Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

(7 | Cl Jonhard Hammer Randi Jacobsen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, Edvard Joensen Ljósmyndari Jens Kristian Vang HE 7 gl og Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Bústaður: e-mail: sosialur Gpost clivant fo Sandoyarleiðin Oddagrein Samferðslan millum oyggjarnar er aftur á skránni. Hesaferð er tað terðasambandið millum Sandoy og meginøkid, ið hevur gjørt samferðsluspurningin aktuellan. Borgarin og vinnulívið hava krav uppá eitt gott samband. Ein góður infrastrukturur er ein fortreyt fyri mentanarligum og búskaparligum trivnað í einum framkomnum samfelag. Men ein framkomin infrastrukturur kostar pening. Hann má haldast og røkjast alla tíðina. Hetta merkir, at tað er neyðugt javnan at gera ílogur. Verður hetta ikki gjørt javnan, so fáa vit floskuhálsar. Tað er júst tað, sum hent er á samferåsluøk- inum Tá id so fløskuhålsarnir koma, taka okkara landsstýrismenn til tey vanligu borgarligu ráð at peika á syndabukkar. Fyrst skal onkur hava skyldina, so fara vit at gera nakað við málið Samferðslumálaráðharrin hevur gjørt hetta til ein part av sínum politiska image: hetta at lata hevdini rulla. So vónar hann at fáa dupultan vinning. Fyri tað fyrsta, vónar hann, at veljarin sigur: Endliga ein, sum torir at lata høvdini rulla. Í ødrum lagi kann hann vinna hetta, at veljarin gioymir, at tað eru politkkararnir og íkki embætismenninir, ið hava ábyrgdina. Soleiðis við Skopunarleiðini. Hóast Strandferðslan hevur roynt at rópa skiftandi landsstyrismenn upp, hevur Sámal Petur í Grund ongantíð hoyrt um trupulleikar við Trónda. Hetta kom púra óvart á okkum, sigur hann, meðan hann sær so ósekur út á skýggjanum, sum bert Såmal Petur kann. Men hetta lata vit fara, vit kunnu venda aftur til hetta eina aðru ferð. Tað er meira umráðandi, at vit fáa eitt orðaskifti um samferðsluna og tær mest átroðkandi åbøturnar har. Tróndur er ikki longur tíðarhóskandi far til Sandoyar- leiðina. Tað er eingin orsok til her at leggja fram oll argument í so máta. Hetta duga oll at skilja og síggja - eisini landsstýrismaðurin. Vit vilja fegin her sterkt undirstríka, at vit halda, at landsstýrismaðurin eigur at fáa politiskan stuðul til at útvega eitt nýtt skip í staðin fyri Trónda. Men vit vita eisini, at hetta er eingin løtt uppgáva - hvorki politiskt ella tekniskt. Politiskt ti at figgjarlégaruppskotiå longu er farið i logtingið. Tekniskt tí at her er ikki bert talan um fyrilit fyri skipinum, men tað skal eisini takast hædd fyri teimum torføru havna- viðurskiftunum í Skopun. Hetta er eitt trupult mál, men hetta er eitt mál, ið má og skal loysast. Alt bendir á, at Tróndur eigur at verða skiftur út av trygdar- eins og av buskaparligum orsøkum, so má og skal hetta gerast. Hetta gerst ikki við teimum vanligu lappaloysnunum, ið eyðkenna hetta lands- stýrið. hetta gerst bert við at byggja eitt nýt skip, ið serstakliga er hóskandi til farleiðina um Skopunarfjorð. Síðan eigur at verða farið undir at gera eina heildarætlan fyri útskift- ingina av ollum hinum skipunum. Her stendur Smyril helst ovast á listanum, men nógv onnur skip eru gomul og óhóskandi Hetta mál líkist eitt sindur málinum um at byggja upp í landssjúkrahúsið. Tað krevur, at allar góðar politiskar kreftir samstarva fyri at fáa eitt gott úrslit. Sosialurin Lesarabrav ————"WM.. Sigur bispur satt... Mikudagin 22.10.97 svar- aði bispur ymiskum spurn- ingum i útvarpssendingin! »Vida um«. Bispur endar við at siga hest orð Dópurin virkar syndanna fyrigeving. loysir frá deyð anum og djevlinum, og ge ur øllum