Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 225 - 26. november 2003 Nr. 225 - 26. november 2003 5 Roykt tvøst til drotningina Í samband við upplat- ingina av Útnorður- miðstøðini á Norður- atlantsbryggjuni í Keypmannahavn eru fimm fólk frá Hotel Hafnia farin til Keyp- mannahavnar at standa fyri móttøku, sum verður hósdagin. Margretha drotning verður fyrsti gesturin MÓTTØKA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Tað verða fólk frá Hotel Hafnia í Havn, sum fara at standa fyri føroysku mót- tøkuni, sum verður hósdag- in í samband við upplating- ina av Norðuratlantsbryggj- uni í Keypmannahavn. All- ur maturin verður føroyskur burturav, og Margretha drotning verður fyrsti gesturin á móttøkuni. Tey skriva seg inn á flog- vøllinum, áðrenn flogfarið hjá Atlantsflogi fer úr Vág- um týsdagin. Fimm fólk og ein rúgva av ferðagóðsi, sum helst skal flytast skjótt og koma i kulda beinanveg, tey koma til Danmarkar, greiðir Martin Restorf, stjóri á Hotel Hafnia, frá. – Vit hava 19 rættir á borðinum, tá latið verður upp, greiðir hotelstjórin frá. Tað er føroyskur matur. Bæði vanligur og eisini eitt sindur forkunnugur. Kjøt og grind. Fiskur og skelja- matur, og hvat nú finnast kann upp á til eina slíka samkomu. Eitt tað kanska mest for- kunnuga, sum verður at smakka á móttøkuni, verð- ur roykt tvøst við piparrót- skremi, sigur hann. Umframt allan matin, tey hava við sær, er ymiskt til at pynta básin við. Tað verður eisini slíkt, sum vendir huginum at Føroy- um, sigur Martin Restorff. Tað er frammanundan sent til Danmarkar við skipi. Eitt nú nevnir hann, at øll skelti, sum verða brúkt at kunna gestirnar um tað, sum er at síggja, eru gjørd av føroyskum malargróti. Móttøkan, sum Hotel Hafnina fer at stand fyri, verður hósdagin 28. nov- ember. Fyrst at smakka tað, á borðinum stendur, verða drotningahúnini, sigur Martin Restorff. Síðan verður opið fyri almenning- inum. Tað er fyrstu ferð í meira enn hálvthundrað ára longu søgu Hotel Hafnia, at hot- ellið stendur fyri einum slíkum tiltaki uttanlands, sigur hann. Avtalan er kom- in i lag gjøgnum føroyska sendimannin í Keypmanna- havn,Trygva Johansen, sigur Martin Restorff Íslendingar og grønlend- ingar hava eisini líknandi móttøkur á sínum básum á Bryggjuni. Familjan framvegis fremst Miðflokkurin setir framvegis familjuna fyrst, sigur løgtings- maður floksins eftir landsfundin, sum var um vikuskiftið LANDSFUNDUR Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Rentustuðulin skal ikki lækka, og mjólkarprísurin ikki hækka, siga mið- flokkafólk, sum hildu landsfund í Havn um viku- skiftið. Og tað kemur ong- antíð upp á tal at loyva samkyndum parløgum, so leingi Miðflokkurin hevur ávirkan á landsins stýri. Jenis av Rana, tingmaður Miðfloksins, sigur, at fund- urin var samdur um, at førdi politikkur floksins skal halda fram. Landsstýrismaður floks- ins fekk eisini frá lands- fundinum stuðul til fram- haldandi at reka tann politikk, hann higartil hev- ur rikið á heilsuøkinum, sigur Jenis av Rana. Familjupolitikkur stendur sera sjónskur í skjøldi Mið- floksins. Og hesin lands- fundurin var einki frávik í so máta. Men flokkurin harmast um, at tann veikasti føroy- ingurin, tað ófødda barnið, verður ikki nóg væl vart, heldur landsfundur Mið- floksins. – Og illa dámar okkum, at læknar brúka sosialar grundgevingar fyri at loyva fosturtøku, sigur Jenis av Rana. Hann sigur, at tað er beinleiðis skomm at tosa um ringar tíðir í Føroyum í dag. Tí tað passar ikki, sig- ur hann. Vit hava tað tími- liga so gott sum nakar, sig- ur Jenis av Rana. So hand- an grundgevingin heldur als ikki, staðfestir hann av- gjørdur. Eitt evni, sum nógv verð- ur viðgjørt á fundum hjá Miðflokkinum, eru viður- skifti, sum hava við