fríggjadagur 31. oktober 1997síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið SOS!AMMÅN
Nr. 208 — 31. OKTOBER 1997
Nú er
betri
— Vit eru stak væl nøgdir, siga mið-
vingar. Men teir frábiðja sær, at flaka-
virkið í Miðvági verður svansað til við
politikki
AK! BERTHOLDSEN
Vit hava verið tolin. Vit
hava verið treisk. Og s«
hava vit havt góð kort í
hondini eisini
Og tað hevur nú givið úr-
slit
Johannes Klein, bygda-
ráðsformaður í Miðvági,
sigur, at nú er lagið betri á
vágafólki
Tí fyribils verður flaka-
virkið í Miðvági ikki stongt,
sum upprunaliga ætlað
Fiskavirking boðaði her-
fyri frá, at ætlanin varð at
lata virkið í Miðvági aftur
Hetta loypti øgiligan
kvøkk á vágafólk, tí talan
er um eitt stórt arbeiðspláss,
sum hevur avgerandi týdn-
ing, báði fyri einstaklignar,
g fyri kommunurnar
Tá mest var at gera, ar-
beiddu uppí 150 fólk á virk-
inum. Seinastu tíðina hava
eini 80 fólk arbeitt á virk-
ni
Tvs, at virkið hevur føtt
og klætt 80 húski, ella
næstan 300 fólk
Tað vil aftur siga eini 11-
12% av vágafólki, tí í Vág-
um búgva 2.586 fólk
Tí reageraðu vágafolk
ógvuliga harðliga ímóti ætl-
anini, og síðani hava tey
arbeitt miðvíst fyri at fáa
Fiskavirking at sleppa ætl-
anini og at varðveita virkið,
og tað hevur eydnast - í
hvussu so er fyribils
Í øllum førum hava tey
fingið eitt skotbráð at ar-
beiða í og at royna at finna
útvegir fyri at keypa virkið
sjálvir
Týsdagin vóru stjórin í
Føroya Fiskavirking, Jákup
Mørkøre, og nevndarfor-
maðurin í Framtaksgrunn-
inum, Sverri Hansen, í Mið-
vági og tosaðu við arbeiðs-
fólki
Og tá høvdu teir tey gleð-
iligu tíðindi við sær úr
Havn, at Fiskavirking var
gingin frá upprunaligu æt!
anini at lata virkið aftur
Vágafólk hava vunnið
ein hálvan sigur. Fiska-
virking hevur slept
ætlanini lata virkið í
Miðvági aftur nú. Ístað-
in verður virkið opið
naklrar mánaðir afturat
so vágafólk fáa stundir
at finna útvegir fyri at
keypa virkið
Fiskavirking hevur
eisini lovað at gera
virkið ístand
Myndina tók Jens Kr.
Vang á virkinum í Mið-
vági í seinastu viku,
táið alt enn sá svart út
Tverturímóti er hon sinn-
að at hava virkið opið eina
tíð afturat, so at miðvingar
fáa stundir at finna útvegir
fyri, hvussu virkið kann
varðveitast
Gera eisini ístand
Men miðvingar fingu meiri
enn so burturúr
Ætlanir teirra at keypa
virkið fingu eitt álvarsligt
skot fyri bógvin, tá ið Heils-
ufrødiliga Starvsstovan
boðaði frá, at skiftið virkið
eigara, skuldu ES krøvini
lúkast frá fyrsta degi.
