Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 HJÓLIÐ Blaðnevnd: Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf. 316135/216135 Eirikur Lindenskov tlf. 316409/216409 eirikur@sosialurin.fo Nevnd í Føroya Ellisakførum: Formaður: Ingi Justinussen tel 318055/217813 ingi@arb.fo Næstformaður: John William Old tel 311725/223243 jwtrukk@kallnet.fo Skrivari: Rúni Nielsen tel 216886 Kassam.: Hans J. Nielsen tel 318385 Johan Beder tel 288821 ella 444821 Eykalimir: Júst Sivertsen, tel 310736 Helgi Magnusarson Kontaktpersónar: Norðoyggjar: Manni Waag Høgnesen, tel 456777 Eyturoy: Jóhan Beder, tel 288821 ella 444821 Vágar: Hans Elmar Poulsen tel 332411 ella 332877 Sandoy: Ásmundur Johannesen, tel 310207 Suðuroy: Mogens Petersen tel 371466 Hølisumsjón: Heini á Borg tel 311960/543061 hab@ssl.fo Hølið er opið: Mánakvøldið 2000 til 2200 Tel/fax 318099 e-postur: ellis@post.olivant.fo Heimasíða: www.ellisakfar.com Bústaður: Yviri við Strond 22, 100 Tórshavn Framleiðsla: Prenttilgerð: Sosialurin Films- og plátugerð: SP/F Hestprent Prent: P/F Prentmiðstøðin Skorið og heft: SP/F Hestprent Brunnurin: Nevndin fyri Brunnin: Heini á Borg, formaður tel 543061/311960, hab@ssl.fo Brynjolvur Jensen, næstformaður, tel 213727, 314018, bj@trygging.fo Eirikur Lindenskov, skrivari tel 216409, 316409, eirikur@sosialurin.fo Petur J. Johannessen, kassameistari tel 243544, 317036, peturjj@post.olivant.fo John William Old, nevndarlimur tel 223243, 311725 jw-trukk@kallnet.fo Nevndin fyri Brunnin tekur støðu í hvørjum einstøkum føri til fyrispuringar um at hýsa ellisakførum. Sáttmáli verður skrivaður og gjalds- avtala gjørd frammanundan Næsta blað kemur út í januar. Evstamark fyri tilfari er 30. desember Upplag: 1.200 eintøk – Tit eru bara nakrir stórir smádreingir, sum framvegis vilja sleppa at spæla bil… Soleiðis hoyrir tú ofta sagt, tá prátið kemur inn á ellisak- før og okkara ósvitaliga hug og vilja til at pjøssa um gamlar bilar og gamlar motorsúkklur. Og tað er ikki frítt, at ein farri av sannleika er í hesum pástandi. Men tað er ikki allur sannleikin! Sonne Smith segði tað so rámandi í blað okkara herfyri, tá hann hugleiddi um sína gomlu BSA. Hann segði: »BSA Rocket 1965 Fø 8.829: Eg elski teg!« Hann segði seg vera vorðnan ein »Easy Rider« við denti á »easy«. Og tað er júst tað, sum er eyðkennið! Tað er ikki tann drepandi ferðin og harði tónleikurin, sum hevur okkara tokka, men njótilsið av at koyra í einum gomlum bili, sum luktar av metalli, plasti og kanska leðri ella at hoyra vakra ljóðið – eitt nú frá BSA’ini hjá Sonna. Tað er trupult at definera, hvat er tað »rætta« ellisakfar- ið. Meiningarnar eru ymsar – tó ofta tengdar at aldrinum. Dreingjaminnið er ofta tað, ið allýsir, hvat í tínum huga- heimi er tað rætta ellisakfarið. Tann bilurin, tú minnist sum smádrongur er títt ellisakfar. Tíbetur, kunnu vit siga, tí tá soleiðis er vorðið, so fáa vit alla ta føroysku bilasøguna í síni breidd umboðaða í tí, sum limir okkara definera sum ellisakfør, tí limir okkara eru í øllum aldri. Ein tann virknasti er føddur áðrenn fyrsti bilurin kom til Føroya tann 6. mai í 1922. Sum vit kunnu lesa í hesum blað, so er verulig gongd aft- ur komin á arbeiðið í brunninum við Gráastein. Nevndin fyri brunnin fekk á aðalfundinum í vár víðari heimildir soleiðis, at hon nú fult og heilt stýrir øllum, sum hevur við brunnin at