sum hesum trúgva hina ævigu sælu Nógv eru tey, sum líta á hesi orð, tí tað er bispur, ið hevur sagt tey, og tí hann endurgevur Luther. So er spurningurin, um vit uttan víðari skulu góðtaka hetta Ella kunnu vit loyva okkum at seta spurningin: Er tað soleiðis sum bispur sigur? Vit kundu hugsað sum so at um bispur ikki sigur satt. man Gud so ikki fara at bera yvir við teimum, sum hava trú bispi og soleiðis latið seg villleitt, men mótsatt er tað úti við einum, sum letur seg villleiða. Hetta er so álvar samt í mínum eygum, at eg vil ikki lata eima tílíka út- søgn frá bispi fara framvid, ósvaraða Tað eru tveir hættir at:lesa bíbliuna uppá. Annar er at fara til bíbliuna við einari fastlagdari meiming framm- anundan. Tað kann t.d. vera at cin lesur fyrr at:síggja at katekismus er rétt. Tá eim lesur á hendan hátt ber til at fáa alt burturúr. tí finnast eisini í dag so nógvar ymiskar sektir Hin hátturin lesast kann á, er at fara til bíbliuna við opnum sinni, og lesa fyri at fáa at vita, hvat biblian lærir og hevur at siga okkum menniskjum Út frá bibliuni er tað ikki satt, at dópurin virkar synd- anna fyrigeving, ei heldur er tað satt at trúgv á dópin gevur einum menniskja lut í hini ævigu sælu. Í Nýggja Testamenti lesa vit. at:tað er bara ein vegur til frelsu fyri okkum syndarar og tað er við trúgv á Jesus Kristus son Guds. Hetta verður sagt okkum uml. 200 ferðir Hetta bræv er ætlað teim- um, sum líta seg á ta følsku vón, at dópurin frelsir menniskju. Er onkur í iva, so lesi hann sjálvur Nýggja Testamenti; sjálvt tann ein- faldasti kann á hendan hátt læra Gud og Frelsuveg Hansara at kenna. Bert hann lesur við opnum sinni, og ikki frammanundan hevur avgjørt, hvat bíblian skal siga honum Mikkjal K. Thomassen Egholmstreð 16 kj. 100 Tórshavn —————————WWW. Tað mar gfalda liðið NSSS Teir flutu rundan um vrakið teir vóru í yvirlivilsisdrakt Slíkar hendingar hoyra vit um í okkara tíð. Tað var eitt undur, at nakar kom frá hendingin: við lívinum, er ofta viðmerkingin. Nú um dagarnar hoyrdu vit um ein norskan fraktbát, sum gekk burtur í New Foundlandi Ein maður, sum hevði flotið 20 tímar í sjónum. var ímillum teir, sum bjargað- ust. Jú, hendingarnar eru nógvar, sum søgan vert frá at siga igjøgnum år og dag og roynt verður at forbetra bjargingarútgerðina so gott sum gjørligt hjá okkara sigl andi fólki Skeið tykjast at vera stóra dillan í okkara tíð og tørv urin tykist vera stórur, sum skaptur verður um alt imill- um himmal og jørð. Guð viti hvussu ættarliðið und- an okkum hevur klárað seg igjøgnum lívið? Nú skal hvør sjómaður sendast á skeið eisini. Mundi hetta ikki kunnað verið gjørt best við, at skipari og stýrimað- ur sjálvir undirvístu mans- skapinum, áðrenn loyst bleiv frá landi, og tað bleiv prógvað, tá mynstrað bleiv at teir høvdu gjørt tað. Teir hava jú prógv í hesum sjálv ir og eru nærmast veruleik anum umborð á sjálvum skipinum, sum teir skulu við og so bleiv skattaborg arin spardur fyri fleirtals milliónir, sum tað kemur at kosta. Men hvat við teim um, sum ikki mynstra? Skal eitteftirhit setast at ansa eftir hverjum báti, sum loysir frá landi at spyrja, um viðkom- andi hevur verið á skeiði? Runt um í landi okkara eru varðarnir reistir, har vit mótast og við virðing minn- ast teir, sum ikki eru okkara millum meira, komu ikki aftur til lands av túri og nøvnini á varðunum eru mong, og tað legst til, sum árini ganga. Og vit mugu á sanna orðini, sum mangan verða havd á munni: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kveldi gista skal Hetta bleiv ein sannroynd hjá so mongum av okkara landsmonnum, men skaðin