mikudagur 26. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
HJÓLIÐ
Í døgunum 18. - 22. septem-
ber vitjaði ferðaag úr Før-
oyum í Hetlandi
Ingi Justinussen
Í heyst varð skipað fyri eini lítlari
hetlandsferð. Túrurin kom í lag eft-
ir at Maurice Mullay frá hetlendska
felagnum hevði sett seg í samband
við okkum. Hann ferðaðist í Føroy-
um og helt, at tað kundi verið stutt-
ligt, um feløgini fingu eitt betri
samband framyvir. Hann greiddi
frá, at teir annað hvørt ár skipaðu
fyri einari framsýning, Shetland
Classic Motor Show, og næstu ferð
verður í 2004.
Hetta gjørdi, at vit hildu tað vera
áhugavert at gera eitt rend til Het-
lands, eisini tí at sambandið land-
anna millum við Norrønu er vorðið
avbera gott.
Seint hóskvøldið tann 18. sep-
tember fóru vit so til Hetlands við
Norrønu. Við á ferðini vóru Hans
Elmar við Chevrolet frá 1931, Ingi
við Ford A frá 1930 og Hans Jørn
við Triumph frá 1970 og so ikki at
gloyma konurnar.
Túrurin niður var friðarligur, og
á bryggjuni í Lerwick var onkur
møttur upp at taka ímóti okkum.
Blíðskapurin var óførur - teir
høvdu gjørt eina skrá og skipað fyri
túrum bæði fríggjadag og leygar-
dag.
Aftan á at vit høvdu skrivað okk-
um inn á Shetland Hotel gekk túr-
urin norðureftir. Vit vitjaðu eitt lítið
virki, Shetland Jewellery, har tey
m. a. framleiddu silvurprýði. Síðan
varð farið longri norður til Busta
House Hotel at drekka kaffi. Hað-
ani koyrdu vit til Sullum Voe og
hugdu at oljuterminalinum.
Um kvøldið vórðu vit boðin út at
eta indiskan mat - tað reina krút,
men væl smakkaði.
Leygardagurin byrjaði við shop-
ping, og seinnapartin fóru vit suð-
ureftir til Sumburgh Head. Har
steðgaðu vit eina løtu, áðrenn vit
vitjaðu eina gamla myllu, Quen-
dale Mill.
Vegirnir eru fínir í Hetlandi.
Høvuðsvegirnir líkjast okkara, men
eisini eru nógvir smáir vegir við
vendiplássum, sum vit kenna teir
frá fyrr í tíðini. Eftir eru bert góð
minnir, og vit gleða okkum at vitja
aftur eina aðru ferð.
Ellisakfør vitjaðu ellisakfør í Hetlandi
Við á ferðini vóru Hans Elmar við Chevrolet frá 1931, Ingi við Ford A frá 1930 og Hans Jørn við Triumph frá 1970 og so ikki at gloyma konurnar!
Lesið um bilar í Sosialinum hvønn hósdag!
www.sosialurin.fo • tel 341800 • fax 341801 • teldupostur: post@sosialurin.fo
tel 421605 • fax 421666 • far 210095
HJÓLIÐ
5
Lekar verða tettir og av-
fuktingarskipan sett
upp í brunninum við
Gráastein. Gongst sum
nýggja nevndin við
størri heimildum vil, so
verður relativa luftvæt-
uinnihaldið í brunni-
num niðan fyri 55% á
jólum – og harvið kann
brunnurin trygt hýsa
ellisakførum
Eirikur Lindenskov
Brunnurin: Fastur táttur í
nærum hvørjum blað seinastu
árini hevur verið brunnurin.
Hóast tað kann tykjast, at
blaðnevndin hevur fyri javnt
og samt at mala somu køku,
so eru tó tekin um, at brunn-
urin loksins kann gerast
tryggur karmur um varð-
veitslu av ellisakførum.
Tað er ein royndur lutur, at
umstøðurnar ikki hava verið
nóg góðar, hvat vætuinnihaldi
viðvíkur. Fyri at sleppa undan
metallkorrosión, at leidningar
irra og at inntrekk ferst, so
skal relativa vætuinnihaldið í
brunninum niður ímóti 50%.
Royndir, tiknar í brunninum,
bæði við og uttan hita, vísa, at
vætuinnihaldið er beint undir
100%.
Á seinasta aðalfundi felag-
sins varð gjørd tann broyting,
at nevndin fyri brunnin skal
hava fulla og alla ábyrgd fyri
brunninum. Hesa ábyrgd hev-
ur nevndin tikið á seg og er
farin til verka.