Hetta beindi fyri øllum
ætlanum at keypa virkið aft-
ur, tí tað verður mett at kost-
a einar tríggjar miljónir at
seta virkið í ES stand
Ti var ikki hugsingur um
at keypa virkið, uttan so, at
teir fingu tað fyri at kalla
onki
Men nú hevur fiskavirk-
ing eisini lovað vágafólki,
at hon skal lyfta virkið upp
á eitt hægri staði, sum tey
málbera seg
Tað merkir, at Fiskavirk-
ing skal gera tekniskar åbøt-
ur á virkinum, so tað verður
meiri nútíðarhóskandi
Stak væl nøgdir
Miðvingar dylja ikki yvir,
at teir eru stak væl nøgdir
nú
— Hetta hevur givið okk-
um tað skotbráið, vit hava
biðið um alla tíðina, sigur
Johannes Klein, bygda-
ráðsformaður í Miðvági
Hann sigur, at hetta hetta
er eitt úrslit av tolni, treiskni
og góðum kortum
- Vit boðaðu frá, at vit
góvust ikki, fyrrenn vit
høvdu fingið eitt úrslit
- Og so høvdu vit eisini
góð kort í hondini, tí vit
hava alla tíðina víst á, at tað
er óklókt at lata eitt virkið
aftur, sum gevur yvirskot
— Og tað, vit hava ført
fram um fíggjarliga úrslitið
hjá virkinum, hevur Fiska-
virking ongantíð mótmælt
Hann leggur afturat, at
Fiskavirking hevur lovað at
brúka virkið so nógv sum
gjørligt hesa tíðina
Fáa útvið eitt hálvt ár
Johannes Klein sigur, at tað
er ikki avtalað, akkurát,
hvussu leingi, Fiskavirking
skal hava virkið í Miðvági
opið afturat
Men sjálvur heldur hann,
at tað lá í kortunum, at teir
hava fingið eitt skotbráð út
í februar, kanska mars,
komandi ár
— Hetta gevur okkum tað,
skotbráið, vit hava biðið
um. Vit hava all tíðina tví-
hildið um, at tað var heilt
órímiligt at lata virkið aftur
uppá nakrar fáar dagar, utt-
an at geva okkum megu-
Virkið í Miðvági
fødir og klæðir 11-
12% av vágafólki,
og tað heyði verið
ein vanlukka fyri
tey, varð tað aftur-
latið
Nú hava tey fing-
ið eitt skotbrá, og
teir ivast ikki í, at
tað fer at eydnast at
keypa virkið aftur, tí
Fiskavirking hevur
skilt stóðuna og
hevur víst góðan
vilja. Mynd: Jens Kr.
Vang
leika fyri at finna eina
loysn, sigur Johannes Klein
Tað er heldur ikki avtala
akkurát, hvat tað ber í sær,
at Fiskavirking skal lyfta
virkið uppá eitt hægri, tekn-
iskt stødi
- Men tað er greitt, at
Fiskavirking hevur lovað at
gera åbøtur á virkið, so at
tað verður lættari hjá okkum
at yvirtaka
Tí tað er heilt greitt enda-
málið hjá miðvingum at y-
virtaka virkið
— Nú hava vit tíð at ar-
beiða við málinum og at út-
vega okkum fígging og fáa
onnur viðurskifti greið
Sjálvur ivast hann ikki í,
at tað fer at bera til at
semjast við Fiskavirking
um ein prís fyri virkið
Eg haldi, at tær sam-
ráðingar, vit hava havt Fisk-
avirking samanumtikið
hava verið ógvuliga posi-
tivar. Fiskavirking hevur
skilt okkara støðu og hevur
víst vilja til at fáa alt at
ganga. Tí ivist eg heldur
ikki í, at vi finna ein pris,
báðir partar eru nøgdir við,
sigur Johannes Klein
Onki politiskt gru
Fyri ikki at grugga málið til,
ætla miðvingar at gera sum
minst burturúr hesa kom-
andi tíðina, og tí hava teir
avtalað, at hereftir verður
bygdaráðsformaðurin i
Miðvági talsmaður teirra
Men hann frábiðjur sær
eisini, at politikarar nú fara
at grugga málið upp nú
— Vit hava arbeitt við mål-
inum leingi, uttan at vit
hava hoyrt eitt tað einasta
orð frá teimum. Tað var alt
greitt og avtalað, áðrenn vit
hoyrdu tað láta í nøkrum
teirra
— Og tað er ongin orsøk
hjá teimum blanda seg uppí
málið, nú alt er avgreitt. Tá
við vit høvdu brúk fyr
teimum, sóust teir ikki, sig
ur Johannes Klein
- Men eg rokni við, at
vágafólk vita, hvussu tey
skulu løna teimum tað aftur
á tí eina degi, leggur hann
afturat.
|
t