mikudagur 26. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 225 - 26. november 2003
Nr. 225 - 26. november 2003
7
Høgifossur er bíðistøðu
Fiskimálaráðharrin
vil stuðla
rækjuflotanum
Hóast Arctic Viking
og møguliga Hvilvt-
enni eru á veg úr
føroyska rækjuflotan-
um, so ætlar Høgi-
fossur í fyrstu atløgu
ikki at fylgja teimum.
Reiðarin, Jákup Eg-
holm Hansen, sigur,
at teir bíða eitt sind-
ur, og fáa síggja hvat
hendir frá politiskari
síðu.
RÆKJUKREPPA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað er við at gerast ein
skøva pláta at tosa um, at
føroyski rækjuflotin ekur á
knøðunum. Í seinastu viku
fekk Arctic Viking loyvi at
flagga út, og nú hoyrist
graml um, at rækjutrolarin,
Hvilvtenni, er seldur til
Íslands.
Tað eru sjey rækjuskip
eftir í flotanum, og tað
kemur valla óvæntað á
nakran, um fleiri rækjuskip
í næstum fara úr flotanum.
Reiðarin
á
Hvilvtenni,
Kjartan Joensen segði í
blaðnum í gjár, at nú er bara
spurningur um tíð, áðrenn
søguliga vinnan fullkomi-
liga steðgar upp.
Bíða
Nú tað hoyrist, at nýggjasta
rækjuskipið í flotanum,
Hvilvtenni, og Arctic Vik-
ing (í eina tíð, blðm) eru á
veg úr føroyska flotanum,
er ein nærliggjandi spurn-
ingur um aðrir rækjutrol-
arar ætla at fylgja teimum
Vit hava spurt reiðaran á
Høgafossi, um teir hava
nakrar ætlanir um at fara úr
føroyska flotanum.
– Nei vit bíða, og síggja
hvat hendir. Vit vóna bara,
at onkur endiliga kemur til
fornuft, og sær hvussu ring
støðan er. Vit seta okkara
vónir til, at FAS skipanin
vinnur frama, tí hon kundi
verið ein fyribils loysn á
kreppuni, sigur Jákup Eg-
holm Hansen, reiðari á
Høgafossi.
Hann greiðir frá, at
menn, ið varða av rækju-
flotanum, hava fleiri ferðir
gjørt politiska myndugleik-
an varan við stóru kreppuna
í rækjuvinnuni, men tað
rínur ikki við. Kjartan Jo-
ensen helt í Sosialinum í
gjár fyri, at politikkararnir
tykjast ikki hava nakran
áhuga í at bjarga vinnuni,
og hesum er reiðarin á
Høgafossi samdur í.
– Politikkararnir tykjast
ikki hava serliga stóran
áhuga, og tað er harmiligt.
Ein stórur trupulleiki hevur
verið, at vit í nógv ár hava
siglt okkara egna sjógv, og
hetta sæst best aftur á
teimum kvotum,vit hava í
dag, sum ikki eru tær bestu,
sigur Jákup Egholm Hansen
Einki studnings-
spøkilsi
Í farnu viku vísti Høgni
Hoydal í Dimmalætting á,
at Tjóðveldisflokkurin tek-
ur ikki undir við nakrari
stuðulsskipan til rækjuflot-
an. Flokkurin er bangin fyri
at lata stuðul, tí so er skjót-
ur vegur aftur í stuðulspol-
itikkin frá 80 árunnum.
Fólkaflokkurin
heldur
tvørturímóti,
at
stuðul
kundi verið ein møguleiki
fyri at bjarga rækjuflotan-
um, og fingið hann at koma
fyri seg aftur.– Eg haldi, at
tað í dag verður dyrkað alt
ov nógv, at vit ikki mugu
enda aftur í stuðulspolitikk-
inum í 80 árunum. Rækju-
flotin er handlingslammað-
ur í løtuni, og tí má okkurt
henda. Fær flotin stuðul
fyri at koma fyri seg aftur,
verður talan ikki um sama
studningsspøkilsi sum í 80
árunum tað. Stuðul kundi
verið ein loysn fyri at
rækuflotan í gongd aftur,
og verður ein stuðulsskipan
innførd, beri eg ongan ótta
fyri, at vit aftur skulu enda
í stuðulssbúskapi sum í 80
árunum, greiðir Jákup Eg-
holm Hansen frá.
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard,
heldur, at rækjuvinn-
an eigur at fáa stuðul.