var nokk ikki so stórur, um ein kom at gista á einum fremmandum plássi við lív- inum í behold. Verri var hjá teimum, sum máttu stara út í ódnarnáttina, har vónin fjaraði burtur sum tíðin leið og tað lýst fyri degi, og eingin bátur sást koma aftur um nesið Nógv er broytt við útróð rinum her á landi síðan ár- ararnar blivu lagdar inn og motorurin kom í staðin, nú eru ofta bara ein kanska tveir menn við hverjum av teim smærru bátunum Eingin veit frá einum at siga, er gamalt orðatak. og tað hava vit tíverri ersim sannað í okkara tíð Jesus fylgi tær. er eim gomul heilsan, sum teir flestu fingu við sær á leið- ini og mundi hendan hetls- an vera dýrabarari enn tað. sum ein annars hevði við sær í skjáttuni Alla halganna sunnudag minnast vit all tey, sum eru farin í árinum og ásannast må, at tað var ikki elli, sum oll eru deyð av, men van- lukkur av ymiskum slag gera „eg galdandi eisini, ikki minst á teim góðu veg- unum og tá kennist tað svárt hjá nógvum, sum varða av slíkum ólukkum og tað standa so nógv ósvarað, hví tað so skuldi verða Mangan verður lívið sam- anborið við eina ferð yvir lívsins hav, og hver kennir ikki sannleikarnar í tí dýra- bara sanginum: Ég sigla man yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja. Ég minnist hvellar røddir í lugarinum ella í messuni, tå hesin sangur bleiv sungin, allir sungu við av hjarta, meðan skútan helt ferð sína yvir tíðarinnar hav, mest kærur er sangurin á heim- leiðini: Lat akker falla eg náddi havn, farvæl tú ótrygga bylgja Það var kanska befríandi fyri manga, sum hevði tað tungt á lívsleiðini, tá akker- ið fall, havnin var nádd, ferðin endað. kvirran vald- aði í havnini tá akkerið festi botn, stormarnir, sum mangan gjørdu ferðina tor- føra, vóru av, mjørkin, ivin, kuldin, tåmi, sum tíðum tók landkenni frá eygunum, var burtur, havnin var nådd Mær er sagt um ein stað handan támið, tað er um henda stað Alla halganna dagur vísur okkum á, øll tey. sum settu kós her í lív- inum móti Himli, ein ótelj- andi hvítur skari, sigur Jó- hannus okkum frá, Opinb 7-9. Har verður ein móttska uttan líka í staðnum halga Mátti hetta borið okkum øll- um ugga og troyst, sjålvt um ferðin mangan kennist baldrut, tá brotini hótta við at fjala okkara lívsfar, men hava vit Harran við í bátin- um, sum siglir yvir tíðar- innar hav, kma vit trygt inn í havnina góðu Malmberg D. Olsen Yvirtoka av fólkakirkjuni Tad hevur mangan verið ført fram bæði av lands- og kommunupolitikkarum. at flyta stovnar, ið eru í Havn, út á bygdir tí, teir eins væl kunnu vera onkra aðra- staðni sum í Havn. Hesum havi eg sum kommunupol itíkkar! altíð verið ímóti, við ti frágreiðing. at tad er heilt naturligt, at umsitingin er í Havn Havnin er ikki einans býurin hjá havnarfólki Havnin er høvudsstadurin hjå okkum øllum Men at fara at niðurleggja fleiri stovnar. sum eru úti um landið og hava verið í 100 ár. (her verður hugsað um posthusini) fyri at spara eina million. og samtíðis í ramasta álvara skula yvir taka fólkakirkjuna. sum vit vita kemur at:kosta fleir milliónir, tað er ikki lætt at skilja. Teir prestar, sum rópa upp í dag um at fáa kirkjuna á føroyskar hendur, teir eru í ferð við at grava sína egnu grøv. Tað verða ikki at ganga nógv år, frá tí kirkjan er yvirtíkin, til hon verður stongd, av ti einføldu orsøk, at tað verða ikki pengar at halda sær opnar Hvor tá skal verða synda bukkur er ilt at ímynda sær, helst danir, teir eru vanir við slíkt. Vit mugu vóna, at tjó veldið ikki fær fleirtal í Tinginum fyri hesum ør skapi, og at eingin javnað artinglimur tekur undir við hesi ábyrgdarleysu ætlan Palli Dalsgaard