fríggjadagur 31. oktober 1997síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjónarmið
tíðindablaðið
Útbyggið tyrlutænastuna
Við eini skilagóðari útbygging av tyrlutænastuni og væl skipaða tyrluferða-
ætlan um alt landið, kunnu vit, fyri rímuligan kostnað og eins góða trygd,
røkka tí máli, at skapa eins liviumstødur hjá fólki um alt landið, skrivar Árni
Joensen í sjónarmið
Ferðasambandið
Í sambandi við orðaskiftið
um figgjarløgtingslåg, er
altíð eitt og annað, ið ein
fær hug at gera viðmerking
ar til. Soleiðis er eisini hesa-
ferð, tá legtingið hevur haft
rðaskiftið um legtings
fíggjarlógina fyri 1998
Sum so ofta er ferðasam
bandið innanoyggja eitt
mål, ið hugtekur einstakl
ngar og lokalpolitikarar
mest, og hesaferå er ikki
talan um småvegis
åbøtur. Nei, tosað verður
um undirsjóvartunnlar,
ferjulegur og nýggj strand
faraskip. Milliónaíleguætl-
anir fúka í luftini, sum um
»jan longu spríkti upp mill-
um oyggjarnar. Ja, tað er
ikki sørt at tað luktar av
lyftum til legtingsvalið
bert
Stødan i dag
Alt gott at siga um nýggj
framtøk innan ferðasam-
bandið i Føroyum, tí neyvan
eru fortreytirnar broyttar
meira grundleggjandi enn
hetta seinasta valskeiðið
M.a. sigur tað ikki so lítið
at fólk á skipasmiðjuni í
Havn í dag siga, at skipið
sum ætlanin var at byggja
til Skopunar, fyri fáum
árum síðani, ikki hevði ver-
ið nýtuligt í dag. Tað er
henda tilvildin, ið sýnist at
ráða tá avgerðir í núílegur
verða tiknar, sum fær meg
at geva eitt íkast til orða-
skiftið
Feskasta dømid um til-
vildarligar ætlanir, er ku
vending landsstyrismanna i
málinum um undirsjóvar
tunnil um Vestmannasund
og málið um Trónda
Heilt óvæntað. fær Trónd
ur, av skipatilsýninum
mønusting frá einum degi
til annan, við tí grund, at
mjólka- og oljuflutningur
ikki má fara fram samstund
is sum ferðafólk eru um
borð á skipinum. Orsøkin er
ein spurningur um trygd,
sum ikki á nakran hátt má
Tó so, heldur
enn í óðum verki at keypa
nytt skip, er ein møguleiki
at flyta mjólk í tangum, eins
og gjørt verður í Svínoy
Men sjálvsagt skulu sand-
oyingar hava eina nýggja
ferju, tí hvussu skal fiska-
virkið í Skopun annars fáa
sina råvøru av Toftum ella
år Klaksvik
Við at veita 3 mill. kr. í
stuðli til Sandoyarætlanina
skapu landstýrið, tilvita ella
ikki, ein fløgutørv í ferða-
sambandið til Skopunar upp
á ímillum 50 og 100 mill
kr, men sjálvsagt skulu
sandoyingar eisini kunna
virka føroyskan fisk, sum
ikki kann fara óvirkaður av
landinum o.s.fr. 0.s.fr. Hetta
er stødan. Eins og sandoy-
ingar soleiðis eisini vága-
fólk, fólk á Tvøroyri, Vági
og Klaksvík
setast til síðis
Tyrlan við ferðafólki og farmi til Svínoyar. Mynd jan
Manglandi samskipan
Heldur enn samskipaðar
loysnir fyri flutningi í Fer-
oyum, koma vágafólk og
fólk úr Klaksvík, grundað á
kappingaravlagandi um-
stødur, við meir ella minni
privatum ætlanum at gera
undirsjóvartunnil fyri fleir
100 mill. kr. Hvat við flutn-
inginum til Suðuroy, har
kemur ongin tunnil fyribils
Tað tekur hóast alt bert 15
min. at sigla um Vestmann-
asund. Tað tekur 3 tímar á
Vág
Veruleikin er tann, at alt
botnar í eini kollvelting inn-
an flutning á landi. Tvs.,
fiskivinnumynstrið á landi
er totalt broytt eins og flutn-
ingur innan aluvinnu -og
bruksvøru. Samstundis er
kynt undir eina ferðafólka-
vinnu, sum er vaksandi,
men samferðslan stendur í
stað og kann als ikki nøkta
tørvin. Fyri framman liggur
ein møgulig oljuvinna, sum,
um ikki ferðasambandið
verður broytt, kann vidføra
at búsetingarmynstrið, sum
longu er avlaga, heilt fer
fyri bakka. Hugsa vit okk-
um at ein møguligur »Basi«
fyri oljuvirkseminum verð-
ur í Suðuroy. skulu so fólk
úr Norðdepil og Gjógv.,
flyta til Trongisvág
Problemid
Nei, problemið vit standa
