hóast fiskurin, fiskadur verður, er stórur, og teym arnir rimuliga tjúkkir, vóru húkarnir sjáldsama smáir Nógv minni enn ein van ligur kalvahúkur Teymarnir eru ymiskir til longdar. 43, 45 og 50 m greiðir Hans Johannesen frá. Til at gera skil á, hverja longd teir skulu brúka, eru teir ymiskt littir Sum fiskimenn flestir, hava japanarar eisini trúnna við sær til skips. Húsaltarið við rísskálini var bygt inn í skottið á brúnni Smáir húkar til stóran fisk Tá sett verður, verða teymarnir við ávísum mill- umrúmi klipsaðir á ryggin Tað er tó ikki so, at merkt er av, nær teymurin skal á Tað roknar ein telda út meðan sett verður. Og so sigur eitt ljóð frá, tá tíð er at klipsa Klipsini, sum teymurin varð heftur á ryggin við, vóru stórri ean húkurin Tað tekur vanliga einar seks tímar at seta, sigur Hans Johannesen. So stend- ur línan næstan líka leingi, áðrenn farið verður aftur at tá japansku skipini, sum fiska tunfisk undir Fóroyum, vóru á Havnin í gjár draga Og tað er einki við at bera nakað ella lyfta tungt Tá fiskur er á, verður hann stýrdur inn í ein hydr auliskan glúp og so tikin inn Teymarnir verða drignir á spæli fyri seg, og verða samstundis kveylaðir upp Síðan verða teir klipsaðir av rygginum og lagdir á flut ningsband, sum flytur teir aftur á reyv, klárar at seta aftur Línan verður drigin gjøg num rør aftur á bátadekkið, har hon verður kveylað nið ur í seks avlang ding Flotlína er, so nógv pláss kravdist til boyur og flot annars Tað eru ordiligar kúlur sum flóta skulu við so stór- um fiski, sum hesir tunfisk arnir eru Ymiskir fiskar At japanararnir ikki bara fiska tunfisk innan fyri før oyska fiskimarkið, var sjón ligt beinan vegin, komið varð umborð Har stóðu fleiri mans við trådu, og hóast royndin tók list ógvuliga koncentrerað var fiskiskapurin her inni ikki nakað at reypa av Í eini spann í galluni lá ein ulka, sum teir ivaleyst ætlaðu at matgera Men í lastini var ørdvisi vorðið. Har lógu hesir prúðu kropparnir av tun fiskunum beinfrystir Tað frysti 60” í lastini, so tólini hjá myndamanninum høvdu líkasum hug at streika. Klæðini frystu bein anvegin stiv, og praktikant arnir, sum við vóru, vóru meira at kalla bláfrystir, tá komið var útaftur So hóast álmanakkin vísti, at oktober er við at enda, kendist tað sum um summarið at koma út aftur í føroysku heystluftina og takka japansku fiskimonn unum og føroyska felaga teirra fyri góða måttøku umborð Kaldir praktikantar umborð á Koei Maru No. 58