sam- kynd at gera. Eisini á lands- fundinum nú um vikuskift- ið var hetta evnið uppi og vendi. Jenis av Rana sigur, at tað fer ikki at koma upp á tal at loyva samkyndum parløgum í Føroyum. Hann væntar heldur ikki, at nak- að slíkt uppskot kemur frá landsstýrismanninum við lógarmálum, sum annars hevur verið uppi og vent. – At koma við einum slíkum uppskoti er tað sama sum at siga sam- gonguna upp, er Jenis av Rana, løgtingsmaður Mið- floksins, púra sannførdur um. Hesi fókini hava brúk fyri hjálp, og tey skulu fá alla ta hjálp, tey yvirhøvur hava fyri neyðini, sigur hann. Men at broyta lands- ins lógir til frama fyri tey, kemur yvirhøvur ikki upp á tal. Fimm fólk og ein rúgva av stórum íløtum við mati av Hotel Hafnia fóru týsdagin við flogfari til Keypmanna- havnar í samband við, at Norðuralantsbryggjan letur upp Mynd: Edvard Joensen Jenis av Rana, tingmaður Miðfloksins, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at loyva skrásettum parløgum millum samkynd. Kemur eitt slíkt uppskot í Løgtingið, er hetta tað sama sum at siga samgonguna upp. Hvørki meira ella minni Teir smáu eru illa við Paranoia, kallar Jenis av Rana úr Miðflokk- inum handfaringina hjá av einari eldfim- ari bók, sum nærkast útgávudegnum. Smáu flokkarnir eru illa við av nýggjasta keglin- um í samgonguni, og Kári P. Højgaard væntar ikki, at sam- gongan situr skeiðið út POLITIKKUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tú skuldi ikki hildið, at nakað kann skelka flokkar- nir, sum samstarva í polit- isku samgonguni. Teir hava upplivað so mangt. Men brævið, sum Fólkaflokkur- in hevur sent Tjóðveldis- flokkinum hevur kortini gjørt umboðini fyri smáu flokkarnar illa við. Í brævinum skriva ting- menn Fólkafloksins millum annað, at »tað hevur ljóðað, at bók er ávegis, sum hevur til endmáls at sverta um- dømið hjá Anfinni Kalls- berg og soleiðis at beina fyri tí áliti, føroyingar hava á løgmanni«. Eisini siga fólkfloksmenn seg »hava frætt, at Tjóðveldisflokkur- in eigur lut í hesi útgávu«. Helst bangnir Læknin og tingmaður Mið- floksins, Jenis av Rana, er skjótur at seta diagnosuna, tá við spyrja hann, hvat honum dámar ákoyringar- nar hjá Fólkaflokkinum. – Hetta líkist mest av øll- um paranoia, sigur Jenis av Rana. Ella vita teir meira enn vit onnur, leggur hann afturat. Ógvusliga reaktiónin hjá Fólkaflokkinum upp á eina bók, sum enn ikki er út- komin og eingin kennir innihaldið av, hevur eftir øllum at døma skatt flokkin meira, enn, um teir høvdu tagt. Tað heldur maðurin í miðjuni í øllum førum. – Tað er løgið, at Fólka- flokkurin er farin at klandr- ast um nakað, sum ongin veit nakað um. Tað sigur mær tað sama, sum tað sig- ur øðrum. Teir eru bangnir. Hvat er tað, teir hava at krógva?, spyr Jenis av Rana. Hann heldur ikki, at tað kann koma óvart á nakran, at nakrir journalistar hava sett sær fyri at kanna, hvat hendi tey árini, tá Anfinn Kallsberg var bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli, tí málið hevur hingið í luftini í nógv ár. – Øll vistu, at tað mátti koma. Tosað hevur verið um fortíðina hjá løgmanni í fleiri ár, og tey flestu hava vónað, at løgmaður fór at vera reinsaður, men reakti- ónin frá Fólkaflokkinum fær meg at óttast, at teir vænta tað øvugta, sigur Jenis av Rana. Kemur bókin við prógv- um um, at okkurt ólógligt fór fram, tá løgmaður fyri góðum 20 árum síðan var bókhaldari á Frostvirkin- um, so heldur Jenis av Rana, at samgongan hevur ein álvarsligan trupulleika. Á deyðastráð Kári P. Højgaard, tingmað- ur Sjálvstýrisfloksins, vil ikki siga so nógv um málið, tí tað er millum stóru flokk- arnar í samgonguni, men hann undrast. – Eg skilji hetta als ikki. Eg kenni ikki innihaldið í bókini, og tí kann eg einki siga um hetta. Eg trúði, at