Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ap" Nr. 208 — 31. OKTOBER 1997 tíðindablaðið SOSKUIN Vígdis Højgaard, leiðari á Goymsluni á Landssjúkrahúsinum: — Nu fái eg betri stundir Tað er torført at fara frá einum góðum starvi, men tá ein hevur so nógv ítriv sum Vigdis Højgaard, so er eingin vandi fyri at keða seg. Seinasti arbeiðsdagur hennara var í gjár. DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG Tad var rættilig hugnaløta fyrrapartin í gjár, tå starvs fólkini í Goymsluni á Landssjúkrahúsinum sess aðust í kaffisteðginum Borðreitt var við kaffi og køkum, kertiljósum o.s.fr Hetta var seinasti arbeiðs- dagur hjá leiðaranum, og skilligt var, at starvsfólkini vildu gera sítt til, at Vígdis Højgaard skuldi kenna seg væl Seinnapartin var måttøk- an å Landssjåkrahusinum i hesum sambandi,men fyrra- partin var bert fyri starvs- fólkunum á Goymsluni Goymslan á Landssjúkra- húsinum er deildin, sum keypir inn alla útgerð til heilsuverkið Deildin var stovnað í 1983, við tí endamáli at standa fyri øllum innkeypi av hospitalsvørum. Tað var fyri at fáa eins vøruheiti, men eisini fyri at keypa størri nøgdir, og sostatt fáa sum mest fyri peningin Búð! í Danmark í 35 år Vígdis Hejgaard, sum tá hevði búð í Danmark í 35 ár, kom júst heimaftur í 1983. Hon var sett sum leið- ari á Goymsluni Upprunaliga er hon út- búgvin sjúkrasystir, og hev- ði arbeitt á skurðdeildini á sjúkrahúsinum í Randers í 20 ár Seinasti arbeiðsdagur hjá Vígdis Hejgaard. Goymslan selur vørur til heilsuverkið, og árliga Tá maður hennara doyði, valdi hon at flyta heimaftur við tvíburðasynunum, sum tá vóru 14 ára gamlir Hóast Vígdis Hejgaard bert er 63 ára gomul, so hevur hon valt at fara frá Orsøkin er, at maðurin Jógvan Jallur Højgaard, lærari, eisini er givin at ar- beiða Tey hava búð í Havn, men hava eisini eini hús á Stykkinum. Ætlanin var at selja húsini í Havn, og tað væntaðu tey mundi fara at taka eini tvey ár Vígdis setti sær fyri, at tá húsini í Havn vórðu seld, og tey fluttu á Stykkið, so fór hon at siga upp. Tað vardi kortini ikki meir enn eina mánað, so vóru húsini seld, og Vigdis Højgaard segði tí starvið frá sær Umsetur fyri 30 mió. krónur árliga Í 1983 hevði Goymslan til húsa í fýrum hølum á Landssjúkrahúsinum, men av tí at virksemið vaks við nógvari ferð, varð deildin flutt. Í dag eru eisini 20 rúm í nýtslu, og tað er ógvuliga trongligt, sigur Vígdis. Alt, sum verður keypt inn á deildini, er skrásett í teldu- skipanini. Tað merkir, at tey á deildini altíð vita, hverjar verur eru á goymslu, og nær neyðugt er at bíleggja. Tað sparir nógv um, at deildin ongantíð liggur inni við ov nógvum vørum Goymslan hevur eisini 7000 viðskiftafólk, te. sjúk- rahús,tannlæknar, skúlalæk- nar og sjúkrasystrar, komm- unulæknar og Heimargktin Deildin umsetur fyri góðar 30 mió. krónur árliga Hvussu var tað at fara frá starvinum sum sjúkra- systir á skurðdeild, til eitt slíkt umsitingarligt arbeiði sumhetta? - Tað var stórbroyting, men hinvegin, um eg ikki kendi vidurskiftini å skud- deildum og á sjúkrahúsum sumheild, so hevði eg ikki megnað tað sigur Vígdis Højgaard - Hava