Hann heldur, at stuð-
ul í avmarkaða tíð,
kann hjálpa rækju-
vinnuni úr sváru
kreppuni
RÆKJUKREPPA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Spurningurin, hvørt tað er
rætt at veita kreppuraktu
rækjuvinnuni stuðul er aftur
aktuellur. Uppskotið hjá
Sambandsflokkinum
um
FAS-skipan til rækjuflotan
setti í seinastu viku kílar í
samgonguna. Tjóðveldis-
flokkurin heldur seg aftur,
og heldur ikki, at tað er rætt
at veita rækjuvinnuni stuðul.
Fólkaflokkurin
heldur
tvørturímóti, at stuðul er
ein møguleiki, og flokkurin
umhugsar uppskotið hjá
Sambandsflokkinum.
Fólkafloksmaðurin
og
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum, Jacob Vester-
gaard, tekur undir sjónar-
miðjunum hjá floksfeløg-
unum hjá sær.
– Eg haldi tað er rætt, at
vit veita rækjuflotanum ein
tiltrongda hjálp. Um tú
kallar tað stuðul ella hjálp
er fyri so vítt líkamikið,
men eg taki undir við, at vit
eiga at lata stuðul til rækju-
vinnuna í avmarkaða tíð.
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum vísir á tær
stóru
upphæddir,
sum
rækjuskipini hava vunnið
til
føroyska
samfelgið
gjøgnum árini. Hann nevnir
Arctic Viking sum dømi.
Síðan rækutrolarin hjá koll-
firðingum kom í føroyska
flotan í 1986, hevur báturin
vunnið 800. mio krónur,
sum á ein ella annað hátta
hava verið runt í føroyska
samfelagnum.
Jacob Vestergaard heldur,
at tað verður eitt stórt bakk-
ast fyri føroyska samfel-
agið, um hesar upphæddir
svinna brádliga úr føroyska
búskapinum.
Vantandi semja
Bæði formaðurin í Fiski-
mannafelagnum, Óli Jacob-
sen og reiðarin á Hvilvt-
enni, Kjartan Joensen, hava
lagt Jacob Vestergaard und-
ir fyr at gera ov lítið við
kreppuna í rækjuvinnuni.
Kjartan fýltist á, at ov
lítil politiskur áhugi er fyri
rækjuvinnuni, og Óli Jac-
obsen helt, at Jacob Vester-
gaard ikki rætt hond síðu
fyri at hjálpa rækjuvinnuni
– Tað passar, at tað er alt
ov lítil áhugi fyri rækjuflot-
anum. Felagið Rækjuskip
gjørdi eina frágreiðing, har
teir komu við hugskotum,
hvussu karmarnir hjá vinn-
uni skuldu betrast. Um-
framt FAS skipanina, nevn-
ir felagið millum annað
stuðul til olju og flutning.
Hugskotini hjá teimum
fingu tá bara ongan polit-
iskan stuðul í samgonguni.
Eftir, at eg varð settur sum
landsstýrismaður,
vendi
felagið Rækjuskip seg aftur
til mín. Eg legði hugskotini
aftur fyri samgonguna, men
heldur ikki hesaferð, fingu
uppskotini nakran stuðul.
Skal eg leggja nakað upp-
skot fram, er neyðugt at
semja er í samgonguni, og
tað hevur tað ikki verið hig-
artil, og tí er uppgávan
trupul, greiðir Jacob Vest-
ergaard frá.
Hóast bæði Arctic Viking og møguliga Hvilvtenni eru á veg úr føroyska flotanum, so hevur Høgifossur onga ætlanir um at fylgja
teimum í fyrstu atløgu. Teir siga seg vera í bíðistøðu
Mynd: Savnsmynd
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, heldur, at
rækjuvinnan átti at fingið
stuðul í eina avmarkaða tíð,
so hon kann koma fyri seg
aftur.
Mynd: Savnsmynd
VITJAN
Lerwick
Jan Müller
Stjórin í bretska arbeiðs-
gevarafelagnum,
Digby
Jones verður gesturin á
Vinnudegnum 2004. Hetta
kom í lag á samkomu í
Hetlandi
mánakvøldið.
Týsdagin hitti Eyðun Elttør
sín bretska starvsbróður,
Steven Timms
Hóast tað er eitt ár til
»Vinnudagin 2004«, so er
longu nú greitt, hvør
útlendski gesturin verður.
hann er ikki bert stórur í
vavi, hann er eisini ein stór
»kanón« í bretskum høpi.
