leygardagur 1. november 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Svínoy. Bylingurin úti á
Bo er fremstur Húsini hjá
Onnu Katrinu og Jósupi
stóðu niðanfyri húsini hjá
Rasmusi úti á Bø, sum eru
fremst á myndini
t 1
vera, at:tað var annað ættligt
samband ímillum tey har
Heimi og H. N. Jacobsen
bókbindara. Tey vóru trí
menningar familjan i
Svinoy helt til hjå
næstrafólkinum (tað vóru
tnmenmngar metur at vera)
tá tey vóru í Havnini, og tey
kunnu hava fingið í lag, at
drongurin kom norður til
Svínoyar
Pápi Jósup. Tummas, er
í Havnini í 1880. men í
1890 er hann burtur
Mamma Annu Katrínu
doyði og bernini fóru út
Líggjas í Kelduhúsinum og
Sigga, kona hansara, fingu
seks døtrar. Anna Katrina
var elst, og hinar vóru
Cathrina Sofia, sum í 1888
ziftist við Jógvani Hansen í
Eiðsvík á Vidareidi, Anna
Sofía, sum í 1890 giftist við
Pól Jóhannes Johannesen í
Horni í Klaksvík, Birgitta
Johanna, sum í 1891 giftist
við Jåstinusi Danielsen
niðri í Túvu í Svínoy,
Sunneva giftist í 1893 við
Sørin Pram á Kirkju, og
Maria doyði sum 11 ára
gomul
Fleiri av gentunum vórðu
settar út, tá mamma teirra,
sum var 42 ára gomul,
doyði í 1872. Tá var Anna
Katrina 1! ára gomul, og
hon varð send til Svinoyar,
haðani mamman var ættað
Og soleiðis bar tað til, at
gentan úr Hattarvík og
drongurin úr Havnini komu
at tæna í sama húsi
14. desembur í 1861 gift
ust tey bæði í Viðareiðis
kirkju, og tå høvdu tey fing
ið eini hús upp at standa úti
á Bø. Tað er einki at ivast í,
at tey har Heimi hava hjálpt
teimum at fáa húsini upp
Lívsins ihald
Ognarleys høvdu ikki nógv
at velja í tá í tíðini. Tey vóru
fegin um, at tey høvdu so
frægt til dagin og vegin, at
tað var hugsningur um at
fáa sær tak yvir høvdid og
at hungurin varð hildin frá
durunum. Jósup fekk eitt
Nr. 209 - 1. NOVEMBER 1997
gerðið uppi á Hamrinum
omanfyri býlingin úti á Bø
og tað gjørdi, at tey kundu
velta epli. Lendið var grýt
ut, og jarðarteigurin hevur
neyvan borið seyð tey
nógvu fyrstu árini, men tað
hevur verið ófatuligt, hvuss
u lítið fólk tá í tíðini kundu
klára seg við
Longu áðrenn einahand
ilin varð tíkin av, var sela
av útróðrarfiski vorðin
týdningarmikið íkast til
lívsuppthaldið hjá føroying
um, sum annars høvdu gjørt
lítið við at brúka fiskiríki
dømid, ið svam rundan um
teir, til meiri enn til tað, teir
sjálvir kundu fáa nyttu burt-
urúr heima við hús
Svínoyingar vóru framm-
arlaga í útróðri. Robert Jo-
ensen, sáli, hevði á orði, at
sambært kanningar, sum
hann hevði gjørt, so kom tað
eitt skifti meiri av út-
róðrarfiski upp á land i
Svínoy, enn tað kom í nakr-
ari aðrari bygd i Norðoyggj-
um
At útróðurin var so góður
mundi vera orsøkin til, at
svinoyingar ikki vóru imill-
um teir fyrstu, sum fóru
burtur, eftir at skipsfiski
skapurin tók seg upp sein-
asta fjórðingin av síðstu øld
Tað sigst, at Jógvan bóndi,
sum hann var kallaður, var
tann fyrsti skipsmaðurin úr
Svínoy. Hann fór undan ald-
arskiftinum til skips við
