Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 HJÓLIÐ Maggi vitjaði Autostadt í Wolfsburg Sum einasti føroyski motorjournalisturin var Magnus Gunnars- son boðin til Týsk- lands at royna nýggja Golfin hjá VW í síðsta mánaði. Vit hava fing- ið hesa frásøgnina frá honum: Wolfsburg: Inni á økinum hjá Volkswagen bilverks- miðjuni í Wolfsburg liggur Autostadt, sum eru nógvir stórir glasbygningar við t. d. framsýningarhølum til nýggjar bilar og ein stórt tekniskt savn og fram- sýningar av ymiskum gomlum bilum Í sambandi við roynd- arkoyring av nýggja VW Golf í Týsklandi varð eisini vitjað í Wolfsburg ella Golfsburg, sum býurin verð- ur nevndur í løtuni. Inni á økinum hjá Volkswagen bil- verksmiðjuni í Wolfsburg liggur eisini Autostadt. Autostadt eru nógvir stórir glasbygningar við framsýn- ingarhølum til nýggjar bilar og ein stór framsýning av ymiskum gomlum VW-bil- um og øðrum bilmerjum sum t.d. Audi, Hanomag, DKW, Bentley, Bugatti og aðrir sjaldsamir og spenn- andi bilar. Hendan framsýn- ingin er serliga gjørd fyri at vísa gongdina í bilafram- leiðsluni frá byrjan og fram til okkara dagar. Eitt av endamálunum við Autostadt er at evropiskir kundar, sum skulu hava nýggjan VW bil, kunnu bí- leggja sær hann hjá sínum egna bilhandlara og síðan gera avtalu um at heinta bilin í Autostadt í Wolfs- burg. Har fáa tey møguleika at síggja hvar bilurin, tey hava keypt verður fram- leiddur. Nýggju bilarnir standa í stórum glastornum í fleiri hæddum, eins og leiku- toysbilar í stativum í leiku- toyshandlum. Síðan Autostadt varð lið- ugt fyri fýra árum síðan, hava yvir sjey milliónir vitj- andi verið har. Saman við Disneyland uttan fyri Paris verður Autostadt roknað sum eitt av stóru ferðafólka- málunum í Evropa VW bilverksmiðjan Grundarsteinurin til VW verksmiðjuna varð lagdur í 1938 nærhendis gamla Wolfsburg slottinum, men eingin verulig framleiðsla av VW bilum byrjaði fyrr enn eftir seinna heimsbardaga. Í veruleikanum var eingin býur har, tá verksmiðjan varð bygd, men Wolfsburg vaks skjótt rundan um hesa stóru bilverksmiðjuna, sum kravdi nógva arbeiðsmegi. Í dag eru 1,6 kvadratmetr- ar undir sama taki á einum øki sum er átta ferkilometrar til støddar. Á økinum eru sjey kilometrar av vegi, og har arbeiða 50.000 fólk, har umleið helvtin er beinleiðis við í framleiðsluni, og hin helvtin er fyrisiting, gransk- ing og menning. Volkswagen bilverksmiðjan í Wolfsburg er heimsins størsta. Á verks- miðjuni eru innstalleraðir 1100 robottar. Hvønn týdning verksmiðj- an hevur fyri býin, sæst best nú býarstýrið hevur givið loyvi til, at býurin verður nevndur Golfsburg í byrjan- ini av marknaðarføringini av nýggja Golfinum. Magnus Gunnarsson Magnus Gunnarsson, ella Maggi, sum vit betur kenna hann, starvast á Sosialinum. Hann er einasti motorjournalistur í Føroyum, og í hesum starvi var hann í síðsta mánaði boðin til Týsklands at royna nýggja VW Golfin Audi 60 frá 1972: Hesar seldi bilasølan Norrøna v. Beinar Vestergaard nógvar av í síðst í 60- unum og fyrst í 70-unum, serliga sum hýruvognar. Bilurin byrjaði sum ein 2-takt 3-syl. DKW F 102 tíðliga í 60-unum og bleiv í 1965 til tann fyrsta Audi eftir kríggið. Tá fekk hann 4 syl motor VW 1600 TL frá 1969. Nógvir av hesum koyrdu í Føroyum sum stationcar (Variant) Audi 60 innan: Rattgear og tað eyðkenda Audi-instrumentborðið frá seksti- og sjeytiárunum HJÓLIÐ 7 Høgrastýrdur Austin Mini frá fyrst í 60-unum. Í Danmark vórðu teir nevndir Austin Partner og Morris Maskot. Hesir bilarnir vóru einki minni enn ein kollvelting, tá teir fyrstu ferð komu á marknaðin í 1959 Í Autostadt í Wolfsburg eru fleiri og glasbygningar og torn full innan av bilum Ein av fyrstu VW boblunum við tvídeildum bakrúti frá 1945 Soleiðis sóðu tær fyrstu Boblurnar út innan. Framleiðslan av Bobluni hevur koyrt líka til 31. juli í ár Cadillac V16 frá 1929. Typiskur ameikanarabilur frá 30-unum Hesin Hanomag 2/10 PS frá 1927 er ein serliga áhugaverdur bilur, hann er sama slag sum tann bilurin, sum Gudmund Mortensen á Tvøroyri keypti í 1928. Á Tvøroyri bleiv bilurin róptur "Grísurin". Hann hevði ein 0,5 litur 1 syl. motor við 10 hk Messerschmitt Kabinenroller KR200 kabinuskutari frá 1959. Teir blivu gjørdir í Týsklandi frá 1955-64 VW Transporter (Rugbreyð) frá 1950. Hesin bilurin hevur Sinalco búmerki og litir. VW Rugbreyðini vóru nógv brúkt her hjá okkum sum vøru- og rutubilar C M Y K 7 6