Hann fýrir ikki fyri at taka
telefonina á miðjari nátt og
vekja sjálvan Tony Blair.
Orð, ráð og tankar hansara
viga tungt, tá stórar avgerð-
ir skulu takast í stjórnini.
Maðurin sipað verður til
eitur Digby Jones, og hann
er stjóri í bretska arbeiðs-
gevarafelagnum við fleiri
milliónum limum.
Digby Jones var høvuðs-
røðari við eitt hátíðarhald í
býráðshøllini í Lerwick
mánakvøldið. Løtan var
eitt av hæddarpunktunum í
bretskari ella rættari het-
lendskari oljusøgu. Tað eru
25 ár síðani, at fyrsta oljan
úr Norðsjónum kom í land
í Hetlandi.
Við til hátíðarhaldið vóru
eisini fleiri føroyingar við
landsstýrismanninum
í
oljumálum, Eyðun Elttør á
odda.
Um somu tíð sum het-
lendingar hyggja 25 ár
aftur um bak, so hyggja teir
25 ár fram við spenningi,
men eisini við iva og
angist. Ber til at varðveita
og menna oljuvinnuna er
stóri spurningurin.
Digby Jones røsti í røðu
síni hetlendingum og helt
fyri, at oljuvinnan eigur
mong góð ár enn.
Tað var í hesum sam-
bandi at Magni Arge, for-
maður í Oljuvinnufelag-
num beyð tí bretska ar-
beiðsgevara »bossinum« til
Føroya at halda fyrilestur á
tí komandi vinnudegnum.
Hann tók av og gleðir seg
til sína fyrstu vitjan í Før-
oyum.
– Eg ivist ikki í, at vit og
føroyingar hava nógv at
samstarva um, eitt nú á
oljuøkinum sigur Digby
Jones við Sosialin.
Týsdagin var stór ráð-
stevna í Lerwick, har m.a.
bretski oljumálaráðharrin
helt røðu. Høvi var so eisini
hjá Eyðun Elttør at hitta og
tosa við bretska starvsbróð-
urin, Steven Timms.
Nú fá framstig – fund –
eru gjørd vestan fyri Het-
land síggja oljumyndug-
leikar her fegnir, at olja
verður funnin í føroyskum
øki og at oljan kann geva
arbeiði og inntøkur á olju-
terminalinum Sullon Voe,
tey næstu 25 árini.
Tað eru 25 ár síðani, at
henda størsta oljuhavnin í
Europa varð tikin í brúk.
Bretsk
»kanón«
til Føroya
C
M
Y
K
7
6
Eg elski at sita her
samman við Sofíu
og drekka ein kop av kaffi,
men hevði eg bara haft
mína teldu við mær.
Eg fekk eitt hugskot…
Ynskjur tú at gerast teldunørd?
- men orkar ikki at fara undir bert ástøðiliga útbúgving?
So hevur tú møguleikan nú at fáa eina meira verkliga telduútbúgving...
Vit bjóða tær fjølbroytta útbúgving, har tú hevur møguleika at arbeiða sum t.d. mennari (udvikler),
sniðgevi (designer) ella KT-ráðgevi (systemkonsulent). Útbúgvingin skiftir millum skúla og starvsvenjing.
NetStarv er ein 16 mánaðar long útbúgving. Hugsanin er at nýta tøknina, soleiðis at luttakararir
kunnu leggja orku í at verða kappingarførir á arbeiðsmarknaðinum.
Áhugaði kunnu venda sær á tlf. 350070 ella 211135.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 9. desembur 2003 kl. 16.00.
Málbólkur
Serliga ætlað fólki, ið í størri
ella minni mun eru førleika-
tarnaði, sum hava eina mið-
náms og/ella víðari útbúgving
ella aðrar javnbjóðis royndir.
Hóast brekið hava góð útlit
til at røkja eitt arbeiði fulla
tíð innan eitt nú KT-vinnuna.
Endamál
Málrættað útbúgving til
óstuðlað arbeiði á ávísari
fyritøku, t.d. sum mennari,
formgevi ella KT-ráðgevi.
Starvsvenjing
Útbúgvingin er verklig.
Umleið helvtin av tíðini er
starvsvenjing á eini fyritøku.
Innihald
Eftir gjølla ástøðiliga læring,
skulu luttakararnir gera seg
serkønan á ávísum økjum,
t.d. dátugrunnum, sniðgeving
og interaktiviteti. Útbúgvingin
skiftir millum undirvísing og
starvsvenjing.
www.alv.fo
s t e p h a n s s o n s h ú s