Jens í Dali
Bátarnir
Jósup var útróðrarmaður
burturav, eftir at hann og
Anna Katrina vóru gingin
saman í hjúnarlagi. Hann
róði út við teimum har
Heimi, og onkuntid um
sumrarnar róði hann saman
við Dåmali niðri í Túvu
Í 1890 fingu svínoyingar
8-mannafand Samognina
(skrásettur í 1891). Símun
úti á Oyri smíðaði båtin, og
teir, sum áttu hann, vóru teir
har Heimi, sum áttu tveir
sessir, Ola Hans átti tveir
sessir, gamli Jens átti tveir
sessir og Jósup og Olavur
Norði áttu hver sín sess
Samognin stóð í neystin-
um á Eiðinum, og teir róðu
norður á hav við honum
Í tjúgunum fingu teir sær
eitt nýtt 8-mannafar. Tann
báturin = varð neyndur
Mjølnir. Tað var Pól Jó-
hannes í Gulaksstovu, sum
smíðaði teimum henda bát-
in. Tey har Heimi áttu tveir
sessir, og tað vóru vanliga
Rasmus og Hans Petur, sum
mannaðu teir. Tey hjá Ola
Hansi áttu tveir sessir, og
tað vóru vanliga Julius og
Óli, sum mannaðu teir. Teir
úti í Váli áttu tríggjar sessir
Gamli Hanus úti í Váli átti
ein, og breðurnir Sofus og
Jóannes úti á Váli áttu hver
sín sess
Mjølnir stóð heimanfyri,
men hann var ikki serliga
nógv brúktur, áðrenn tíðin
at rógva til útróðrar var lið-
ug, og maskinbátarnir loyst-
u gomlu árabátarnar av
Jósup var altíð formaður
Tað verður sagt um hann,
at hann hevði sera gott skil
á veðri og streymi, og tað
lá væl fyri hjá honum at fáa
fisk. Hann var stórur og
sterkur, og tað er tiltíkið, at
hann hevði góða songrødd
Teir sungu á veg til og av
útróðri, og berandi røddin
hjá Jósupi hoyrdist langan
veg
Undir seinna krígnum
fingu eftirkomarar hjá onkr-
um av teimum omanfyri
nevndu sær ein maskinbát
Talan var um ein róðrarbát
eitt seks mannafar — sum
Símun Poulsen, Símun hjá
Póli, heyði smíðað. Báturin
æt Ormurin Langi, og Jóhan
Kirke í Fugloy setti uppá
hann. Tilfarið var úr reka
viði, og teir settu ein Perfekt
motor í hann. Motorin, sum
var tveir ella kanska tveir
og ein hålvan hest til stødd-
ar, høvdu teir fingið úr ein-
um fýramannafari, sum Kaj
Thomassen átti. Hesin bát-
urin kallaðist Hemarin
Teir, sum áttu henda bát-
in, vóru Kaj Thomassen,
Hanus úti á Váli, Jóan Pauli,
sonur hansara, Karsten úti
á Be og Jákup á Rókini ella
Jákup hjá Konkordiu, sum
hann eisini varð neyndur
Teir mistu båtin tilukna ill-
veðursdagin í februar i
1943, tå deksbåturin Nekk-
ur tók fleiri manningar upp
å båtum ur Svinoy, sum
høvdu verið á útróðri henda
dagin. Í staðin fyri Ormin
Langa fekk manningin ein
skipsbát til vega frá Jóan
Jakku á Viðareiði. Í honum
var ein fýra hesta Soli
motorur
I Svinoy er tvirøtt. Tad eru
góð og høglig útróðrarmið,
sum tað er skjótt at koma
til bæði frá Eiðinum og frá
víkini
At fleiri båtsmanningar
róðu út og at nógvur fiskur
kom upp á land hevði m. a
vid sær, at tað var stórur
hugur at fáast við handil og
at taka ímóti fiski
Fyrsti maður, sum fekk
sær handil í Svínoy, efir at
einahandilin var avtikin í
1856, mundi vera Símun í
Gulaksstovu Miðlinga
Símun, sum hann eisini