tit merkt nógv til sparinarnar seinastu árini? - Vit hava merkt tað á tann hátt, at vit bert kunnu keypa tað mest neyðugu vørumongdirnar, og so tað, at tey sjey starvsfólkini á deildini eru farin niður í tíð. - Nú er nýggj leiðsla á Landssjúkrahúsinum, og vit skulu t.d. upplýsa, hvat vit skulu keypa inn restina av árinum Veran skrásett í telsuskipan Tað er kortini ikki so tor- ført, av tí at alt verður skrá- sett í telduskipan okkara, har vit eisini síggja, hvat verður brúkt og hvussu nógv av hverjum. - Vit kunnu tó ikki meta um, hvussu nógv virksemi er á ymsu deildunum, tí er neyðugt altíð eitt ávíst minstamark, hvussu lítið av hvørjari vørueind vit hava å goymslu, sigur Vigdis Højgaard Hóast hon hevur verið ógvuliga upptikin av sínum arbeiði, og hevur kent seg so ómetaliga væl á deildini, og góða atbeidsumhvørvi- num har, stúrir Vígdis ikki fyri, at hon fer at keða seg Hon hevur nógv ítriv, er listakvinna og málar, klipp- ur og seymar. Verk hennara hava verið við á óteljandi framsýningum seinastu ári- ni Listakvinna - 20 år sum sjúkrasystir og 14 år sum leidari å Goymsl- uni. Hvat verður tað næsta? - Eg eri júst boðin at lut- taka á Framsýning í Hede- husene í Danmark, við so mætum listafólkum sum Kára Svensson. Olivur við Neyst o.g. listafólkum úr Føroyum, so tað fari eg fyrst at tríva í, - Eg havi annars altíð havt nógv ítriv. Umframt mynd- listina, so eri eg eisini út- búgvin innanduraarkitektur, og tað ætli eg mær eisini at gera meira við nú. - Annars dámar væl væl at búgva nær náttúrugki. Tað gevur mær nógvar møguleikar, nú vit eru flutt á Stykkið at búgva. - Nú fari eg at fáa stundir til alt tað, sumhevur ligið á láni. Eitt nú havi eg sett mær fyri at ferðast í Føroy- umsitur fyri 30 mió. krónur um. Ég eri ikki tann, sum brellast eftir at ferðast uttan- lands. - Eftir at hava búð so nógv og góð ár í Danmark, havi eg brúk fyri at sleppa at ferðast til tey nógvu stød- ini í Føroyum, sum eg ikki havi havt stundir at vitja, sigur Vígdis Højgaard. Dugnalig og fitt starvsfólk - Hvussu verður tað at fara heim úr arbeiði í dag, tá tú veitst at tú ikki skal meta aftur? - Eg veit ikki, um tað rættiliga er gingið upp fyri mær, at eg skal fara. Dag- Plátur Ovnur læsir aliar funktiónir HUSOVARNA KOMFYRUR SMS tf. 18662 BREIDD 70 cm. Regina bes 70 cm. 2 ovnar i + Yvirplåta úr keramiskum glas: vid 4 "plåtum”, harav ein 2 cm steikipléta. * Orkusparandi High Light hitalikam * 2 ovnar * Ovast 33 ltr v/automatiskum Snarstarti 200 stig eftir 5 mín.e Nidast 55 ltr. v/3-i-! stórum ovni við hæitluft yvirfundirhita og grill.« Góð bamatryggng við sperru. ið 18663 * Saltangará tif. 48762 Vigdis Højgaard, leidari å Goymsluni á Landssjúkra- húsinum, hevur verið í starvi síðani deildin varð stovnað fyri 14 árum síðan urin í dag er eins og allir aðrir dagar, og eg havi ar- beitt, eins og komi eg aftur í morgin, sigur Vígdis bros- andi., og vísir til kaffiborðið og gávurnar frá starvsfólk- unum, sum tó hava gjørd dagin ødrvisi hugnaligan - Hetta hevur verið eitt sera hugaligt og spennandi arbeiðspláss, við fittum og góðum starvsfólkum, sigur Vígdis Højgaard.