Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 225 - 26. november 2003 Nr. 225 - 26. november 2003 3 Blás luft í eina ballón! Tað ljóðar so einfalt. Men júst tí, at tað ljóðar einfalt, men ikki er so sjálvsagt hjá øllum, skipar Astma- Allergi felagið í Odense fyri viðgerðarskeiðum fyri børnum við bróstmøði BRÓSTMØÐI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Í juli mánaða, fóru Valborg Klæmintsdóttir í Norðra- gøtu og Marin Egholm Jacobsen í Klaksvík, niður til Danmarkar á eina 14 daga legu fyri børn við astma. Legan verður kallað, Luftballónin, og verður hildin í Glamsbjerg nær Odense. Trupulleikin hjá teimum við bróstmøði er, at tey ikki sleppa av aftur við luftina, tí kann vera sera ringt hjá teimum at blása í til dømis eina ballón. Á skeiðnum varð undir- víst í, hvat bróstmøði er, og hvussu tú kanst liva við sjúkuni. Hvussu tú skal anda og hvat skal ansast eftir, fyri at fyribyrgja, at herðindi koma. Ein týdningarmikil partur av skeiðnum var at læra, hvussu heilvágurin skal takast. - Vit fingu nógv burtur úr skeiðnum, og nú skilja vit betur sjúkuna og duga at greiða frá, tá onkur spyr, hvat astma er, siga tær báð- ar. Legan var, sum flestu summarlegur, eisini fylt við spæli og hugna. Men høv- uðsendamálið er at læra børnini at bera seg rætt at í samband við sjúku sína. Eitt nú, var nógv íðkan á skránni, har børnini lærdu at kenna mørkini og at laga nøgdina á heilvágnum undir íðkan. - Á skeiðnum varð stórur dentur lagdur á, at vit altíð høvdu heilvágin hjá okk- um; gloymdu vit tað, sluppu vit afturfyri at vaska upp, siga tær báðar og flenna. Tær báðar eru sera glaðar um møguleikan tær fingu. Á leguni luttóku um 20 børn í aldrinum 13 - 15 ár. Tær siga, at tað besta við leguni var at vera saman við øðrum, sum feila tað sama sum tær. Skeiðið í Danmark er fyri børn upp til 15 ár. Tey, sum eru millum 15 og 18 ár, kunnu eisini fara á skeið, men tað skeiðið er í Hollandi. Fert tú á heimasíðuna, www.luftballonen.dk, kanst tú lesa meiri um skeiðini, sum verða hildin í Dan- mark og Hollandi. At anda út er ikki altíð lætt Í summar vóru 15 ára gamla Valborg Klæminstdóttir (t.v) og Marin Egholm Jacobsen, sum er 16 ár, í Danmark á skeiði fyri børn við astma. Miðjutaskurnar eru til heilivágin og vatn, sum tey við bróstmøði altíð skulu bera við sær Tað er umráðandi at duga at liva við bróstmøði. Her verða tey lærd, hvussu heilvágurin verður tikin á rættan hátt Hjartafelagið fer í ár at hava sítt tiltak í Klaksvík í døgunum 27. og 28. november HEILSA Tíðindaskriv Hósdagin 27. november 2003 kl. 19 verða fyri- lestrar í Skálanum, har Heðin Thomsen yvirlækni heldur fyrilestur um hjarta- sjúkur, viðgerð av hjarta- sjúkum og um úrslitini av kanningunum, sum Hjarta- felagið hevur gjørt aðra- staðni í Føroyum. Johanna á Tjaldrafløtti, føðslu- og húsarhaldsfrøð- ingur, heldur fyrilestur um heilsugóðan kost, og Eyð- bjørg Joensen, fysiotera- peutur, greiðir frá um íðkan og um týdningin av krops- rørslu fyri heilsuna. Høvi verður at seta spurningar. Fríggjadagin 28. no- vember 2003 frá kl. 10.00 til 18.00 verður »opið hús« í Skálanum. Har fáa fólk høvi til at máta sítt koleste- rol, blóðtrýst, blóðsukur, hædd og vekt. Roykjarar kunnu fáa mált CO- inni- haldið í teirra útandingar- luft. Høvi verður eisini at fáa gjøllari kunning um fyribyrgjan og viðgerð av hjartasjúku. Øll eru vælkomin, sigur Hjartafelagið. BÓKAÚTGÁVA Í grannalondum okkara hava bøkur við upplýsing- um og myndum av skipum verið at fáa í mong ár, men tað var ikki fyrr enn seint í 1999, at eisini føroyingar fingu eina tílíka bók. Tað var hin vælumtókti Skipa- listin, har dentur varð lagd- ur á tilfar, sum er hent at hava hjá øllum, ið hava áhuga fyri skipum og sjógvi. Og tað eru eyðvitað mong, ið hava áhuga fyri skipum og sjógvi - bæði her heima og í grannalondun- um. Skipalistin er eftir stuttari tíð vorðin fólkaogn í Føroyum. Bókin verður brúkt av útróðrarmonnum, skipum og reiðaríum eins og bæði almennum stovn- um og privatum fyritøkum. Men tað er eisini áhugavert, at fert tú uttanlands til fólk og stovnar, ið hava vinnu- ligt tilknýti til Føroyar, so kemur í fleiri førum fyri, at føroyski Skipalistin eisini er at finna har. Í SKIPALISTANUM 2004 eru dagførdar upplýs- ingar og myndir av før- oyskum skipum frá 12 bruttotonsum og uppeftir eins og upplýsingar um bátar millum 4 og 12 bruttotons. Eisini eru um- fatandi leitiyvirlit, so til ber at finna okkurt ávíst skip útfrá ymiskum leitorðum, eitt nú eigara, stødd, maskinorku o.