yvir fyri at loysa er meira
umfatandi, enn, at tað verð-
ur loyst við hissini verkætl-
anum lokalt og politiskt
Í fyrsta lagi er talan um
eitt broytt farmaflutnings-
mynstur innanoy ggja, í eðr-
um lagi um eina ekta ferða
fólkavinnu og í triðja lagi
standa vit á gáttuni til eina
meguliga oljuvinnu, sum
kemur at seta heilt onnur
krøv til ferðasambandið
innanoyggja eins og gjørt er
til flutning av óviðgjørdum
fiski av landinum, men mítt
boð upp á ferðafólkaflutn-
ing, er, at hann, í nógv sterri
mun, eigur at fara fram við
tyrlu. Vit mugu til at út-
byggja tyrlutænastuna í øll-
um førum
Utjadaraøkid
og båseting
Stødi fyri flutningi av ferð-
afólki millum oyggjarnar, er
undir alt lágmark. Ert tú bú-
sitandi í Havn ber til at ferð-
ast til Danmark og aftur
sama dag, ein stóran parav
árinum, men tað ber ikki til
at ferðast millum stórpláss-
ini Tvøroyri og Klaksvík,
sama dag. Og lat tað seg
gera, varð kostnaðurin nær-
um eins nógv og til Dan-
mark. Og skalt tú úr Fugloy
til Kunoyar í erindum kann
hetta við verandi sambandi
taka 3 dagar
Tað verður tosað nógv um
útjaðaragki og búsetingar-
mynstur. Sum er, er veru-
leikin at alt uttanfyri mið-
staðargkið er uttanfyri
kappingarført lívsgrundar-
lag. Hetta hevur føroyska
samfelagið ikki ráð til,
hvørki so ella so.
Hvat hjálpir tað vinnuni
á Sandi, at ein undirsjóv-
artunnil er undir Vest-
mannasund og hvat hjálpir
tað ferðafólki av Tvøroyri,
tá tey ferðast um flogvøllin
í Vágunum. Tey sleppa av
flogvøllinum til Havnar
gamani, men ikki víðari
Ein máti at loysa henda
trupulleika, er at útbyggja
tyrlutænastuna
Tí hvat er í vegin fyri at
flúgva ferðafólk av flog-
vellinum í Vágum til Havn-
ar ella fyri so vítt, um alt
landið.
Hví skulu fólk í Klaksvík
so absolut koyra til Havnar
Tað tekur undir 15 min., við
tyrlu og tá sleppa fólk úr
Fugloy og av Vidareidi við
eisini
Hví kunnu fólk í Sanda-
vági ella Sumba ikki sleppa
erindi til Havnar, Klaksvík
ella Runavík, at avheinta
Gekkavinningin, og til hús
aftur sama dag, tá tú kanst
ferðast av Norðskála til
Keypmannahavn og aftur
sama dag
Nidurstøda
Við eini skilagóðari útbygg-
ing av tyrlutænastuni og væl
skipaða tyrluferðaætlan um
alt landið, kunnu vit, fyri
rímuligan kostnað og eins
góða trygd, røkka til málið
at skapa eins liviumstødur
hjá fólki um alt landið. Ja,
tá kunnu Arni og Marianna
Debes Dahl verða búsitandi
í Hattarvík og arbeiða í
Havn
Nr. 208 — 31. OKTOBER 1997
Frá Stokkastovuni
í Runavík
Í kvold spæla
Kallar
Aldursmark 18 ár
Minnist til a la carte matseðilin
Hóast eg ikki kann grund-
geva út í æsir fyri eini um-
legging av ferðasambandin-
um í Føroyum, rakstrar-
kostnaði, liggur tað fast, at
ein útbygging við ferjuleg-
um og strandfaraskipum
eftir sama leisti sum nú, er
munandi dýrari enn ein økt
tyrlutænasta. Um ráð er til
undirsjóvartunnil skal eg
lata standa opið
Tosa vit um nýggjar ferjur
er talan um 50 til 100 mill.
kr. pr. stk. pluss rakstur og
viðlíkahald. Tosa vit um
undirsjóvartunnil er talan
um 4 til 500 mill. kr. pr. stk
pluss rakstur og viðlíkahald
Ein tyrla, av slagnum vit nú
nýta i Føroyum, kostar
brúkt, um 8 mill. kr. Ein
luksus tyrla fæst nýggj fyri
20 mill. kr. pr. stk. Tær finn-
ast stórri og smærri
Sum tyrllytænastan er
skipað í dag, virkar hon ikki
nóg væl. Sluppu fólk í Fugl-
oy til meginlandið og aftur
sama dag, var skil í, men
tað sleppa tey ikki. Tyrlan
flýgur 3 ferð um vikuna ein
túr. Tveir dagar samstundis
sum Másin siglur, men tú
sleppur ikki aftur sama dag.
Tí velja fólk heldur at sigla
Sluppu fólk av smáplássum
aftur og fram við tyrlu sama
dag brúktu tey heldur tyrlu,
um kostnaðurin er hægri
; Vinarliga
Arni Joensen, verkfr.,
Klaksvik
v
PIZZAKØKURIN er opin hvonn dag
uttan mánadag