Eitt tað fyrsta, ið gjørt var,
var at áseta leigugjald og at
senda út rokningar til teirra,
ið eiga akfør og lutir í brunn-
inum. Hetta hevur givið nak-
að av tøkum peningi í kassan,
hóast tað hevur volt nevndini
óneyðugt stríð at fáa øll at
gjalda. Treytin framyvir fyri
at fáa lutir goymdar í brunni-
num verður, at leiguavtala
verður undirskrivað. Tey ak-
før ella lutir, ið ikki rindað
verður fyri, verða beind burt-
ur fyri eigarans rokning.
Annað tiltak, ið nevndin
fyri brunnin hevur skipað
fyri, var ólavsøkuframsýning-
in, sum var sera væl vitjað.
Vætan skal út
Til tess at koma vætutrupul-
leikanum í brunninum til lívs,
hevur nevndin fyri brunnin
gjørt av at keypa eina avfukt-
ingarskipan av slagnum Mun-
ters. Fleiri av teirra skipanum
eru royndar í Føroyum.
Við hesi skipan verður ikki
neyðugt at hita brunnin til
tess at lækka vætuinnihaldið í
luftini. Ein slík avfuktingar-
skipan megnar at fáa vætu-
innihaldið niður um 55%, og
tá er líkamikið, hvør temp-
eratururin er. Hetta ger, at tað
verður bíligari í rakstri. Annar
fyrimunur er, at tað verður
lættari at hita bygningin – ella
part av bygninginum, tá væt-
uinnihaldið er lægri.
Fyri at tryggja sær, at hetta
er tað rætta at gera, so hevur
nevndin spurt okkara egna
Hergeir Petersen og ráðgev-
andi verkførðingarnar, Mart-
in E. Leo og Svenn Brim-
heim, sum eru vanir at fáast
við slíkar skipanir. Teir siga
allir, at hetta er rætta loysnin,
men leggja dent á, at brunn-
urin má tettast, tí um væta
sleppur inn samstundis sum
avfuktingarskipanin skal fáa
vætuna út, so kann tað gerast
ein dýr søga.
Arbeiðið at tetta lekar er
fyri langari tíð síðani byrjað,
men hevur staðið í stað eina
tíð. Tó er nú gongd komin á
aftur. Tað fyrsta var at fáa tætt
undir hurðini. Har er løgd
renna framman fyri hurðini
og frárensl lagt í gólvið
saman við samlibrunni og rist
til at taka skolivatn av gólvi-
num. Samstundis sum hetta
arbeiðið varð gjørt, vær gólv-
ið innan fyri hurðina brekkað
upp soleiðis, at lættari er at
koyra inn.
Næsta »byggistigið« at
koma vætutrupulleikanum til
lívs, er at tetta brunnin í ovaru
síðu. Har er brunnurin illa
frostsprongdur soleiðis at
væta rennur niður í lagingina
og soleiðis inn í brunnin. Har
verða settir upp formar og
stoypt íaftur, soleiðis at
vatnið verður ført niðar av
steinsetingini.
Í løtuni eru samráðingar
við býráðið í Havn um hetta
arbeiðið. Tað er soleiðis, at
grannar hjá brunninum í fleiri
ár hava kært sína neyð fyri
býráðnum, tí flakar av pappi
o. ø. er fokið av brunninum.
Býráðið hevur játtað grann-
unu at gera hetta arbeiðið,
áðrenn leigusáttmáli varð
gjørdur við Føroya Ellisakfør.
Nevndin fyri brunnin sigur, at
hon hevur tosað við býar-
verkfrøðingin um hesi viður-
skifti, og at fundur er avtalað-
ur við býráðsskrivaran, Jens
Marius Poulsen, um hesi við-
urskifti, sum væntandi verða
avgreidd um fáar vikur.
Nevndin fyri brunnin í-
myndar sær, at avfuktingar-
skipanin kann standa uppi
einaferð í november ella des-
ember, og at flestu lekarnar
kunnu verða tettir í sama tíð-
arbili.
Soleiðis vónar nevndin ver-
uliga, at tað verður turt í
brunninum á jólum.
Turt í brunninum á jólum
Martin stríðist í brekkaranum, Niels Pauli peikar og Heini lurtar…
Mynd: Eirikur Lindenskov
Henrik Jensen frá Alma, Eiri-
kur Lindenskov, Hans-Henrik
Thomsen frá Munters, Heini á
Borg og Brynjálvur Jensen í
brunninum og tosa um vætu-
viðurskiftini
Mynd: Jan Barbre
C
M
Y
K
5
4