hetta var úti av verðini. Um tað aftur verður sáddur ivi um løgmansembæti, so er tað ótrúliga óheppið, sigur Kári P. Højgaard. Spurdur, hvat hetta merk- ir fyri samgongustevið, vís- ir hann á tað, hann áður hevur sagt. – Eg meti stevið í sam- gonguni at vera so vánaligt, at eg vænti ikki, at hon situr tíðina út. Orðingar í brævinum frá tingmanning Fólkafloksin benda á paranoia, heldur læknin og tingmaðurin Jenis av Rana Annita verjir SvF Landsstýriskvinnan við mentamálum verjir óheftu støðuna hjá Sjónvarpi Føroya. Eingin skal hava ser- støðu í tíðindaflutn- inginum hjá Sjón- varpinum – heldur ikki løgmaður, sigur Annita á Fríðriks- mørk, landsstýris- kvinna við menta- málum JOURNALISTIKKUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Longu áðrenn bókin »Skjót journalistin« er útkomin hevur hon skapt rok. Fólka- flokkurin hevur sent Tjóð- veldisflokkinum bræv, tí hann hevur hoyrt, at bókin svertar umdømið hjá An- finni Kallsberg løgmanni. Fólkaflokkurin spyr í fyrsta lagi, hvønn leiklut Tjóðveldisflokkurin hevur í bókaútgávuni. Men málið steðgar ikki har. Fólkaflokk- urin dregur Sjónvarp Føroya upp í leikin og setir óheftu støðuna hjá almenna fjølmiðlinum í eitt ringt ljós. – Heldur Tjóðveldisflokk- urin, sum umsitur mentamál og harvið SvF, tað vera sam- bærligt við størvini hjá rit- høvundunum í almenna sjónvarpinum at spilla umd- ømi løgmans?, spyrja ting- menn fólkafloksins í bræv- inum til Sjónvarp Føroya. Kann kløkka fólk Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna við mentamálum, umsitur Sjón- varp Føroya. Hon hevur ongan hug at taka brævið frá Fólkaflokkinum fyri fult. – Tjóðveldisflokkurin viðger øll mál, sum koma inn, men eg haldi ikki, at hatta brævið er vert at taka í fullum álvara. Hetta vísir bara, at Fólkaflokkurin hev- ur trupulleikar, sum teir royna at flyta yvir á okkum. Eg havi ikki lisið bókina, og veit tí onki um nakra úts- verting av løgmanni. Eingin hevur lisið bókina, sum eg havi skilt tað – heldur ikki Fólkaflokkurin. So eg skilji ikki trupulleikan, sigur Annita á Fríðriksmørk. Ein aðalregla er, at polit- iski myndugleikin einki hevur við innihaldið í al- menna sjónvarpinum at gera, og tí er hon ikki so lítið skelkað um, at Fólka- flokkurin tykist vilja seta mørk fyri, hvat kann við- gerast í Sjónvarpi Føroya. – Eg vil fegin verja ta óheftu støðuna, sum sjón- varpið hevur og skal hava. Eingin skal hava serstøðu í tíðindaflutninginum hjá Sjónvarpinum. Hvørki eg ella løgmaður. Vandin við einum slíkum brævi er, at fjølmiðlafólk aftra seg at viðgera eym og viðkom- andi evni. Hetta kann for- skrekkja tíðindafólk, og tað er ódámligt, sigur Annita á Fríðriksmørk. Eitt mark fyri øllum Verjir Annita á Fríðriks- mørk Sjónvarp Føroya, so leggur hon samstundis dent á, at øll hava síni rættindi og skulu viðfarast rættvíst. – Sum politikari mást tú rokna við, at tað tú gerst, hevur áhuga millum fólk. Mark skal vera fyri øllum, sum almennir persónar fá- ast við. Sum journalistur er eisini alneyðugt, at tú ert politiskt óheftur, serliga um tú arbeiðir fyri almenna sjónvarpið. Men vit kenna ikki innihaldið í bókini, so tað ber illa til at viðmerkja nakað, sigur Annita Fríðr- iksmørk. Landsstýriskvinnan dugir væl at síggja, at tíðindaleið- arin á SvF kom í eina óhepna tvístøðu, tí hann bæði var tíðindaleiðari og rithøvundur í eymari bók. – Journalisturin hevur longu tikið fullar avleiðing- ar av, at hann er komin í eina tví støðu. Og tað er ikki vanligt, at fólk taka av- leiðingar í Føroyum, sigur hon. Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna, heldur ikki, at spurningarnir frá Fólkaflokkinum um leiklut Tjóðveldisfloksins í bók um løgmann hava uppiborið svar Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4