gera. Tað er eyðsæð eitt av aðalmálinum hjá einum felag sum okkara at útvega høli, ið kunnu hýsa akførum limanna, og so er endamálið við einum tøkni- ligum savni eisini avgjørt av okkara áhuga. Felagið er eisini í ferð við at savna saman tilfar til bók um føroysku bilasøguna. Hetta arbeiðið er komið væl á- leiðis, tó at tað stóra skriviarbeiðið er eftir. Men saman við karmunum, sum verða skaptir um endamál okkara við brunninum, so er okkara áhugaarbeiði samstundis ein týðandi varði í siðsøgu føroyinga. Vit kunnu ikki siga, at bilasøgan hevur vakt serligan ans í føroyskari søgusavnan – og er tað tí rættuliga áhugavert, at eitt áhugafelag kann taka stig til slíkt arbeiði – og fremja tað í verki. Tí er alt ikki tað bera spæl. Men jú – Vit eru stórir smádreingir kortini – og tað vilja vit fegnir framhaldandi vera… Eirikur Lindenskov At koyra bil tað so stuttligt er… Til Hetlands á framsýning Hetlendska systirfelag- ið hevur boðið okkum til stóru framsýningi- na, »Shetland Classic Motorshow 2004«, sum verður í juni komandi Ingi Justinussen Hetlendska felagið hevur vent sær til Føroya Ellisakfør og bjóðað okkum at luttaka í Shetland Classic Motorshow tann 5. og 6. juni 2004. Hetta er framsýning, teir hava ann- að hvørt ár. Í 2002 vóru 150 bilar, 150 motorsúkklur og 80 motorar og traktorar sýnd fram. Nógvir av luttakaru- num koma av meginlandi- num, og komandi ár verður luttøkan væntandi enn størri. Um nóg stórur áhugi verð- ur, ætla Føroya Ellisakfør at luttaka á framsýningini. Farið verður tann 4. juni, og vit koma aftur tann 9. juni. Tað er ógjørligt at siga nakað um ferðaseðlakostnaðin longu nú. Hann verður allar- helst tengdur at luttakaratali- num. Ætlanin er at skipa túrin sum eina pakkaferð við gist- ing, og sjálvandi fer felagið at arbeiða við at fáa ein so góð- an prís sum gjørligt. Einki krav er til slag og ald- ur á luttakandi akfari, og sjálvandi ber eisini til at koma við uttan at hava akfar at sýna fram. Um nakar hevur áhuga fyri tiltakinum, so kunnu tey venda sær til nevndina. Austin 1300 til sølu Bilurin er keyptur í Vejle í Danmark í 1996. Hevur ikki verið skrásettur síðani. Bakbrúgvin skal skiftast, hon fylgir við og er keypt fyri 2.000 kr. Harumframt er rusthol við hurðapanelið, helst hevur vatn staðið í bilinum. Bilurin kostaði 8.250 kr. Eg hevði mót upp á renoveringina, men kom ongantíð í gongd. Bilurin kann brúkast, sum hann er, lakkið er gott, kromið er gott, innan er hann ókey, so um tær 2.000 kr fyri bakbrúnna trekkjast frá er heilt vist virði í restini av deilunum, eisini um bilurin ikki skuldi verði gjørdur. vespa@email.dk Okkum tørvar tilfar og myndir frá lesarum Fyri at gera blað okkara enn meira áhugavert, sóknast vit eftir myndum og tilfari frá lesarum. Alt hevur áhuga, ið á onkr- an hátt hevur við endamál okkara at gera. Tað kann vera ein forkunnug mynd av áhug- averdum bili, onkur hending, heima – eins og úti í heimi. Í nógvum privatum mynda- søvnum er hópur av áhuga- verdum myndum, og nógv ellisakfør standa kring landið, sum lesarar okkara fegnir høvdu vilja lisið um. Alt hevur áhuga, tit skulu bara venda tykkum til blað- bólkin – hugskot til okkara eins og lesarabrøv eru kær- komin! Eirikur og Maggi Ein Toyota Crown Mark II Coupé sæddur í Gøtudali í november í ár… Ein Volga uttan fyri forsætisráð- harraborgina í Ulaam Bataar í Mongolia í apríl 2000 C M Y K 3 2