varð nevndur, stendur i
fólkateljingini í 1880 at vera
63 ára gamal og at vera
handilsmaður (harafturat
var hann eisini ólærdur lær
pre
-
*
ari). Hann gekk burtur á veg
úr Borðoyarvík og til Svín-
oyar 25. septembur í 1884
Dåvur Syderbø var ætt
aður úr Kunoy, og hann
kom í 1870unum út ul Svín
oyar sum fyristødumadur
fyri úthandlinum, sum Jóan
Petur á Stongunum hevði
úti á Váli. Har tóku teir í-
móti útróðrarfiski
Dávur flutti umleið 1885
til Klaksvíkar, og Símun
Júst Jacobsen av Húsum,
sum akkurát tá hevði tikið
læraraprógv, kom út til
Svínoyar at standa fyri
handlinum. Tað gjørdi hann
til 1913, umframt at hann
eisini var lærari frá 1903 og
til 1913
I 1870 vóru 120 fólk í
Svínoy, í 1890 vóru 124. í
1901 vóru 165, í 1911 187,
í 1921 204, og tað var hægst
í 1925 og í 1935, tá 214 fólk
búðu í Svínoy. At fólkatalið
vaks so nógv síðst í hinari
øldini og fyrst í hesi øldini
komst av góðu umstødun-
um at dríva útróður av
plássinum, og tað sást m.a
aftur í handilsslívinum
Umframt omanfyri nevndu
handlar somu um árhundr-
aðskiftið fleiri handlar. og
tað var felags fyri teir allar,
at teir tóku ímóti útróðrar-
fiski
Rasmus Olsen úti á Bo
fór at handla, og í 1898 var
handilin liðugt bygdur
heimi í bygdini. Sonur
hansara Mikkjal Olsen yv-
irtók handilin, og seinni
flutti hann heim og búsettist
undir somu lon, sum hand-
ilin var |
Húsini, har Ola Hans
Frammi í Garði hevði hand-
il, vóru liðug í 1899, og tað
var um hetta mundið, at
hann fór at handla. Jógvan
Justinussen ella Jógvan
uppi í Húsi, sum hann var
pro
+
ge á
ae
nevndur, fór at handla í
1916. Teir tóku allir ímóti
fiski frá útróðarmonnunum
Náddu dustsins árum
Kona Jósup, Anna Katrina
var ein lítil og blíðsníðað
kona. Tað sæst eisini á
myndini, sum tað hevur
eydnast at funnið av henni
Luturin hjá henni var tann
sami, sum hann var hjá øll-
um øØdrum føroyskum
kvinnum. Hon tók sær av
húsarhaldinum, og har var
nóg mikið at takast við. Tey
áttu sjey børn, og tað mesta
av tí, sum skuldi til í einm
húsarhaldi, skuldu tey sjålvi
syrgja fyri
Jósup Niclasen, traðar-
maður og útróðrarmaður,
doyði í 1930, og tá var hann
70 ára gamal. Tað hevur
ikki eydnast at finna nakra
mynd av honum. Tað verður
sagt, at hann, sum so mang-
ur annar í hansara tíð, dámdi
ikki at verða fotograferaður.
Eftir at Jósup var deyður,
var Anna Katrina nógv hjá
dóttrini, Biritu. Hon plagdi
at vera úti á Bø um dag-
arnar, men hon lá ongantíð
nátt har úti. Á vári í 1938
fekk hon eina heilabløding,
sum hon doyði av hetta
sama várið. Tá var hon 77
ára gomul. Húsini stóðu
uppi nakað eftir hetta, men
undir krígnum tók Ola Ják-
up millum Garðarnar, sum
var ein av versynunum, hús-
ini niður. Tað mundi ikki
vera nógv tilfar í húsunum,
sum kundi verða til nakra
nyttu, men stórviðurin
kundi tað kanska bera til at
brúka til okkurt
Anna Katrina og Jósup
fingu sjey børn, og komandi
leygardag skulu vit siga eitt
sindur um, hverji tey vóru
og hvussu tey baldust á
lívsins havi