ø.. Skipa- myndirnar eru stórar og í heilt nógvum førum nýggj- ar. SKIPALISTIN hevur eisini før- oyskan álma- nakka, sum er lógar- krav umborð á bát- um. Til tey, ið rógva út eru streymtalvur, streymkort og tíðir fyri vestfals- og eystfalskyrrindi umframt broddar-nar. Tilfarið í streympart-inum er dagført og fríðkað, og er tí lætt og hugaligt at lesa. Stórur dentur verður lagdur á, at innihaldið er viðkomandi og álítandi, og tí eru nógvar dagføringar framdar í bókini. Í hesum sambandi samstarvar SKIPALISTIN við avvarð- andi stovnar, myndugleikar og skipaeigarar. Lesarin vil eisini leggja til merkis, at fríðkað er um uppsetingina av innihald- inum, ið sum heild er væl skipað og uppsett. Sum nakað nýtt eru nú frámerki uttast á síðunum, sum gera tað lættari at finna júst tann partin, leitað verður eftir. Onkur nýggjur táttur er eisini í Skipalistanum 2004. Í partin- um við kortum eru nýggjar tekn- ingar, sum vísa stongd- ar leiðir, gýtingarleiðir, havøkið kring Føroyar. Sum nakað heilt nýtt er eisini kort yvir alt økið í Norðuratlants- havinum, har føroyingar hava - og framvegis - fiska. Annar áhugaverdur táttur er tekningarnar av djórum. Í fjør vóru tekningar av ryggleysum djórum, sum listarkvinnan Astrid Andreasen teknaði. Í ár eru sera vøkru tekningarnar hjá listarmanninum Edwardi Fuglø av hvalum í útnorði. Av innihaldinum annars kann nevnast radio og samskifti, neyðarkall, bráð- feingishjálp, signalfløgg, vitar í Føroyum, djóralívið á ymiskum tungumálum, havstreymar, ættirnar, al- mennar upplýsingar um veður, mát og vekt, før- oyski róðrarbáturin, grinda- hvalurin og mangt annað. Eisini eru hagtøl, ið á ymsan hátt lýsa føroysku fiskivinnuna. Til seinast eru upplýs- ingar um havnir í Føroyum, alivinnuna og oljuvinnuna umframt lógarsavn við við- komandi lógum og kunn- gerðum um skip og sjó- viðurskifti. Umfatandi innihaldið í SKIPALISTANUM er av- markað til tað, sum snýr seg um skip og sjógv. Hetta er ein styrki, tí heldur enn at gera eitt sindur burtur úr nógvum, er tað ein fyri- munur, at SKIPALISTIN ger nógv burturúr tí, sum bókin hevur valt at raðfesta fremst. SKIPALISTIN er ein bók í støðugari menning, og tað sæst eisini aftur í SKIPA- LISTANUM 2004, sum er sera hentur at hava! Skipalistin 2004 er 512 blaðsíður. Bókin fæst um alt landið, og kostar 175 krónur við bleytari permu og 240 krónur innbundin. - Svínoy vil vera ein grøn oyggj. Tað kann eg sláa fast við 10 tumma seymi, sigur Pól Sundskarð, borgarstjóri í Svínoy. Misskiljingar um leik- lutin hjá Svínoyar Komm- unu hava sátt iva um eina verkæltan, sum skal gera Svínoy sjálvnøktani við streymi. Felagið Nýorka hevur ætlanin um eina verkætlan, sum millum annað ES- peningur skal fíggja. Men fyri at søkja ES um pengar, krevjast tilsøgnir frá lokalu myndugleikunum. Bæði bygdarráði og orkumála- ráðið. - Vit eru positivir fyri eini slíkari verkætla, men enn hevur bygdaráðið ikki sam- tykt nakað sum helst. Og sjálvandi skal SEV eisini upp í leikin, vísir Pól Sund- skarð á. - Um felagið Nýorka søkir um eitt stykki í bygd- ini, so eru vit positivir. Men nú má hetta ganga í tí raðfylgju, sum tað eigur, sigur Pól Sundskarð. ØW Vindorka er vælkomin til Svínoyar Hjartafelagið: Nú skulu norðoyingar kannast Skipalistin fimm ár á baki C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Komið við á sera hugnaliga JÓLA FERÐ við Norrönu og haldið Jóla borðhald umborð. Umframt stórt jólaborðhald, verð ur ørt kvøld undirhald við føroysk um lkum og einstak lingum. 27. nov.– 01. des: Undirhald: Hilmar Jan Hansen Orkestur: Havkallar v/m.ø. Ronnie Nielsen 04. – 08. des: Undirhald: Robert Mc.Birnie Orkestur: Vestmenn 11. – 15. des: Undirhald: Hilmar Jan Hansen Orkestur: Terje Rasmussen Band 27. nov. –1. des. 4.–8. des. 11.–15. des. Úr havinum Stórt sildaborð Royktur og urtaviðgjørdur laksur Rækjur og skeljadjór Alskyns steikir so sum: Stokt dunna við súreplum og sviskum Fleskasteik við reyðkáli Roastbeef við remuladu og stoktum leyki Heilstokt lambstjógv Heilstoktur oksaháryggur Flógvir rættir so sum: Tartelettir við góðari fyllu Fiskaflak við remuladu víndrúvum o.l. Heimagjørt rís à la’ mande við kirsiberjasós Fruktsalat við rákremi og alskyns køkur Prísur fyri hvønn úr kr. 600,- Matur & drekka ikki íroknað Keypið jólagávurnar á ferðini Meðan Norröna liggur í Hanstholm verður skipað fyri innkeypstúri til Thisted.